leygardagur 12. september 1992síða 24
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
om te MR HEN
EA LO
.
Jens Andreas Hansen
FU
k- C Lagt til rættis:
Oddbjørg
ED
GÍ Poulsen
?
Í MYNDI vi
G FISKAR.
Minningarorð um
abba mín
á Mýruni
Nr. 173— 12. september 1992
FRU FJALDIR
Undarligt er tað, at tú ikki ert ímillum okk-
um meir, tó at vit vistu, hvønn veg tað bar. Tú
búði heima hjá okkum tey síðstu 15 árini, so
heima hjá okkum er tómligt, og stórur sakn-
ur er í tær, men eftir hava vit nógv sera góð
minnir.
Eitt er vist, at tú vart verðsins besti abbi, og
saman við tær havi eg lært og upplivað nógv.
Vit plagdu at vera niðri í ánni og fiska síl,
men tað var ikki altíð so nógv at fáa, tó plagdi
tú at seta teg niður og siga frá tínum ungu
døgum, um hvussu nógv síl tá vóru í ánni, tað
var bara at stinga hondina niður í ánna, so
svumu sílini í hondina. Eg helt sjálvandi at
tað mátti vera stuttligt at vera ungur tá.
Vit plagdu eisini at fara út á fjørdin at seta
reyðspettu- og sildagørn, og ofta var nógv í.
Eg minnist einaferð, abbi var farin einsa-
mallur á flot, tá hevði hann fingið so nógv, at
hann mátti fáa hjálp fyri at fáa tað til lands.
Abbi var maskinmadur, og sigldi undir krig-
num, og abba dámdi so væl at siga frá hesum
tíðum. Teir vóru inni í Íslandi, Grønlandi,
Onglandi osfr. Abbi gavst at sigla í 1952.
Abbi arbeiddi síðani á Langasandi í 25 ár.
Abbi hevur verið vaktarmaður umborð á
nógvum fiskibátum, men bes tminnist eg
Krúnborg og Háborg. Eg fór ofta um borð at
vitja abba, tá hann helt vakt, og tá plagdu vit
at fáa okkum ein góðan bita og tosa um, hvat
vit skuldu gera dagin eftir. Eisini plagdu vit
at fara út á dekkið at vita, um nakar fiskur
var at fáa. Abbi hevði altíð dorg við, tá hann
helt vakt.
Nýggjur
formaður
- fundurin harmaðist at Líggjas
Joensen hevur sagt seg frá í
Rådleggingarnevndini fyri
Sjúkrahúsverk Føroya, og hettti á
løgtingsformannin um fáa nevndi-
na fullmannaða aftur
Á fyrsta fundinum í Ráð-
leggingarnevndini, síðani
Líggjas Joensen fór frá,
varð Jógvan Liitzen valdur
til formann.
- Hann er valdur fyri
Fólkaflokkin, og av tí at po-
litisk semja er um at Fólka-
flokkurin eigur formannin,
var hann valdur.
Eingin varamaður er í
Rådleggingarnevndini, og
tí hevur hon ligið í stjórnar-
loysi seinastu tíðina.
Rådleggingarnevndin sam-
tykti annars, at fáa tveir 6-
vildugar persónar at kanna
Heilsuverkið, eitt nú um
Landssjúkrahúsið rakstrar-
liga og fakliga verður rikið á
rættan hátt.
Jógvan Liitzen sigur vid
Sosialin, at tað eru tey
mongu ivamålini, sum hava
tikið seg upp í seinastuni,
sum fær Rådleggingar-
nevndina at krevja hetta.
Nevndin vil hava trygd fyri,
at teir upplýsingar, sum
Ráðleggingarnevndin fær,
eru rættir.
Dagny
Snið 3 - prísur frå
kr. 750.000 - er
bert eitt av fleiri
Ringið ella skrivið og fái
nærri upplýsingar.
VD-HUS
v/ Valbjørn Dalsgarð
timburmeistara
Bakkagøta 5 - 160 Argir
Tlf. 19279 - 89279
Hann fekk altid gestir, tå hann helt
vakt, og tað var ungdómur, sum vitjadi hann,
teimum dámdi væl, tå abbi segði frå søgum.
Eisini dåmdi honum at leggja eitt sindur aft-
urat.
Abbi hevur altid havt seyd. Abbi og eg
plagdu at fara oman í fjósið at geva seydinum
ateta, og vit vóru ofta leingi í fjósinum, tí abbi
hevði altíð onkra søgu klára, ti hann hevði
upplivað nógv, men tað verður ov nógv hjá
mær at siga frá.
Bert 4 dagar áðrenn abbi hevði 80 ára fød-
ingardag, fekk hann sítt fyrsta langabba-
barn, eina gentu, ogtit kunnu ætla, hann var
stoltur. Abbi plagdi at sita og nina og spæla
við hana, men hann bleiv brádliga so sjúkur
og bleiv seingjarliggjandi. Langabbadóttur-
in, Téra, gavst ikki so, hon var blivin so góð
við hann, at hon skuldi liggja í songini hjá
honum, og tey høvdu mangar góðar og stutt-
ligar letur saman, og abbi keddi seg ikki.
Tóra var bara 19 mánaðir, tá langabbin
doyði. So hon kemur ikki at minnast hann,
men eg skal fortelja henni um abba, so hon
kemur at kenna hann á ein hátt.
Æra veri minnið um elskaða abba mín, Jens
Andreas Hansen, á Mýruni.
Abbadótturin Oddny