mikudagur 16. september 1992síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Norskir fiskimenn øtast
tíðindablaðið
-meðan norskir trolarar liggja við bryggju fiska russiskir,
franskir og týskir trolarar frítt, sigur Kjartan Arctander,
formaður í trolarafelagnum
Vit hava nú fingið tað
váttað, tað vit hava sagt
síðan 1976, tá avmark
ingarnar í toskaveiðum í
Barentshavinum komu,
russar klára ikki at halda
seg ul ta nøgd, sum er
avtala. Teir leggja einki í
avtalurnar, sum teir hava
gjørt við Noreg og nú
verður fiskað óavmarkað,
sigur Kjartan Arctander,
formaður í norska trol-
arafelagnum við Fiskaren.
Norska Kontrollverket
avvísu 30 prosent av ti
russiska toskinum, sum
kom uppå land fyrst i
hesum månadinum, ti at
góðskan var ov vånalig
Orsøkin er, at russisku
trolararnir fáa so nógvan
tosk, at teir klåra ikki at
arbeiða undan
Trolaraformaðurin sigur,
at norsku myndugleikarnir
hava eins stóra ábyrgd av
russisku ovurveiðuni sum
russaranir sjálvir
Vit hava ferð aftaná
ferð greitt myndugleiku-
num frá hvat hendur í
Barentshavinum. Í meðan
standa vit býttir og
góðtrúgvnir í Noregi og
hyggja eftir meðan tyskir,
franskir og russiskir
trolarar veiða frítt, sigur
hann.
Norskir fiskimenn hava
fyrr såa iva um føroysku
veiðuna hjá russum í
Barentshavinum.
Teir siga, at tá russar
ikki klára at hava eftirlit
við um kvoturnar verða
hildnar, so mugu norð-
menn hjálpa teimum.
justinus
Norski trolarafelags-
formadurin Kjartan
Arctanden heldur, at
norsku myndugleik-
arnir hava eins stóra
ábyrgd av russisku
ovurveiðuni, sum
russar sjálvir
Nr. 175— 16. september 1992
Russaraveiðan er øgilig
Ahugin er ein fortreytin
- Tad hevur verið tidarkrevjandi, men tað ber til,
um tú hevur åhugan og ert treisk, sigur Anna
Brimnes. Hon hevur lokið prógy sum fólka-
minnifróðingur - hevur lisið sjálv, samstundis
hon hevur arbeitt sum byarb6kavørdur í Havn
Síðan 1984 hevur býar-
bókaverðurin í Havn, Anna
Brimnes lisið við Univer-
stteuð í Keypmannahavn.
Hon hevur verið fjarlesandi
og hevur lisið fólkaminni.
Fyri tey, sum lesa burtur-
av, er lestrartíðin sett til
seks år. Anna hevði hugsað
sær at lisið í hvussu er fram
til næsta ár, men lestarskrá-
in var soleiðis løgd til rættis,
athon skuldi gera seg lidna í
ár. Og tað eydnaðist. Høv-
uðsuppgáva hennara varð
góðkend herfyri, og hon
fekk tá prógv sítt sum ma-
gistari í fólkaminni, folk-
lorestik sum tað eitur á fak-
máli.
Anna Brimnes hevur øll
hesi árini røkt sítt starv sum
byarbékavørdur, sam-
stundis sum hon hevur lisið.
Tveir månadir i summar
bad hon tó um farloyvi fyri
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin
hvønn hósdag frá kl. 19.00—21.90, inngongd
at gera høvudsuppgåvu sína
lidna.
Anna Brimnes viðgong-
ur, at tað var strævið bæði at
arbeiða og lesa í senn,
heldur enn at kunna arbeiða
vid evninum burturav. Men
tað gekk kortini.
- Tað ber til, um tú hevur
áhugan, ert treisk og brúkar
tað mesta av frítðini til at
lesa, sigur hon. Hon hevði
eisini tann fyrimun , at hon
sum békavørdur framman-
undan hevdi åvisa vitan og
kunnleika ul lesnað og
dugdi at leita fram keldur.
Tað er eitt sindur einsligt
at lesa sjálv og ikki hava
onnur lesandi at tosa við.
Anna Brimnes er takksom
fyri tann stuðul, hon hesi
árini hevur fingið frá Fróð-
skaparsetrinum og ikki
minst frá Eyðuni Andrea-
ssen, sum sjálvur er fólka-
hjá KFUM, undir Pisuvarða 2, ella á tif.
17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn
dag frå ki. 15.30—7.00 á morgni.
minnifrødingur, og eggjaði
Onnu ul at halda fram tå tað
onkuntid så heldur torført
út. Anna letur etisni væl at tí
stuðli, hon fekk frá veg-
leiðara sínum á Universitet-
inum í Keypmannahavn.
Høvudsuppgåvan = hjá
Onnu var um tað fólk søgdu
frá, og hvussu tey upplivdu
tilveruna og tulkaðu hana.
Keldur hennara vóru
sagnirnar, sum skrivaðar
eru, og haraftrat hevði hon
møguleikan at brúka burt-
urúr tí stóra bandasavninum
hjá Mortani Nolsøe, sála.
Hann gjørdi eina rød av
samrødum við fólk ger-
andisdagin, arbeiði og tað
Ogreinandi, ið finst her á
jørð í sambandi við ger-
andislívið, m.a. um huldu-
fólk og gand
Anna vei enn ikki,
hvussu hon nú beinleiðis
kemur víðari, men hon
sleppur í hvussu er ikki
endanum.
randi
Samstundis sum Anna
Brimnes hevur røkt sítt
arbeiði sum
býarbókavørður, hevur
hon fullført lesturin og
hevur tikið prågv sum
magistari í fólkaminni
Mynd: Kalmar