Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. september 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Skiparin á Helgu Mariu: Helst handtikin í Bretlandi —Eg rokni við, at koma aftur til Føroya, tá eg havi sett fólkini av, tí eg eri óklárur við bretska skipasýnið, sigur Jack Lammiman Skiparin á Helgu Mariu, sum varð hjálpt inná Fuglafjørd mikudagin, ti skipið hevði fingið maskinskaða, kann rokna við at verða handukin, tá hann kemur í bretska havn. Loyvið, sum Helga Hevur til at sigla, fevnir bert um 30 fjórðingar suður og norð úr Whitby, hagan skipið fór í apríl. Og tað hevði heldur ikki loyvi at fara útum triggjar fjórðingar. Sum kunnugt, so hevur Helga Maria siglt longri, hon hevur siglt í kjalarvgrri Kolumbussar, verið í USA og Kanada og nú er hon í Føroyum, her eru talan um túsundtals fjórðingar. Og hesir fjórð- ingar kunnu geva Jack Lammiman, skipara trupuleikar, tá hann stevnir aftur til Bretlands í dag ella í morgin Jack Lammiman dámdi ikki heilt orðingina í Sos- talinum, hósdagin, har vit nevndu, at skipið rak fyri vág og vind. Skipið sigldi við seglum, men tað er rætt, at teir vístu ikki hvar teir vóru. Teir vóru ikki fleiri fjórðingar úr Riv- tíðindablaðið tanga, sum vit nevndu, men vóru komnir út fyri bygdina Gjógv tá RC Effersøe kom fram á teir. Heimspressan hevur sýnt Helgu Mariu stóran áhuga. Ein tíðindamaður hjá sjónvarpsstýðini RTL er i Føroyum og Jack hevur tosað við sjón- varpsstødirnar CBS og NCB. jústinus | straði Nr. 173— 12. september 1992 Sean Connery skal gera film um Jack Jagstraður av Royal Marine Í fjór skuldi Helga Maria til Jan Mayen, men skipasýnið góðkendi hana ikki til sigling norðan polarsirkulin, tí skipsklokkan var ov lítil. Og so tóku teir lógina í egna hond Sjálvandi var Helga Maria egnað at sigla til Jan Mayen, hetta er eitt sterkt og gott danskt skip og henni tónar einki. —Vit sigldu úr Whitby, og í hesum gamla fiskarabýi var kendi pólarfararin, William Scoresby føddur. Tað er millum annað hann, sum hevur lagt navn til grønlendska býin Scores- by Sund, og hann var ein av teimum, sum sum gjørdi kortuppmåtingar og visti å hvussu ymiskur misvisningurin var norð- pólin og magneuska norð- pólin, alt eftir hvar ein var staddur, sigur Jack Lam- miman --Endamálið við ferðini var at seta eima minnis- plátu á stóra gostjallið á Jan Mayen, tilminnis um William Scoresby. Men myndugleikarnir vóru hvørki til at høgga ella stinga i, klokkan var ov lítil og tokulúðurin ov Stuttur. Teir løgdu skipið og eg vildi ikki finna meg í slíkum skrivstovuvalds- harrum, sigur Jack Lam- miman, skipari --Vit rýmdu úr Whitby og coast guardin, royal marin og flogvápnið jag- okkum. Men vit sluppu undan. Komu ul Sena Connery skal spæla í filminum um tá Jack flýggjaði undan bretska yvirvaldinum Jan Mayen. Har vórðu vit væl móttiknir av norð- monnum. Vit málaðu skipið svart. Dekkaðu hvítt yvir reyðu seglini og skiftu navn á skipinum. Vit fingu okkum eisini nýtt navn á og vit komu uttan trupuleikar aftur til Bretlands, sigur Jack Lammiman. -Men myndugleikarnir vóru í gðini eg endaði í rættinum, har spurt var, hvat eg bilti mær inn., leitingin eftir mær hevði kostað statskassanum 1,5 milliónir pund. Eg fekk eina bót uppá 1000 pund fyri hetta. Til Hollywood Og um hesa hending ætla nú filmenn í Holly- wood at gera ein film. Og tað eru ikki smånøvn, sum eru við á rollulistanum Sean Connery, sum sjålvur er skoti, og likist ótrúliga nógv skiparanum á Helgu Mariu, skal spæla høvudsleiklutin. Anthony Hopkins skal eisini vera við. Eisini til hendan túrin í kjalarvørri Kolumbussar vóru trupuleikar við skipa- sýninum. Men teir sát- taðust. jústinus Takka førovingum Hjálpsemið hevur verið stórfingið Jack Lammiman, skipari, takkar føroyingum fyri stórt hjálpsemi í samband við at hann og manning hansara uttan egnan vilja endaðu í Føroyum miku- dagin 9.september Tey hava møt vælvild allastaðni og serstakliga takka tey manningini á isfiskatrolaranum R.C. Effersøe, sum tók tey uppá sleip og førdi tey trygt á Fuglafjørd.. Manningin á R.C. Effersge bjóðaði teimum umborð aftaná og tey møttu stórum blidskapi. Eisini takka tey mongu føroyingum, sum å ein ella annan hått hava hjålpt teimum og nýggj vinar- bond eru knýtt. Tað er ikki heilt greitt nær Helga Maria leggur til havs aftur, í gjár var Eyðkvæmislinjan svarar alt samdegrið á tif. 18820. Týsdagar kl. 16.00—18.00 fæst persónlig ráðgev- ing og serligir spurningar verða svaraðir. vindur eystanfyri og lá var skipið ikki heilt siglingar- klárt. Helga Maria lá í gjár í bátahylinum á Argjum har skansaklædningurin var umvældur. Hann fór nakað, tá skipið fekk ein skvamp. jústinus —— —