týsdagur 29. apríl 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 80 - 29. apríl 2003
Nr. 80 - 29. apríl 2003
11
Í dag setur løgmaður fiskivinnustevnuna
”North Atlantic Fish Fair” í Runavík. Hetta
er aðru ferð, at tað verður skipað fyri hesum
stóra og slóðbrótandi tiltakinum í Eystur-
oynni. Á stevnuni luttaka nógvar føroyskar
og útlendskar fyritøkur og framleiðarar og
fara uttan iva fleiri túsund føroyingar at
leggja sær leiðina framvið høllini í Runavík
stevnudagarnar.
NÚ er tað sum so ikki nakað nýtt at skipa fyri
framsýningum av ymsum slag í Føroyum.
Men tað nýggja við hesum tiltakinum er
støðið og støddin. At fyrireikararnir hava
tikið stig til eitt afturvendandi tiltak, sum
fevnir um okkara høvuðsvinnur, fiskivinnu
og aling og har útlendski parturin er týðandi
er at fegnast um. Hetta at føroyskar og út-
lendskar fyritøkur kunnu sýna fram lið um lið
hevur eisini nógv at siga fyri føroysku
framleiðararnar og tær fyritøkur, sum
marknaðarføra ymsar vørur við tilknýti til
okkara høvuðsvinnur. Hetta gevur íblástur –
hetta at kappingarneytar eisini kunnu hittast í
einum góðum umhvørvi umframt at føroyski
brúkarin hevur atgongd til vørur og tænastur,
sum hann annars ikki er vanur við at síggja
dagliga.
Fyrireikararnir siga endamálið við framsýn-
ingini vera at skapa møguleikar hjá
føroyskum fyritøkum við tilknýti til fiski- og
alivinnuna at sýna fram sínar tænastur fyri
altjóða marknaðinum – á heimavølli. Og á
henda hátt í størri mun kunna um Føroyar og
tær fjøltáttaðu vit kunnu veita á hesum øki.
Áhugavert er tað eisini, at okkara nýggja
flaggskip Norrøna verður partur av til-
takinum. Hetta kann vónandi eisini vera við
til at skapa áhuga millum føroyingar og út-
lendingar at troyta teir møguleikar, sum hetta
stóra ferðamannaskipið gevur. Her verður
bæði hugsað um ferðafólk og farm.
Sosialurin verður eisini við á fiskivinnu-
stevnuni við egnum bási.Vit halda tað hevur
týdning fyri allar partar, at fjølmiðlar eru á
staðnum alla tíðina og ikki bara koma fyri
síðani at rýma aftur. Vit fara at gera okkara
til at dekka fiskivinnustevnuna í blaðnum og
á netinum alla vikuna og vilja vit við hesum
ynskja øllum eina góða fiskivinnustevnu.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Gott tiltak
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Játtanir í óðum verkum
Jógvan Arge
Løgtingsmaður fyri
tjóðveldisflokkin
Heðin Mortensen er vorðin
so skrivandi, síðani hann
kom aftur úr páskafríi. Sum
ein av ímyndunum av
kommunala hurlivasanum á
Vaglinum er hann av øllum
farin at slongja um seg við
ákærum.
Samstundis verður roynt
at draga býráðspolitikk í
Havn upp í løgtingspolitikk
við teimum ivasomu fylgj-
um, sum tað kann fáa fyri
borgararnar.
Hetta hendir m.a. í sam-
bandi við eitt uppskot frá
sambandsflokkinum um, at
landið skal veðhalda fyri 87
milliónum krónum til at
byggja Tekniskan Skúla og
partvíst Handilsskúla, ið
fara at kosta landskassan-
um omanfyri 100 milliónir
krónur.
Aftrat veðhaldinum skal
landskassin
einsamallur
sambært
uppskotinum
gjalda allar hesar meir enn
100
milliónirnar
sum
studning til raksturin hjá
somu skúlum tey komandi
25 árini.
Hækkingin í rakstrar-
studninginum skal brúkast
til at gjalda avdráttir og rent-
ur aftur við, sum landskass-
in fyrst hevur veðhildið fyri.
Tað hevur fyrr verið
roynt í ólukkumát at rista
breiðar álir av landskassan-
um.
Vit í tjóðveldisflokkinum
ásanna, at Tekniski Skúli,
Handilsskúlin og fleiri mið-
námsskúlar í Havn og aðra-
staðni í landinum hava brúk
fyri betri hølis- og arbeiðs-
umstøðum.
Tá vit koma til tann
fíggjarliga partin, er okkara
grundsjónarmið, at fram-
tøkini skula sampakka við
tann almenna íløgukarmin
hjá landinum.
Vit hava eisini ta støðu
og ætlan, at játtanin á fíggj-
arlógini til íløgur í slíkar
skúlar skal økjast munandi
komandi árini, so hvørt
sum longu samtyktar íløgur
í onnur málsøki hæsa av.
Verður mannagongdin, at
stórur partur av íløgunum í
eitt nú skúlar fer sum
veðhald
og
studningur
langt fram í tíðina uttanfyri
íløgukarmin, sum ætlanin
er við sambandsuppskotin-
um hjá teimum báðum Jóh-
an Dahl og Heðin Morten-
sen, er skjótt at koyra
landið aftur á ørmundar-
hús.
Har ein skriðan er lopin,
er onnur sum kunnugt
væntandi, og fyri so høgan
prís plagdi ikki at vera
skilagott at handla í óðum
verkum.
Vandalisma?
“í samband við gerð
av ríðibreyt niðri við
vatn”
Holgar Jacobsen
Viðmerking til grein í
Dimmu 16/4-03. Eg havi
ofta lisi greinar í Sonni
Jacobsen hevur skriva, við
stórum áhuga, hann er jú
ein skrivandi maður, so-
leiðis var eisini ein miku-
dag fyri stuttum, tó so,tá
gjørdist eg sera skelkaður?.
Tí hesar reglur.
Eg veit satt at siga ikki
hvat Sonni vil við hesari
skriving, í hann hevur um
virksemi hjá Vága ríðingar-
felag, ella sum hann sjálvur
nevnir “rossamennirnir”. Tí
sum greinin er skriva, vísir
hann ein mótvilja móti
Vága ríðingarfelag gjøgn-
um alla greinina, og ein so
nógv skrivandi maður sum
Sonni átti ikki at lati hettar
komi fram við síni skriv-
ing, so klárt.
Eg trúgvi satt at siga ikki,
at tað er flúgvarabedingin í
Sonni er so keddur yvir, um
so var, hevði hann fyri
langari tíð síðan havt gjørt
vart við seg sum formaður í
Sørvágs bygdasavni, tí
flúgvarabedingin
hevur
ikki sæð so gott út, sum
hann nevnur í brævinum,
slett ikki, tí síðan krígslok
hava teymarnir í ganga út
frá henni “tað er har í banin
liggur” verði karmur um
órudd av trolum, lemmun,
avfresaðum asfalit v.m. Teir
heyggjar í nú eru slættaðir,
eru ikki nattúrheyggjar,
men gjørdir av maskinum
undir seinna heinsbardaga.
Annars er ikki nógv av
flúgvarabedingini
lagt
undir, bert tveir teymar og
ein partur av bakkanum, so
tey søguligu virðini hava
neyvan fingi skaða av tí
orsøk.
Tá tú tosar um banan
longri uppi, skilji eg teg
slettis ikki, hann liggur
oman á gamla bygdavegn-
um til Sørvágs í uttan iva
man verða eitt fornminni,
og at gerða ein ringbana
har, hevði skemma náttúr-
una óneyðuga nógv ,har er
jú stórur jarðarmunur,so
har hevði tú sum formaður í
Sørvágs bygdasavni verði
noyddur at mótmælt, og eg
hevði tá verði púra samdur
við tær, eisini hevði verði
trubult at fingi neyðugu
loyvini frá avvarandi mynd-
ugleikum, um leiðu v.m.
Eg skilji slettis ikki at tú
sum formaður í Sørvágs
bygdasavn ferð í bløðini
við hesum málið, áðrenn tú
hevur tosa við avvarandi
mynduleikar fyrst, men
sjálvandi eru ymiskir mátar
at frambera síni sjónarmið.
Annars kann eg siga, at
eg ikki eri í nevndini hjá
Vága
ríðingarfelag,
so
hendan viðmerkingin er frá
mær sjálvum, men sum
limur í felagnum eri eg
glaður fyri at banin er kom-
in, og vón mín skal verða at
nógv fólk fáða gleði av hesi
breyt í frammtíðini, tað
verður seg ríðingarfólk og
onnur í vilja njóta náttúr-
una í hesum avbera vakra
umhvørvi, tó spell er at
summi fólk altíð mótmæla,
tá okkurt verður gjørt, um
tað er persónligum orsøk-
um, peningaligum ella bara
fyri at verða hoyrd,skal
verða ósagt.
Hettar er ein endalig
viðmerking til greinina hjá
tær Sonni, eg ætli mær ikki
út í nakað blaðkjak, tí tað
tími eg slett ikki.
Hava ávísir politikarar einki lært av búskaparkreppuni ?
Kristina Háfoss
Fíggjarpolitiska fram-
søgufólk Tjóðveldisfloksins
”Vit skulu læra av okkara
feilum”. Soleiðis verður ofta
tikið til - og kunnu øll taka
undir við hesum. Men tíverri
er nógv, ið bendir á, at nógv
av teimum umboðum, ið sita
á Løgtingi, ikki hava lært av
teimum feilum, ið vórðu
gjørdir fyri bert fáum árum
síðan. Tí í hesu vikuni skal
Føroya Løgting taka støðu til
eitt uppskot frá Sambands-
flokkinum, ið snýr seg um, at
landið nú aftur skal til at taka
lán, veita veðhald og víkja frá
prinsippinum um, at rinda
’kontant’fyri almennar íløgur
og prinsippinum um at
útreiðslur og virksemi skulu
fylgjast at í einum ári. Harvið
verður eitt av høvuðs stýr-
ingsamboðunum í føroyska
búskaparpolitikkinum blakað
fyri borð og farið verður aftur
til 80’ara politikk.
Skúlabygging skal
fíggjast við skili
Samgonguskjalið sigur m.a.,
at í hesum valskeiðnum skal
farast undir ymsa skúla-
bygging - eitt nú bygging av
Tekniska skúla og Studenta-
skúla í Tórshavn. Og so
verður. Men hesar byggingar
skulu eins og allar aðrar
fíggjast við skili og í trá við
ta játtanarskipan, ið vit hava
í dag. Eina játtanarskipan, ið
tryggjar at landsins útreiðsl-
ur mynda tað virksemið,
sum er í tí ári tær verða játt-
aðar av Løgtinginum, og at
landið harvið hevur møgu-
leika at stýra almenna virk-
seminum og føra ein bú-
skaparpolitikk..
Men hesum taka allir løg-
tingslimir eftir øllum at
døma ikki undir við. Tí í
mars mánaða legði Sam-
bandflokkurin fram uppskot
um at veita landskassaveit-
ing til fígging av yrkisút-
búgvingarskúlum í Tórs-
havn. Ætlanin er, at lands-
kassin skal veita veðhald
fyri 87 mió. kr., ið skulu nýt-
ast at fíggja nýggjan Tekn-
iska skúla í Tórshavn.
Ikki lántøku og
veðhald – tí…
Uppskotið hjá Sambands-
flokkinum, ið merkir, at
landið aftur fer at fíggja
íløgur við lántøku og harvið
afturrindan eftir fleiri árum
– heldur enn at rinda ’kont-
ant’ - má ikki gerast veru-
leiki av fleiri orsøkum:
•
Sambandið
millum
landsins útreiðslur og virk-
semið hvørvur
• Harvið hvørvur møgu-
leikin fyri stýring av al-
mennum íløguvirksemi, ið
er eitt av høvuðs stýringsam-
boðunum í almenna búskap-
arpolitikkinum.
•
Landskassin
verður
bundin til fastar útreiðslur til
rentur og avdráttir í eitt langt
áramál. Harvið verður ikki
møguligt at laga íløguút-
reiðslurnar ár undan ári í
mun til búskaparstøðuna og
landsins inntøkur.
• Landskassin fær stórar
og óneyðugar eykaútreiðslur
til rentur. Hetta eru útreiðsl-
ur, ið annars kunnu verða
nýttar til skilagóðar íløgur.
Tí tað er ikki peningur í
manglar. Landið eigur í dag
um 2,5 mia. kr. í tøkum pen-
ingi og kann rinda allar íløg-
ur kontant. Men roynt verður
at býta og avmarka almenna
íløguvirksemið soleiðis, at
almenna virksemið ikki av-
lagar virksemið og kostnað-
arstøðið í landinum og so-
leiðis at føroyski búskapurin
ikki gerst ov ’upphitaður’.
• Somuleiðis vil eitt und-
antak tá umræður lántøku
fyri ein sjálvsognarstovn – í
hesum førum Tekniska skúla
- merkja, at eitt ovurstórt
trýst kemur á alla ta polit-
isku skipanina um at seta
gongd á hópin av byggivirk-
semi. Hetta tí tað við lántøku
kann kennast ’bíligt’ pr. ár –
men kemur tó at binda fíggj-
arorku í eitt langt áramál og
kosta landinum eina mun-
andi størri upphædd.
• Øll eiga at verða líka fyri
lógini. Sleppur ein sjálvs-
ognarstovnur sum t.d. Tekn-
iski skúli at fíggja íløgur við
lántøku – ja, so eiga aðrir
somuleiðis at fáa henda
møguleikan. Og hetta kemur
at merkja, at alt sum eitur
stýring av føroyskum virk-
semi og búskapi hvørvur.
Er hetta nakað, ið føroyskir
politikarar ynskja ? Undir 1.
viðgerð av málinum í Løg-
tinginum tók ein meiriluti -
Sambandsflokkurin, Javnað-
arflokkurin og partar av
Fólkaflokkinum - undir við
uppskotinum, men vónandi
verður annað skil, tá komið
verður til 2. og 3. viðgerð av
málinum. Annars sær svart
út, tá umræður at ’læra av
feilum’.
Lántøka er ikki
alternativ fígging
Undir 1. viðgerð varð av upp-
skotstillaranum m.a. tosað
um, at neyðugt verður við
alternativari fígging. Men tað
skuldi verið øllum kunnugt,
at lántøka í øllum førum ikki
er nakað nýtt og alternativt.
Somuleiðis varð víst á, at
undirsjóvartunlarnir,
hava
fingið møguleika at fíggja
virksemið yvir eitt langt
áramál. Kjakað kann verða
um, hvørt tað var rætt at nýta
henda fíggingarhátt, men
undir øllum umstøðum kun-
nu hesar íløgur ikki saman-
líknast við eitt nú skúlabygg-
ing.
Undirsjóvartunlarnir
vórðu stovnaðir sum partafel-
øg og verða partvíst inntøku-
fíggjaðir umvegis bumm-
gjøld. So er og verður ikki
við skúlum, sjúkrahúsum,
ellis- og røktarheimum o.l.
Raðfesta bygging inn-
an skúla-, almanna-
og heilsuverk
Seinastu árini er nógv tann
størsti parturin av íløgu-
karminum nýttur til tunnlar,
vegir, skip og samferðslu-
økið sum heild. Nú er tað al-
manna-, heilsu- og útbúgv-
ingarøkið, ið eigur tørn.
Nevnast kann, at komandi
árini verða íløgur gjørdar í
ellis- og røktarheim fyri um
19 mió. kr. (+19 mió. kr. frá
kommununum) um árið,
meðan 35-45 mió. kr. um
árið fara til sjúkrahúsverkið
og ein enn størri upphædd til
skúlabygging.
Tá umræður skúlabygging
standa Miðnámsskúlin í
Vági og Sjódepilin í Vest-
manna á skránni í ár, og farið
verður somuleiðis undir at
fyrireika bygging av Mið-
námsdepli (Tekniskur skúli,
Handilsskúli og Studenta-
skúli) í Tórshavn, Listaskúla
á Sandoynni og útbygging av
Tekniska skúla í Klaksvík.
Alt í alt verða hesar bygg-
ingar mettar at kosta umleið
380 mió. kr. yvir eitt áramál.
Hetta svarar til kostnaðin av
einum undirsjóvartunli ella
einum Suðuroyarskipi við
samferðsluhavn.
Ongin forðing fyri
skilagóðari fígging
Í ár er samlaði íløgukarm-
urin hjá landinum 283 mió.
kr. – harav 125 mió. kr. í ár
fara til íløgur í Suðuroyar-
skipið og samferðsluhavnina
í Trongisvági. Nú Suður-
oyarskipið verður goldið
komandi ár kann hesin part-
ur av íløgukarminum ella
góðar l00 mió. kr. verða sett-
ar av til skúlabygging fylgj-
andi 4 árini. Um so verður
gjørt, verður komið á mál
við omanfyrinevndu skúla-
bygginum eftir fáum árum,
og tá verður talan um fígging
innanfyri landsins íløgu-
karm og uttan at órógva bú-
skaparstýringina. Tí er ongin
fíggjarlig forðing fyri at fara
undir skúlabygging, ið verð-
ur fíggjað við skili.
Búskaparstýring –
fortíð ella framtíð ?
Tekur meirilutin av Føroya
Løgtingi undir við uppskoti
Sambandsfloksins, ið merkir
eitt farvæl til eitt av høvuðs
stýringsamboðunum í før-
oyskum búskaparpolitikki –
ja, so er als ikki talan um
nakra tænastu – men eina
bjarnatænastu fyri føroyska
samfelagið.
Hetta er bert eitt av døm-
unum um, at nógv bendir á,
at hugsanin frá 1980’unum
er við at sníkja seg innaftur
um tinggátt. Tað tykist sum
onki er óført og verða atlit í
alt ov lítlan mun tikin til, at
búskaparvøksturin av álvara
minkar longu í ár. Tos um
meira almennan studning til
vinnulívið, umframt lántøku
og veðhald til íløgur eru bert
nøkur dømi.
Greitt er tó, at so leingi
Tjóðveldisflokkurin situr við
landsins leiðslu verður hetta
ikki veruleiki. Tí vit hava
lært av búskaparkreppuni -
ið rakti alt samfelagið so
meint fyri bert fáum árum
síðan - og fara at virka fyri,
at tryggja vælferðarsamfel-
agið eitt nú umvegis skila-
góðar íløgur á almanna-,
heilsu- og útbúgvingarøkin-
um og umvegis trygga og
málrættaða búskaparstýring.
Grov villeiðing um skúlabygging frá andstøðuflokkunum
Høgni Hoydal,
landsstýrismaður í
mentamálum
Í fjølmiðlunum seinastu
dagarnar hava umboð fyri
andstøðuna ført fram, at
landsstýrið
forðar
fyri
bygging
av
tekniskum
skúla í Tórshavn, og at
landsstýrismaðurin
í
mentamálum arbeiðir við
“skúlapakkum”, sum vit
kendu tað í 80’unum.
Ónevndir samgongulimir
eru endurgivnir fyri at siga,
at íløgurnar í skúlar, sum
landsstýrismðaurin hevur
lagt fram, kosta omanfyri
700 milliónir krónur.
Hetta er alt tikið úr leys-
ari luft og er grov villleið-
ing. Slíkir ósannir upplýs-
ingar kunnu bert hava til
endamáls at skapa politiska
spjaðing, at seta skúlar upp
móti hvørjum øðrum og at
tæna seráhugamálum og
lokalpolitiskum klandri.
Veruleikin er hesin:
Samgongan hevur seinastu
5 árini arbeitt eftir eini
langtíðarløguætlan. Tað er
alneyðugt, um virksemið
ikki
skal
ovurhitast
í
summum pørtum av landin-
um og um føroyski búskap-
urin ikki aftur skal rennast
um koll.
Eftir íløguætlanini hava
íløgur í samferðslukervið,
nýtt landssjúkrahús og nú
eisini íløgur innan eldrabú-
staðir og bústaðir til fólk
við serligum tørvi, staðið
fremst.
Avtalað er, at komandi
árini skal skúlabygging
raðfestast fremst á íløgu-
ætlan landsins, saman við
almanna- og heilsuøkinum.
Tað er í tøkum tíma, tí
íløgur í miðnámsskúlar og
hægri útbúgving eru ikki
gjørdar seinastu 20-25 árini
í Føroyum, og viðurskiftini
eru út av lagi vánalig hjá
flestu miðnámsskúlum.
Í tí sambandi havi eg lagt
eina ætlan fyri samgongu-
flokkarnar,
sum
skal
tryggja, at allir teir mið-
námsskúlar, ið hava so
bráðneyðugan tørv á ný-
bygging ella útbygging
verða viðgjørdir eins, og at
gongd kann setast á ætlaðu
íløgurnar.
Talan er um:
- Miðnámsskúlan í Suður-
oy
- Fiskivinnuskúlan í Vest-
manna
- Tekniska Skúla, Stud-
entaskúla og Handilsskúlan
í Tórshavn
- Ein minni útbygging á
Tekniska Skúla í Klaksvík
- Og listaskúla í Sandoynni
Hetta eru 5 verkætlanir, sum
eru væl kendar og hava havt
upphæddir á fíggjarlógini til
fyrireiking. Bert í einum
føri er talan um ein nýggjan
skúla, nevniliga listaskúlan í
Sandoynni. Sostatt er ikki
talan um nakran skúla-
pakka, men um at fremja
tað, sum er avtalað á lang-
tíðaríløgu landsins.
Eftir uppskoti mínum
verður farið undir tvær íløg-
ur í ár og hinar tríggjar næsta
ár. Øll tey, sum hava bíðað
so leingi, kunnu altso síggja
veruligan glotta fyri stavn.
Íløgurnar eru ymsar í
vavi og tær størru strekkja
seg sjálvsagt yvir fleiri ár.
Tað snýr seg um eina
upphædd
á
íløguætlan
landsins til skúlar uppá í
miðal 38 mió. kr. árliga
komandi tíggju ára skeiðið.
Tað er umleið ein fjórðing-
ur av íløgukarmi landsins.
Tey komandi 10 árini er
upphæddin til miðnáms-
skúlar tilsamans góðar 380
mió. kr. sambært uppskot-
inum.
Hetta svarar á leið til ein
undirsjóartunnil um eitt 10
ára skeið, og er sostatt als
ikki nøkur stór upphædd í
landsins løguætlan í mun til
tað, vit seinastu 5 árini hava
brúkt til tunlar, vegir, havn-
ir og skip.
Málið er, at vit á landsins
fíggjarætlan megna at seta
skúlabygging fremst saman
við íløgum innan almanna-
og heilsuverkið, nú íløgur í
samferðslu
hava
tikið
bróðurpartin av játtanini
seinastu 5 árini.
Viðvíkjandi byggingini í
Tórshavn, snýr uppskotið
seg um eina loysn, sum
setur bæði Tekniska Skúla,
Studentaskúla og Handils-
skúlan javnt, og ikki upp
móti hvørjum øðrum. Og í
løtuni verður fundast við
skúlaleiðslur og stýrini fyri
skúlarnar til tess at pro-
sjektera og fremja bygging-
ina
soleiðis,
at
allir
skúlarnir kunnu liva við tí.
Uppskotið hjá
sambandsflokkinum
Uppskotið hjá sambands-
flokkinum - sum eisini
javnaðarflokkurin sigur seg
taka undir við – snýr seg
bert um at gera eina
serloysn fyri Tekniska skúla
og Handilsskúla í Havn.
Eftir uppskotinum skal
landskassin veðhalda fyri
lánum uppá 87 mió. kr.,
sum skúlarnir skulu taka,
men
landskassin
skal
sjálvur gjalda lánið aftur
við rentum.
Bara renturnar av upp-
skotinum hjá sambands-
flokkinum er nóg mikið til at
fíggja tildømis fiskivinnu-
skúlan í Vestmanna. Sostatt
skal skattgjaldarin rinda líka
nógv í rentum til ein
fíggingarsto, sum vit annars
kundu bygt skúlar fyri.
Fáa summir skúlar ser-
sømdir við, at landskassin
skal fíggja teir uttanum
íløgujáttan landsins við
rentum, so elvir hetta til
dýrari loysnir, vantandi bú-
skaparstýring, ójavna við-
ferð og klandur og stríð
millum skúlar og økir í
landinum.
Tí verður staðiliga heitt á
andstøðuflokkarnar og tær
ónevndu røddirnar í sam-
gonguni um at gevast við
klandrinum og spjaðingini,
og heldur taka undir við at
raðfesta skúlabygging á
fíggjarlógini, soleiðis sum
skotið er upp, og soleiðis
sum mentanarnevnd Løg-
tingsins varð kunnað um á
fundi 24. apríl. Tað gagnar
ikki bert teimum fáu útv-
aldu, men øllum skúlunum
í landinum.
C
M
Y
K
11
10