hósdagur 10. september 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Vit mugu virða
politikkin
Tað er i Føroyum sum í Suðuramerika.
Politikkur verður uppfataður sum nak-
að skitið og ótespiligt. Politikarar verða
sæddir sum opportunistiskir kraddarar.
Tað finst einki uttan illvilji millum fólk.
Tað er alneyðugt, at hesin hugburður
verður broyttur. Okkar skipan kann ikki
fungera, um fólk ikki virða hana
>Vit hava onki at takka
fyri<, sigur Heri Mohr í
Sosialinum fríggjadagin
Hann helt tað vera logið,
at Jens Pauli Heinesen
skuldi takka ungmonnum
fyri, at teir ikki løgdu
MVG á bøkur, tí hesir
poliukarar hava gjørt so
nógv annað, sum er teim-
um ul lítlan sóma
At Føroya fólk hevur
sera lítið at takka teimum
monnum og kvinnum
fyri, sum stýrdu okkara
landi í åttatiårunum, er
sjálvandi rætt.
Virdingin fyri teimum
er heldur ikki stór millum
fólk. Sjálvandi ikki
Virðingin fyri teimum
sum sita í dag, er heldur
ikki stór. Og tað er eisini
skiljandi. Stødid á orða
skiftunum millum politik-
ararnar er valla nakra-
staðni so lágt sum í Før-
oyum.
Virðingin fyri sjálvari
teirri politisku skipanini
er hareftir
Politikkur« merkir í
dag í hugaheiminum hjá
nógvum nakað skitið og
korrupt. Nakað, sum
hampulig menniskju ikki
takast við
Poliukarar
eru kradd
arar, spekulantar, oppor-
tunistar
Og hteta er sjálvandi
mest galdandi fyri ung-
fólk. Tey, sum aldrin
hava kent annað enn
hendan illvilja móti po-
litikarunum. Sum aldrin
hava lært — og aldrin hava
havt orsøk til at hildið
at politikarin stendur å
teirra síðu
Egnað fólk halda
seg burtur
Hetta er ein sera álvarsom
stóða at vera komin í.
Ti hava fólk ikki virð
ing fyri sínum politikar-
um og síni politisku skip-
an, so kann skipanin held-
ur ikki fungera sum hon
skal. Einum demokrati
tørvar, at fólk virða tað
Stødan í dag er tann, at
nógv ung fólk ikki hætta
sær upp í politikk, hóast
tey hava evni og áhuga
Tey vilja ikki dálka sín
persón við tí skitna heitin-
um >poliukari<.
Hetta merkir kortini
ikki, at fólk mangla á list
anum, tá sullast skal upp
ul val. Ti okkara politik
arar njóta jú gott av nógv
um framíhjárættindum
ikki minst dupultari løn
og Orimiligan bidiløn.
At »politikkur« stendur
so lågt i metum merkir
harafturímóti, at tey
røttu, tey egnaðu fólkini
ikki hætta sær framat.
Tey, sum hava innlit, á-
ræði og kenna ábyrgd.
Og tað hevur við sær, at
okkara politikkur fram-
vegis verður myndaður av
teimum minst egnaðu.
Kraddarunum, spekulant-
unum og opportunist-
unum.
Virðingin minkar, og
tey, sum høvdu kunnað
økt um virðingina, hætta
sær ikki framat.
Oheppin illvilji
Hetta er stødan i dag. Og
tað er lítið, sum bendir á,
at hon verður broytt úr
erva. Orðaskifti um løg-
mansrøduna herfyri vísu
tL.d., at stóðið innan ting-
sins gátt framvegis er
onki minni enn grátuligt.
Tað glógvaði i uimum
ella fýra. Ikki meir.
Fólk verða sjálvandi
bæði hørm og ill av at
vera vitni ti Íhetta. Og tað
er skiljandi, at vreiðin
verður vend mót tí demo-
kratiska valdinum
fólk sjålvi hava valt tað.
hóast
Tað er skiljandi, men
tað er sera óheppið. Tí
vreiðin mót politikarun-
um verður so nógv dyrk-
að millum fólk í dag, at tú
gerst vælumtóktur, bert tú
sigur ella skrivar okkurt
ringt um teir — uttan mun
til, um tað er rætt ella
SKEIVI.
Men Tá Jens Pauli
Heinesen stillisliga loyvir
sær at takka teimum fyr
at teir ikki løgdu MVG á
bøkur, verður hann bein-
anvegin hartaður.
Og Heri Mohr ger tað
valla tí hann vil hava
MVG á bøkur. Hann ger
tað, tí tað líkasum ikki
hóskar til tíðarandan at
rósa nøkrum politikara
fyri nakað.
Og tað er sjúkt!
Gongdin má vendast
Hesin sjúki hugburður má
broytast. Og verður hann
ikki broyttur úr erva, må
hann broytast úr neðra.
Fólk mugu læra, at poli-
ukkur er ikki skitin í síni
náttúru.
At fáast við poliukk
verður aðrastaðni — og
hevur áður verið í Føroy-
um — roknað sum tað edi-
ligasta av øllum virksemi.
Tað er at tæna samfelag-
num. Tað er at umseta
rættvísi, moral og fram-
skygni til veruligar gerðir,
øllum at gagni.
Og tað er, síðst men
ikki minst, nakað, sum øll
eiga at hava áhuga fyri og
vera við í, so ella so.
At endurreisa hesa
tíðindablaðið soSjalurin
Nr. 171 - 10. september 1992
— At fáast vid politikk er at tæna samfelagnum. Tað
er at umseta rættvísi, moral og framskygni til
veruligar gerðir. At vit uppfata politikk sum nakað
skitið — sum nakað, bara kraddarar og opportunistar
takast við — er sjúkt. Tað er ein moralsk kreppa, sum
ger tað tyngri at loysa tað búskaparligu
hugsan um politikk átti
fyrst og fremst at verið
poliukaranna uppgáva.
Tá teir ikki gera tað, má
tað gerast av fjølmiðlum
og vanligum fólki. Og tað
gerst m.a. við at sýna á-
huga fyri politiska leikin-
um. Við at umrøda møgu-
leikarnar. Við at hava at
politikarunum, tá teir gera
nakað skeivt. Og vid at
rósa teimum fyri tað, teir
gera rætt — sum Jens Pauli
gjørdi herfyri.
Øll tey mongu sum eru
við ul at dyrka illviljan, at
útspilla og kasta við runu,
tey gera ilt verri.
Tað er einki roysni at
skelda um tað, sum farið
er. Takið er at skapa ein
meira positivan anda og
virðing kring politikkin.
Ikki tann rikna politikkin,
men hugtakið politikk.
Hevði hetta eydnast,
høvdu fleiri bjóðað seg
fram at styrt. Vit høvdu
fingið eina neyduga út-
skifting. Vitug og dugna-
lig fólk høvdu kanska
komið framat
Ikki bara politikarar
Eitt orð sigur, at citthvørt
demokratiskt land fær tað
stýri, tað hevur uppiborið
Og soleiðis er, um vit
vilja ella ci.
At vit eru endað har vit
eru, hava teir sum tóku
tær skeivu avgerðirnar
sjálvandi fyrst og fremst
ábyrgdina av.
Men tey flestu vistu, at
vit livdu yvir evni. Vistu
at rokningin fór at verða
send komandi ættarlidum
Ti er tað ikki rætt, at vit
skumpa alla ábyrgdina frá
okkum, og leggja hana á
politikararnar. Og at teir
minst at sær komnu
politikararnir vilja
skumpa hana víðari, og
leggja hana á Atla Dam
einsamallan, er púra burt-
urvið.
Abyrgd hava øll te, sum
$0Slalurin — fimm ferðir um vikuna!
vistu, hvussu til stóð.
Sum tigandi góðtóku tað,
sum hendið í 80-unum.
Og sum við síni atkvødu
løntu teimum politikarum,
sum vóru óðastir at
byggja, keypa og læna.
Vit hava havt eitt út av
lagi vánaligt stýri. Men
tað skerst ikki burtur, at
vit hava havt tað stýri, vit
hava uppiborið at havt.
Hevdi tað eydnast at
sett hugtakið »politikkur«
í eitt meira positivt ljós, at
skapt stórri politiskan á
huga og -virksemi, so er
lítið at:1vast i, at vit eisini
høvdu iingið eitt betri
stýri.
Og tá høvdu vit eisini
havt uppiborið eitt betri
styr
So leingi vit uppfata
politikk sum nakað skitið,
og bara dyrka illviljan
móti honum, so leingi
verður hann verandi skit-
in. So leingi loysist tann
moralska kreppan ikki -
og tann búskaparliga
heldur ikki.
Sjúrður Skaale