leygardagur 12. september 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 173 — 12. september 1992 tíðindablaðið
Blidur Amariel
fólk hoyra ikki heima á ein-
um sjúkrahúsi, og eg haldi,
at tað er ómenniskjansligt at
halda tey burtur frá hinum
partinum av borgaranum.
Sinnissjúkrahús er ikki
gamal stovnur. St. Hans
Hospital varð fyrsta sinnis-
sjúkrahús í Danmark, og tað
varð stovnað í 1816, og
fyrsta heim fyri evnaveik í
1850'unum.
Frammanundan høvdu tey
avvarandi tey sjúku heima,
og t.d. vóru tey inngyrd í
kjallara ella aðrastaðni, har
eingin kom til teirra.
A fátækragarði vóru eisi-
ni sjúklingar, men grund-
gevingin fyri atgera stovnar
var sjálvsagt at hjálpa hes-
um sjúklingium, men eisini
titey vóru so ólagalig at liva
saman við.
- I 1950'unum kom heili-
vågur, sum gjørdi tad lætt-
ari at sissa sinnisjúk, og tá
komu eisini tankar fram
um, at tað ikki var rætt at
innibyrgjahesar sjúklingar.
- Eg helt tað tí bert vera
rímiligt, at vit góvu okkara
sjúku og evnaveiku víðari
ræsur.
Frælsið fyri
einstaklingin
Tríggjar grundgevingar
vóru fyri hesum. Ein var, at
samfelagið varð vorðið rík-
ari, og kundi geva sjúk-
lingum pensión, onnur at vit
høvdu fingið gagnligan
heilivág, og triðja grund-
gevingin: frælsistankin fyri
tann einstaka.
Fólk gerast ómyndug og
óhjálpin av at liva á stovni.
Hóast tey kanska hava
møguleikar at klára seg í
gerandisdegnum, so verða
hesi evni doyvd, tá tú setur
mat fyri tey, gevur teimum
klæðir o.s.fr.
Teirra sjálvbjargni verður
oyðilagt.
Í dag eru færri innlegg-
ingar enn í byrjanini, og tað
kemst av, at sinnisjúk t.d.
ikki liggja støðugt á
sjúkrahúsum. Tey fara og
koma, so hvørt sum tey
hava brúk fyri hjálp, ella
batna.
Tað er ein fyrimundur
fyri sjúklingarnir. Um teir
liggja á psykiatrisku deild,
verða tað bert hesir læknar,
sum eru um sjúklingin. Tað
kenn vera ein vansi, tí tá
verður sálarlæknin primer-
læknin hjá sjúklinginum.
Hesin hevur sum kunnugt
ikki eins gott innlit í van-
ligum sjúkum, sum t.d. ein
kommunulækni.
Sjúklingar a psykiatrisku
deild kunnu eisini hava ella
fáa aðrar sjúkur, og tí er tað
gagnligt, um teir eisini hava
samband við kommunu-
lækna.
Lurta vit ikki eftir sjúk-
lingiunum, og geva teimum
møguleika at liva, sum tey
sjálvi vilja, verða teir fang-
ar í psykiatriska valdinum,
og tað er ikki rætt.
- Um ein sjúklingur ikki
vil verða innlagdur, so er
tað sjálvsagt ein harðrendur
veruleiki, at noyða tey til
tað.
Bústaðartilboð
ein loysn
Ein roynd at fáa sjúkling-
arnir út í samfelagið var at
stovna økispsykiatri skipa-
nina. Hon skuldi, saman við
bistadarmøguleikum, ver-
ið grundarlagið fyri einum
sámuligum lívi uttan fyri
sjúkrahús umhvorvið.
Hetta er sama hugskot
sum í Danmark, har sjúk-
lingar eisini verða útskriv-
aðir í stórum tali, men bú-
staðartilboð eru ikki til
teirra, og tí ganga sinnisjúk
fyri vág og vind í gótunum.
Er tað framtíðarvónin fyri
okkara sjúku og brekaðu?
- Tað er torført at siga.
Vanligi borgarin krevur, at
sjúklingar okkara skulu liva
væl, tað er m.a. tað hann
rindar sín skatt til. Men
eingin spyr, hvussu tey
sinnissjúku sjálvi vilja liva
sítt lív, og hvat gagnar hon-
um best.
Verður tað soleiðis í F Øroy-
um iframtidini?
- Tað kann gerast veru-
leiki. Viljasjúklingar sleppa
út og gerast sjónlig, hóast
teir ikki liva sum vanligi
borgarin, so er tað ómenni-
skjansligt lív at bjóða teim-
um á stovni ella sjúkrahúsi.
Tey vilja sleppa undan at
ela, gera og siga tað, sum
réktarfólkið åleggur teim-
um. Hetta ger, at tey van-
trívast, og hóast tey ikki eru
eins og fólk flest, so er
frælsistrongdin hjá teimum
eins stór og hjá ødrum
fólkum.
Eg hugsi ikki, at tað er
nøkur endalig nidurstøda í
hesum máli, sigur Árni Ol-
sen og vil ikki gera við-
merkingar til framtíðar
vónirnar fyri hesum viður-
skiftum.
Økispsykiatriin og bústað-
artilbod er besta loysnin.
Tey sjúku skulu ikki liggja
familjuni til byrðu.
Lítillátin um 25 ára
Vir kí sítt
Arni Olsen vil ikki gera
viðmerkingar til sparingar á
spykiatrisku deild. Hann fer
frá seinast í hesum mánaða,
og hevur ikki givið sær
Stundir til at hugsa um, hvat
hann so skal taka sær til.
Arni Olsen: - Eg fari frá her
á deildini, men harfyri kann
eg virka sum lækni kortini,
eitt ii hava pri vatviðtalu og
viðgerð. Tað fer tíðin at
vísa.
Ert tú nógdur við títt lívs-
yrki?
- Eg hevði havt ilt við at
klára meg á annan hátt, tí
arbeiðið = hevur verið
lívsinnihaldið.. Um eg valdi
rætt? Tað veit eg ikki. Vón-
andi havi eg gjørt nyttu, og
tað er ov seint at hugsa um
tað nú, sigur Árni Olsen
lítillátin.
Síða 15
- framsýningin hjá Amariel Norðoy,
listamanni er nýskapandi, hugalig og
lívgandi í hesum døgum, tá alt sýnist
heldur órkymlandi og svartskygd
Amariel Norðy,
listamaður, hevur í løtuni
framsýning í Galleri List
í Havn. Samstundis er
hann umboðaður á
Norðurlendskari
framsýning í Danmark,
sum verður latin upp í
Berlin seinni í oktober
mánaða
Amariel Norðy, listamdur í
Havn, er ógvuliga virkin í
løtuni. Hann sýnir fram
nýggj listaverk í Gallerí
List, sum hann hevur arbeitt
við í eitt ár.
Tað sæst eisini av úrslit-
inum. Verkini - eini 24 í
tali, í olju, pastell og
steinprenti, sum eru á fram-
sýningini.
Umframt framsýningina
í Havn, soer Amariel Norð-
oy umboðaður í Danmark, á
"Den Frie" í døgunum 26.
september til 11. oktober, å
framsyningini: "Den Nord-
iske", har eisini Zacharias
Heinesen, listamadur er
umboðaður, saman vid list-
afólki úr Nordurlondum og
Grenlandi.
Hettaer ferdasyning, sum
eisini verður at síggja sein-
ni í oktober mánaða í Ber-
lin.
Listaverkini hjå Amriel
hava allar dagar myndad
bátar, sjógv, landslag og
fólk, slíkt sum er gerandis-
dagurin í Føroyum.
Litirnir hava verid bjartir
og døkkir, uttan tó at Ld.
målningarnir hava verid ov
litfagrir.
- Hesaferð er framsyn-
ingin í List ógvuliga væl
samansjóðað, við drama--
tiskum innihaldi - serliga
frá útsýninum í Vågsbotni,
har listamaðurin í dag
hevur verkstað.
Aðrir litir eru komnir á
lørifuid, mest í bláum og
alskyns vøkrum bleytum
litum, sum fær endaliga úr-
slitið at gerast blítt og fevn-
andi. Fråsøguhåtturin er
fjølbroyttur og stimbrandi.
Tað er eins og Amariel
Nordoy vid hesi framsyn-
ing vil geva åskodaranum
eina positiva mynd av
gerandisdegnum, við at
halda, alt ikki er so ómggu-
ligt, sum vit annars hoyra
og síggja í fjølmidlunum,
og sum eisini er vanligt tos
millum fólk í hesum døg-
um.
Hevur hetta verið ætlanin
hjá listamanninum, so rakar
framsýningin væl. Um ikki,
so er tað upp til tann ein-
staka at fáa eina lívgandi
lotu, alt eftir tí, sum hvort
einstakt menniskjað finnur
fram til í hesi sýning.
Framsýningin í Gallerí List
eropin vanligar dagar kl. 13
- 17, og leygardagar kl. 11 -
13.
Framsýningin hjá Amriel
Norðoy er at síggja til 24.
september.
Dagny
LUNDAR
Íslendskir lundar eru at fáa fyri 15 kr. stk..
Eisini eru lomvigabringur fyri 18 kr. stk.
Suduroyar Kjøtsøla
v/ Rudolf Tausen
Tlf. 73247
Vågur