Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 80 - 29. apríl 2003 Nr. 80 - 29. apríl 2003 7 Fólk frá flestu fornminnisfeløgun- um í landinum hittust til árligan fund í Miðvági sunnudagin FORNMINNI Edvard Joensen Miðvági: Sunnudagin hitt- ust umboð fyri flestu forn- minnisfeløgini og í landin- um saman við fólki frá Føroya Fornminnissavni á stevnu í Miðvági. Fólk við áhuga fyri forn- minnum hava seinastu árini árliga hitst hjá hvørjum øðrum at røða um felags áhugamál. Eisini hava fólk frá Føroya Fronminnissavni verið við á hesum fundum. Tann sjeyndi av hesum árligu fundunum var sunnudagin í Miðvági. Tá hittust fólk frá teimum flestu av teimum 14 -15 fornminnisfeløgunum, sum eru í landinum. Fornminn- isfelagið í Miðvági var vegna tey trý feløgini í oynni vertur fyri fundinum Hildur Joensen er skriv- ari í Miðvágs Fornminnis- felag. Hon greiðir frá, at dagurin byrjaði við fyri- lestrum í bygdarskúlanum í Miðvági. Fyrst helt hon sjálv ein fyrilestur um Jansagerði, har hon greiddi frá bygningum og søgu hjá gamla prestagarðinum. Miðvágs Fornminnisfel- ag hevur fingið gomlu upp- sitarhúsini í Jansagerði sum felagshús. Tað vil siga, eini hús, sum vórðu bygd fyrra- partin í farnu øld av tilfari, sum fingið var frá gomlu uppsitarhúsunum á presta- garðinum. Miðvágs Kommuna hev- ur keypt húsini og latið Fornminnisfelagnum tey í varðveitslu. Felagið ger tey í stand og fer at brúka tey til felagsarbeiði, sigur Hildur Joensen. Talan verður kortini ikki um nakað savn sum so, sigur Hildur Joen- sen, men eini felagshús, har ymisk tiltøk kunnu haldast. Eftir fyrilesturin um Jansagerði, varð eisini hild- in fyriliestur, har greitt varð frá bygdarsavninum í Sør- vági. Seinnapartin vóru aftur fyrilestrar ella kunning, sum onkur valdi at nevna tað, í bygdarskúlanum í Miðvági, har millum onnur landsantikvarurin, Steffen Stumman Hansen, greiddi frá virkinum hjá Fornminn- issavninum og hvat Savnið í framtíðini hevur av ætlan- um. Sum vera man varð eisini vitjað ymsastaðni í oynni, har nógv søgulig støð eru at hyggja at. Um middagstíð varð farið til Sørvágs at síggja bygdarsavnið har, áðrenn farið varð til døgurða á Hotel Vágum. Dagurin endaði við rundvísing í Miðvági og Sandavági. Í Miðvági varð hugt at Beitishúsunum, har Mikkj- al á Ryggi var føddur. Hús- ini, og sum Vága Dansifel- ag nú eigur og hevur undir umvæling. Úr Beitinum varð farið niðaní Hýsisá at síggja tey bæði ørindini, sum Mikkjal á Ryggi í hoyna 1909 høgdi í helluna. haðani varð farið niðan í Kálvalíð at síggja gomlu húsini har. Úr Kálvalíð varð farið yvir um í Jansagerði, og endaði dagurin í Vágum við eini rundvísing við Løg- mansgarðin á Steig í Sandavági Fornminnisfólk hittust í Vágum Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at bera til at uppliva The Beatles live í Føroyum. Sjálvandi við føroyskum tónleikarum og frásøgufólki. FS Vágar skipar fyri stórum Beatles tiltaki á Giljanesi TÓNLEIKATILTAK Edvard Joensen Vágar: Leygarkvøldið tann 17. mei skipar stuðulsfelag- ið hjá FS Vágum fyri stór- um Beatles tiltaki á Gilja- nesi. Tríggir tónleikabólkar fara at spæla Beatlesløg frá byrjan til enda av livitíð Beatlanna. Odmar Ravnsfjall, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at hetta er vist fyrstu ferð, at slíkt tiltak verður hildið í Føroyum. Hetta er stórt tiltak, sum hann eisini væntar sær nógv av. Tríggir úrvaldir tónleikabólkar fara at framføra Betalesløg í kronologiskari raðfylgju, eftir hvussu løgini eru gjørd. Bólkarnir hava fing- ið hesa bundnu uppgávuna og hava vant til tiltkakið í einar tveir mánar, sigur hann. Tiltakið er býtt sundur soleiðis, at hvør bólkurin tekur sær av sínum tíðar- skeiði í Beatles søguni. Fyrst er tað ein bólkur, sum nevnir seg Ják' upsa Skegg, sum mannaður er við monnum sum Sámali Ravnsfjall, Ronnie Nielsen, Ólavi Øster, Torbergi Johannesen og Jóan Peturi Andreasen, sum fer at um- boða »ungu Beatlarnar«, sum teir siga. Tað eru løg, sum gjørd er í tíðarskeiðn- um fram til 1965. Eftir teir fer All That Rain við Jens Tummasi Næs, Henningi Nicodem- ussen, Hansi Ravnsfjall og Poul Arna Holm at fram- føra løg frá árunum 1965 til 1967. Løg frá »Rubber Soul« til »Sgt. Pepper«, greiðir Odmar Ravnsfjall frá. Seinasti bólkurin er »Showmenn«, mannaður við Jens Marna Hansen, James Olsen, Johannusi á Rógvu og Finni Hansen. Teir fara at taka um endan. Árini frá 1967 til 1970. Tó verður ikki bara live tónleikur hetta kvøldið. Dyrnar lata upp klokkan 23.00, og tá fer Robert McBirnie at venda plátum, Beatles løg sjálvandi, fram til klokkan hálvgum tólv. Hetta verða sonevnd »cover løg«, sum aðrir hava spælt inn. Robert McBirnie verð- ur frásøgumaður gjøgnum alt tiltakið hetta kvøldið. Síðan sleppa teir ein- støku Beatlarnir til við løg- um, teir hvør sær hava gjørt eftir Beatlestíðina. Fyrstur verður Ringo Starr, hvørs løg verða at hoyra frá klokkan 23.30 til 23.45, tá Geroge Harrison tekur yvir til midnátt. Tá fara »teir ungu Beatl- arnir«, teir fram til 1965, á pallin og spæla í ein tíma, greiðir Odmar Ravnsfjall frá. Síðan fær Paul McCartney orðið í eitt korter, áðrenn »miðlinga Beatlarnir« sleppa fram at í ein tíma. Tá er so bara John Lennon eftir, sum fær tað seinasta korterið, áðrenn teir nýggjastu Beatlarnir koma á pallin. Tiltakið endar klokkan halvgum fýra við felagssangi, sum verður »All you need is love«, sigur Odmar Ravns- fjall. Atgongumerki til tiltakið verða seld í forsølu frá mikumorgninum. Tey fara at fáast í Kunningarstovuni í Havn, í Kiosk Vár í Runa- vík, á Shellstøðini í Gøtu- dali og í Mylluni í Miðvági. Atgongumerkini fara í forsølu at kosta 170,- krón- ur, men 200,- krónur við dyrnar, um nøkur vera eftir, tá latið verður upp. Tað verða bara 1.200 atgongu- merki seld, tí fleiri fólk sleppa ikki inn í høllina á Giljanesi, siga fyrireikar- arnir. The Beatles í Vágum Fólk frá fornminnisfeløgum og Føroya Fornminnissavni hyggja at helluni í Hýsisá, har Mikkjal á Ryggi høgdi síni ørindi í 1909 Mynd: Edvard Joensen Størsta Beatles tiltakið í Føroyum nakrantíð verður á Giljanesi leygarkvøldið 17. mei Varandi loysnir fyri teimum brekaðu Ann Mari Joensen helt flaggdagsrøðuna í Klaksvík, og hon kom inn á hetta, at tað í ár er ár teirra brekaðu. Hon kom millum annað inn á, at tað ofta verður lopið upp um, har garðurin er lægstur ístaðin fyri at finna varðandi loysnir FLAGGDAGSHALD Solby A. Eliasen Klaksvík: Heilt fitt av fólki varð savnað í Vágstúni til flagg- dagshald, hóast tað var heldur kaldligt í veðrinum. Klaksvíkar Hornorkestur og skótar gingu skrúð- gongu frá Klaksvíksgarð- inum og heim í Vágstún, har Ann Mari Joensen flutti fram røðu. Ann Mari Joensen helt fyri, at tað má vera eitt tek- in uppá áhuga og ábyrgdar- kenslu fyri øllum bólkum í samfelagnum, at fyriskipar- arnir av bæði Flaggdags- haldinum og Grækaris- messuhaldinum í ár hava valt at lata heitið á árinum, Ár teirra brekaðu, seta dám á røðurnar báðar. Ann Mari tosaði um við- urskiftini hjá teimum brek- aðu her á klettunum. Hon setti fram spurningar, um tey munnu fáa eina kenslu av at hoyra til onkunstaðni og at hoyra saman. Hon segði, at okkurt er hent á økinum. Umlætting- arheim, bústovnar og sam- býlir eru komin, og sam- stundis sum hon vísti takk- semi fyri tað, segði hon tó, at hetta langt frá nøktar tørvin, sum er. Men hon helt, at tað at tey eru farin at flyta brekað inn aftur á Eirargarð er at leypa upp um garðin, har hann er lægstur. Her eftir- lýsti hon varðandi loysnum. Ann Mari samanlíknaði eisini litirnar í okkara flaggi við tey brekaðu. – Tann reyði liturin er tekin um blóð og stríð. Vit hava minst Kristus nú á páskum, hvussu hann stríddist fyri okkum. Tey, ið bera brek, hava trúnna upp á nakað gott. Tey eru einkul sum barnið og lata onki órógva teirra trúgv. Somuleiðis bar hon hinar báðar litirnar í flaggi okk- ara saman við teimum, ið bera brek. Blátt fyri vónina og hvítt fyri reinleikan og kærleikan. Og so vísti hon á, hvussu týdningarmikið tað er at hava vón, trúgv og kærleika við gjøgnum lívið. Ann Mari eigur sjálv eina dóttur, sum er monogol. Hon segði, at tað er ótrúliga læruríkt at blíva foreldur at einum, ið ber brek. – Ein fær onnur lívsvirði. Barnið togar teg niður á eitt einfalt støðið og vísir okk- um á, hvussu gott, gevandi og friðfult tað einkulta í veruleikanum er. Vit taka so nógv fyri givið, sum vit heldur áttu at grundað yvir og verið takksom fyri, segði Ann Mari Joensen. Hon helt fram, at hon sum mamma hevði sæð, at tað ikki er nakar trupulleiki hjá teimum, ið bera brek at verða góðtikin av tí yngra ættarliðinum. Men heldur er tað tað, at samfelagið ikki er búgvið til uppgáv- una. – Verður ikki ov nógv hugsað í oyrum og krónum, hvat og hvussu nógv vit fáa afturfyri, tá ið gjaldast skal, spurdi Ann Mari eisini. Hon heitti á øll um at standa saman og geva pláss hvør fyri øðrum og saman verða ein sterk tjóð við Merkinum á odda. Sera nógv herverk hava verðið framd í høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Rútar eru knústir bæði á bilum og húsum. Løgreglan stendur á berum LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen Ein ørgrynna av rútum eru brotnir ymsastaðni runt í Havnini sunnunáttina og morgunin. Løgreglan hevur fingið einar 10 -15 fráboðanir um brotnar rútar á antin húsi ella bili. Vakthavandi sigur, at tað letur til, at tað eru fólk sum antin eru komin úr Norðurlandahúsinum ella høllini á Nabb, sum hava gingið eina ávísa leið og brotið rútar á vegnum. Fyrsta fráboðanin var frá Eysturskúlanum, har onkur hevði tveitt ein av hesum stóru urtapottunum, sum standa til prýðis uttanfyri inn gjøgnum ein rút. Og so gongur eitt mynstur har frá til tey næstu støðini, har herverk eru framd antin á hús ella bilar. Og talan hevur verið um grót ella urtapott gjøgnum rútar hvørja ferð. Í tveimum húsum á Jústsgøtu varð rútur knúst- ur. Í tí eina kundi tað verðið heilt galið, tí ein tungur urtapottur varð tveittur inn gjøgnum rútin og lendi á einum høvda- lagi, har ein ung genta van- liga svevur. Men tíbetur svav hon ikki har beint tá tað hendi. – Um gentan lá har, so hevði verðið heilt galið, so ikki kann annað sigast enn, at hetta hevur verið sera stutt umhugsað, sigur vakthavandi á løgreglu- støðini í Havn. Løgreglan veit ikki at siga, hvør tað er, sum hevur framt hesi herverk. Vakthavandi sigur, at her er talan um hendingar, sum henda um næturnar. – Tann ella tey, sum fremja herverkini, gera eisini so skjótt av, at fólk hava lítlan ella ongan møguleika fyri at síggja persónarnar, áðrenn tey sleppa sær burtur, sigur vakthavandi. – Tann reyði tráðurin er annars tað, at nýggir bilar kunnu ikki fáa frið. Og tað er ein vánaligur menta- litetur millum nakrar ávísar bólkar av ungum, sum vísa ein avbera ógfantaligan atburð, sigur vakthavandi og vísir sam- stundis á, at tá summi duga enntá illa at seta eina tóma fløsku frá sær. Av eini ella aðrari orsøk knúsa tey hana heldur í vegin, har hon kann verða til skaða fyri onnur. Rúsdrekkakoyring Annars eru fleiri bilførarar tiknir um vikuskiftið fyri rúsdrekkakoyring. Løg- reglan hevur somuleiðis tikið fólk upp av vegnum, sum ikki megna at koma til hús og antin koyrt tey heim ella ástøðina at sova rúsin av sær. Fríggjadagin tók løgregl- an ein bilførara sum koyrdi ávirkaður. Ein annar maður sat í bilinum, og hann var sera óhøviskur við annan politistin, sum var ein kvinna. Hesin verður nú ákærdur fyri brot á lógina um at fornerma ein persón í almennari tænastu. Eitt rok var í høllini á Nabb leygarkvøldið, har tveir vóru farnir til hend- urs. Løgreglan kom á stað- ið og tók báðar við á støðina. Seinnapartin sunnudagin um hálvgum fimm tíðina fekk løgreglan fráboðan um eldsbruna. Eldur var komin í eini hús á Frúutrøð. Húsfólkið hevði gloymt eina grýtu. Sløkkiliðið kom á staðið og alt spældi tíbetur væl av. Húsini hava fingið nakað av roykskaða. Ein røð av herverkum í Havn Ann Mari Joensen helt røðu, tá norðoyingar savnaðust um Merkið flaggdagin C M Y K 7 6