Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. september 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Utr6drarhavn á Argjum Útróðrarmenn fáa góðar umstødur Tað gekk veruliga fyri seg á Argjum tá útróðrarmenn gjórdu sær egningarskúrar. Mynd: Kalmar Byggja sær egningarskúrar, og kommunan fer nú at gera atløgu- bryggjuna lidna Tað gongur veruliga fyri seg á havnagkinum á Argjum í løtuni. Blandi- maskinurnar mala vatn, sand og sement til betong, at lata í formarnar ul tær fyribils fýra grundirnar, har útróðrarmenninir skulu seta sínar egningaskúrar á. Egningaskúrarnir verða bygdir í norðari parti av havnagkinum, har pláss er fyri trimum aftrat. Har- aftrat er ætlanin at gera eitt øki byggibúgvi skamt frå, og har verdur eisini plåss fyri sjey skúrum. Mortan á Geil, havnaum- sjónarmaður á Argjum fegnast um at kunnu bjóða útróðrarmonnnum góðar umsteður. Hann sigur, at kommunan letur økid byggibúgva við vatni og kloakk og tí, sum annars skal til. Seinri verður økid asfalterað. Næsta stig hjá kommununi verður at gera atløgusiduna lidna har skúrarnir standa. Tilfarið liggur har og er goldið, so hann roknar ikki við at tað verður so dýrt at gera arbeiðið liðugt. Mortan á Geil roknar við og vónar, at atløgubryggjan verður liðug ul jóla. Ov dýrt í Havn Utróðrarmenninir, sum nú gera sær góðar umstød- ur á Argjum, eru bæði av Argjum og úr Havn. Flestu teirra hava áður hildið til í egningaskúrum aftan fyri Bacalao, men har kundu teir ikki verða verandi. Tórshavnar Havn lat so nakrar cegningaskurar byggja, men hesir eru so dýrir hjá útróðrarmonnum at leiga, at teir halda seg ikki hava ráð til tess. Tveir av útróðrarmonn- unum, sum nú byggja egningaskúrð á Argjum siga, at teir fáa skurin upp fyri umleið 30.000 krónur. Aðrir byggja enn bíligari Mortan á Geil, havnaumsjónarmaður á Argjum fegnast um at tað nú ber til at bjóða útróðrarmonnum góðar umstóður. Mynd: Kalmar Hesin prísur svarar til eitt ára leigu í Havn, og tað er munur á, halda teir fyri, serliga sum útróðurin er í løtuni. Men tað sum gjørdi tann stóra munin á umstødunum í Havn og á Argjum er, at hesir somu útróðrarmenn frammanundan eiga eina frystibyngju, sum teir fingu loyvi til at taka við sær út á Argir. Hana fingu teir ikki loyvi ul at seta upp í Havn, tí har var frystiútgerð bygd upp í egningaskúrarnar. -Frystiútgerðin er nógv hin dýrari parturin, og tá vit eiga hana framman- undan, er meiningsleyst at tveita hana burtur, fyri at leiga seg inn í aðra, siga íutróðrarmenninir. Tveir um hvønn skurin Tveir båtar eru um hvønn skúrin á Argjum, so rúmsátt er. Eini tíggju fólk kunnu egna í hvørjum skúri. -Jú vit eru sera fegnir um tær góðu umstødurnar, vit nú fáa á Argjum. Ikki bert um skúrarnar og tað, at vit fingu loyvi: til at taka frystihúsið við okkum, men ikki minni fegnir eru vit um havnaumstødurnar. Her hava vit fingið eina veruliga útróðrarhavn, siga útróðrarmenninir, sum rokna við at kunna taka teir fyrstu fýra egningar- skúrarnar í brúk um einar fjúrtan dagar. tór.- Nr. 173 — 12. september 1992 Verandi lån fåa tilbod Í samband vid umrød- una av rentuhækking- ini hjá Húsaláns- grunninum í hósdags- blaðnum varð sagt frá, at avdráttartíðin eisini skuldi styttast. Tað skal hon eisini fyri øll nýggj lån, men ikki fyri teirra viðkomandi, sum í dag hava lán í grunninum. Verandi lántakar- arnir fáa í staðin eitt tilboð um at stytta av- dráttartíðina. Vilja tey ikki stytta tíðina av egnum vilja, heldur lánið fram sum nú. Rentuhækkingin verður tó galdandi fyri øll lán. Bæði verandi og komandi. Orsakað mistakið. blaðm. Sosialistiski Loysingarflokkurin skipar fyri kvøldsetu í Nólsoy leygar- kveldið 12. september kl. 21. Fjølbroytt skrå vid rødum og sangi. Rødur: »Buskaparliga stødan og kreppan«, Dånjal J. Jacobsen, floksformadur »Føroyar og EF«, Luitjen Apol, formadur i EF-fylkingini »Bygdamenning«, Alis Jacob- sen, flokslimur. Sámal Ravnsfjall og Jakobina 8 Palli syngja ímillum rødurnar. Aftaná spæla Knarvar til dans, kostn- aður 40 kr. Um áhugi er, verður eisini farið upp á gólv. Høvi verður at keypa øl, sodavatn og smurt breyð. Amnesty International Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku- dag og fríggjadag kl. 11—16. Tlf. 15816.