Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. september 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 tíðindablaðið ítróttur Nr. 178 — 19. september 1992 Sendið okkum FM-myndirnar Nú landskappingin í fleiri av yngru deildunum endar, vildi Tíðindablaðið Sosialurin fegið fingið myndir av øllum FM- vinnarunum. Sendið myndirn- ar hendanvegin við nøvnunum á llum á myndini frå vinstru. Adressan okkara er: Post- boks 76, FR-110 Tórshavn B68 má visa sína dygd Vithavanú í langatíð ligið best fyri at gerast meistarar. Nú skal seinasta takið tak- ast, og so mugu vit sjålvir syrgja fyri at greiða viður- skifuni okkum til fyrimun- ar. Vit kunnu ikki rokna við hjálp frá ødrum, og megna vit ikki uppgávuna í dag, so hava vit ikki uppiborið at enda ovast. Tað vóru venjarin, Jógv- an Norðbúð, og liðformað- urin, Abraham Hansen, samdir um, tá vit vitjaðu á Svangaskarði aftan á sein- astu venjingina 1992 fyrrakvøldid. Teir báðir fingust við at leggja sein- astu hond á hvussu leikara- hóparnir skulu síggja út. FSF letur 18 heiðursmerki ul hverja deildina, og meguleiki er hjá feløgunum at bíleggja fleiri frá danska leverandørinum. = Umleið 40 leikarar leikt á teimum báðum bestu liðun- um hjá toftamonnum í ár. Stóri leikarahópurin leit við spenningi fram móti dystunum, sum verða í dag klokkan 13 og 15, og út á grasvøllinum vóru teir so smátt farnir at gera klart. Undan venjingini var vøll- urin sligin heilt tætt, og eftir venjingina fóru teir at merkja upp. Í mun til dysun í Vági verður ein broyting í |. deildarhópinum: Oddmar Færð er aftur komin og verður á liðnum. Tað hevur víst seg, at Oddmar stendur serliga væl, tá leikt verður á i lava grasi. Tað er heldur ikki løgið, tí hann er frå barns- beini fótbóltsskúlaður á grasi niðri í Glostrup. Snýttu Gl í 1987 NSI venjarin hugsaði mest um, hvussu leikararnir kundu fáa røttu skógvarnar atleika í á grasi, tá vittosaðu vit hann fyrrakvoldið. Toftamenn høvdu lovað at hjálpa teimum nakað, og Trúgvi Mortensen roknaði við, at tað fór at laga seg. Í mun ul KI dystin eru ikki tær stóru broytingarnar í NSI hópinum. Møguliga verður Sverri Justinussen við, men tað skuldi avgerast i gjár. Frúgvi heldur sínar leik- arar vera uppsettar, og í røtt- um ítróttaranda eiga teir at geva toltamonnum alla ta mótstøðu, teir yvirhøvur megna Vit eru ikki heilt ókend- ir við leiklutin í dag. Í 1987 lá GI best fyri at vinna Fm. Teir komu til Runavíkar síðsta dyst, sum vit vunnu 3-1. HB roknaði neyvan við hesum, tí teir greiddu bert javnleik í Klaksvík, og so vann TB meistaraskapið á heimavelli móti VB. Tað kann væl vera, at vit í dag verða orsøkin til, at FM ter av Svangaskardi suður á Sevmyri, men hesa ferd verða tað gøtumenn, sum fåa gagn av ti, visir søgu- fróði NSI v enianin á. -nNA- Torleif við gullinum á Svangaskarði FSF roknar við, at GI vinnur silvur á Sevmyri, men teir tora ikki frammanun at rokna við nøkrum tryggum vinnara í 2. deild Hesa vikuna hava FSF fólkini mett um, hvar heið- ursmerkini skulu vera, tá dómarar í dag klokkan 15 bríksla seinasta umfar at byrja í teimum báðum ov- astu deildunum. Kanska hevur tað onkuntid verið meira ilt at meta um, hvussu tað endaliga fer at tørna út enn i år. Torleif Sigurdsson, for- madur i FSF, verdur å Svangaskarði seinnapartin saman við Óla Holm, for- manni í kappingarnevndini. Teirra grindi eru at handa B68 gullheiðursmerki og ferdasteypid, sum Føroya bjór í 1991 gav 1. deild at kappast um. Silvurmerkini eru farin suður ul Tvøroyrar, har Sverre Midjord, næstfor- madur i ISF, skal handa gøtumonnum tey. FSF roknar altso við, at GÍ í hvussu soer greiðir javnleik móti TB, ella um teir ikki gera ta, at HB í hvussu so er ter avstað við ødrum sugin- um norðuri í Klaksvík. Hvor skal handa bronsu- krónurnar í Klaksvík, var ikki avgjørt, tá vit vóru í sambandi við FSF. Hvussu trupulleikin verður loystur, sum stendst av, um urslitini laga seg so- leiðis, at GÍ verður meistari, hava vit ikki frætt, men fyri fimm árum síðani fór FSF formaðurin við tyrlu suðurá Sevmýri við steypi og heið- urskrónum ul TB, og tað man bera ul eina ferð enn, hóast sparitidir og myrk skýggj á luftini. Bíða í Streymoynni Hjá FSF hevur verið nógv truplan at meta um, hvor skal hava hvørji heiðurs- tekin í 2. deild. KI og MB leika í Miðvági, og bæði liðini hava møguleika fyri heiðursmerkjum. LÍF hittir SI í Leirvík og liggur væl fyri. Tað sama gera fugl- firðingar, sum dystast á Mølini á Eiði, og hvorki hvalbingar, sum eru í Gundadali móti HB ella sumbingar, sum á heima- velli hitta Skála, kunnu av- skrivast. Hvat gera tit vid hetta her, spyrja vit Dånjal Andrea- sen, kappingarstjóra í vaksnamanna- og ung- lingadeildini. Hann skal handa heiðursmerki í 2. deild saman við Børga Hansen, næstformanni í FSF og Jákupi Simonsen, nevndarlimi. Tad er ómgguligt frammanundan at meta um, hvørji heiðursmerki skulu fara hvar. Tá MB og KÍ sum oddalið hittast í Miðvági er sannlíki stórt fyri, at í hvussu so er annað av teim- um liðunum fær okkurt, og neyvan er nógv skeivt at rokna við, at LÍF eisini verður framvið. Tá tað er so ilt at meta um frammanundan, hava vit gjørt av at verða í Sueym- oynni klokkan 15. Vit fara alla tíðina at kunna okkum um, hvussu gongst á ymsu stødunum, og tå 2. hålv- leikur byrjar, fara vit at koyra móti teimum pláss- unum, har sannlíkið er stórst fyri, at heiðursmerkini Skulu býtast út. Men tað kann væl vera, at stødan broytist, og so verður alt eitt sindur seinkað, sigur Dánjal Andreasen. Silvur til Streym Heilt greitt er, at B68 fær gullkrónumar í 3. deild, og merkini hava Torleif og Óli við sær í sjáttuni. FSF tykist rokna við, at toftamenn í 3. deild vinna á NSI, tí silvur- krónurnar verða á Skála, har Streymur hevur góðan møguleika at fáa tær, um Ferðasteypi Vinnararnir í gllum deild- unum fáa umframt æruna at vera best og heiðursmerk- ini, sum verða hongd um hálsin, eisini ferðasteyp, sum felagið hevur í varð- veitslu til komandi kapp- ingarár er liðugt. Steypini verða vunnin til ognar av tí felagnum, sum vinnur tríggjar ferðir upp í slag ella vinnur fyrst fim ferð ferðasteypið. I 1. deild verður kappast um steyp, sum Føroya Bjór gav at kappast um í 1991 eftir at HB í 1990 fyri fimtu ferð hevði vunnið steypið, sum Føroya Bjór gav at kappast um í 1976. Fyrsta árið hevur nýggja steypið staðið í Klaksvík. Í 2. deild tykist fara at ganga long tíð, áðrenn nak- að felag ognar sær steypið. Líggjas Joensen, sum tá var formaðurí ÍSF, gav í 1976 steyp ul nýstovnaðu 2. deildina at kappast um. MB og NSI eiga triggjar aktiur í part í steypinum, B71 og ÍF eiga tvær, og hesi lið eiga eina í part: Fram, GÍ, B68, LIF, B36 og VB. Miðvingar kunnu í dag vinna fyri fjórðu ferð, men gera teir tað, so vinna teir í hvussu so er ikki steypin ti ni skif ognar komandi ár, tí tá hava teir ikki lið í deildini. Síðani í fjør hevur steypurin staðið í Sandoynni. 3. deild hevur síðani 1977 kappast um steyp, ið pf. Poul Michelsen hevur givið. SI og HB eiga tvær aktiur í part, og Royn, TB, LÍF, SÍF, Sumba, VB, EB, B71 og KÍ eiga eina í part. Síðani í fjør hevur steypið staðið hjá HB. 14. deild hevur HB møgu- leika at vinna steypið, sum Christian Olsen gav í 1984, fyri tridju ferð upp í slag og har við til ognar. Í alt hevur HB vunnið tað fýra ferðir, Kl hevur vunnið tvær ferðir, NSÍ ikki vinnur á B68. Bronsumerkini = tyngja eisini taskuna hjá FSF monnum á Svangaskarði. Tey eru ætlað NSÍ, men tað kann koma fyri, at TB skal hava tey, men um so verð- ur, So mugu tvøråmenn geva tol. Meiri málm FSF fólkini hava annars um at vera við at býta heiðurs- merki út I gjårkvøldid leiktu VB og HB finalu í 3. deild á Sevmýri. Har skuldi Óli Holm handa krónurnar. Æsir hevur vunnið 3. pláss- ið, tí hitt HB liðið ikki møtti til dystin. Tær 14-17 ára gomlu genturnar hjá KÍ og B36 dystaðust um 3. plássið í Gøtu í gjårkvøldid, og har skuldi Annfinn Danielsen, formaður í ungdómsdeild- ini, handa vinnaranum bronsuna. Sunnudagin kl. 15 verður finalan í somu deild leikt í Gundadali. Tað eru GÍ og SIF sum dystast, og aftan á handar Malan Mohr, kapp- ingarstjóri fyri kvinnu- og gentudeildina, silvur og gullkrónur. -nn- og Streymur, Skåla og VB hvor sína ferð. Í unglingadeildmi vann HB mikukvøldid fyri triðju ferð steypið, sum Sverri Trónd Hansen gav at kapp- astum í 1984. KÍ, GÍ og NSÍ eiga hvgr sínar tvær aktiur í steypinum, sum seinasta ár- ið hevur verið í Klaksvík. TáGlog SÍF í gentudeild- ini í morgin kappast um steypið, sum FSF í 1985 gav, verður nýtt navn skriv- að í tað undir øllum um- stóðum: higartil hevur KÍ vunnið fýra ferðir, HB tvær ferðir og NSÍ vann í fjør. -Nn-