mikudagur 16. september 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 175 —16. september 1992 tíðindablaðið (Sosialurin
Torfert atT
kappast |
Við SVart
arheiði
Byggimeistarar
kæra sína
neyð, tí teir kenna seg nógy
hóttar av fólki, sum bjóða seg
fram at gera svart arbeiði
Tað tykist sum nakað av
gongd er komið á aftur
byggivinnuna. Hildið verð-
ur, at ein partur av orsøkini
er, at fólk skunda sær at
fáa gjørt neyðugar húsa-
umvælingar í ár, áðrenn
byggitilfarid fær meirvirð-
isgjaldið oman á seg. Eftir
1. januar verður eisini
meirvirðisgjald roknað
oman á allar lønir.
Er gongd aftur komin á,
kundi ein hugsa sær, at
hetta kom væl við hjá
teimum, sum virka innan
hesa vinnu, men gll eru
kortini ikki eins fegin.
Smærri byggivirki kæra
sína neyð, tí tey standa í
harðari kapping við fólk,
sum bjóða seg fram at gera
arbeiði, uttan fyri system-
ið. Pengarnar í hondini og
uttan um skattavaldið.
Svart arbeiði, tey kalla.
Fleiri fráboðanir
Vilhelm M. Johannesen,
formaður í Føroya Hand-
Uttan MVG
verksmeistarafelag sigur,
at felagið fær ofta fráboð-
anir frá limum sínum um
sokallað svart arbeiði, og
hann sigur seg ikki ivast í,
at tiliki fer fram í rættiliga
stórum stíli, og tað verður
enn verri eftir 1. januar,
heldur Vilhelm M. Jo-
hannesen.
Formaðurin i Føroya
Handverksmeistarafelag
heldur fyri, at føroyingar
standa neyvan aftan fyri
aðrar, tå ræður um at vinna
sær sjålvum sømdir uttan
at hugsa um samfelags-
áhugan.
Men felagið kann ikki
gera nógv við hetta.
Vilhelm M. Johannesen
sigur, at fær nevndin próg
fyri, at onkur av egnum
limum fara út um mark,
verður hann koyrdur úr
felagnum beinanvegin.
-Alt, sum ikki er innan
fyri lógarinnar karmar
mæla vit limum okkara frá
at hava nakað við at gera.
Tað, sum kanska verri er,
er tað, at fólk í alt stórri
mun halda seg als íkki
gera nakað skeivt tá talan
er um svart arbeiði, og
hetta ger aftur tey, sum fáa
sína vanligu timaløn, verri
fyri.
Frádráttur í skattinum
Formaðurin í handverks-
meistarafelagnum sigur, at
eitt hugskot var at loyva
húsaumvælingum frádrátt í
Síða 9
Gongd tykist at vera
komin á byggivinnuna,
men ikki alt er inna fyri
lógarinnar karmar.
Mynd: Kalmar
-Fingu fólk, sum lata síni
hús umvæla, ein frádrátt í
skattinum, móti at vísa
fram kvittan, høvdu vit
komið svarta arbeiðinum
rættiliga væl til livs, sigur
Vilhelm M. Johannesen.
Uttandura:
Grund 300.000,00 kr.
Útgraving, planering 56.000,00 kr.
Tekning 15.000,00 kr.
Betong 180.000,00 kr.
Kloakk 20.000,00 kr.
Timbur o.a. tilfar 200.000,00 kr.
Timbur o.a., arbeiðsl. 100.000.00 kr.
Kjallaraveggir 15.000,00 kr.
886.000,00 kr. 886.000,00 kr.
Innandura:
Múraraarbeiði 80.000,00 kr.
Timbur tilfar 100.000,00 kr.
Timburarb., arbeiðsl. 90.000,00 kr.
Køkur 65.000,00 kr.
Skåp 15.000,00 kr.
VVS 60.000,00 kr.
El og ibinding 40.000,00 kr.
Målaraarbeidi innan 30.000,00 kr.
Hitafelagið, íbinding 25.000,00 kr.
Ymiskt 10.000,00 kr.
515.000,00 kr. 515.000,00 kr.
ÍALT
1.401.000,00 kr.
skattinum. tór.-
Við MVG
Uttandura: Dýrari:
Betong 30.600,00 kr.
Kloakk 3.400,00 kr.
Timbur tilfar 34.000,00 kr.
Timbur arbeidsløn 20.000,00 kr.
Kjallaraveggir 2.550,00 kr.
90.550,00 kr. 90.550,00 kr.
Innandura:
Múraraarbeiði 10.400,00 kr.
Timbur tilfar 17.000,00 kr.
Timbur arbeidsløn 18.000,00 kr.
Køkur 3.900,00 kr.
Skåp 900,00 kr.
VVS 7.800,00 kr.
El og ibinding 5.200,00 kr.
Målaraarbeidi 3.900,00 kr.
Hitafelagið, íbinding 5.000,00 kr.
72.100,00 kr.
72.100,00 kr.
Útgraving 16.000,00 kr. = 16.000.00 kr.
Tekning 3.000,00 kr. 3.000,00 kr.
Munur
181.650,00 kr.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu
okkum samkenslu, tá ið kæri bei iggi, påpa-
beiggi, mammubeiggi, abbabe iggi og lang-
abbabeiggi okkara
MOURITS WANG
Kvívík
doyði og varð jarðaður. Tøkk til berarar og
sangarar og tøkk tit, sum hjálptu til. Tøkk
fyri blómur og kransar og tøkk øll. sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldar
stað.
Familjunnar vegna
Einar, Edmund, Jákup Martin
og Kalmar
Konfirmatiónskort
í heilsolu
Esmar Hansen
Heilsøla - Tlf. 11644
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, Tórshavn, afholdes
Torsdag den 08. okt. 1992 kl. 09.40
tvangsauktion (AS nr. 315/92) over
matr. nr. 90 i, Nordragøta beliggende
Nordragøta.
Auktionen er begæret af advokat Frida
Patursson, Advokatskrivstovan, 100
Tórshavn tlf. 1.1145 j. nr. (920421) pá
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 575 kvm. storgrund, det bebyggede
areal udgør 124 kvm. i 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den. 14.09.92
Ole G. Olesen
dím.
Opel Ascona 1,6 S
årg. 84, til sølu fyri 20.000 kr.
Tlf. 22560, millum kl. 18.00-19.00
Sjefarahvølpur
ynskist ókeypis.
TIf. 57678