Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. september 1992síða 25

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í i | — Nýrafelagið Limafundur verður leygar- dagin kl. 15.00 á Sjúkra- systraskúlanum, Eirargarði 14-16. VA ARRARARP Nr. 173— 12. september 1992 gøtu mini »Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva, um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir. Sálm. 127,1 Eingin menniskjanslig megi kann varða eitt hús ella heim, um tað ikki er Harrans vilji at varðveita tað. Og eingin makt í verðini kann skaða ella oyða tað heim, sum Harrin byggir og vakir yvir. Í eini bygd í Noregi, kallað Volan, búði ein maður, sum æt Elias, og kona hansara. Und- ir gðrum heimsbardaga varð alt fólkið flutt burtur úr bygdini. Táið Elias og kona hansara vóru komin út í túnið við tí, tey kundu fáa við sær, komu tey at hugsa um eina talvu, sum hekk inni í stovuni. Tey samdust um at heingja talvuna upp á úthurðina. Á henni stóð skrivað við silvurbókstavum: >Gud varðveiti heim okk- aral< Tá id fólk eftir krígslok komu rógvandi inn igjøgnum fjørdin, sóu tey einki uttan kolaðar húsatoftir; men mitt í oyðuni stóðu eini lítil hús. Tey fyrstu, sum komu hagar, sóu, at á úthurðini stóð skrivað á eini talvu: >Gud varðveiti heim okkara«. Hetta vóru húsini hjá Eliasi og konu hans- ara; tey stóðu har óskalað. Onkur hugsar sum so; tað mundi vera, tí at tey vóru so lítilsverd. Men nei, tað var tí at Gud var so stórur; fyri Gudi er einki ov lítið og einki 6gjørligt. Tað nyttar ongum at herja á, tå id Harrin heldur vakt. Táið tað er Harrans vilji at verja Dánial, kundu leyvurnar einki gera honum. Hvorki fangatippi ella leinkjur kundu halda Paulusi og Silasi, líka so lítið kundu vaktar- menn keisarans halda Jesu grøv stongda. Er Harrin vernd og verja okkara. 7. september Oskar Jensen, vanliga nevndur Oskar i Gása- dali, Vågi, 84 åra gamal. 8. september Jåkup Samuelsen, Klaksvik, 75 åra gamal 9. september Sofus Hansen, fyrrverandi smiðjumeistar!, Vestmanna, 94 ára gamal. Julianna Holm, Nólsoy, 83 ára gomul. Tórshavn Nýggir limir kunnu tekna num. seg. 709997 7990," Meinigheitshúsið Í morgin, 13. sept., einki møti vegna ársfund hjá Kirkjuliga Missiónsfelag- Gudstænastur 12. s. e. trinitatis Christianskirkjan: N. P. Danielsen kl. 11.00 Arnafjørdur: N. P. Danielsen kl. 12.15 Vesturkirkjan: M. R. Jacobsen Kirkjubøur: H. J. Joensen, bispur, og Kj. Mørkøre, talvan gongur fyri kirkjuna, altargongd Skålabotnur: J. Johansen kl. 11.00 Lorvik: Peter O. K. Olofson kl. 11.00, altargongd Hvalba: B. Johannesen kl. 12.00, barnagudstænasta, talvan gongur fyri Sunnudagsskúlan Vágur: H. Joensen kl. 11.00, altargongd Famjin:J. Bech kl. 11.00 Øravik: J. Bech kl. 12. 15 Sandavågur: D. Johannesen kl. 11.00 Sandur: J. R. Hansen kl. 12.00 Kvivik: M. Bæk, skrivarmål kl. 11.50 Havnar kirkja: Bj. Bæk Nes: J. Kass kl. 11.00 3. sept. 1992 vóru 25 ár liðin síðani Kirkjubøar kirkja var tíkin aftur í brúk aftan á stóra umvæling og broyting. Í tí sambandi verður hátíðardagurin hildin í morgin, 13 sept, har bispur luttekur í gudstænastuni. Eisini luttaka Ernst Dalsgarð og Andrea Heindriksdóttir við sangi og spæli á floytu. Læknavaktir Tórshavn: Kristianna Nordendal, tlf. 12979, leygardag. Petur Høj- gaard, tf. 10110, sunnudag. Eysturoy: Pól Johs. í Horni, tlf. 44038, leyg- ardag. Sigvald Krist- iansen, tlf. 41517, sunnudag. Norðuroyggjar: Olavur Gaard, tlf. 56900. Vågar: Tlf. 32413. Suduroy (nordur): Tlf. 71560. Suduroy (sudur): Tlf. 73030. Tannlæknavakt Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13.00-14.00. TIf. Prógv Dávur Reinert Petersen, Saltnesi, hevur fingið sveinabræv sum elektrik- ari. Hann lærdi hjá P/f Tórs- havnar Skipasmiðju. Læru- meistari var Jórgen S. Ja- cobsen. Jens Kristian Haraldsen, Miðvági, hevur fingið sveinabræv sum elektrik- ari. Hann lærdi hjá Isak B. Jacobsen, Miðvági. Læru- meistari var Ísak B. Jacob- sen. Hermod Andru Gásadal, Hoyvík, hevur fingið sveinabræv sum elektrikari. Hann lærdi hjá P/f El, Argj- um. Lærumeistari var Niels Eyðun Mortensen. Dan Kruse Thomsen, Eiði, hevur fingið sveinabræv sum elektrikari. Hann lærði hjá P/f JákupJoensen, Tórs- havn. Lærumeistari var Ják- up Joensen. Rúni Dam, Tórshavn, hevur fingið sveinabræv sum elektrikari. Hann lærði hjá P/f Olaf Hansen, Tórshavn. Lærumeistari var Olaf Han- sen. Guðjón Vestergárd, Vest- manna, hevur fingið sveina- bræv sum bygningssnikk- ari. Hann lærdi hjá P/f Snikkaravirkinum í Grøn- landi, Tórshavn. Læru- meistari var Karl Andor Danielsen. Guðrun Olafsdóttir Johan- sen, Tórshavn, hevur fingið sveinabræv sum frisør. Hon lærdi hjá Salong Sólvá, Tórshavn. = Lærumeistari var Sólvá Hentze. Debes Andru Christiansen, Hvannasundi, hevur fingið sveinabræv sum húsasmið- ur. Hann lærdi hjá Hanus Højgaard, Klaksvík. Læru- meistari var Hanus Høj- gaard. Sámal Erik Hentze, Tórs- havn, hevur fingið sveina- bræv sum bygningssnikk- ari. Hann lærdi hjá P/f Havnar Træsmiðju, Tórs- havn. Lærumeistari var Leivur Andreasen. Ein sonn landaplágaer hettaevindaliga HA (ha?). Vanligt var fyrr at brúka hetta lítið raffineraða orðið í tydningini »hvat?«, »hvat sigur tú?< ella >eg hoyrdi ikki«. Men hesi seinastu årini hevur hetta mis- prydid snikt seg inn i sama tydningi sum tad danska»ikk«. Summir danskarar kunnu ikki lata munnin upp, uttan at »ikk« verdur hongt upp i annadhvørt orð: >Og sá gik jeg på værtshus, ikk? Og så mødte jeg min kammerat her, ikk? Det var skideskæg, ikk? Og så sad vi der og havde det pisseskønt, ikk...?< Funktiónin hjá bæði »ha«og»ikk«erat dyrgjaeft- ir viðhaldi. Tann talandi avdúkar seg sum ein, ið ikki torir at siga nakað uttan samstundis at fella á knæ fyri hinum og bøna um aksept og stuðul. Ha- brúkarin kemur sær í vanda fyri at vera tikin fyri at vera ein bangin og óskúlaður persónur. Onnur málslig ifylla er t.d. »asso« (altso) og »egveitikki«. Brúkt við máta gera hesi orðini kanska ikki tann stóra skaðan. Men verður ann- að-ellatriðjahvert orð ifylla, somyndast ein hjálp- arleysur stílur, sum lýtir tann talandi: Og so fóru vit í býin — ha? Og so fóru vit í dans — ha? Tað var í Mimir — ha? Og har stóð Pól — ha? Oys, hann var lekkir — ha...? ð 8. september fingu Inga Johansen og Jón Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3400 gr. 8.september fingu Ing- un W. Larsen og Høgni Joensen, Tórshavn, 7 . eina dóttur. Hon var 55 Vælkomuð cm long og vigaði 4100 lítla barn gr. 8. september fingu Malan og Súni And- 1. september fingu Alis Vestureið og Magnus Thomsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4150 gr. 7. september fingu Jórun og Lars Nielsen, Lyngby, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4000 gr. 7. september fingu Nomi og Oli Linden- skov, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigadi 3600 gr. 8. september fingu Hildibjørg og Johann- es Ellingsgaard, Tórs- havn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3950 gr. reassen, Hoyvík, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4300 gr. 9. september fingu Sú- sanna í Búðini og Eyð- finnur Dalsgaard, Velbastað, ein son. Hann var 53 cm. lang- ur og vigaði 3800 gr. 9. september fingu Oddvør og Símun Michael, Arnafirði, tvíburðar, dreingir. Annar var 54 cm lang- ur og vigaði 3700 gr, hin 52 cm langur og vigaði 3350 gr. 10. september fingu Anja Rasmussen og Said Eljal, Keyp- mannahavn, eina dótt- ur. pe