Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Eitt stig fram Til 1 I løtuni er bert talan um eina principiella avtalu um råevni i undirgrundini, tað sum nú hevur tydning, tað er skrivliga avtalan: innihald, treytir og leikluturin hjá donsku stjórnini aftan á undirskrivingina av av- taluni, skrivar Lasse Klein, tingmaður, í >Sjónarmið< í dag. Í tíðindaskrivinum stend- ur: »om at sagsomrádet »Råstoffer i undergrund en« overgår ul Færøsk særanliggende« Just hesin spurningur er eitt stórt stig á leiðini, og er í råd við uppskot Sjálvstýrisfloksins frá 1975, og tað fegnast vit um. Vit eru ómetaliga fegin um avgerðina, og meta hana sum eina stóra politiska hending. Fyri næstan fimti árum síðani byrjaðu vit at tosa um hesar spurningar, og meta samtyktina í 1975 — fyri 17 árum síðani avgerandi fyri at komið er so langt áleiðis. Við ráevnisvirksemi fylgja bæði almennar út- reiðslur og møguligar al- mennar inntøkur. Hvat útreiðslum viðvík- ur, er vert at minna á heimastýrislógina, sum sigur, at tá ið eitt mål verður yvirtikið sum ser- mål, yvirtaka føroyskir myndugleikar eisini tær útreiðslur, ið av málinum standast. Utgangsstødid má ti vera, at við eini yvirtøku av målsøkinum »råevni i undirgrundini« fylgja eis- ini tær útreiðslur, ið standast av fynsiting av hesum målsøki, eins væl og aðrar útreiðslur t.d. til rannsóknir og kanningar av undirgrundini, men hetta hvur einki við yvir- tóku av sjálvari undir- grundini at gera, tann spurningurin er ikki loyst- ur enn, og verður tað heldur ikki sambært tíð- indaskrivið. Osemja millum Føroy- ar/Danmark ødrumegin og Bretland hinumegin er rættuliga stór tá talan er um Føroyar-Rockall, tað er nú upp til føroyingar at prógva ognarviðurskiftini løgfrødisliga, og júst her tykist tað at vera langt á mál, tí ósemjan millum partarnar er sera stór. Eisini hevur tað týdning frá føroyskari síðu at vis- ast kann á vísindaligt virksemi á økinum, og at hesar vísindaligu kann- ingar koma til tað úrslit, at tann samlaði Føroya- Rockall grunnurin er ein jardfrødilig eind fråskild europa-meginlandinum av Hetlandsrennuni-Rockall- rennuni. Áðrenn vit yvirhøvur frá føroyskari síðu kunnu bjóða undirgrundina út til royndarboringar eftir ráð- evnum, er neyðugt at 6- semjan millum Føroy- ar/Danmark og Bretland fæst upp á pláss. T.v.s. at vit føroyingar skulu prógva ognarrættin til undirgrundina á hesum øki, og júst hesin spurn- ingur er kostnadarmikil sambært D.G.U., sum skrivadi frågreiding um målid 2. mai 1988: »For- slag til undersøgelse i fase 2 af Færø-Rockall projektet<. Har verður sagt frá, at »I det ovenfor omtalte notat blev det foreslået, at Færø-Rockall Projekt skulle inddeles i tre fas- er«. »Fase 1 9.570.000 mió. Fase 2 68.000.000 mi6. Fase 3 (for to boringer) 330.000.000 mió. f alt Hesi vidurskifti ger D.G.U. vart vid long 2. mai 1988, men hesi vidur- skifti verða á ongan hátt vidgjørd í teimum trimum álitunum, sum undir- grundarnevndin læt frá sær 26. juni 1988. At talan er um kostnað- armiklar kanningar er greitt, og tað ber illa til at fyristilla sær, at pláss er á fíggjarlógungslógunum 407.570.000 mió. tíðindablaðið Nr. 176 — 17. september 1992 tey komandi mongu árini, soleiðis sum tann búskap- arliga stødan í samfelag- num er. Målsøkid »råevni í und- irgrundini« er eitt sera umfatandi málsgki. Und- irgrundin undir føroyska landgkinum er sum kunn- ugt lítil, men undirgrund- in undir føroyska land- grunninum er ógvusliga stór. Hon er víð um at fara, og er enn lítið kann- að. Men fyrst og fremst mugu vit fáa viðurskiftini við bretar og Danmark/ Føroyar upp á pláss áðr- enn farast kann víðari, og aftan á hetta kemur hin spurningurin: kanning, leiting og útvinning av råevnum úr undirgrundini eru kostnadarmikil og krevja fløktar sáttmálar við stór, peningasterk út- lendsk feløg. I løtuni er bert talan um eina principiella avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstyri, tað sum nú hevur týdning, tað er skrivliga avtalan: 1) innihald, 2) treytir, 3) leikluturin hjá donsku stjórnini aftan á undir- skriftina. Orsøkin til at eg loyvi mær at draga leiklutin hjå donsku stjórnini aftan á undirskrivingina fram í ljósmála, er tann, at 6- semjan millum Danmark/ Føroyar og Bretland í sambandi við eina avtalu millum Føroyar og Dan- mark er ikki komin upp á pláss við hesi avtaluni, og tí hevur tað stóran týdn- ing hvønn leiklut danska stjórnin i framtíðini fær í samráðingunum við bret- ar, og í hvgnn mun danir vila taka lut í fíggingini av rannsóknum, royndar- boringum 0.Ø., tá talan er um at prógva ognarrætt føroyinga til Føroya- Rockall grunnin. Sum kunnugt kann provførslan fara at kosta føroyska samfelagnum fleiri hundra milliónir krónur, og tí hevur tað stóran týdning hvat kemur at standa í avtaluni. Tað má metast at vera burturvið at halda, at po- litiskur meiriluti finst á Føroya Løgtingi at fara undir rannsóknir við tí fyri eyga at útvinna rá- evnir úr undirgrundini av ålvara, fyrr enn spurning- urin um Føroya-Rockall grunnin er greiður i sam- rådingum millum partar- nar. Hóast tað er langt á mál, so fegnast vit kortini um, at ein partur av undir- grundarspurninginum er loystur, og nú er tað upp til okkum føroyingar at fáa gott úrslit burturúr. Broytingin við hesi av- gerðini er tann, at nú fáa vit at vita hvør hevur av- gerðarrættin tá talan er um ráevni í undirgrund- ini. Men fyrst av gllum skal spurningurin um undir- grundina fáast upp á pláss, síðani má lóggevast á gkinum, og reglugerðir gerast hvussu fram skal farast tá talan er um rá- evni í undirgrundini. Enn er stutt tíð fráliðin síðani boðini komu frá donsku stjórnini, men eingin ivi er um, at eitt stórt arbeiði liggur og bíðar fyri framman. Í september 1992 Lasse Klein A — US Landsstýrið og verkamannafeløgini So eydnadist tað landsstyr inum við sínum málrættaðu framferð at såda verkamannafelggini Vit, sum arbeiða við hes um, kenna framgangshátt- in. Fyrst verða einstakir bólkar og persónar pilkaðir burtur úr verkamannafcløg- unum, soleiðis at niðurbróta samanhaldið innanífrá, við at hótta einstakar limir og smærri bólkar við uppsøgn um tey ikki gera efur harra- boðum. Hetta er ein skitin fram- landsstýrið veit, at fókl eru deyðarædd tyri at missa arbeiðið, og ti gangsmáu, ú boyggja tey seg fyri hesi hóttan. At fólkaflokkurin ger hetta er í tráð við teirra poli- tikk, tað viðganga teir, so har er ikki nógv at gera, men at Javnaðarflokkurin tekur undir við slíkari ódámligari framferð, skilir eingin rætt- hugsandi persónur. Javn- aðarflokkurin, sum hevur í síni stevnuskrá at verja rætt- in hjá tí einstaka og verða borgan fyri, at verkamanna- feløgini kunnu arbeiða, er verjin hjá lønmóttakarum. Hvør tryr uppá javnaðar- flokkin longur? Nú er ikki nógv av aðal- málum hjá Javnaðarflokk- inum at fara til val uppá, teir hava svikið so dyggiliga. Christian Winthereig Sóknast eftir fólki til islendskan bóndagarð Bóndi á suðureysturlandinum í Íslandi sekir eftir arbeiðsfólki (einstaklingum ella hjúnum) at arbeiða á bóndagarði. Skulu hava arbeitt í landbrúki og vera dugnalig. Frían kost og logi, umframt ferðaútreiðslurnar goldnar. Skulu vera í arbeiði í minsta lagi eitt ár. Ringið tlf. 24557 eftir kl. 19.