hósdagur 17. september 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
tiðindablaðið
Provtøkur frå
Bankaskúlanum
31 næmingar og bankafólk í Foroya
Banka hava í summar fingið prógv.
Øll hest hava gingið í
>gamla< bankaskúlan, sum
var greinaður í tveir partar.
Fyrsu partur hevur verið
kravdur = ulbankautbiigv-
ingina og ætlaður næming-
um, og annar partur hevur
verið sjálvboðin. Haraftur-
at hevur meguleiki verið
fyri at taka tann víðkaða
bankaskúlan. Hetta er ein
brævskúli sum tekur 2 ár.
Tey, sum hava lokið 1.
part eru: Cecil Weihe, Eli
Chrisuansen, John Henrik
Holm, Jóhannis Joensen,
Laila Kjærbo, Marjun í
Lambanum, Kristian Erik
Lervig, Eyðun Mortensen,
Eivind Mouritsen, Barbara
Vang, Diana Michelsen,
Jóan Pauli Olsen og Dánjal
Magnussen.
Tey, sum hava lokið 2.
part, eru: Beinta Arge,
Hammer,
Jóna Marita
Guðrið Holm, Helen Hgj-
gaard, Jóna Olsen, Tryggvi
H. Poulsen, Jógvan Andrias
Simonsen og Jóhan E. Sim-
onsen.
Víðkaði Bankaskulin:
Sigmar B. Jacobsen, Oluva
Strøm, EyObjørg Niclasen,
Oddvør Brødraberg, Eyð-
bjørg Mortensen, Mathilda
Nolsøe, Gunna Hansen,
Kenneth Samuelsen, Regin
Thorsteinsson og Torgun
Davidsen.
Nýggjur skúli til ny-
byrjaðar næmingar
Føroya Banki hevur aftur i
ár tikid nýggjar næmingar í
bankalæru. Hesir byrjaðu í
juli mánaða. Næmingarnir
skulu ganga í nýggja
FinansSkúlan. Skúlin byrj-
ar í januar, árið eftir at læru-
tíðin er byrjað og varar
Nr. 176 — 17. september 1992
hálvt annað ár. Hesin skúlin
líkist 1. og 2. parti á gamla
Bankaskúlanum.
Víðkaði Bankaskúlin er
eisini broyttur. Skúlin eitur
nú FinansDiplomStudiet
og tekur 2-3 ár sum bræv-
Skúli.
At fáa tey yrkisleysu virkin:
Vit hava eisini
eina ábyrgd
sigur formaðurin í Havnar Handverksmeistarafelag, Óla Ják-
up Guttesen.
— Tað nyttar ikki, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum lúnast,
tí kommunur og aðrir almennir stovnar nýta yrkisleys at taka
sær av at røkja anlegg og bygningar
Arbeiðsgevarar — arbeiðs-
marknaðar partar sum heild
- verða noyddir at virka
meira positivt fyri at fáa tey
yrkisleysu virkin. Aftur í-
móti mugu almennir stovn-
ar og persónar gevast at
halda, at tað er naka suspekt
(illgrunavert) at vinna pen-
ing.
Hetta verður sagt, tí tá ið
talan er um yrkisprojekt,
verður einans talað um pro-
jekt, ið skulu latast almenn-
um stovnum.
Tað er vónandi ikki við
despekt (vanvirðing) fyri
handverkið, at ófaklærd
verða sett at gera arbeiði,
sum meistarar og sveinar
skulu nýta 3 ár ella meir fyri
at læra at gera tað rætt.
Tvørrandi hugflog
- Nógvir politikarar eru í al-
mennum starvi, og er tað tí
mangan torført hjá teimum
at meta støduna frá fak-
ligum sjónarmiðum ella frá
sjónarmiðum hjá vinnurek-
andi, ti er so avgjørt neyð-
ugt at fáa í lag orðaskifti vid
teir almennu myndugleik-
arnar um hesar spurningar.
Men tað krevur so eisini, at
stovnar hjå kommunum og
landi leggja frå sær ford6m-
ar og taka eina positiva
stóðu mótvegis teimum
vinnurekandi.
Despekt kemur ikki fram,
fyrrenn samarbeiði og orða-
skifti verða avvíst.
Orðaskifti
Tað slepst ikki undan, at tað
verður neyðugt hjá hand-
verksmeistara feløgunum
at virka aktivt politiskt fyri
at vinna ljóð fyri sjónarmið-
unum um, at tey privatu
virkini og almennir stovnar
hjá kommunum og landi
saktans kunnu virka saman
á ein fruktagóðan hátt.
Nevnast kann her, at Hav-
ar Handverksmeistarafelag
hevur sett seg i samband vid
Tórshavnar kommunu fyri
at fáa eitt orðaskifti í lag um
tílíkar spurningar.
Lógir
Í Danmark finst ein lóg um
kommunal yrkisultók,
»Lov om kommunal be-
skæfugelsesindsats, lov nr.
379 af 13. juni 1990«.
Vit vilja loyva okkum her
at endurgeva paragr. 1 til
paragr. 3 í hesi lóg:
Kap. |.
projekter
8 paragr. 1. For at forbedre
beskæftigelsesmuligheder-
ne for unge og for særlig
udsatte grupper af ledige
kan der oprettes beskæftig-
elsesprojekter.
Beskæftigelses-
H paragr. 2. Beskæftigel-
sesprojekter kan oprettes af:
1) kommuner og amts-
kommer,
2. statsinstitutioner og
statslignende institu-
tioner,
3) organisationer, foren-
inger,
selskaber og lignende, hvis
formål er almennyttigt,
kulturelt, socialt, idrætsligt
eller lignende, eller som ar-
bejder med forsøgs- eller
forskningsmæssige opgav-
gr.
4 Sik. 2. Det skal såvidt mu-
ligt overlades til private at
udføre beskæftigelsespro-
jekter.
# Stk. 3 Før et beskæftigel-
ses projekt iværksættes,
skal de iværksættere, der er
nævntistk. 1 ,nr. I og 2, give
private erhvervsvirksom-
heder i området mulighed
for at udføre projektet.
0 Paragr. 3. Arbejdet i be-
skæftigelsesprojekter må
kun omfatte arbejde, der
ellers ikki ville blive udført.
Av orðingini í hesi lóg
sæst greitt, at í mest møgu-
ligan mun skulu yrkispro-
jektini latast teimum privatu
virkjunum at gera. Tad vil
siga, at eftir andanum i hesi
lóg skulu kommunur, ið
ynskja yrkisprojekt sett í
verk, sjálvar aktivt finna út
av um privat virki eru í
kommununi, ið kunnu gera
projektið.
Hvat kann gerast
Tá ið sparast skal, kann tað
vera freistandi at útseta røkt
av anleggum og bygn-
ingum, men í longdini kann
tað gerast munandi kostnað-
armiklari, um rgkt verður
útsett. Júst á hesum gki eig-
ur hondverksmeistarin sum
tann serkgni at kunna geva
uppskot um, hvussu røkt
kann tryggjast bíliga og pro-
fessionelt í ár framyvir —
sjálvandi kann treytin vera,
at yrkisleys fáa arbeiði.
Eisini kann tað hugsast,
at kommunurnar seta tað
sum eina treyt, tá ið almenn
arbeiði verða útboðin, at
pláss verður fyri yrkis-
leysum ul ávísar partar av
arbeiðinum.
EA
Pingvinin Pubbi
Nýggj bók:
Pingvinin Pubbi
Fyrst i hesum månadin-
um gav Bókadeild Før-
oya Lærarafelags út
barnabókina Pingvinin
Pubbi. Hetta er mynda-
bók til tey 0-4 ára
gomlu.
Í bókini eru sera vakrar
vatnlitamyndir, = sum
tala til tey allarsminstu.
Søgan er sjálvandi um
lítla Pubba, sum ikki
torir so væl at svimja og
kava, eins og hinar
pingvinirnar. Men
Pubbi klárar seg kortini.
Ein dagin fær hann ein
vin, fuglin Svein, og
| saman við honum finn-
ur Pubbi út av, hvat
hann dugir til. Út á
kveldið er hann so lúgv-
aður av gllum tí nýggja,
sum hann hevur uppliv-
að, at hann steinsovnar
niður fyri føturnar á
mammu síni. Hann
droymir um hendingar-
nar frá degum fyri, og
Svøvnurin gevur honum
megi til at fara undir ein
nýggjan dag.
Marcus Pfister hevur
skrivað og teknað Ping-
vinin Pubbi.
Jón Kragesteen hevur
týtt bókina úr týskum.
Bókin er komin í bóka-
búðirnar og kostar 75
krónur.
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku-
dag og fríggjadag kl. 11—16. Tlf. 15816.