leygardagur 12. september 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 173 — 12. september 1992
Hundaliv í Klaksvík:
Bern tora
Ikki í skúla
-Tað eru fleiri børn, sum óttast fyri at fara
heimanífrá og í skúla, tí tey óttast teir mongu
leysu hundarnar, sigur býráðsformaðurin, sum
uttan úrslit hevur sóknast eftir hundafangara
-Vit eru um at drukna í
kærum um leysar hundar.
Kærurnar koma frá for-
eldrum og børnum, sum
kæra sína neyð um teir
mongu leysu hundarnar,
sum reika runt í gøtunum í
býnum, sigur Óli Heinesen
og leggur aftrat, at komm-
unan hevur roynt at loysa
hendan stóra trupulleika,
men higartil uttan úrslit.
Óli Heinesen Sigur, at
kommunan hevur latið
gjørt hús uppi í Uppsølum,
og girt øki til at goyma tey
ferføttu, sum verða tíkin
upp, men trupulleikin er, at
eingin er til at taka hundar-
nar upp. Kommunan hevur
lýst eftir hundafangara,
men higartil uttan úrslit.
Onkur hevur søkt, men sett
so nógvar treytir, at tær
ikki kundu góðtakast.
Men tað eru ikki bert
hundar, sum órógva býar-
Síða 7
Børn óttast teir mongu
hundarnar, sum ganga
leysir.
Savnsmynd: Kalmar
friðin í Norðuroyggjum.
Tað gera eisini teir mongu
utløgukattarnir, sum gera
um seg.
Eftir skipanini eru tað
býráðið, sum saman við
politinum, sum skulu loysa
trupulleikan, men uttan
hundafangara, sum eisini
skal taka sær av ødrum
ferføttum, er torført. Eisini
politiið letur illa at, og av
politistóðini í Klaksvík
verður sagt, at teir vóna, at
tað er onkur, sum fer at
sýkja hetta avgjørt neyð-
uga, men kanska ikki altíð
so lagaliga, starv.
tór.-
Dansurin skal
figgja høllina
Byggjast skal nú upp i Gunda-
dalshøllina, so hon aftur fær
loyvi at hava almennan dans
Gundadalshøllin fær, sum
er ikki loyvi til at skipa
fyri almennum dansi, ti tey
saniteru vidurskiftini eru
ikki ætlað til annað enn at
nýta høllina til ítróttar-
endamål.
Bygt verður nú upp i
Gundadalshøllina, so
hon aftur kann lata sínar
hurðar upp til almennan
dans. Mynd Kalmar
Arbeitt verður tí at finna
eina loysn, soleiðis at
Gundadalshøllin lúkar
neyðugar treyur at hava
almennan dans. Fyrst varð
møguleikin, at byggja upp
í skjøldurin eystureftir,
kannadur, men hendan
ætlan varð slept, tí tað
hevði verið ov dýrt. Nú eru
tekningar gjørdar til uppi-
bygging norðurefur, og við
hesum verður farið í gongd
fyrsta dagin. Roknað verð-
4
p* Wenzel Petersen
ur við, at byggingin verður
liðug til jóla.
I fyrsta lagi verða inn-
rættað toalettir, men rúmd
verður eisini gjørd fyri
stórum køki og neydugum
goymslurúmum. Roknað
verður við, at uppíbygg-
ingin kostar eina millión
At fáa figgjarligu kabal-
ina at ganga upp bert við at
hava høllina ul ítrótt er
vonicyst, og tí er hendan
útbyggingin ein fyritreyt
fyri at svara hvørjum sítt.
tór.-
Minst til at )
biðjaum
tíð á tlf.
13873
tlf. 1 3873