týsdagur 29. apríl 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 80 - 29. apríl 2003
Nr. 80 - 29. apríl 2003
3
PÁSKIRNAR
Vilmund Jacobsen
Nógv fólk leitaðu sær út til
Nólsoyar dagarnar fyri
páskir at halda frí og hugna
sær saman við familju,
vinum
og
kenningum.
Óneyðugt er at siga, at
bygdin liggur tætt uppat
Havnini, og tí verður eisini
siglt nógv um fjørðin í
maskinbátum.
Kaffistovan, sum bæði
selir mat og drekka, verður
nógv vitjað í tí betri tíðini
av árinum, og tað er ikki so
sjáldan slíkar frídagar, at
fullsett er.
Bygdin veksur
Í sínari tíð búðu 350 fólk í
Nólsoy, og talið av skúla-
børnum lá um seksti.
Undir kreppuni fyrst í
nítiárunum, kom fólkatalið
niður á umleið 240, og talið
av skúlabørnum mundi ikki
liggja stórt omanfyri 25-30.
Nú er aftur vent í holuni, og
fleiri familjur við børnum
eru fluttar útaftur til Nóls-
oyar at búgva. Onkur fam-
ilja við tilknýti til oynna er
flutt heimaftur úr Danmark
og hevur búsett seg aftur í
heimbygdini. Eisini onkur
familja, sum heldur, at tað
er ov dýrt at búgva í Havn,
hevur keypt hús í Nólsoy.
Gott ferðasamband er við
Rytuni um Nólsoyarfjørð
3-4 ferðir um dagin og tey,
sum ikki liva av tí, sum upp
úr havinum kemur, arbeiða
í flestu førum í Havn. Onk-
ur arbeiðir longur norðuri á
Streymoynni.
Í Nólsoy er barnagarður
og góður skúli, og bygdin
er eitt gott uppvakstrarstað
hjá børnum.
Hugnaligt umhvørvi
Eitt góðveðurskvøld er
hugnaligt at spáka í bygd-
ini, tá ið ljós er tendrað í
mongum av teimum hús-
um, sum annars standa tóm.
Fólk, sum hava búsett seg
í Havnini og aðrastaðni,
vitja aftur á slóðina.
Norðuri í bygdini eitt
slíkt kvøld fyri páskir møttu
vit mammu Ova, Olevinu
Joensen, sum stóð og prát-
aði við eina vinkonu.
Vina, sum hon vanliga
verður rópt, helt fyri, at tað
er so hugnaligt, tá ið ljós
aftur er at síggja í hvørjum
vindeyga. Hon er nú farin
um tey áttati, men er fram-
vegis røsk.
Vina, sum hevur verið
ein megnar kvinna, hevur
ikki altíð havt tað so lætt.
Maðurin var sjúkur í mong
ár, áðrenn hann doyði, og
seinni í tíðini vildi lagnan
tað so illa, at hon misti tveir
synir á sjónum, harav Ovi
var annar.
Slíkar góðveðursdagar,
sum dagarnar fyri páskir,
siglir Rytan við nógvum
fólki, og nógv fólk – og
ikki minst børn – eru at
síggja í trongu túnunum
ímillum hundar og onkran
traktor, sum koyrir fram
við. Og tað var ikki sørt
hesar dagar, at onkur per-
sónbilur eisini smeyg sær
framvið undir vindeygan-
um av og á...
Gongutúrar
Nógv, sum leita sær út til
Nólsoyar í tí góðu tíðini á
árinum, hava eisini hug at
síggja náttúruna.
Og soleiðis var eisini
dagarnar fyri páskir.
Væl av fólk sást fara í
hagan – summi longri túrar,
onnur styttri.
Skírisdagur var ein so
frálíkur dagur, og langi
fríggjadagur
var
eisini
góður.
Vit pakkaðu eisini skját-
tuna og fóru ein gongutúr
suður á Tjørnunes langa
fríggjadag. Hetta er ein av
teimum stuttu, men góðu
túrunum, har gott er at
ganga, og bæði børn og
vaksin kunnu vera við.
Veðrið var gott, og úti á
Tjørnunesi høvdu børnini
hug at fara út í Tjørnunes-
dammin, har mangur smá-
drongur í Nólsoy lærdi seg
at svimja í gomlum døgum.
Men enn er árið ungt, og
tí var vatnið eisini heldur
kalt.
Tó helt tað ikki smágent-
uni, sum var við í ferða-
lagnum, aftur at fara út í og
taka nøkur tøk í hylinum.
Hetta var ein góður túrur,
sum eingin vildi verið fyri
uttan hendan dagin.
Rullaðu egg
Á páskum rullaðu børnini
egg, og úti í bønum heim-
anfyri Kráku-húsini saml-
aðist meginpartin av børn-
unum, sum vóru í bygdini
hesi páskini. Nógv vaksin
vóru eisini við, og fólk
hugnaðu sær.
Hendan dagin var lotið tó
kaldari; hann lá inn úr
havinum við høgari eystur-
ætt og einum frískum loti.
Hetta vóru góðir apríl-
dagar í Nólsoy um páskirnar.
Tá ið farið varð av bygd-
ini aftur, 2. páskadag, mátti
Rytan sigla eykatúr, tí øll
sluppu ikki við seinasta
túrin.
Tey, ið eftir vóru í Nólsoy
hetta kvøldið, kundu fara í
ungmannahúsið, har nóls-
oyingar spældu til dans.
Tað er so hugnaligt, tá ið ljósini í vindeygunum eru tendrað
Tað er hugnaligt í Nólsoy, tá
ið fólk, sum hava tilknýti til
bygdina, leita saman aftur
um høgtíðirnar
Einar og daman hugna sær á klettinum í góðveðrinum úti á
Tjørnunesi. Einar, sum er nólsoyingar, men býr í Gøtu, er
kendur í føroyska tónleikaheiminum
Hendan fitta smágentan var tann einasta, ið troystaði sær út í
Her rulla nólsoyingar egg. Hendan dagin var høgt eystanlot – eitt sindur kaldari enn dagarnar fyri
Í Nólsoy er náttúruvakurt.
Hendan gentan spælir niðri
á kaiuni við slanguna
C
M
Y
K
3
2