Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. september 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 172 — 11. september 1992 Spælið hjá føroyska landsliðnum í HM-undankappingardyst- inum móti Wales mikudagin var nakað av tí besta, vit nakrantíð hava sæð liðið spælt. 6-0 var ein ov stórur sigur, um hugt verður at spælbýti og møguleikum, men liðið misti ongantíð æruna, hóast ikki gekk eftir vild alla tíðina. Talan var ongantíð um avbuking HM-undankapping. Wales-Føroyar 6-0 (3- 0) 1-0: lan Rush 2-0: Dean Saunders 3-0: Mark Bowen 4-0: lan Rush 5-0: Clayton Blackmore 6-0: lan Rush Åskodarar: Umi. 8.000 Dómari: J. Monteiro Corado úr Portugal Cardiff — Tíðindablaðið Sosialurin. Tey, ið ikki vóru millum teir knappliga 8.000 áskaðararnar í Car- diff Arms Park mikukvøld- ið, munnu óivað halda, at ein so stórur Ósigur móti walisiska landsliðnum sum 6-0, er ein sannur avsmum- ingur, ið kemur at sita so fastur, at FSF og øll onnur fótbóltsáhugað kunnu pakka saman í altjóða dysti. Væl er tað skiljandi, at so verður hugsað, men vit, ið vóru har og sóu dystin, eru neyvan av hesi somu áskoð- an Við til at skapa dystin Føroyska landsliðið var nesaterð vid ul at skapa ein era góðan og spennandi ið avgjørt ikki lysti nakran sorgarleik, tá hugs- að verður um tað føroyska spælið. Í dystinum høvdu okkara menn eins nógv bóltin og mótstøðuliðið, og nógvar ferðir — í heilum — var spælt fram igjøgnum í síðunum vid frekum og væleydnað- um skiftum millum okkara spælarar. Gott dømi um hetta var størst føroyski kjansurin, 10 Jan Dam fekk i seinna hálvleiki. Her vóru fýra av spælarunum við, og spælt varð eftir bókini einki minni enn tað. Hæddarpunktið í dyst- inum, um hugt verður burt- ur frå nevnda kjansi, var tað heilt ótrúliga bjargingin hjá Jens Martin av brotsspark- inum hjá lan Rush. Ikki sørt, at tað er vorðið føroyskur móti at bjarga brotsspørkum í altjóða dysti tað varð jú gjørt av bæði KI- og B36-málverjunum í teimum báðum síðstu Euro- pa Cup-dystunum. Nú førdi Jens Martin bara sidin víð- ari. Umframt hevði Knudsen eisini fleiri aðrar leyvu- bjargingar, ið grundgeva fyri illgruna um stórform hjá GÍ-málverjanum. Eingin dreymabyrjan At Wales kom framum so tíðliga í dystinum, var ikki nøkur dreymabyrjan, men hetta knekkaði ikki teir før- oysku spælararnar, ið hildu fram við at stríðast um hvønn bólt. Og hver torir at siga, at tað er lætt hjá Tummas Eli Hansen at dekka ein alla tíð- ina reikandi Dean Sanders, ella at tað skuldi verið lætt hjá Mikkjali Danielsen at hingið í lan Rush, ið snøgt sagt er føddur til at vinna luftbóltar. Eisini sóu vit Toda Jóns- son hava so gott tak á Mark Hughes, at hann stórt sæð ikki kundi brúkast til nakað serligt í walisiska uppspæl- inum, har hann annars er vandna einki minni enn stýrandi rollu. Offensivt vóru miðvall- ararnir Kári Reynheim og Øssur Hansen framúr góðir. Kári var eisini tann, ið legði fyri við tveimum skot- um upp á mál, og so var bara efur hjá hinum at fylgja upp. Hann ørkymladi eisini walisararnar rættiliga nógv við sínari nógvu ferðing — serliga, tá hann hevði bólt- in. Og tey, ið hava saknað meira samanspæl frå Reyn- heim, kundu havt revisión í Cardiff mikukvøldid. Øssur skapti framdrift Tann spælarin, ið må sig- ast at vera millum teir allar- mest framrættaðu á liðnum mikukvøldid, var »nyggi« Øssur Hansen, id royndist sera væl á midvøllinum, og ferð eftir setti hann rættiliga framdrift í spælið, krússaði við walisarunum, sum vóru teir bert vanligir runavík- ingar ella okkurt líknandi... Væl gekst hjá Jóannesi at stýra verjuni, hóast hon eitt nú ikki so ofta fekk roynt rangstødufelluna, ið eftir- hondini er vordin ein før- oyskur spesialitetur. Walisisku målini fingu okkara menn í fleiri fórum ikki gjørt so nógv við. Tað fyrsta var ein long avlevering frá Clayton Blackmore, ið spældi lan Rush rættiliga leysan. Hesin hevði tað neyðuga hepni við sær, tá bólturin fyrst streyf- aði fingrasnipparnar hjá Jens Martini Knudsen, fór á stongina, rullaði eftir strik- uni og hevði akkurát verið innanfyri, tá Tummas Eli Hansen kom stormandi og sparkaði burtur. Eisini annað málið hjá Ian Rush til 4-0 var eins heppið Sera heppin mál Yvirhøvur var tað gald- andi fyri málini, ið komu í dystinum, at tey vóru sera kontant. Har var bara einki at gera, tá walisararnir ósvíkaliga brúktu teir opnu kjansirnar. Satt at siga hevði Wales ikki serliga stórt spillpro- sent í sínum royndum og atsóknum á føroyska málið. Hinvegin var verri hjá okkara monnum, ið við nak- að av hepni aftrat høvdu fingið tvey ella uy mál. Nakað, sjálvt teir ítarstu walisisku ítróttarviðmerkj- SS Hvat hundan vinkar hasin linjuverjin nú fyri? tykist Jens Martin Knudsen at hugsa. Mynd: Hilmar Jan