leygardagur 19. september 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 178— 19. september 1992 Uindabladid 'susialurin
Sida 5
Osemja millum styrid og leidaran å Barnaheiminum:
Petur Simonsen:
Eg góðtaki ikki
- mannagongdina hjå styrinum um, hvussu starvsfølk
skulu setast og sigast upp. Hetta og so tad , at eg gjørdi
meg 6møguligan, er ikki nóg mikið at siga meg úr
starvi, sigur Petur Simonsen við Sosialin
Petur Simonsen, leidari å
Barnaheiminum, er ikki
longur á arbeiðsplássi sín-
um
Hann er 64 ára gamal, og
heldur at tað er hugstoytt,
soleiðis at verða koyrdur úr
starvi, nú bert tvey ár eru
efur, til hann eftir réttum
kundi farið frá við eftirløn.
Um orsøkina til uppsøgn-
ina, sigru Petur Simonsen: -
Klandur hevur verið millum
meg og nýggja stýrið fyri
Barnaheimið, tí tað vil gera
Barnaheimið til ein stovn.
Er barnaheimið ikki ein
stovnur?
-Jú, men vit hava havt ok-
kara vanligu reglur at ganga
eftir, og vit hava ongar
trupulleikat havt, til nú fyri
Stuttum, tá nýggjur stýris-
formaður varð settur.
Stýrið brotið
vi dtøkurnar
Osemjan snúi seg m.a.
um mannagongdina, tá fólk
Skulu setast í arbeiði ella
sigast upp.
- Eg haldi, at tey sum eru
sett seinast i starv, skulu
eisini sigast upp fyrst, men
tað vil stýrið ikki góðtaka.
- Eg havi kortini gjørt eftir
boðum frá stýrinum, men
havi samstundis loyvt mær
at finnast at styrinum. Eg
loyvdi mær at siga, at stýrið
hevur brotid vidtøkurnar,
sum m.a. siga, at stýrið
setur pedagogarnar og leið-
slan setur starvsfólkið.
Tað vóru hesar uppsøgn-
ir, sum eg noktaði at skriva
undir.
Tá fekk er hóttanina, at
um eg ikki skrivaði undir,
fekk eg sekkin. So gjørdi eg
av at skriva undir kortini.
Tad lønti stýrið mær aftur
við at siga meg úr starvi
kortini.
Yvirskot í fjør
- Trupulleikin er tann, at
vit hava havt ov nógv starv-
sfólk í seinastuni, og stýrið
sigur, at vit hava nýtt ov
nógvan pening áður.
Fyri árið 1991 hava vit
spart so nógv sum tilber, og
úrslitið er, at vit hava
500.000 krónuir í yvirskot í
fjør.
21 børn búgva á barna-
heiminum, men almenna-
stovan vil bert játtað pening
til 15 børn.
Góðtekur tú uppsøgnina?
- Nei, tað geri eg als ikki.
Eg eri limur í Pedagogfel-
agnum og havi heitt á tey
um taka málið upp ul við-
gerðar í felagnum.
Eg krevji at fáa starvid
aftur, sigur Petur Simonsen,
sum er útlærdur lærari.
Hann var fyristøðumaður á
Handilsskúlanum og lærari
í Kommunuskúlanum fyri
21 árum síðan, tá Sosial-
stýrið í Danmark og stýrið
fyri Bamaheimid bóðu
hann taka við starvinum
sum leiðari á Barnaheim-
inum.
Petur Simonsen varð
koyrdur frá 15. september
og sagdur upp frá 1. oktob-
er.
Samstarvs-
trupulleikar
Frida Patursson, advokat-
ur er forkvinna i styrinum
fyri Barnaheimið.
Fríða Patursson: - Talan er
um samstarvstrupulleikar,
men eg vil ikki gera við-
merkingar til tað.
Hinvegin, so hevur stýrið
yvirskipaðu leiðsaluna og
ábyrgdina fyri Barnaheimi-
num. Tær avgerðir, sum vit
hava tikið, hevur Petur
Simonsen ikki viljað góð-
tikið, og tað førdi til, at hann
varð koyrdur úr starvi.
Vit í stýrinum eru 6nøgd
við ymisk viðurskifti á
Barnaheiminum, m.a. at
fíggjarætlanin ikki heldur
nóg væl, og at fleiri fólk enn
vit hava vitan um, hava
verið í arbeiði á Barnaheim-
inum í longri og styttri tíð.
- Hesi viðurskiftini eru
m.a. atvoldin til, at Petur
Simonsen nú er sagður úr
starvi, sigur Fríða Paturs-
son.
Dagny
Petur Simonsen hevur verið leiðari á Barnaheiminum í
21 ár. Danska Sosialstyrid og stýrið fyri Barnaheimið
heitti á hann um at taka við sum leiðari í síni tíð
20" sjónvarp
v/ffarstyring
20" sjónvarp
v/fjarst /tekst
25" sjónvarp
v/tekst/stereo
28" sjónvarp
v/tekst/stereo
Video 8 upptakari,
9,800-
Okkara ordratelefon 11300
4.850;
7990;
Fotolinsa
Ein Nikon soom 50-300 mm bl 45 til
sølu fyri 5.000,- kr.
Tlf. 21269 - 89269
|| pf. Wenzel Petersen, tlf. 1 3873
———niceøe/