Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 80 - 29. apríl 2003 Nr. 80 - 29. apríl 2003 9 Í minsta lagi 100 føroyingar fara á vikuskiftisferð at lurta eftir livandi legenduni Sir Paul McCartney fríggjakvøldið 2. mai í Keypmannahavn. Ongin trupulleiki hevur verið at sleppa av við atgongumerini, hóast tey kosta úr 570 krónum, sigur Børge B. Hansen av Flog- felag Føroya, sum hevur fyriskipað konsertferðina saman við Atlantic Airways KONSERTFERÐ Ingi Rasmussen Hann er næstan 64, men hann hevur hvørki mist hárið ella tekkið millum sínar mongu fjepparar kring allan heimin. Paul McCartney, sum er 62 ára gamal, spælir kom- andi fríggjakvøld 2. mai í yvirdekkaðu Parkini í Keypmannahavn. Og Parkin verður eftir øllum at døma fullsett. Tað vil siga, at eini 40.000 fólk fara at hyggja, lurta og droyma seg burtur, tá annar helmingur- in at Lennon-McCartney, sum gjørdi The Beatles til tað, teir vóru og enn eru, kastar sínar ævigt glitrandi perlur fyri eitt fólkahav. Og føroyingar eru líka býttir ella býttari í Beatles sum danskarar. Í minsta lagi 100 føroyingar fara um vikuskiftið úr Føroyum til Keypmannahavnar á kon- sert, sigur Børge B. Hansen frá Flogfelag Føroya, sum hevur skipað fyri pakka- ferðum til konsertina hjá Sir Paul McCartney. – Vit hava selt einar 60 pakkar við flogferðum og atgongumerkjum til kon- sertina hjá Paul McCartney. Men eg veit um nógv onn- ur, sum sjálv hava fingið sær atgongumerki og keypt flogferð, so eg skjóti uppá, at í mínsta lagi einir 100 føroyingar fara úr Føroyum til Danmarkar at lurta eftir Paul McCartney um viku- skiftið, sigur Børge B. Hansen. Tað besta Talan er um eina »Greatest hits« konsertferð, ið hevur fingið stak góða móttøku í øllum heiminum. Á konsertini gevur Paul McCartney fólkum tað, tey vilja hava. Konsertin tekur hálvan triðja tíma og Sir Paul spælir heili 36 løg. Og 22 teirra eru Beatles-sangir. Restin eru góð hitt frá tíð- arskeiðnum við Wings og solokarrieruni síðani. Paul McCartney skal hava 15 milliónir danskar krónur fyri at spæla í Park- ini. Fyri at tað skal ganga upp, kosta atgongumerkini úr 570 krónum og uppeftir. Tað gjalda Beatles-fjeppar- ar heldur enn fegnir. – Føroyingar hava ongan trupulleika at fara so djúpt niður í lumman, tá tað er okkurt ordiligt á skránni. Paul McCartney á palli er ein sjáldsom hending, sum tú ert heppin at uppliva, og tí fór eg beinanvegin í gongd við at skaffa atgongumerki, tá eg hoyrdi um hetta. Men eg veit eisini um nógv fólk, sum vildu vera vís í at fáa atgongu- merki, og tí keyptu bein- leiðis beinanvegin, sigur Børge B. Hansen. Tað er so gott sum útselt. Fyrrapartin mánadagin vóru einar 8-10 atgongu- merki eftir hjá Flogfelagn- um, og tær kunnu eisini keypast á skrivstovuni á flogvøllinum. Talan er um samstarv við Atlantic Air- ways, og tí verða atgongu- merkini seld saman við flogferðum. Av øðrum konsertferðum, sum verða fyriskipað á sama hátt í løt- uni, kunnu nevnast Robbie Williams, ið longu er út- seld, Bruce Springsteen 14. juni og Rolling Stones 13. juli. Ársins turné Konserferðin hjá Paul McCartney verður kallað »Back in the World« og er fyrsta konsertferðin hjá honum í Evropa síðan hansara »New World Tour« í 1993. Nýggja konsertferð- in varð útnevnd »Ársins turné« av Billboard í fjør, og tað var sum í gomlu Beatles-døgunum, tá Paul McCartney sang í Mexico, Japan og USA. Konsertferðin í Evropa hevur fingið óvanliga góð ummæli. Paul McCartney verður róstur fyri at geva alt, hann hevur í sær, og hann gloymir ikki sínar deyðu beatles-vinir, John Lennon og George Harri- son, ið verða heiðraðir á konsertini. Unglingurin í 60-árunum tykist hava tað gott, og onki uppgjørt ella yvirlegið er við honum, siga mest sum einmæltir ummælarar. Nógvir beatlessangir eru á konsertferðini, sum ongantíð áður eru leiktir live. Á fyrstu konsertini í París var eitt skelti á lofti, har tað stóð »Hello, Paul. Sing us: When I’m 64«. Men sangurin, sum hann spældi inn á slóðbrótandi útgávuni Sergent Pepper, tá hann var 25 ár, hevur ongantíð verið á hansara konsertskrá. Hann er framvegis langt frá 64 og útbrendur. Sir Paul fær føroyingar á flog Paul McCartney við byrjanina av sínari konsertferð í París 25. mars. Konsertferðin endar í heimbýnum Liverpool 1. juni. Fríggjakvøldið 2. mai er hann aftur í Keypmannahavn fyri fyrstu ferð síðani ta lítlu unplugged-konsertina í 1991 Mynd: Reuters NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sunnudagin 13. apríl 2003 andaðist Robert Brockie, millum manna nevndur Bobby. Bobby varð føddur í Edinburgh tann 12.09.1926. Familjan flutti til Føroyar í 1933, og vaks Bobby upp her í Havn. Komin til mans fór hann at starvast í fyritøkuni hjá Charles Mauritsen, har pápi hans- ara var leiðari. Í 1974 yvirtók familjan Brockie fyritøkuna og rekur hana enn í dag. Bobby hevði altíð stóran áhuga fyri ítrótti, og hvør minnist ikki Bobby úr svimjihylinum. Havnar Svimjifelag lá stilt í nógv ár, millum annað tí ongin svimji- hylur var tá í Havnini. Í 1959 kom so nýggjur uttandura svimjihylur í Gundadali, har Bad- mintonhøllin í dag stendur. Hetta kveikti lív í aftur svimjingina, og var Bobby ein av teimum, sum endurstovnaðu Havnar Svimjifelag. Hann var nevndarlimur har frá 1959 – 60 og formaður í felagnum frá 1960 til 1972. Bobby var heiðurslimur í Havnar Svimjifelag. Hann var ein sera góður svimjari, og í síni tíð í Havnar Svimjufelag gjørdi hann eitt sera stórt arbeið at læra børn og ungdómar í Havn at svimja. Hann var í svimjihylinum kvøld eftir kvøld, har hann ótroytti- liga vandi ungar svimjarar við góð- um úrsliti. Nevnast kann, at í 1964 fóru føroyskir svimjarar uttanlands at kappast á fyrsta sinni. Hetta var elituliðið hjá Havnar Svimjifelag við Bobby sum leiðara. Hesir elitusvimjarar og øll onnur svimjiáhugað hava nógv gott at minnast afturá og takka Bobby fyri tann stuðul, sum hann veitti teim- um. Bobby var ungur í sinni og dugdi so sera væl at umgangast fólk. Sjálvur havi eg havt ta gleði at arbeitt saman við Bobby innan ítróttin. Vit vóru saman til tiltøk í svimjihylinum. Minnist, hvussu glaður hann var, tá ið nýggja svimmjihøllin bleiv tikin í brúk. Nú hevði svimjiítrótturin í Havn endi- liga fingið góðar karmar at virka í, segði hann. Bobby var nevndarlimur í Tórs- havnar Ítróttarráð frá 1966 til 1979. Har sótu vit saman í nevnd nøkur ár. Bobby var altíð góður í ráðum, serliga tá talan var um at skaffa ítróttinum pening. Millum annað var tá avgjørt at hava Tivoli á Ólav- søku. Hetta tiltak er enn og hevur upp í gjøgnum árini givið ítróttin- um nógvan pening. Bobby kom í stjórnina hjá Ítrótt- arsambandi Føroya, og sat hann sum stjórnarlimur frá 1973 til 1977. Hann var formaður í svimji- deildini og skipaði fyri kappingum av ymiskum slag. Ítróttasamband Føroya hevði øll árini sera gott samstarv við Bobby. Serliga ta tíð- ina, tá arbeitt var við avgerandi broytingum í bygnaðinum, har deildir vóru lagdar saman til ser- sambond, var Bobby góður í ráðum. Til tað síðsta var Bobby ítrótta- vinur burturav, og nú hann er farin, hava vit mist ein góðan ítróttar- mann og vin. Hann gjørdi eitt stórt arbeiði innan føroyskan ítrótt, og minnast vit hann við virðing og takksemi. Í djúpari samkenslu við familj- uni, lýsa vit frið yvir minnið um Robert Brockie. Ítróttarsamband Føroya Heðin Mortensen, forseti Dagurin 29. apríl. Pætur blóðvitnismaður, deyður í 1252. Dagurin hevur navn eftir einum dominikanamunki, sum varð myrdur av fíggindum í Milano. Svenning Reinert til drotningina Í sambandi at Svenning Reinert, tann 11. mars í ár, hevði arbeitt 40 ár hjá Fær- øernes Kommando, heiðr- aði Hændes Majestæt Dronningen hann 2. apríl við "Fortjenestemedaljen i sølv". Siðvenja er at per- sónar sum fáa hesa me- daljuna seinni koma til móttøku hjá drotningini. Í gjár, mánadagin 28. apríl, kl. 10.00 møtti Svenning á Christiansborg Slot til mót- tøku. Einans gott ár aftaná at hava mist dóttrina Ingu, andaðist Vinjard páskamorgun 57 ára gamal. Longu frá ungum árum av vísti Vinjard tað áræði og virkisfýsni ið eyðkendi hann alt lívið. 25 ára gamal ognaði Vinjard sær »Barðið« sum hann sjálvur førdi, fyrst undir Føroyum fyri síðani at fara í Eystursjógvin at royna, fyri egna ábyrgd. Aftaná at kvoturnar minkaðu burtur í einki, samstundis sum »Eystursjóarbátarnir« vóru úti- hýstir av Føroyagrunninum, gavst Vinjard ikki á hondum, men fór undir landbúnaðarvirki eitt tíðar- skeið. Samstundis keypti hann sær jørð í Mykinesi ið gav honum og húski nógvar ríkar løtur. Í 1991 vóru Vinjard og sonurin við tað feigdarferð, tá báturin sakk undan teimum undir Mykinesi. Aftaná at vera komnir uppá kjøl og barst fyri lívinum í tímar, vórðu teir báðir bjargaðir í evstu løtu. Hesin túrur gav Vinjard eitt heilsuligt bakkast, uttan tó at tað steðgaði hansara virkisfýsni. Fyri 5 árum síðani setti Vinjard av sínum eintingum uppboðssølu av fiski á stovn í Sørvági. Hervið vildi hann geva sítt íkast til bygdina har hann sleit sínar barnaskóvar. Sostatt gjørdist hann ímyndin av tí framburði og øktum virksemi í tók seg upp í samband við upp- boðssøluna. Dagin fyri sum Vinjard andaðist fekk hann lykilin til tað stóru høll- ina á kajøkinum, ið skuldi vera karmurin um eina nýmótans mót- tøkuhøll, soleiðis at orkan fyri móttøku av fiski fleirfaldaðist. Góði Vinjard, tær untist at upp- liva, at tað sái ið tú sáddi bar frukt, men veruliga frambrotið ið tú av tínum eintingum legði lunnar undir, kemur vónandi at halda áfram til gagns og gleði fyri tína føðibygd. Mína djúpastu samkenslu við tykkum, sum hava mist. Frank Ein gentlemaður er farin Robert Brockie, vanliga nevndur Bobby, er slóknaður 76 ára gamal. Sonarkona hansara, Elin, hevur so sera vakurt og grípandi skrivað minningarorð í bløðunum um Bobby. Betri og vakrari kundi tað ikki verið sagt. Frá tí at familjan Brockie kom til Føroyar í 1934 gjørdust Bobby og tann, sum hetta skrivar, vinmenn: hann búsettur í Tinganesi og eg búði á Skansagarði úti á Reyni. Vit gingu í skúla hjá nonnunum, vóru í summarlegum saman við pastori Bookenogen, skótar í – minnist meg rætt – somu patrúlju og seinni, í árunum meðan Føroyar vóru hersettar av eingilskmonnum, arbeiddu vit hjá Charles Mauritzen í Tinganesi, har »gamli Brockie« var stjóri. Hetta var ein góður, gevandi, men strangur skúli. »Gamli Brockie« var sera, sera arbeiðssamður maður, og setti somu krøv móti øðrum, sum hann setti móti sær sjálvum. Árini úti í tinganesi settu djúp og góð spor eftir sær, men ætlanin er ikki her at fara aftur í minnini um Bobby frá okkara barna- og ungdómsárum. Bert hesi fáu orð við djúpastu samkenslu til Ceciliu, Moiru, børnum, abbabørnum og øllum tykkum sum stóðu Bobby nær. Heri Ein virkin ítróttarmaður farin Vinjard Falkvard Joensen til minnis C M Y K 9 8