Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyntaksstjór: Krisjan Dahi Blaðfólk- Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - LA. Utgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/fSosíalurin Prent P/t Pressan 1981 Bústaður: Argjavegi 26 | Postadr: Postsmoga 76 | Argjum 110 Tórshavn ' Telefon: 11820 Telefax: 14720 ES Ljósmyndar. Kalmar Líndenskov | Jøstines Eidesgaard — Fíggjarorka og prioritering RINGA búskaparliga stødan í Føroyum fær alsamt fleiri avleið- ingar fyri ikki bert samfelagið sum so men fyri hvort tað einasta húsarhaldið í landinum. Stutt eft- ir at vit hava fingið at vita, at komandi MVG-skipanin helst fer at kosta hvørjum húsarhaldi einar 4000 kr. árliga, so kemur Húsa- lánsgrunnurin við eini rentu- hækkan, sum alt eftir hvørji lán tú hevur kann koma at kosta hús- arhaldinum millum 4000 og 6000 kr. árliga. Tvs. at við hesum báðum nýggju tiltøkunum koma mong húsarhald í Føroy- um at skula gjalda í nær sagt føstum útreiðslum einar 10.000 kr. meira árliga. Tá sagt verður føstum útreiðslum, so er tað m.a. tí, at meirkostnaðurin av MVG stavar frá slíkum, sum vit øll skulu brúka, tvs. mat, hita omo. TAÐ er greitt, at tá eingir pengar eru, so mugu játtaninar frá tí al- menna til eitt nú Húsalánsgrunn- in minka, og hetta vil so aftur siga, at tað verða tey, sum hava bygt hús, og tey eru mong sein- astu árini, sum mugu gjalda meira. Hetta er sjálvsagt í lagi, um hesi hava nakað av gjalda av, men tá hesar meirútreiðslur koma í senn, um somu tíð sum MVG, so er tað ein stórur purningur, hvussu mong sarhald í heila tikið klára sínar :st neyðugu skyldur. Verður leiðingin, at alsamt fleiri hús fara á heysin og fólk verða rikin frá hús og heimi, tá kann ein spyrja, hvat í heila tikið er vunnið - um ikki politikkurin ger ilt verri, og serliga um hann í ov stóran mun vendir tunga endan niður eftir. HYGGJA vit so at lønargongdini í samfelagnum so síggja vit, at lønarafturhald hevur verið og verður komandi árini eisini. Tvs. at reallgnin fer at minka. Fyri ikki at tala um hjá teimum, sum als onga løn fáa, og tí bert hava arbeiðsloysistryggingina at líta á. Hvussu í allari víðu verð skulu hjún, ið hava bygt hús, og har tvær inntækur eru fortreytin fyri láninum, og har kanska annar hevur mist arbeiði, nú eisini klára bæði rentuhækking og eisini meirútreiðslur í sambandi við MVG! TAÐ er eingin, sum heldur, at tað er nøkur løtt uppgáva at stýra landinum í dag burtur úr teimum fíggjarligu trupulleikum vit eru komin í. Hetta at fiskiskapurin svíkur ger støðuna so høpisleysa, at alt vit enn royna at gera, í mongum førum bert kann tykjast sum lapparíir og fyribilsloysnir. Eitt er tó í hvussu er greitt, at verða tað lagdar so nógvar eyka útreiðslur á tey mongu, sum hava bygt hús seinastu 10-15 árini, so er stórur vandi fyri, at øll hest hús fara undir hamaran, og spur- ningurin er, um samfelagið hevur ráð til tess! LANDSSTÝRIÐ roynir á ymsan hátt at fáa gongd á í samfelagn- um við eitt nú at medvirka til, at fiskur verður keyptur úr útland- inum at virka og góðska í Føro- Dánjal Nielsen 10 ár I dag 10. september fyllir Dánjal Nielsen í Klalksvík, 70 ár Dánjal er ættaður úr Sanda- ági, sonur Kristionnu og Tummas Nielsen. Dánjal fór á ungum árum til Havnar at fáa sær skriv- stovuútbúgving, og seinni fór hann ul Klaksvíkar at ar- beiða á skrivstovuni hjá «jølbro. Dånjal var millum stig- takamar, tå Nordoya Sam- vinnufelag varð stovnað i 1960, og varð stjóri í fyri- tøkuni. Teir bygdu línu- skipini Norðing í 1961 og Norðalduna í 1969. Í 60'unum stovnaði Dán- jal Nielsen egna bókhald- virkið Foroya Bók, og var stjórnarlimur í Realinum frá 1970 - 90, eins og dagligur leiðari á stovninum 1985- 89 Dánjal hevur eisini verið limur og formaður í líkn- ingarneyndini í Klaksvík. valdur fyri Javnaðar- flokkin. Dánjal hevur somuleiðis umboðað Javnaðarflokkin í býráðnum í Klaksvík, sum vara býráðslimur, eins og hann hevur verið upp- stillaður fyri Javnaðar- flokkin ul løgtingsval. Sosialurin ynskir Dånjal Nielsen hjårtaliga tillukku å fødingardegnum og góðan yum. Tað er tó eingin loyna, at tað eru tey, sum halda, at tað gongur ov seint og tískil hava hug at klikkja niður á landsins stýri. Tað er at vóna, at mynd- ugleikar okkara taka støðuna í størsta álvara og veruliga skunda undir og stuðla ætlanum, sum bera í sær fleiri arbeiðspláss, tað verið seg í fiskivinnuni og aðrari alternativari vinnu. Kanska er tað nettup í hesum seinna føri, at vit eiga at ganga nýggjar leiðir og royna eydnuna. Tað kann vera, at tað er mangt, sum fer at mis- eydnast, men vit hava kortini ikki ráð til at lata vera. AfTRAT hesum so eigur lands- stýrið at halda fram við at ration- alisera og effektivisera almennar stovnar við eitt nú samanlegging og við at niðurleggja ella minka um virksemi á stovnum, har vit hava fleiri av sama slag. Vit verða noydd til at prioritera. Vit vera noydd til at spyrja okkum sjålvi: vilja vit fyrst og fremst varðveita almennar stovnar út frá sjónarmiðinum um at kunna veita borgarunum eina forsvar- liga tænastu ella út frá sjónar- miðinum um at varðveita ar- beiðspláss! Og hava vit ráð til at sameina bæði tvey í framtíðini, tá kanska uppaftur færri pengar verða tøkir til almenna uppgávur! Og vit kunnu og eiga at halda fram við at spyrja: hava vit ráð til at varðveita eitt "høgt" tænastu- stødi út frá einum lokalpolitis- kum sjónarmiði, sum skal tryggj- a, at fleiri rakstrardýrir stovnar av sama slag framhaldandi skulu kunna veita somu tænastu sum higartil! VIT eiga at spyrja, um vit kunnu fáa meira fyri pengarnar, um okkara politikarar í stórri mun virkaðu sum landspolitik- arar burturav og prioriteraðu út frá teimum pengum, sum eru og fara at vera tøkir! Og prioritera soleiðis at pengarnir verða givnir út, so at teir koma gllum borgarum í hesum landi til góða - ístaðin fyri einum ávísum gki ella valdømi! Tíðirnar í hesum landi krevja meira enn nakrantíð av okkara politikarum, at teir virka fyri landið sum heild og ikki fyrst og fremst fyri sítt egna valdømi. FØROYSKA samfelagid hevur ikki råd til at hava politikarar, sum fyrst og fremst virka, styra og prioritera eftir, hvat kann fer at gagna teimum í teirra valdømi mest, tá val verður aftur. Síggja vit ikki hetta landið sum eina heild við avmarkadum møguleik- um og taka avleiðingarnar av hesum nú - við eitt nú at stýra íløgum og rakstri av m.a. al- mennum stovnum og arbeiðum soleiðis, at vit fáa sum mest burt- ur úr tí samlaðu upphæddini - tá verða vit at síggja sera óhugna- ligar fylgjur av hesum um ikki so mong ár. TI skal tað vera okkara vón, at bæði samgonga og andstøda taka saman hendur og fåa sum frægast burtur úr teimum pengum, sum eru og verða tøkir í hesum landi í framtíðini og virka og stýra til frama fyri alt Føroya fólk og ikki bert fyri sítt egna valdorni. Til øll brådarpør Sendið okkum brúðarmyndina og tit fáa hana í blaðið ókeypis. Sosialurin ynskir tykkum hjartaliga tillukku við Vw Vit vildu fegin sett N ap brúðarmynd av AAA tykkum í blaðið, har ps )æl tit eisini fáa møguleika til eina heilsan til tey, sum mintust tykkum á brúdleypsdegnum brúdleyps- degnum og blíðan frameftir byr frameftir. Vit senda myndina aftur beinanvegin. byr Sendið myndina til Sosialin postrum 76 110 Tórshavn Lýsið í sostalinum