hósdagur 10. september 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
É
F
*
;
430 fólk vóru á veitsluni hjá pensionistunum i
vikuskiftinum, har undirhald, dansur, sangur, róður
0.a. var á skránni
Tað er vorðið afturvendandi
tiltak, at fólk úr teimum 14
pensionisiafeløgunum í Før-
oyum, hiitast eina ferð árliga.
Í ár var veitslan hildin í
ítróttarhgllini á Nabb.
Tað eru teir báðir Bryn-
jálvur Borðoy, Norðskáli og
Mogens Petersen í Fugla-
firði, sum skipaðu fyri
veitsluni.
Fólk hittust í Havn kl. fýra
seinnapartin, og løtu seinni
varð borðreitt við døgurda.
Skemt, sangur
og dansur
Undirhald skipaðu fyri-
reikarnir eisini fyri. Hilmar
Jan Hansen stóð fyri skemti-
num og Hanus Johansen
sang.
Tá borðhaldið var av, fóru
fólk upp á gólv, og seinni
spældi Oli Jacobsen og menn
hansara harmonikutónleik.
Fólk stuttleikaðu sær Oført.
- Tey, sum ikki tímdu at
dansa, høvdu høvi at hitta
fólk og pråta - ja, onkur hevdi
hitt ein vinnmann, sum hann
ikki hevði tosað við í 30 år,
sigur Mogens Petersen.
Elsti maður í veitslu hjá
pensionistunum var 91
ára gamli Símun Oluf
Hentze úr Skopun. Undir
liðini hevur hann
Alexandru Skaale, sum
eisini býr í Skopun
Eyðkenni føroyinga
Jóannes Eidesgaard, lands-
stýrismaður og kona hansara
Anita, vóru eisini boðin í
pensionistaveitslu. Í hesum
sambandi helt landsstýris-
maðurin rgðu.
Hann legði fyri við at siga:
"Ein lukkuligur maður livir
dupult so leingi sum aðrir, tí
hann gleðir seg dupult yvir
fortíðina".
Jóannes Eidesgaard helt
tað vera frálíkt tiltak av fólk
soleiðis hittust eina ferð
árliga, og legði stóran dent á
týdningin av arbeiðinum,
sum verður gjørt í pensionist-
afeløgum kring landið.
- Serliga umráðandi er tað
við slíkum tiltøkum, av tí at
føroyski gerandisdagurin er
so nógv broyttur í okkara tid,
helt Jóannes Eidesgaard.
Broytingartíðir
- Sereyðkenni hjá føroy-
ingur áður var, at vit vitjaðu
inn á gólvið hjá hvgrjum
ødrum, prátaðu um dagsins
mál og tílíkt, sum nú ikki er til
meira. M.a. sjónvarpið hevur
broytt hetta mynstrið, helt
Jóannes Eidesgaard.
Landsstýrismaðurin sipaði
ul ungdómin, sum hann
kennur frá lærarastarvinum.
Ungfólk duga ikki at siga frá
longur. Hetta helt hann verða
ein stóran miss fyri børnini
og ungdómin, og legði tí
teimum eldru eina við at siga
børnunum og ungum frá síni
tíð, og hvussu tað var áður.
Nútíðin er soleiðis, at tey
ungu eru vorðin móttakarar,
tey fáa so nógv,uttan at geva
nakað ískoyti sjálvi.
Hóast hetta ikki var ngkur
politisk røda, so fjaldi lands-
stýrismaðurin ikki yvir, at vit
liva í vánaligum tíðum.
Eldri fólk hava tann fyri-
mun í dag, at tey hava kent til
vánaligar tíðir, bæði í
30'unum og 50'unum. Fyri-
munurin helt hann vera, at
eldri fólk betur dugdu at um-
stilla seg ul broyttu vidur-
skiftini, enn tey ungu, sum
ikki kendu ul annad enn
góðar tíðir.
Ellisrøktin
Síðani segði Jóannes
Eidesgaard eitt sindur um
røktarvidurskiftini, eitt nú at
ætlanin er at leggja heilsu-
systraskipanina og heima-
hjálparskipanina saman.
Eisini nevndi hann, at
røktarheimini frameftir
skuldu vera meira opin, og
ikki bert vera fyri fast-
búgvandi eldri og ellisbreka-
ðum fólkum.
Røktarheimini skulu latast
upp og gerast ein middepil
fyri heimarøktina í ti øki,
sum hesi eru.
At enda nevndi landsstyris-
Nr. 171 — 10. september 1992 tíðindablaðið Sosialurin Síða 3
| Pensionistar
hittust í Havn
maðurin orðini eftir Storm P.
: "De bidende bemærkningar
kommer egentlig først, når
man har mistet tænderne”, og
helt, at hetta ikki sat til
føroyska eldrafólkið.
- Okkara gomlu eru tann
bólkur í samfelagnum, sum
hevur vist minst misnøgd.
Hann helt tey verða ógvu-
liga tolin og litid kravmikil,
og tað takkaði Jóannes Eid-
esgaard pensionistunum
fyri.
- Tað hevur verið ein hvíld
Hóast 430 fólk vóru í
høllini á Nabb leygar-
dagin, var rúmligt inni
Anita og Jóannes
Eidesgaard vóru boðin í
veitslu hjá pensionist-
unum. Tey vóru eisini við
í fjør, og hildu tað vera
hugnaligt at fáa høvi at
vera við aftur í ár
úr gerandissiagginum at fáa
høvi at vera við heuta kvøld-
ið, segði landsstyrismadurin
at enda.
A midnátt var veitslan atenda
komin. Endað var við andakt
og fólk sungu sálmin: "Nú
dagurin atendaer" sum síður
hevur verið, tá pensionistar
hava verið ul hesa veitslu.
orð: Dagny
Myndir: Jan
Fólk hittast og nógv er at
práta um. Á veitsluni vóru
nógv fólk, og ein eldri
maður fann gamlan
vinmann í mannamúgvuni,
sum hann ikki hevði tosad
vid í 30 ár. Tíverri fingu
vit ikki nøvnini teimum,
sum síggjast her á
myndini