mikudagur 16. september 1992síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
tíðindablaðið Nr. 175 — 16. september 1992
Lesarabrøv
Eitt utkall afturat!
Góði Heini, ikki var ætlanin
at raka teg so meint, orsaka.
Tó hesar viðmerkingar:
Tit sleppa ikki undan, at
eitt fyribils álit liggur klárt
at taka stóðu til.
Í brævinum hjá undirrit-
aða var eingin einstakur
nevndur.
Men tå tå beinleiðis spei-
rekur okkum og veljarar tin-
ar her, so skalt tú verða
mintur å:
Attå berghelini norðu um
fjall vórðu gjørd, guldu tær
kommunur, holini gingu í-
gjøgnum, umleið 20% av
samlaða kostnaðinum.
Tú kundi upplýst okkum,
hvussu stóran %-part Kun-
oyar kommuna hevur gold-
ið av sínum bergholi? Tú
kanst uppgeva talið í heilum
milliónum?
Hver hevur fingið hvat,
kann altíð skiftast orð um.
Ein orsøk til, at .d. okkara
kommuna er komin í ófgri,
er hon: — At løgtingsmenn —
vegna ræðslu fyri at spæla
av við feita løn og
bíðipening — díktu komm-
unurnar undir í stuðuli, fyri
so aftan á at speireka
kommunustýrislimir = og
aðrar, at teir ikki skaffaðu
fígging til hesi arbeiði, stuð-
ulin var ætlaður til.
Sama gjørdi tað teimum,
at játtanin nóg illa rakk til
rentuútreiðslur. Takið var at
fáa arbeiði — helst fleiri — í
gongd. Tá kundi reypast
yvirfyri veljarunum.
Um ikki — so kundi tað
versta av øllum henda: Løg-
tingslønin á bíðipengar
hvurvu?
Tað hevði verið synd?
Bestu heilsur
Absalon í Buð
Hvussu er tað ? — Letur alt
seg gera í hesum landi ?????
Watergate hevði helst ikki
verið nakað vandamál hjá
Nixon, presidenti i U.S.A.,
um hann hevði eitt slíkt
parlament sum Føroya Løg-
ting at studla seg ul.
Eg segði á tingi, at tað var
Javnaðarflokkinum til litl-
an sóma ikki at greiða at-
kvødu fyn spurningi nr. 3 í
løgungsmåli nr. 100 - 3/
1992: Vidvikjandi umsit-
ingini á Landssjúkrahúsin-
um skuldi svarast av Jóann-
esi Eidesgaard, landsstýris-
manni.
Men tað er enn minni 3
fólkaflokstingmonnum til
sóma, við legtingsfor-
manninum á odda, at sita
niðri undir hesi atkvødu-
greiðslu og við hesum
forða løgtinginum í at
fylgja síni egnu lóg nr.
102/92 um ábyrgd lands-
stýrismanna.
Annars meti eg, at svarini
til 1. - 2. og 4. spurning eru
so onki-sigandi, at lands-
stýrismaðurin mestsum
gálvar eftir spyrjarunum.
Tað átti kanska at verið
ein ávís fyriskipan, hvussu
ein landsstýrismaður skal
svara einum fyrispurningi
frá løgtingsmonnum og í
minsta lagi at svarið var
skrivligt líkasum fyrispurn-
ingurin er tað.
Rådleggingarnevndin
fyri Sjúkrahúsverkið i Før-
oyum sigur i Dagblaðnum
11. sept., at hon er ikki heilt
nøgd vid gongdina innan
sjúkrahúsverkið seinastu
tíðina, og tíð varð samtykt
at taka stig til, at ein óvildig
kanning, helst uttanífrá —
verður sett í verk.
Hvør man vera nøgdur
við tað?
Og hvat og hvønn átti hon
at verið mest énøgd við?
Sjálvur meti eg og fleiri
vid mær, at mestu ónggdina
eigur hin politiska hag-
reidingin av øllum
sjúkrahúsmálinum í fleiri
ár, ja, í ártíggjur.
Skilagóðar og sakkgnar
tilráðingar hava vit nóg
mikið av. Tað einasta, sum
tørvur er á er, at politik-
ararnir fylgja hesum til-
ráðingunum og gevast við
hesum áhaldandi polit-
iska kannustoyparínum.
Vælsignaðir menn, fáið
nú skil á hesum og byrjið
við at geva sjúkrahússtjór-
anum og sjúkrahússtýrinum
teirra ábyrgd og mandat
aftur. Rehabiliterið tey. .
Teir og tey hava verið
trúgv og loyal í teirra ar-
beidi, og hava ikki slíka við-
ferð uppiborna.
T6 er tad undarligt, at ráð-
leggingarnevndin fyri
sjúkrahúsverkið velur for-
mann, hóast nevndin ikki er
fullmannað í løtuni?
Men hví skal eg undrast
um tað? tí her letur alt seg jú
gera. Eisini havi eg hug at
undrast eitt sindur um sam-
ansetingina av ráðlegging-
arnevndini: 5 eru í nevndini:
2 úr Suðuroy, 1 úr Klaksvík
og 1 úr økinum, sum sigst at
hoyra undir Klaksvíkar
Sjúkrahús. 5. límurin
stendur fyri vali.
Men hví skal eg undrast
um tað?
Her letur alt seg jú gera.
Essa Arge.
Ummæli:
»Dåvidsstjørnan«
Stutt síðani kom út blad nr
2 målgagninum hjå fe
lagnum Føroyar/lsrael, ið
eitur >Dávidsstjórnan
Blaðið, ð
ið er komið út
seinastu sjey árini, er altíð
sera forvitnisligt við sínum
upplýsandi og viðkomandi
evnum.
Blaðið er 16 síður til
støddar og er prentað á góð-
um pappíri og fæst í flestu
bókasglum ella við at venda
sær ul felagið á tlf. 12829.
Høvudsevnid í hesari út-
gåvuni er ibirtingin av vina-
býasambandinum, sum
Skopun og Tvøroyri hava
fingið við býir í Ísrael. Í hes-
um sambandi vóru teir báðir
Hermann Winther, bygda-
ráðsformaður í Skopun, og
Dánjal av Rana, býráðsfor-
maður á Tvørovri, í Ísrael í
summar, saman við for-
nanninum í felagnum Før-
yar/israel, tá samvinnu-
sáttmálin varð undirskriv-
aður.
Í hesum sambandi høvdu
Hermann og Dánjal orðið
og rødur teirra eru endur-
tiknar í blaðnum. Somu-
leiðis eru myndir frá ferð-
ini og hátíðarhaldinum.
Í blaðnum eru annars á-
hugaverdar greinir, sum t.d.
>Talar Bíblian satt?< Í hesi
grein verður serstakliga
nomið við profetiska orðið
um heimkomu jødanna, ið
gongur út fyri eygum okk-
ara í dag. Stutt, men áhuga-
verd grein er, ið nevnist
>ljósastakið Israels«. Odd
bjørg Poulsen hevurskrivað
eina filta barnasøgu úr søgu
Ísraels í Gamla Testament,
við tekningum. Og sum
vanligt hevur formaðurin
sínar hugleiðingar, m.a. um
vinabýasambandið við
Israel, sum hon rámandi
sigur um:
>Tá Dánjal av Rana setti
sítt navn undir skjalið fyri
sambandið við Atlit og Her-
man Winther seinni sama
dag setti sítt navn fyri sam-
bandið við Gan-Raveh, var
taðein søgulig hending, ikki
bert fyri Tvøroyri og
Skopun, men fyri allar Før-
oyar — eisini fyri felagið
Føroyar/lsrael«.
»Dåvidsstjørnan« er sera
åhugaverdur lestur og hevur
dag og eigur at verda keypt
av øllum, ið hava áhuga fyri
Ísrael og teim hendingum,
ið fara fram har og har rund-
anum, og sum hava åhuga i
hvat Biblian sigur um hesi
viðurskifti.
Svenning av Lofti
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, Tórshavn, afholdes
Torsdag den 08. okt. 1992 kl. 10.50
tvangsauktion (AS nr. 344/92) over
matr. nr. 77 b, Trongisvágur beligg-
ende Trongisvágur.
Auktionen er begæret af advokat Fríða
Patursson, Advokatskrivstovan, 100
Tórshavn, tlf. 11145 j. nr. (920555) på
en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 760 kvm. stor grund, det bebyggede
areal udgør 36 kvm. i 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 11.09.92
Ole G. Olesen
dím.
Tvangsauktion
Pá Dommerkontoret, C. Ployensgeta
1, Tórshavn, afholdes
Torsdag den 08. okt. 1992 kl. 09.00
tvangsauktion (AS nr. 308/92) over
matr. nr. 1046 æ, Tórshavn beliggende
Tórshavn.
Auktionen er begæret af advokat Fríða
Patursson, Advokatskrivstovan, 100
Tórshavn, tlf. 1.1145 j. nr. (920416) pá
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus pá
en 424 kvm. stor grund, det bebyggede
areal udgør 120 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 11.09.92
Ole G. Olesen
dím.
Bilur til solu
Ein Subaru 1,6, 4 ára gamal, nýsýnað-
ur, til sølu fyri 65.000,- kr. Figging kann
útvegast.
Tlf. 21269 eftir kl. 17.
Fotolinsa
Ein Nikon soom 50-300 mm bl 4,5 til
sølu fyri 5.000 kr.
Tlf. 21269 - 89269, eftir kl. 18. |