Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Teir norðingar, sum ikki eru "organiseraðir" í klubbanum hava í løtuni ikki annan møguleika, enn at loysa út á Nr. 175 — 16. september 1992 Síða 5 vanligan hátt. Myndin er tikin tá nordoyarstevnuløgurin í ár var komin til Klaksvíkar. Mynd: Kalmar Skeinkiloyvi á Viðareiði Gav ikki størri umsetning Restautiónin á Hotel Norð verður framvegis stongd um veturin, og skulu norðingar út at eta og fáa rúsandi lóg afturvið, so mugu teir vera í flokki, minst 10 fólk Í næststórsta býi í landinum, Klaksvík, er einki skeinkiloyvi, einasta stað har tú kann keypa tær ein lítlan er í klubbanum, men har er limaskapur kravdur. Einasta skeinki- loyvi í Norðoyggjum er á Hotel Norð á Viðareiði, men undirtøkan er so lítil um veturin, at sjålvt ikki eitt skeinkiloyvi kann lokka norðoyingar til Við- areiðis myrku tíðina. --Eg roknaði ongantíð við, at skeinkiloyvi fór at økja nógv um umsetn- ingin, og soleiðis var, sigur stjórin á Hotel Nord, Rasmus Lassen. --Hotel Norð liggur ikki nóg høgliga fyri og fólk skulu í bil fyri at koma higar, tað er ein orsøk. Vit fara sum vanligt at hava restautiónina opna um summari frá juni til august, sigur Rasmus Lassen. Vertshús --Tað hóskar ikki saman, at fólk bert skulu koma á eina restautión at drekka. Vit mangla vertshús í Før- oyum. Vit mugu bara viðganga tað, í Føroyum verður drukkið, og tað er ov kostnaðarmnikið at nýta eina restautión sum drykkjustovu. Á einum vanligum vertshúsi er nóg mikið við einum fólki, sum flýggjar út, og her kunnu fólk hava tað fríari, eitt nú ganga millum borðini. Tílíkt ber ikki til í eini góðari matstovu, sigur Rasmus Lassen. Føroyingar duga væl --Spennandi var at vita hvussu føroyomgurin fór at uppføra seg tá skein- kiloyvini vórðu givin. Í dag eri eg greiður yvir, at føroyingurin ikki er so ringur saman við tí váta slagnum, sum hann ofta verður gjørdur ul. Her komu sjálvsagt fólk, bert fyri at drekka, men vit skildu sundur í hurðini og vit hava næstan ongar trupuleikar havt. Vanligi føroyingurin dugir væl at Onki alment skeinkistað er í næststórsta býi í tandinum, Klaksvík og Hótel Norð, sum hevur einasta skeinkiloyvi í Norðoyggjum hevur ikki matstovuna opna fyri almenninginum um vet- urin føra seg fram, og ein stór broyting er nú, at fólk geva sær betri stundir. Fyrr var tað soleiðis, at fólk kom, fingu at eta og síðanm vóru tey horvin aftur. Í dag kemur tað meir enn so fyri at fólk sita í einar tveir til tríggjar tímar og hugna sær, sigur Rasmus Lassen. Verri tíðir Á Hotel Norð merkjast eisini ringu búskaparligu tíðirnar í Føroyum. -Um veturin hava vit bert opið fyri skeiðvirk- semi og tá yvir 10 fólk taka seg saman at koma higar. Men tað kemur meir enn so fyri í dag, at skeið verða avlýst, tí ongin játtan er og at avboð koma, ti fíggjarstóðan er ov trong, sigur Rasmus Lassen. jústinus Nú betri samskift á VHF Sambandið við Tórshavn Radio á VHF á leiðunum norðanfyri oyggjarnar hevur ikki verið nóg gott. Serliga hevur trupuleikin verið stórur inni undir landi og millum oyggjarnar og onkunstaðni hevur verið so ringt, at ikki hevur borið til at fingið boð frá Men nú er nakað gjørt fyri at fáa bøtt um hetta. VHF støðin á Eysturhøvda á Svínoynni varð í farnu viku flutt uppá Klubban á Fugloynni. Bæði tað at støðin er flutt longur norður og at hon stendur hægri fer væntandi at bøta um støðuna. Fyrr stó hon 345 metrar yvir sjóvarmálanum, nú stendur hon 620 metur yvir sjóvarmálanum. Við hesum skuldi eisini verið møguleiki fyri at rokkið longur til havs. Tórshavn Radio er áhuga at frætta frá bátum og skipum, um hoyrilíkindini eru broytt. Talan er um kanal 16, 24 og 70. VHF'urin var ein kollvelting, tå hann kom fram, ídag er fartelefon umborð á einum stórum parti av flotanum. Men av trygdarorsøkum verður kravt, at stórri opnir bátar og skip skulu hava neyðsendara og móttakara umborð. jústinus || pt: Wenzel Petersen, tlf. 1 3873