fríggjadagur 18. september 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
I -
UUU
Nr. 177 — 18. september 1992
Nú royna vit
okkara besta
- Eg hevði avgjørt ikki ætlað hetta, men vit eru
vald av limunum og mugu taka ábyrgdina á okk-
um, sigur Jákup Danielsen, nýggi formaðurin í
Starvsmannafelagnum.
Heilt óvæntað frættist
mikudagin seinnapartin, at
Starvsmannafelagið hevði
fingið nýggjan formann.
Tað kom líka so óvart á
Jákup Danielsen, at hann
skuldi verða formaður í fel-
agnum. Men hann kendi seg
meiraellaminninoyddan ul
at taka uppgávuna á seg.
Onkurskuldi gera tað.
Tá nevndin, sum eftir
trimum døgum hevði skift
tveir av sínum limum út,
mikudagin fór á fund við
løgfrøding sin, var ætlanin
at tosa um eykaaðalfundin,
10 tey høvdu tosað um at
hava, fyri at velja nýggjan
formann.
Men løgfrødingurin
hevdi kannað lógina nærri
og var komin til tað úrslit, at
nevndin ikki bara kundi
kalla inn til eykaðalfund og
velja formann. Nevndin var
fullmannað, og vildi ikki
onkur av nevndarlimunum
åtaka sær formanssessin,
noyddist øll nevndin at
leggja frå sær.
Noyddust
Tad hildutey seg ikki kunna
kom sær. Eingin hevði
serligan hug at vera
tormaður, men tað endaði
so við, at Jákup Danielsen
udk sær at vera formaður
teirnæstu fimm mánaðirnar
fram ul næsta aðalfund, tå
formansval verður á
skránni
Jákup sigur, at hann
royndi at skumpa undir
kvinnurnar í nevndini at fáa
aðra teirra til formann, men
hvørgin vildi.
Úrslitið varð, at Jákup
Danielsen bleiv formaður,
og Bogi Godtfred næstfor-
maður.
- Vit vildu ikki øll leggja
frá okkum, tí limirnir hava
víst okkum álit, og vit mugu
tí ábyrgdina á okkum, sigur
Jákup.
Hann verður ikki formað-
ur burturav eins og Hartvig
Hansen var. Jákup ætlar
eisini at røkja sítt arbeiði á
Blindastovninum hesa tíð-
ina, samstundis sum hann
verður formaður. Nevndin
hevur avtalað at virkað í
felag og loysa uppgávurnar,
so hvørt sum tær koma.
- Vit royna okkara besta,
sigur Jákup.
Ein tann fyrsta uppgávan
verður at fáa Starvsblaðið
út. Tað verður einaferð í
næsta mánaði. Hetta verður
ikki gjørt bara fyri at fáa
blaðið út, men limirnir
skulu hava frágreiðing um
tað, 10 hent er, og upplys-
ingar um spurningar, ið
felagið arbeiðir við. Tað er
m.a. frígonguspurningurin,
arbeiðsloysisspurningurin
og pensiónsskipanin.
Samd nevnd
Jákup Danielsen váttar, at
tað var spurningurin um frí-
gongu, ið fekk alt at bresta,
so Hartvig Hansen segði
seg frá. Hini í nevndini
høvdu fastari stóðu enn
undanfarni formaður.
Nevndin, sum nú situr,
heldur øll fast við, at starvs-
fólk verða sett í starv til
frammanundan ásetta ar-
beiðstíð og skulu hava løn
fyri hesa tíðina. Starvsfólk
kunnu sjálvandi biðja um at
fáa frí við ongari løn, men
felagið setur seg ímóti, at
tey tekna seg fyri frídagar
eftir áheitan frá stovnsleið-
ara, tá tey samstundis fáa at
vita, at annars mugu fólk
sigast upp. Táer tað ikki við
egnum vilja longur. Tílíkar
vtalur eru gjørdar á nøkrum
almennum stovnum.
Fer at ganga
Jákup Danielsen væntar, at
arbeiðið hjá nevndini nú fer
at ganga. Hann heldur íkki,
tað hevur skatt felagið so
nógv, at formaðurin fór. Og
tað skuldi eisini borið til, at
formaðurin ikki hevur
fulltíðarstarv í felagnum, tí
tað eru ikki so nógv ár síð-
an, at formaðurin hevði sítt
arbeiði við síðuna av.
Jákup Danielsen varð
valdur í nevndina í 1989.
Frammanundan var hann
eykalimur og kom inn í
nevndina nakað fyri, at
hann varð valdur til nevnd-
arlim.
Bogi Godtfred, sum nú er
næstformaður, kom í
nevndina í 1988, og Bjarta
Eriksen kom í nevndina í
fjør. Hinir báðir nevndar-
limirnir, sum vóru tiltaks-
limir til fyrst í hesi vikuni,
eru Ingrid Jensen og Erland
Jacobsen.
randi
Farin
víðari
Jógvan Mørkøre í Hósvík
hevur nú kært dómin, ið
Føroya Rættur feldi í sein-
astu viku í sakarmálinum
móti Johannes Berg. Jo-
hannes Berg varð fríkendur
í Føroya Rætti.
Jógvan Mørkøre stevndi
Johannes Berg eftir
142.000 krónum. Semja
varð í fjør gjørd í fútarætt-
inum, at Jógvan Mørkøre
skuldi hava hesar pengar frá
Johannes Berg. Upphæddin
var helvtin av rokningini
fyri atumvæla ein lastbil, ið
Jógvan Mørkøre hevði
keypt frá Berg Motors.
Pengarnir hjá Johannes
Berg stóðu á bankabók, ið lá
sum trygd í fútarættinum í
sambandi vid ósemjuna um,
hvør gjalda skuldi fyri um-
vælingina. Men sjálvt um
semja varð gjørd um, at
Jógvan Mørkøre skuldi
hava hesar pengar, fekk
hann teir ongantíð, tí banka-
bókin, ið lá í fútarættinum
sum trygd, var tómd.
Málið kemur neyvan fyri
í Eystara Landsrætti fyrr
enn einaferð næsta ár.
randi
HÓVLIGA
Síða 5
Jákup Danielsen hevur
góðar vónir um, at
arbeiðið í neyndini í
Starvsmannafelagnum
fer at ganga væl. Tað
eru heldur ikki meira
enn fimm mánaðir, til
aðalfundur verður
Snið 3 - prísur frá
kr. 750.000 - er
bert eitt av fleiri
Ringið ella skrivið og fái
nærri upplýsingar
VD-HUS
v/ Valbjørn Dalsgarð
timburmeistara
Bakkagøta 5 - 160 Argir
Tlf. 19279 - 89279
——"