Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. september 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 172— 11. september 1992 tíðindablaðið B | S : | Pir | Sida 3 bjarga Elektron Landsstyrid kannar i løtuni ymiskar møguleikar fyri at út- vega Elektron fleiri uppgávur, so eindarprísurin fer niður, soleiðis at Sjóvinnubankin ikki fellur fyri freistingini at fara uttanlands Ívasamt er hvussu leingi Sjóvinnubankin - Okkara Banki - fer at halda fast um føroysku loysnina, sum bankin gjørdi nógv burtur úr tá Føroya Banki á sinni valdi at slíta sítt samstarv vid EDV fyritgkuna Elektron, og kastaði saman í EDV-samstarvi við danska felagið, BEC. Sjóvinnubankin hevur síni áhugamál at røkja, og tí er ikki óhugsandi, at freistingin er stór fyri at taka av einum góðum donskum tilboði um EDV- samstarv. Sum vit hava skilt, liggur tilboðið, bank- in hevur fingið frá BEC, nógv lægri enn tað, Elektr- on kann bjóða fram. Steingrím Nielsen, sjó- vinnubankastjóri er fáorð- aður. Hann sigur, at avgerðin fellur helst sein- ast í hesum mánaðinum, og teir nú eru farnir í tonkiboks, sum hann tekur til. Landsstýrið roynir at bjarga Men meðan Sjóvinnu- bankin situr í tonkiboksini arbeiðir landsstýrið við fullari kraft at finna eina loysn soleiðis, at eisini Postverkið skal spara enn meira: Fólk mugu venja Seg vid at tænastan verdur skerd -Hevur landið ikki ráð til meira enn tær fimm milliónirnar á fíggjarlógini til postverkið, mugu vit bert laga tænastustóð- ið eftir tí, sigur postverksstjórin Hóast hallið hjá Postverk- inum í ár verður um níggju milliónir, hevur landsstýrið ikki sett fleiri enn fimm milliónir av á fíggjarlógini fyri næsta ár. Vit hava spurt postverksstjóran, Es- bern Midjord, hvussu hann ætlar at klára seg við hesi upphædd. -Hevur landið ikki ráð til at lata meira enn tær fimm milliónirnar til postverkið komandi ár, mugu vit finna okkum í tí, sigur Esbern Midjord. Hann roknar við, at ætlaðu takst- hækkingarnar, sum koma í gildi 1. januar, fara at geva postverkinum eina millión. Væl at merkja, um post- rúgvan ikki minkar. Haraftrat eru avleiðing- arnar av rationaliseringn- um, sum byrjaðu fyri tveimum árum síðani, ikki komnar á mál enn. Av hesum rationaliseringum kann eisini nakað sparast næsta ár, sigur postverks- stjórin. Hann leggur aftrat, at møguleikarnir fyri spar- ingum eru nógv avmarkað- ar síðani tað gjørdist greitt, at eingin má sigast úr starvi fyrr enn í fyrsta lagi 31. august næsta år. Nøkur starvsfólk fara tó frá hesa tíð fyri aldur. Postkassar við vegin Tað hevur fyrr verið tal- an um at postkassar verða setir fram við vegin, so skjótari er hjá postboð- unum at ganga leið sína. Esbern Midjord sigur, at fyribils er einki gjørt við ætlanina, men tað verður ivaleyst neyðugt at taka spurningin uppaftur. Møguliga í samband við nýggjar býlingar, men hetta krevur helst broyt- ingar í postlógini. Esbern Midjord, postverksstjóri má royna at klára seg við teimum fimm milliónunum hann hevur fingið á fíggjarlógini næsta ár. Hann roknar við, at taksthækkingarnar fara at geva eina millión, væl at merkja, um postrúgvan ikki minkar Mynd: Kalmar Tað hevur eisini verið talan um ein postfrían dag. Talan hevur verið um, at eingin postútbering skal vera leygardag ella mána- dag. Eisini hesin spurning- urin verður tíkin uppaftur, men ikki fyrr enn til kom- andi sáttmálasamtáðingar við Postfelagið. Hesin sáttmálin gongur úr 1. juni komandi. Á ———— 0 —————————————————————II— </<—ÚÚÚ——EЗÐ3————EI "ii Bjarni Vilhelm, stjóri í Elektron, hevur her reist seg upp fyri Steingrini Nielsen, sjóvinnubankastjóri. Nú er ivasamt um ella nær Steingrímur reisist, og fer sín veg úr Elektron. Sjóvinnubankin kann verða verandi í Elektron. Kannað verður, um aðrar EDV-uppgávur kunnu leggjast til Elektron, so eindarprísurin verður bíligari. Kári Petersen, fíggjar- stóri í landsstýrinum sigur, at hesar kanningar verða lidnar í næstum. Lands- stýrið hevur trý høvuds endamál við at varðveita peningastovnarnar í Elektr- on. Fer sjóvinnubankin, so fylgir Sparikassin vid, og tað merkir, at landið må gjalda munandi meira fyri tær almennu tænasturnar,- serliga fyri skattaskipan- ina, sum í dag kostar um 12 milliónir. Haraftrat er landsstýrið áhuga í, at tey umleið 60 arbeiðsplássini verða varðveitt og at EDV-serfrødin verður i landinum. tór.- Einki sprutt Í samband við broyting- arnar í rúsdrekalógini var ynski frá postverkinum frammi um at umsita ein part av rúsdrekkasgluni. Men so verður ikki. Post- verksstjórin roknar ikki við, at postverkið fer at hava meira vid råsdrekka- søluna at gera, enn at senda teirra pakkar úr Havn og út um landið. Hetta til goymslur verða ymsastaðni. Spurdur um hann er vón- svikin av, ikki at sleppa at umsita rúsdrekkasgluna, sigur Esbern Midjord, at postverkið helt seg hava skyldu til, at siga frá møguleikunum at brúka postverkið til endamålid, men landsstýrið valdi aðra loysn. Tað mugu vit so bert finna okkum í. At harmast um tað man vera nyttuleyst, heldur hann fyri. Hallið minkar Rakstrarliga hevur seinastu árini borið alt betur til hjá postverkinum. I 1990 var hallið 19 milliónir, i 91 var tað 13, i år verður roknað vid, at hallið verður um niggju milliónir og næsta ár fimm. , tor.- Inntøkurnar av fiskiskapi næstan niður i helvt Í august vóru útgoldnar 77 milliónir færri enn sama mánað í fjór. Tað er serliga innan fiski- skap, at fallið er stórt Tað eru døpur tøl at lesa úr yvirlitinum hjá Hagstovuni yvir útgoldnar lønir sein- asta mánað. Samlaðu lønanitgjalding- arnar í august í ár vóru 294 milliónir í mun til 370 milliónir sama mánað í fjør,- ella 76 miliónir færri. Tað er serliga innan fiskiskap, ið lønaritgjald- ingarnar eru nógv mink- aðar,- ja næstan farnir niður í helvt í mun til august í fjør. Lenarútgjaldingarnar innan fiskiskap vóru í august í ár 44,7 milliónir í mun til 83,1 millión sama mánað í fjør. Samanbera vit juli mánað í fjør og í år er minkingin hendan mánaðan 14,2 milliónir. Innan fiskavirking eru eisini stórar lønarminking- ar. Í august í ár vóru út- goldnar 23 milliónir móti 36,9 milliónum sama mánað í fjør. Higartil í ár eru saman- -— lagt útgoldnar 2489 milli- so ónir í mun til 2760 milli- ónir sama tíðarskeið í fjør. Tað vil siga góðar 270 milliónir færri. tór.-