Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 84 - 3. mai 2000 HEINI Í SKORINI Um vikuskiftið varð annað umfar í fótbóltskappingini hjá kvinnunum leikt. Í bólki A, har liðini eru HB, Skála, VB, GÍ, Sumba og AB, hev- ur HB fingið eina góða byr- jan við sigrum í báðum teim fyrstu dystunum. Seinasta vikuskiftið vunnu tær heili 9-0 á Skála, og hetta viku- skiftið eydnaðist teimum á heimavølli at vinna 3-1 á VB. Tann altíð vandamikla Maria Johnsson legði HB á odda eftir eitt korter, men bert tveir minuttir seinni javnaði málslúkarin Hall- tóra Joensen fyri VB. Í 33. minutti legði Fríða Petersen HB framum til 2-1, sum eis- ini var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki kom bert eitt mál, og var tað Eyðfríð Kristiansen sum sló sigurin fastan til 3-1. Sostatt hevur HB nú fult stigartal eftir tveir dystir, og ikki kann sigast annað, enn at hóast tað sá sera svart út hjá teim- um fyrr í ár vegna fólkatrot, hava HB kvinnurnar fingið eina sera góða byrjan uppá kappingarárið. Tveir aðrir dystir skuldu eftir ætlan verða spældir í sama bólki, og vóru tað dystirnir millum GÍ-Sumba og Skála-AB. Men av hes- um báðum dystum var bert fyrri dysturin leiktur, og henda dystin vann GÍ sann- førandi 5-0. Heidi Jacobsen setti hol á málveitsluna hjá GÍ, og síðani gjørdi Krist- bjørg Isaksen ikki mætari enn at skjóta eitt reint hat- trick, harav eitt brotsspark, áðrenn Judi Justinussen sló sigurin fastan til 5-0. Hin dysturin í bólki A skuldi eftir ætlan vera mill- um Skála og AB, men hesin dysturin varð tíverri ikki spældur, av tí at eingin dóm- ari møtti upp. Seinasta viku- skiftið skuldi AB eftir ætlan spæla á útivølli móti GÍ, men hesin dystur varð eisini útsettur vegan kava. AB hevur sostatt ikki spælt nak- ran dyst í landskappingini enn. Støðan í bólki A er hon, at HB hevur seks stig eftir tveir dystir, GÍ og VB hava trý stig, men GÍ hevur sum sagt ein dyst til góðar. Føroyameistararnir fingu góða byrjan Annað umfar í fótbóltslandskappingini hjá kvinnunum varð leikt um vikuskiftið, og nógv bendir á, at HB er eins væl fyri í ár, sum tær vóru í fjør Sumba og Skála hava ikki fingið nakað stig til høldar, og tey bæði liðini hava spælt ávikavist tveir og ein dyst. AB hevur sum sagt ikki spælt nakran dyst enn. Bólkur B Í bólki B eru liðini B36, KÍ, B71, EB/Streymur og NSÍ. Har hevur eitt lið frí hvørt vikuskiftið, av tí at bert fimm lið eru í bólkinum, og hetta vikuskiftið var tað B36 sum kundi hvíla. Dyst- irnir vóru so ímillum EB/ Streym-B71 og KÍ-NSÍ. Bæði EB/Streymur og B71 taptu seinasta viku- skiftið móti ávikavist NSÍ og B36, so bæði liðini vóru sera uppsett uppá at vinna. Tá avtornaði var tað B71 sum lá omaná við einum 2- 0 sigri, og hóast tað til tíðir var rótut spæl, var tað betra liðið sum vann. Málini komu frá Sólrun Olsen og Elin Højsted, men tað var ein leikari hjá B71, sum átti stóran part av æruni fyri góða úrslitið, og var tað Tóra Nolsøe. Vanliga er hon útileikari, men av tí at mál- verjin hjá sandingum gav avboð, mátti hon fara í mál- ið, og sum skilst frá B71 venjaranum, Martin Kúr- berg, spældi hon ein góðan dyst. Hin dysturin var sum sagt í Klaksvík ímillum KÍ og NSÍ, og KÍ vann sera sann- førandi 6-1. Hálvleiksstøð- an var 3-0, og var tað Rann- vá Andreassen við tveimum málum, og Malena Joseph- sen við einum, sum komu á máltalvuna. Í seinna hálv- leiki minkaði Irdi Hansen um munin fyri NSÍ, áðrenn Viviann Rasmussen, Ragna Andreassen og Malena Jo- sephsen slóðu sigurin so dyggiliga fastan. Støðan í bólki B er hon, at heili fýra lið hava trý stig, og eru tað B71, NSÍ, KÍ og B36. KÍ og B36 hava tó bert leikt ein dyst, meðan hini liðini hava spælt tveir. EB/ Streymur hevur tapt báðar dystirnar, so tær liggja í botninum við ongum stig- um. Bólkur A: HB-Skála 9-0 HB: Maria Johnsson 3, Vi- vian Thorleifsson 2, Eyðfríð Kristiansen 2, Annika Godt- fred 2. VB-Sumba 5-0 VB: Halltóra Joensen 3, Marita Joensen 1, Rannvá Augustinusen 1 GÍ-AB (Útsettur vegna kava) HB-VB 3-1 HB: Maria Johnsson 1, Fríða Petersen 1, Eyðfríð Kristiansen 1. VB: Halltóra Joensen 1. GÍ-Sumba 5-0 GÍ: Heidi Jacobsen 1, Krist- bjørg Isaksen 3, Judi Justinussen 1. Skála-AB (Eingin dómari møtti upp) vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 HB 2 2 - 0 - 0 12 1 11 6 2 GÍ 1 1 - 0 - 0 5 0 5 3 3 VB 2 1 - 0 - 1 6 3 3 3 4 AB 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 5 Skála 1 0 - 0 - 1 0 9 -9 0 6 Sumba 2 0 - 0 - 2 0 10 -10 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 KÍ 1 1 - 0 - 0 6 1 5 3 2 B36 1 1 - 0 - 0 4 1 3 3 3 B71 2 1 - 0 - 1 3 4 -1 3 4 NSÍ 2 1 - 0 - 1 5 7 -2 3 5 EB/St. 2 0 - 0 - 2 1 6 -5 0 Máltindurin, kvinnur Maria Johnson HB 4 Halltóra Joensen VB 4 Kristbjørg Isaksen GÍ 3 Eyðfríð Christiansen HB 3 Irdi Hansen NSÍ 3 Rakul N. Joensen B36 2 Sólrun Olsen B71 2 Annika Godtfred HB 2 Vivian Thorleifsson HB 2 Malena Josephsen KÍ 2 Rannvá Andreasen KÍ 2 Støðan, bólkur B Støðan, bólkur A Bólkur B: B71-B36 1-4 B36: Rakul N. Joensen 2, Palma Petersen 1, Sunfríð Simonsen 1. B71: Sólrun Olsen 1. NSÍ-EB/Streym 4-1 NSÍ: Mariann Isaksen 1, Ir- di Hansen 2, Sóleyð Einars- son1. EB/Streym: Maria Niclasen 1. KÍ-NSÍ 6-1 KÍ: Rannvá Andreassen 2, Ragna Andreassen 1, Ma- lena Josephsen 2, Viviann Rasmussen 1. NSÍ: Irdi Hansen 1. EB/Streym-B71 0-2 B71: Sólrun Olsen 1, Elin Højsted 1. Teir á Tvøroyri vóru ney- van glaðir fyri tað, tá teir kendu seg noyddar at geva avboð til tveir dystir í bólkaumfarinum í kapp- ingini um løgmans- steypið. Tað var føroyskur fót- bóltur í síni heild heldur ikki, og nú hevur kapp- ingarnevndin hjá FSF tik- ið tær avleiðingar av støðuni hjá TB, sum teir sambært grein 37 í kapp- ingarreglunum fyri fót- bólt halda seg eiga at gera. Í fráboðan til TB mána- dagin verður sagt, at TB er koyrt úr kappingini fyri løgmanssteypið í ár. Har- afturat skal TB rinda seks túsund krónur í sekt – trý túsund krónur fyri hvønn dystin, sum teir ikki møttu. Fyri hini feløgini, sum vóru í bólki saman við TB – FS Vágar, GÍ og HB – kennist avgerðin hjá FSF á tann hátt, at øll málini, Úrslitini hesi bæði fyrstu vikuskiftini hava verið hesi: sum eru skorað í dystu- num móti TB, nú verða strikað í støðutalvuni. Hesi liðini verða sett at fáa trý stig fyri hvønn dyst, sum tey skuldu havt spælt móti TB, og stigini verða vunnin við mál- muninum 0–0. Hetta fær tó ikki týdning fyri støðuna í bólkinum, tí er talan um javnstøðu í stigum, verða innanhýsis dystirnar fram um málmunin. JH Í kvøld skulu GÍ og HB spæla útsettan dyst í Gøtu. Undan hesum sein- asta dystinum í bólki trý er støðan nú henda: TB er tyktað vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig FS Vágar 6 3 - 2 - 1 6 6 0 11 GÍ 5 3 - 1 - 1 6 4 2 10 HB 5 3 - 1 - 1 3 5 -2 10 TB 6 0 - 0 - 6 0 0 0 0 Umframt at vera sent úr steypa- kappingini hevur FSF álagt teim- um á Tvøroyri at rinda bót ÍtróttaSosialin kann sjálvandi eisini lesa á alnetinum: www.sosialurin.fo Trý tey fremstu liðini í hvørjum bólki koma víðari til endaspælið Nr. 16 - 3. mai 2000 20 Fró›i Løkságar› Ein av kendastu amerikonsku tónleika- bólkununum í dag er No Doubt, sum vi› eini blanding av poppi, rokki og indie elementum megna›i at selja ikki færri enn 15 mill. eintøk av undanfarnu útgávuni, nevnd Tragic Kingdom. Sjálvt um tey flestu ongantí› høvdu hoyrt um No Doubt, fyrr enn tey hoyrdu løg sum Don’t Speak og Just A Girl, sum bæ›i eru tikin av Tragic Kingdom, so var hetta tri›ja útgávan hjá bólkinum. Nú er so fjór›a útgávan hjá bólkinum veruleiki. Return Of Saturn er heiti› á fløguni sum skal tryggja at tey í No Doubt ikki vera gloymd, ella enn verri, vera inn- lima›i í stóra felagsskapin hjá teimum sonevndu døgnflugunum. Tá tú lurtar eftir hesi útgávuni so møtir tú einum bólki í gó›um h‡ri, sum somu- lei›is er væl upplagdur. Tá tú lurtar eftir hesi útgávuni so er ikki óhugsandi at tankarnir leita til tónleikin hjá Blondie vi› Debby Harry á odda. Um ta› er tí at bæ›i Blondie og No Doubt hava hvør sín karis- matiskan høvu›smann, ella kvinnu, sum ta› er í hesum føri, ella tí at tónleikurin á ein ella annan hátt líkist er trupult at siga. Í øllum førum er okkurt sum minnir um Blondie. Gamli revurin Glenn Ballard hevur framleitt n‡ggju fløguna hjá No Doubt. Um skifti› av framlei›ara er gjørt fyri at skapa broytingar í ljó›myndini, so er hetta gjørt til fán‡tis. No Doubt ljó›a júst solei›is sum øll minnast teir. Hetta skal avgjørt ikki skiljast negativt. Á tekstsí›uni er ta› sangarinnan Gwen Stefani sum er einará›andi. Kærleikin millum hana og sangaran í bólkinum Bush, hann eitur Gavin Russdale, er afturvendandi temai› á tekstsí›uni og ymiskt úr sambandinum teirra millum ver›ur drigi› fram. Ta› hevur í ein vissan mun eydnast No Doubt at framganda fleiri íoyrafallandi løg á hesi útgávuni. Fyrsta stakfløgan av útgávuni nevnist Ex-Girlfriend, og hevur fingi› eina gó›a móttøku. Sjálvt um henda fløgan ikki er naka› meistaraverk, so eru óiva› nógv, sum vera gla› fyri hana. Ta› eru nú gingin f‡ra ár sí›ani Toni Braxton seinast lat frætta frá sær. Nú er ta› so hent aftur vi› útgávuni av The Heat, sum júst í hesum døgum, er at finna á plátuhillunum kring knøttin. Seinasta útgávan hjá Toni Braxton innihelt lagi› You’re Makin’ Me High, sum var eitt stórt hit í fleiri londum. Eftir at hava veri› úti í einari drúgvari juridiskari togtogan vi› plátufelagi›, er Toni Braxton klár at leggja heimin fyri sínar føtur av n‡ggjum. Hetta er tri›ja útgávan vi› Toni Braxton sí›ani hon debutera›i í 1993. Ikki er nógv broytt hjá Toni Braxton sí›ani byrjanina. Hendan útgávan, sum er gjørd av fleiri ymiskum framlei›arum har tey tr‡ Toni Braxton, LA Reid og Babyface hava havt høvu›sábygdina, leggur seg rættuliga tætt uppat tí tónleiki, Toni Braxton higartil hevur lagt seg eftir at framføra. Talan er um soul tónleik í tí lættara endanum, bleytan R&B vi› einum sletti av gospel. Sigast skal tó um n‡ggju útgávuna hjá Toni Braxton, at hon á hesari eisini roynir at leggja seg uppat tí rá›andi latinostílinum. Her ver›ur hugsa› um My Spanish Guitar og I’m Still Breathing. Ta› fyrra av hesum løgum er framleitt av ongum minni enn David Foster, sum kanska onkur kennur aftur frá bólkinum Chicago, sum var nógv at hoyra her heima fyri nøkrum árum sí›ani. Eins og er vanligt á fløgum av hesum slag, so er eisini ríkiligt vi› kendum gestum. Fólk sum Dr. Dre, Babyface, Lisa ”Left Eye” Lopez og Keri, rætta øll Toni Braxton eina hjálpandi hond. Um hetta er vi› til at betra um útgávuna skal tó vera ósagt. Hetta er avgjørt ikki ein fløga sum mær dámar. Tónleikurin er alt ov polera›- ur og ke›iligur til at eg skal tíma at lurta eftir honum. Einki er at ivast í at Toni Braxton, eins og Whitney Houston og Mariah Carey, eigur nógvar vinir her heima, og hjá teimum er henda fløgan eitt gott keyp. Norsku a-ha komu av álvara fram í 1985, tá teir komu vi› síni fyrstu útgávu, Hunt- ing High And Low. Í samband vi› hesa útgávuna eru ta› nokk tey flestu sum minnast til stakfløguna Take On Me, og minniliga sjónbandalagi›. Hetta sjón- bandalagi› var í 1985 ein revolution, og hevur sí›ani veri› vi› til at definera hvussu eitt sjóbandalag eigur at vera gjørt. Átta ár eru nú farin sí›an a-ha seinast lótu frætta frá sær vi› fløguni Memorial Beach. Hesa tí›ina hava limirinir í bólkin- um fjasast vi› ymiskt anna›. Eitt nú hevur sangarin Morten Harket lati› nakrar solo fløgur úr hondum, og tangentleikarin Pål Waaktar Savoy, hevur saman vi› konuni Laureen Savoy roynt seg vi› bólkinum Savoy. Minor earth, major sky, sum n‡ggja fløgan eitur, er ein afturvendan til popp- røturnar hjá a-ha. Burtur eru rokkutu løgini sum merktu tær bá›ar seinastu útgávurnar framman undan hesari. Í sta›in er ta› vælframleiddur nútí›ar popptónleikur sum møtir lurtaranum. Eins og hjá Madonnu vi› Ray Of Light, er ta› okkurt, sum bendir á, at a-ha hava megna› at endurn‡ggja seg sjálvar vi› hesi útgávuni. Og tá vit állíkavæl sam- meta vi› Madonnu, kunnu vit eisini nevna, at produktiónin á onkrum ein- støkum løgum minnir ikki so líti› um ta›, sum William Orbit gjørdi fyri Madonnu á Ray Of Light. Hetta skal tó ikki skiljast solei›is, at a- ha eru farnir at apa seg eftir Madonnu. A- ha eru framvegis a-ha, og teirra tónlistarligu ey›kenni eru framvegis intakt. Løgini á hesi útgávuni eru flest øll gó›, hóast onkur einstakur svipsari er at finna. Hóast limirnir í a-ha eru farnir at eldast, so er einki sum bendir á at teir eru til rei›ar at leggja árarnar inn. Røddin á Morten Harket er á hesi fløgu framvegis so krystal klár, sum tá hann hoyrdist fyrstu fer› fyri 15 árum sí›ani. Fyrsta stakfløga av minor earth, major sky er sangurin, summer moved on, sum hevur klára› seg væl á sølulistum uttan- lands. Eisini hevur fløgan sjálv selt væl, og ta› er alt sum bendir á, at a-ha fram- vegis eru at rokna millum teir tungu dreingirnar. Ein avbera gó› fløga. minor earth, major sky The Heat Return of Saturn No Doubt Toni Braxton a-ha