Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Skjótari sjúkraflutningur úr Nólsoy: nú Rituna aftur At tað tekur tríggjar tímar at fáa lækna til Nólsovar er óforsvarligt, heldur Jóannes Eides- gaard, landsstýrismaður, sum nú hevur fingið aðra skipan í lag í samband við sjúkraflutning úr oynni r FOIK hava verið sera mis nøgd við teirri skipan, sum galdandi hevur verið sein astu árini í samband við sjúkraflutning úr Nólsoy Fyrr var serligur lækna- bátur til endamálið. Hann lá í Havn, og var altíð tøkur, tå boð vóru efur honum. Síðani var skipan gjørd millum Landssjúkra húsið og Strandferdsluna, soleiðis at Ritan varð nýtt til endamálið. Hendan skipanin riggaði eisini væl, men so skuldi sparast, og onnur loysn funnin Hendan var, at Tróndur skuldi vera sjúkraflut- ningsskip millum Nóls oynna og Landssjúkra húsið. Men Tróndur liggur á Skopun tå hann ikki er í sigling, og høvdu nólsoy- ingar boð eftir lækna, skuldi Tróndur úr Skopun og fyrst ul Havnar, áðrenn lækni kundi fara um fjør0d- in. Hetta kundi taka upp í tríggjar tímar Óforsvarligt Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í sjúkra- húsmálumm sigur, at hes- ari skipan kundi ikki haldast fram við. Nólsoyingar, síggja yvir á Landssjúkrahúsið, sum ein av næstu grannabygd- um hjá Landssjúkrahúsin- um, men skuldu hóast tað hava triggjar tímar at koma higar. Hetta ber ikki til. Vit, sum koma úr einum útjaðaragki í landinum, kenna tílíkar trupulleikar, og vita hvussu er í neyð- stóðu, sigur Jóannes Eides- gaard, sum nú hevur gjørt eina avtalu við landsstýris- mannin í samferðslumál- um, um at nú skal Ritan aftur brúkast í samband við sjúkraflutingin úr Nólsoy Nú skulu nólsoyingar bert ringja til læknan í Havn, og heldur hann, at Nr. 171 — 10. september 1992 neyðugt er við serligum sjúkraflutningi, er Ritan tók. tór.- Tróndur hevur seinastu árini verið nýttur sum sjúkraflutningsskip í samband við Nólsoynna, men nú skal Ritan nýtast aftur. Mynd: Kalmar Hetta er einki væl umtókt stig, landsstýrið hevur tikið, men neyðugt var ta Eidesgaard, landsstýrismaður 5, sigur Jóannes Dýrari húsalan Rentan hjá Húsalánsgrunnin- um fer upp, og avdráttartíðin verður stytt. Hetta er neyvan væl umtókt avgerð, men neyð- ugt, skal Húsalánsgrunnurin ikki koma í somu stóðu sum Menningargrunnurin kom í, sigur Jóannes , Eidesgaard, landsstýrismaður Fey, sum hava lán í Húsa- lánsgrunninum fáa nú meira at Tad er landsstýrið, sum avgerð hvørja rentu Húsaláns- grunnurin lænir fólki sínar pengar, og á landsstýris- fundi týsdagin varð sam- tykt, at rentan skal hækk- ast frá 1. november. Rentan ul vanlig sethúsa- lán frá grunninum, sum hevur verið 8 prosent, fer nú upp í 9,75 prosent. gjalda Eisini fer rentan á iskoytis- lánunum upp. Hendan fer úr 10 og upp í 11 prosent. Haraftrat hevur Húsa- lánsgrunurin gjørt av at stytta avdráttartíðina. Fyri vanlig lán úr 28 árum og niður í 20, og fyri ískoyt- islånini úr 20 og niður í 15 ár. Alt hetta er galdandi bæði fyri nýggj og verandi lán. Men tað verður eisini ein onnur broyting. Fólk fáa ikki longur eins nógv í lán frá Húsalánsgrunninum, sum tey áður hava fingið. Fyri sethús smærri enn 105 fermetrar hevur borið til at fáa 450.000 krónur. Nú fæst 300.000. Eru wsini smærri enn 120 ermetrar hevur mesta upphæddin verið 360.000 kr. og fer niður í 200.000. "yri hús niðan fyri 135 ermetrar fer lániupphædd- in úr 240.000 niður í 100.000 krónur og fyri lús, undir 150 fermetrar verður mesta lániupphædd- in sett úr 150.000 og niður í 50.000 krónur. Meira at gjalda Rentuhækkingin saman við styttu avdráttartíðini gera, at tey, sum hava eitt vanligt sethúsalán úr Húsa- lánsgrunninum frá mið- skeiðis í 80-unum fara at gjalda umleið 300 krónur meira um mánaðan, og hjá teimum, sum hava tíkið lán tvey tey seinastu árini, verða umleið 465 krónur meira at gjalda um mánaðan. Leggjast skal tó aftrat, at tå er ikki roknað við rentufrádráttinum i skattinum. Hesin svarar til, at fólk sleppa ein triding bíligari enn omanfyri nevndu tøl siga. Neydugt fyri at halda Skyldur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður sigur, at avgerðin at hækka rentuna hjá Húsalánsgrunninum er neyvan eitt væl umtókt stig, men kortini neyðugt. Eginognin hjá grunninum er í dag 38 prosent av samlaðu lániupphæddini, og hendan má ikki fara longur niður. Utlendsku lángevararnir, har Húsa- lánsgrunnurin hevur síni lán, hava sett sum treyt, at eginognin má ikki fara niður um 33 prosent. Fer hon niður um, fella hesi lån ul gjaldingar. Landsstyrismadurin sig- ur, at Húsalánsgrunnurin må ikki koma í ta stóðu, Meningargrunurin kom í herfyri, og tí var neyðugt at hækka rentuna. Nýtt lán I fleiri fórum veðheldur landskassin fyri lánnum hjá Húsalánsgrunninum, og í gjár skuldi nyt lán til Húsalánsgrunnin, upp á 110 milliónir, undirskriv- ast. Jóannes Eidesgaard sigur, at útlendsku lånini hava 11 prosent í rentu og avdráttartíðin liggur um 15 ár. Fær Húsalánsgrunnurin ikki meira enn fimm milli- ónir á fíggjarlógini til rentustuðul, hongur ikki saman við at lána pengar út aftur til átta prosent yvir 28 ár. tór.-