fríggjadagur 18. september 1992síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 177 — 18. september 1992
222) sosialurin Á
Síða 19
FIFA fingið nóg mikið av Føroyum og ødrum smáum:
Smállóðirnar
skemma al-
FIFA arbeiðir við nýggjum ætlanum um, at smátjóðir ikki
longur skulu vera við í teimum stóru undakappingunum
til EM og HM, men skulu spæla smærri undankappingar
sinåmillum fyri at finna nakrar fáar luttakarar til hinar
A sjálvum tvey ára degnum
fyri heimsins størstu fót-
bóltssensatión, — føroyska
sigrinum å eysturrikarum i
EM-dysti i Landskrona, var
ein líuð gleðiligur tíðinda-
stubbi at finna í danska
blaðnum Politiken.
Hesin tíðindastubbi, ið er
g. "daður á samrødu við
FIFA-mannin Guido Togn-
oni, hevur tey tíðindi at
bera, at skjótt kunnu okkara
dagar í EM- og HM-undan-
kappingunum vera taldir.
Sambært Politiken hevur
FIFA álvarsligar ætlanir um
at senda smátjóðir sum Før-
oyar og San Marion í
skammikrókin — tað vil siga
at blaka slíkar smátjóðir úr
teimum stóru undankapp-
ingunum, har hesar tjóðir
royna seg saman vid stórru
tjédunum, sum er.
Orsøkin til, at alheims
fótbóltssambandið, FIFA,
er farið at hugsa meira
gjølla um hetta mál, skulu
vera tey stóru tapini, smá-
tjóðunum eru fyri.
Skemma fótbóltin
Tí verður umhugsað at
lata smátjóðirnar spæla sín-
ámillum undankappingar,
hvers bestu lið — ella besta
lið — sleppa við í undan-
kappingarnar saman við
teimum størru tjóðunum.
- Okkum dámar ikki øll
hesi >íshockey-úrslitini<,
Sigur italski FIFA-maðurin
Guido Tognoni, við Politi-
ken. — Tey skemma altjóða
fótbóltin.
Tey, ið ikki taka undir við
FIFA í hesum sjónarmiði,
vísa á, at Føroyar vunnu 1-0
á Eysturríki, 1-0 á Kanada,
Stendur tað upp til teir broytingarhugaðu í FIFA, skulu mátjóðir sum Føroyar og San Ma-
rino ikki spæla EM- og HM-undankappingar saman við teimum størru. Mynd: Hilmar Jan
at Føroyar hava spælt javn-
leik móu Norðurírlandi,
Turkalandi og Ísrael, og at
Føroyar hava tapttepurt fyri
Jugoslavia og Noregi 0-2
og vanliga eru javnførir við
eitt nú íslendingar, ið ikki í
mong ár hava sæð nakað
stórtap móti stórri og sterk-
ari tjóðum, men hinvegin
hava sett hol í sjógvin við
sigrum á fleiri stórum fót-
bóltstjóðum.
Men neyvan nyttar slík
provførsla serliga nógv, tí
hyggja FIFA-menn at fót-
bóltsúrslitum, síggja teir, at
Føroyar júst hava tapt 0-6
móti Wales og at San Mari-
no fekk ein tveysifradan av-
smurning 0-10 móti Noregi.
At lid úr smátjóðunum
ikki sleppa beinleiðis í tær
stóru kappingarnar, er for-
dómi um í europeisku kapp-
ingunum, UEFA fyriskipar
fyri lið.
Bert úrslitini telja
Bæði B36 og KÍ skuldu jú
spæla dyst, áðrenn tey
kundu koma upp á tal í víð-
ari dystunum. Tað eydnað-
ist so hvørgum teirra, og tað
eigur óivað eisini at fara at
verða brúkt móti teimum
smáu, hóast B36 var sera
nær við. Tað eru bert tey
skallutu úrslitini, sum tey
síggja út á pappírinum.
Hinvegin kann henda, ai
tað verður mikið betur fyri
føroyskan fótbólt, at nakrir
dystir móti meira javnsterk-
um verða spældir, áðrenn
landslið okkara kann verða
>blakað fyri leyvurnar<.
Og í øllum fórum eigur
hetta at borga fyri betur
fleiri dystum, ið helst fara at
koma Svangaskarði væl við.
At Føroyar við ti eisini fáa
nógvar ferðir betur kjans at
vinna nakrar dystir og enntá
kanska onkra kapping, kann
ikki gera landsliðið minni
áhugavert, enn tað er nú.
Men enn er so eingin av-
gerð tikin í FIFA, hóast lítið
er at ivast i, at teir stóru eru
glaðir fyri slíkt uppskot.
Ein kann í hvussu er hugsa
sær, at Eysturríki fer at at-
kvøda fyri...
hj.
| FSP-bossurir;
Hatta verður
figgjarliga
stort bakkast
fyri okkum
At Føroyar, San Marino
og aðrar tjóðir nú skulu
út úr EM- og HM-und-
ankappingunum, er nak-
að, FSF-bossurin Tor-
leif Sigurðsson einki
kendi til, fyrr enn Tid-
indablaðið Sosialur.n
segdi tad fyri honum i
— Tó so, eg havi hoyrt
handan tankan verið
frammi onkuntid, og tað
er ikki nakað nýtt, at tað
eru tjóðir, ið ynskja at
fáa smátjóðirnar burtur,
sigur hann.
— Ikki allir eru so
glaðir fyri at hava allar
tær smáu tjóðirnar við.
Men sum sagt, so havi
eg ikki hoyrt hatta verið
havt frammi á nøkrum
fundi ella ngkrum staði,
har ein møgulig avgerð
skuldi verðið tikin um
tað.
Ringt fyri okkum
Men um hetta er nak-
að, ið veruliga hendir,
hvørjar fylgjur fær tað
so fyri Føroyar?
— Tað velst um, frå
hvørjum sjónarmiði tú
sært tað. Fyri okkum er
meguliga talan um, at vit
kunnu uppliva framstig í
úrslitum, um vit verða
settir saman við javn-
sterkum tjóðum, men á
figgjarliga økinum verð-
ur hetta stak óheppið fyri
okkum, sigur Torleif
Sigurðsson. — Fyri okk-
um kemur tað so at
merkja eitt stórt fíggjar-
ligt bakkast.
Ringt at solda frå
FSF-bossurin heldur
tó, at tað neyvan verður
lætt at finna útav, hver
skal vera við í teimum
smærru undankapping-
unum, og hvør ikki skal:
— Vit vita jú, at okkara
úrslit als ikki hava verið
so galin, og vit vita eis-
in1, at tað eru onnur og
stórri lond enn Føroyar,
ið hava tapt eins nógv og
meira, enn vit nakrantíð
hava gjørt, sigur hann.
Hann VÍSI eisini á. at
ere Í ilavia
og Letland hava havt
góð úrslit, og at tað talar
heldur fyri, at tingini
halda fram, sum tey gera
nú.
Eg havi sum sagt
heldur ikki hoyrt hatta
sagt nakrastaðni, har av-
gerðir verða uknar, ogso
leingi, sum einki pappír
er upp á tað, gangi eg
ikki útfrá, at hatta er eitt
veruligt uppskot frá
FIFA, sigur Torleif Sig-
urðsson. hj. |
Sendið okkum
FM-myndirnar
Nú landskappingin í fleiri av
yngru deildunum endar, vildi
Tíðindablaðið Sosialurin fegið
fingið myndir av øllum FM-
vinnarunum. Sendið myndirn-
ar hendanvegin við nøvnunum
á øllum á myndini frå vinstru.
Adressan okkara er: Post-
boks 76, FR-110 Tórshavn
T