Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 80 - 29. apríl 2003 Nr. 80 - 29. apríl 2003 5 Halda føroyska stevnu í Lyngby Næsti leygardagur verður føroyskur dagur í Lyngby í Danmark við ymsum tiltøkum á skránni ÚTISETATILTAK Áki Bertholdsen Næsti leygardagur verður stórur Føroyadagur í Dan- mark. Tað verður í Lyngby, at hesin dagurin verður hildin undir heitinum “Færødag på Lyngby Sø” Og tá ið stevnan er á Lyngbyvatni, er skiligt, at tjóðarítróttur okkara, róður, verður ein partur av tiltak- inum. Tey, sum fara at rógva og sigla á stevnuni, eru nøkur av teimum, sum vóru við í norðurlendsku róðrar- og mentanarstevnuni á Tvør- oyri í summar. Felagið Tvørabáturin fer ast rógva, umframt Neystið í Ishøj og SAS roklubben úr Kastrup. Á landið fara Húsaork- estrið úr Ekypmannahavn og føroyskar kvøðarar úr Hvidovre at framføra kór- sang og føroyskan dans. Harafturat verður lista- framsýning, har Randi Martin av Tvøroyri og Tór- hild Tólfson úr Vestmanna fara at sýna málningar fram. Og tað verður Kristin Mic- helsen, borgarstjóri á Tvør- oyri, sum fer at seta stevnuna. Sjálv stevnan verður hildin hjá Lyngby Damero- klub á Christian Winthers- vej 24, sum hevur tikið stig til stevnuna, saman við Ólavi á Heygum Lyngby Dameroklub var við á stevnuni á Tvøroyri og tey lata sera væl at í Føroyum, tí tey halda bæði, at føroyingar vóru avbera blíðir og at stevnan var sera væl fyrireikað. Ætlanin er nú at end- urstovna felags kommununa í Suður- oynni, so at oyggin kann standa sum ein maður úteftir SAMSTARV Áki Bertholdsen Suðuroy: Suðuroyingar skulu standa sterkari, tá ið mál av felags áhuga eru til viðgerðar. Tað heldur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michel- sen. Tí hevur hann nú tikið stig til at endurstovna fel- agskommununa í Suðuroy. Hann hevur sent øllum kommunum í Suðuroynni bræv, har hann spyr, um áhugi er fyri at endurstovna felagskommununa í Suð- uroy. Endamálið við hesum er at kommunurnar í Suðuroy skulu skunna viðgera fel- ags mál og kunnu standa sterkari, tá ið mál, sum viðvíkja Suðuroy eru til viðgerðar. Hvalbiar Bygdaráð við- gjørdi málið í síðstu viku og samtykti einamælt at taka undir við ætlanini. Hetta er ikki fyrstu ferð, at roynt verður at styrkja kommunala felagsskapin í Suðuroy, uttan beinleiðis at leggja saman. Eisini fyrst í nítiárunum var felags kommuna skipað í Suðuroynni, men ta ferð- ina sovnaði felags komm- unan skjótt burtur aftur. Nú roynt verður at end- urstovna felagskommununa í Suðuroy, verður víst til fel- ags kommununa í Vágum, sum hevur verið væl skipað og sum hevur gjørt nógv vart við seg, tá ið mál, sum hava felags áhuga fyri Suðuroyn- na, hava verið til viðgerðar. Suðuroyingar styrkja seg Eini 80 fólk hava søkt um grundstykki í Klaksvík og komm- unan roynir av øllum alvi at nøkltqa tørvin BÚSETING Áki Bertholdsen Klaksvík: Tað er stórur áhugi fyri at seta búgv í Klaksvík. Steinbjørn B. Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at kommunan hevur einar 80 umsóknir um grundstykki. Fleiri av umsóknunum eru frá fólki, sum búgva í Klaksvík. Men tað eru eisini fleiri umsóknir frá fólki, sum búgva aðra- staðni, men sum ætla at flyta til Klaksvíkar. Steinbjørn Jacobsen heldur, at tað er tunnils- fepurin, sum longu er farin at gera um seg og fær fólk at søkja um grundstykki í Klaksvík longu nú. Men sum er, klárar kommunan ikki at nøkta tørvin. Steinbjørn B. Jacobsen sigur, at kommunan hevur stykkjað 24 stykki út á Helnarbrekku og farið verður nú undir 14 afturat. Seinni verður so farið undir eina nýggja útstykk- ing Undir Fossum. Gravgangur eftir at búgva í Klaksvík Hóast havumhvørvi er vorðið føroyskt málsøki, so ætla danska stjórnin og føroyska heimastýrið at samstarva. Tískil hava partarnir undirskrivað eina samstarvsavtalu HAVUMHVØRVI Heri á Rógvi Í januar var málsøkið hav- umhvørvi yvirtikið til før- oyska heimastýri og Olju- málaráðið at umsita. Hetta merkir, at tað verða føroysk- ir myndugleikar, sum hava fulla lógar- og umsiting- arábyrgd av havumhvørvi. Umhvørvisfyrisitingar fevna víða, og tískil meta báðir partar, at tørvur er á einari samstarvsavtalu. – Eitt er at yvirtaka hav- umhvørvi, men tað er nógv á altjóða støði, har tað er týdningarmikið, at vit eru við. Og tað er tað, ið henda samstarvsavtalan snýr seg um, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í um- hvørvismálum. Danir skulu við øðrum orðum hjálpa føroyingum í ymsum altjóða sambond- um. Umboð úr Føroyum skulu kunna vera við í relavantum altjóða høpum í sendinevndum hjá dønum. Ætlanin er, at embætis- fólkini hjá Oljumálaráðn- um og danska Miljøminist- eriet skulu hittast eina ferð um árið, og landsstýris- maðurin og danski ráðharr- in skuldi eftir ætlan eisini hittast eftir tørvi. Lítið ítøkiligt Á tíðindafundi í sambandi við, at samstarvsavtalan varð undirskrivað, søgdu teir báðir, Hans Christian Schmidt,danskur umhvørv- isráðharri, og Eyðun Elttør, seg vera fegnar um hetta samstarvið, sum eisini hev- ur víst seg at rigga serstak- liga væl higartil. Hildið verður, at tørvur er á einari tílíkari avtalu, og Hans Christian Schmidt legði eina við, at danir vilja arbeiða fyri føroyskum ynskjum og ikki trýsta nakrar altjóða avtalur niður yvir føroyingar. Men spurdir, kundu hvørgin teirra vísa á teir heilt stóru ítøkiligu munir- nar, ið fólk fara at leggja til merkis, nú málsøkið er yvirtikið og samstarvsav- tala gjørd. Hans Christian Schmidt segði, at nú er tað upp til føroyingar sjálvar at gera av, hvussu og hvat verður gjørt við havumhvørvi í Føroyum. Eyðun Elttør heldur, at tíðin fer at vísa, hvørjar broytingar verður neyðugar at gera innan havumhvøri, sum hann metir vera eitt sera umfatandi málsøki. Samstarva um hav Hans Christian Schmidt, danskur umhvørvisráðharri, og Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum, undirskrivaðu fríggjadagin eina samstarvsavtalu um havumhvørvi. P/F Norðoyatunnilin og NCC høvdu gjørt eina fyribils avtalu um, at NCC skuldi gera Norðoyatunnilin, men á síðsta nevnd- arfundi valdi nevndin í Norðoyatunlinum at ganga burtur frá hesari avtalu NORÐOYATUNNIL Heri á Rógvi Nevndin í P/F Norðoya- tunlinum hevur gjørt av, at arbeiðið, at gera tunnilin millum Klaksvík og Leirvík, skal bjóðast út. Í sær sjálvum er hetta ikki løgið, tí vanligt er jú, at almenn byggiarbeiði verða boðin út. Men hesaferð var ein ein avtala gjørd millum NCC og P/F Norðoyatunnilin um at gera tunnilin. Talan var um eitt sokallað “Letter of intent”. Á donskum vildi hetta verið rópt fyri ein hensigtserklæring, t.e. ein ætlan fyri, hvussu arbeiðið skal gerast. Bergur í Garði, formaður fyri P/F Norðoyatunnilin, sigur, at avtalan varð gjørd í august/september í fjør. Hann metir ikki avtaluna vera juridiskt bindandi. Hann kann heldur ikki siga nakað um, hvat avtalan konkret snúði seg um. – Hetta er ein avtala mill- um tveir partar, og inni- haldið verður ikki latið al- menninginum, sigur Bergur í Garði. Tað var á nevndarfundi 4. apríl, at nevndin í P/F Norðoyatunlinum avgjørdi, at arbeiðið skuldi bjóðast út. Hetta var tann síðsti fundurin, áðrenn avgerðin varð almannakunngjørd. Bindandi John Petersen, stjóri í J & K Petersen, sigur, at ein “Lett- er of intent” verður gjørd millum byggiharra og entrepenør, har vanliga nakrar treytir fylgja við. – Tá treytirnar eru upp- fyltar, so er avtalan bind- andi, sigur John Petersen. Fyritøkan hjá honum hevur saman við Byggitek gjørt eitt samtak við NCC, sum skuldi gera Norðoya- tunnilin og fer at bjóða upp á Norðoyatunnilin. Hann sigur seg hava skilt, at treytirnar í hesari avtal- uni vóru fylgdar, men hann kennir ikki meira til sjálva avtaluna, ið hann ikki hevur havt undir hond, men sum NCC hevur gjørt við P/F Vágatunnilin. – Tað er sera óvanligt, at nakar gongur frá avtaluni, tá treytirnar eru uppfylgtar, sigur John Petersen. Sambært John Petersen verða “Letter of intent” gjørt rættiliga javnan í sam- bandi við byggiarbeiði. Bilsnir Hjá NCC eru teir bilsnir um, at upprunaliga avtalan ikki varð fylgd. Niels Larsen er stjóri fyri NCC-Vágakonsortiet. Hann sigur, at tað er sera óvanligt, at tílíkar avtalur ikki verða hildnar, men teir hava mestur upplivað tað áður. Hann leggur eina við, at NCC ikki eru fornermaðir um gongdina, men teir eru bilsnir og høvdu als ikki vænta, at hetta fór at henda. Eftir hvat Sosialurin skilur, so ætlanin verið at fylgja upprunaliga avtaluni, men á síðsta nevndarfundi, broytti P/F Norðoyatunnilin støðu. Men fer NCC so at bjóða upp á at gera Norðoyatunn- ilin? – Tað fara vit nokk. Vit eru altíð áhugaðir í tílíkum uppgávum, sigur Niels Larsen. Bergur í Garði sigur seg rokna við, at Norðoyatunn- ilin kann vera liðugur fyrst í 2006. Hevði NCC arbeitt eftir upprunaligu ætlanini, var tunnilin mest sannlíkt liðugur eitt sindur fyrr, tí teir kundu verið farnir undir arbeiðið beinanvegin. Norðoyatunnilin fer væntandi at kosta millum 350 og 400 milliónir. NCC vrakað í síðstu løtu Mynd: Hóast NCC kundi gera Norðoyatunnilin eftir sama leisti sum Vágatunnilin, og hann kundi verið skjótt liðugur, so vildi nevndin í P/F Norðoyatunlinum bjóðað arbeiðið út. Mynd: Edvard Joensen Danski umhvørvis- ráðharrin hevur ikki stórvegis viðmerk- ingar til nógva út- látið í Føroyum, sum næstan setir met í heiminum. Tað er eitt mál fyri føroy- ingar at loysa, sigur danski umhvørvis- ráðharrin UMHVØRVI Heri á Rógvi Danski ráðharrin í um- hvørvismálum hevur ikki stórvegis viðmerkingar til stóru nøgdina av CO2 út- láti í Føroyum. Ein kanning vísti, at Føroyar vóru millum tey trý mest dálkandi londini í heiminum við koltvíiltu. Men Hans Christian Schmidt hevur ikki stór- vegis viðmerkingar til nógvu dálkingina hjá ríkisfelagnum. – Eg ynski, at øll lond fara at halda Kyotu avtal- una og fáa útlátið av CO2 niður. Vit leggja eisini upp til at nýta “joing im- plentation” og onnur amboð til at fáa hetta at virka, og hesum eru før- oyingar vælkomnir at vera við í, men tað mugu før- oyingar sjálvir taka støðu til, sigur Hans Christian Schmidt. – Føroyskir myndug- leikar fáa ongan peiki- fingur frá mær, sigur Hans Christian Schmidt. Núverandi danski ráð- harrin í umhvørvismálum gjørdist ráðharri, tá VK stjórnin tók við í síðst í 2001. Hann er útbúgvin skúlalærari, og hann hev- ur síðani 1994 sitið á Fólkatingi fyri Venstre. Hans Christian Schmidt sigur annars, at hann merkir ein stóran áhuga fyri umhvørvismálum í Føroyum, og hann roknar við góðum úrslitum í framtíðini. Eingin peikifingur C M Y K 5 4