hósdagur 10. september 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 171 — 10. september 1992
tíðindablaðið
Vildi onki siga
Signar Dam noktaði at úttala seg um rækjutrolaran Faroe Prawns
og eginpeningin í reiðarínum Chlamys
Einasta vitni, sum noktaði
at úttala seg í Heygadrangs-
málinum var Signar Dam,
reiðari fyri rækjuskipinum
Faroe Prawns, sum eins og
onnur skip bygd í 80-ár-
unum ikki kundi bera seg.
Tað kom ikki óvart á
nakran í rættinum, at Signar
Dam einki vildi siga.
Tápolitiið skuldi avhoyra
hann herfyri, fekk hann at
vita, at hann varð avhoyrdur
við somu rættindum, sum
ein skuldsettur.
Tað merkir, at tann av-
hoyrdi ikki kan revsast, um
hann skuldi sagt ósatt. Van-
lig vitni halva skyldu til at
siga sannleikan og vitna
undir revsiåbyrgd.
Tá politiid setti seg í
samband við Signar Dam,
rådførdi han seg við sín
fulltrúa og avgjørdi ikki at
úttala seg til politiið. Hetta
varð uppýst í rættinum fyrr í
vikuni. Akærin helt tað tí
ikki vera ómakin vert at
biðja Signar Dam koma til
Havnar og harvið missa ein
heilan dag, men verjarnir
hildu fast við, at Signar
Dam skuldi kallast inn at
vitna.
Metti við advokati
Og tað varð hann týsdagin
klokkan hålvgum try, tá
hann møtti við advokati
sínum, Jógvan Páll Lassen.
Hetta var ein stutt avhoyr-
ing, tí Signar Dam segði
beinanvegin, at hann ikki
vildi úttala seg.
Thomas Rørdam, verjin
hjá Magnusi Petersen, legði
fram avrit av eini grein, sum
stóð í danska blaðnum
Børsens Nyhedsmagasin
10. apríl 1987. Í greinini
verður sagt, hvussu lætt tað
var at fáa almennan stuðul
til skipini við læntum egin-
peningi. Sambært blað-
Rómur var á Langsten
skipasmiðjuni, tá Faroe
Prawns varð yvirikin
manninum hevði Signar
Dam einki ímóti at grreiða
frá sínum stóra skipi, og
hvussu ein bar seg at við at
keypa skip við ongum
pengum. Landskassin
missir nógv, og privat-
menninir vága lítið, verður
Signar Dam endurgivin fyri
at hava sagt við blaðið.
Sjey minuttir
Aðrenn Thomas Rørdam
kom so langt sum til at lesa
greinina, gjórtdi Signar
Dam vart við, at tað einasta
hann hevði hug at siga í
rættinum var, at samrødan
var avskapað, serliga við-
víkjani = eginpeninginum.
Hetta hevði hann sagt við
blaðmannin, tá blaðið vr
komið út, og hann hevði
eisini kravt at fáa avsannan í
blaðið, men tað var ikki
eydnast honum.
Í sjey minuttir sat Signar
Dam í vitnisstólinum.
At Signar Dam ikki vildi
úttala seg var ikki jæust tað,
ið hóvaði verjunum. Undir
rættarmálinum er trolarin
Faroe Prawns og reiðaríið
Chlamys fleiri ferðir tíkin
fram sum dómi um vantandi
eginpening. Longu íú
Magnus Petersen varð av-
hoyrdur í mai mánaði. Verj-
arnir striddust eisini fyri at
sleppa at leggja fram skjól
um hetta skipið, og hvussu
tað varð fíggjað. Tað gav
rætturin loyvi til, at skjølini
vórðu fingin til vega úr
Tinganesi.
Tað hevur áður verið
frammi, at tað upprunaliga
var Tvøroyrar Trolarafelag,
sum upprunaliga gjørdi
sáttmála við norsku
skipasmiðjuna Langsten
um at byggja trolaran.
Síða 9
Skipasmiðjan skuldi
yvirtaka Leiv Øssursson.
Chlamys tók yvir
Men Tveroyrar Trolara-
felag hevði so stóra skuld, at
tað ikki kundi lata nakað
skip byggja, og Leivur
Øssursson, sum fiskiloyvið
hoyrdi ul, fór ongan veg.
Hetta visti landsstýrið, tí tað
góðtók, at eitt annað felag,
P/F Chlamys, yvirtók
skipaprojektið, longu tveir
mánaðir, áðrenn teir á Tvør-
oyri sendu landsstýrinum
umsóknina um at gera hetta
skiftið.
Leivur Øssursson varð
seinni seldur á tvingsils-
sólu, landsstýrið keypu,
men mist tå kortini góðar 8
mió. krónur.
Alt hetta ætlaðu verjarnir
at spyrja Signar Dam um,
men teir fingu einki meira at
vita. Heldur ikki advokat-
urin Jógvan Páll Lassen,
vildi siga nakað um Faroe
Prawns og Chlamys, tá
hann varð avhoyrdur.
randi
Øl vistu tað
- Tað er mín fatan, at øll vistu um mannagongd-
ina við at vátta eginpening. Atli Dam mundi eis-
ini vita tað, men Atli Dam helt seg altíð strangt til
lógina, segði Tormóður Dahl í rættinum týsdag-
in
Tormóður Dahl, sum nevnir
seg tekniskan ráðgeva, hev-
ur seinastu árini mangan
luttikið í almenna orðaskift-
unum um skipabygging og
skipafígging. Hann er ein
teirra, sum er talsmaður fyri
at broyta reglurnar um at
krevja eginpening i skip-
um,ti eingin er førur fyri at
fáa so nós van tøkan pening
til vega. + sini heldur hann,
tað hevð: »erid sunnari, um
lánistovn.:nir mettu um
hvort pro -ktið og fíggjaðu
tað.
Hetta nevndi hann, tå
hann týsdagin varð av-
hoyrdur sum vitni í Heyga-
drangsmálinum.
Tormóður Dahl var
ráðgevi hjá skipunum
Kletti, Raðharnari, vestfart
og Miðvingi.
Eginpeningurin fekst til
vega vid persónligum lån-
um og provisiónum frå und-
irleverandørum. Einasta
trupulleika, hann visti um,
var tå hann hevði sett upp í
fíggjaryvirlitið fyri Rað-
hamar, eitt motorlån uppá 4
mió. krónur frá týsku mo-
torverksmiðjuni MWM. Tá
hevði landsstýrið ringt til
hansara - hann helt tað var
Atli Dam sjálvur sum ringdi
og segði, at hann skuldi
brúka aðra orðing fyri
motorlánið.
Tormóður Dahl varð
tráspurdur um dokumenta-
tón av eginpeningi. Hann
segi fleiri ferðir, at hetta
visti hann ikki nakað
itøkiligt um.
Men hann kom so við ti,
sum pástaðið hevur verið av
mongum í áravís, og sum
eisini er komið fram fyrr í
avhoyringum, at tað var
vanligt, atdokumentatiónin
var ein váttan frá banka um,
at ávís upphædd stóð í
bankanum, og at hesar
pengar ofta vóru stuttfreitað
lán td. frá undirleveran-
døum. Hann segði eisini, at
øll vóru lika virkin at útvega
provisiónir til skipabygg-
ingar. Sjalvur hevði hann
ongar.tiO fingið nakra
provisión, og motorlánið til
Raðahamar var yvir átta ár.
Teir royndu aftur at
spyrja Tormóð Dahl, hvat
hann bygdi sína fatan um
mannaongdina við at
útvega eginpening á.
- Hetta er eitt litid sam-
felag, øll eru skyld við øll,
øll kenna øll og vita alt um
gil, var svarið. Hann helt, at
Atli Dam mundi eisini vita,
men hann legði aftrat, at
Atli Dam altíð helt seg
Strangt til lógina og hennara
orð.
'
Tann hittinorðaði dóm-
arin, Stig Kaas, kundi tá
ikki halda sær frá at koma
við viðmerkingini:
- Eitt er hvat lógin sigur,
annað hvat hon hevur
útviklað seg til.
randi
=
Tormóður Dahl vildi
vera við, at øll vistu, hvat
fór fram
ælabogin
Tif. 12120 - Sverrisgeta 20
DESTROY BOTNPATENT
01.00, og sunnukveld frá kl. 19.00 til 23.00.
Frá 1. 1. jónuar er def 1 ér: