Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 80 - 29. apríl 2003 Nr. 80 - 29. apríl 2003 13 - At menna menning- artarnað er eitt mál, sum vit eisini seta okkum í Mentamála- ráðnum og í politisku skipanini annars. Tí, tit hava øll tykkara eginleikar og dygdir, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður við mentamálum, tá hann í setanarrøðu sínari fríggjakvøldið vendi sær beinleiðis til tey við menningartarni JAVNI Rúna Sivertsen Einaferð kemur tað undan alt tað, sum verður droymt, tolið og livandi stundar hvørt fræ í moldum goymt Við hesum orðum frá ein- um av okkara mongu skøldum, byrjaði landsstýr- ismaðurin við mentamál- um, Høgni Hoydal, røðu sína í samkomuhøllini á L a n d s j ú k r a h ú s i n u m fríggjakvøldið. Heitið á landsstevnuni hesaferð var: "At menna menningar- tarnað". Men á hesum sinni var øðrvísi og hugaligari enn mangan at umrøða ásetta evnið, tí týsdagin í farnu viku samtykti løgtingið eitt uppskot um skúlatilboð til ung við breki. Hetta merkti eisini røðuna hjá landsstýr- ismanninum. - Ítøkiliga royndarskipan- in til ung við breki, sum varð samtykt í tinginum, er júst í tráð við hesa hugsan - at skapa møguleikan at mennast í gerandisdegnum, við arbeiði, skúla og við at taka aktivan lut í einum lokalsamfelag. Og ikki minst við at gera nakað í felag. Avvarðandi, lokal- samfeløg og onnur hava jú eisini verið drívmegin í at fáa hetta royndartilboð í verk, segði Høgni Hoydal millum annað. Javni fremsti røktari - Vit mugu fjølbroyta sam- felagið, segði landsstýris- maðurin. Víðari segði hann: Hvørt fræ í moldum goymt. Tolið stundar og livir. Einaferð kemur tað undan - og so veldst um so nógv, hvussu møguleikar- nir eru at spretta og blóma og vaksa. Millum tey ym- isku fræini og ymsa vøkst- urin í tí fjølbroytta urta- garði, sum okkara samfelag eigur at verða. Javni hevur verið fremsti røktari - fremsta urtagarðs- fólk - í strembanini eftir at fjølbroyta samfelagið. Í ar- beiðinum fyri at geva øllum teimum ymsu fræunum møguleika at spretta, næla og vaksa millum hini, ið hava lættari við at daga undan. At geva øllum vakstrarmøguleikan til at menna okkara lív við teimum evnum, sum eru okkum givin. Arbeiði og útbúgving Landsstýrismaðurin vísti á, at árið í ár er ár teirra brek- aðu og segði: Tað gevur okkum gylt høvi at seta ljóskastaran á tey mongu praktisku viður- skifti, ið ikki eru nøktandi. Og tað gevur okkum ikki minst gylt høvi til, at alt samfelagið kann viðgera eina leið og eina stevnu fyri tey næstu árini. Javni hevur sett yvir- skriftina at menna menn- ingartarnað á skránna. Arbeiði og útbúgving til menningartarnað eru serliga sett sum høvuðsmál. Tað haldi eg vera sera góð og greið mál, sum eiga at fáa undirtøku og stuðul. Bæði í politisku skipanini, men eisini hjá fakfeløgum, arbeiðsgevarafeløgum, í lokalsamfeløgum og í øll- um samfelagnum annars. Tí tað er neyðugt, um vit skulu kunnu velta upp úr nýggj- um komandi árini. At hetta verður eitt samfelagsmál hjá okkum øllum, sum ikki verður loyst bert við, at einstakir partar í samfelag- num trýsta á. At menna menningar- tarnað er eitt mál, sum vit eisini seta okkum í Menta- málaráðnum og í politisku skipanini annars. Týdningarmikið stig Um royndarskipanina og sernámsøkið, segði lands- stýrismaðurin soleiðis: Hetta er ein royndarskip- an og sostatt ikki ein stór forkromað loysn, har vit skulu gykla nøkrum fyri, at nú eru vit komin so øgiliga langt. Men hetta er eitt týdningarmikið stig á leiðini til málið um arbeiði og útbúgving til menning- artarnað. Endurskoðanin av øllum sernámsøkinum er eisini sett í gongd, og vit vilja leggja alla orku í at fáa framt veruligar betringar og broytingar. Harundir ikki minst at fáa skipað betri samstarv og fáa meira burturúr millum almanna- økið og mentanar- og undirvísingarøkið. Mál um eftirskúla til menningartarnað hevur eisini verið reist, og tað er jú eitt mál, sum vit mugu loysa í felag. Tað liggur í øllum tankanum um eftir- skúla, at áhugabólkar, feløg ella kommunur eru stig- takarar. Og landspolitiski myndugleikin hevur so lóggávuna til at stuðla. Men í málinum um at menna menningartarnað, er tað mín greiða fatan, at tað snýr seg um at menna sam- felagið. Tað snýr seg um at menna okkum øll. Tað snýr seg um, at vit mugu burtur frá at hugsa um tykkum menningartarn- aðu ella tykkum, ið bera brek, sum ein stórur bólkur, har tit øll eru eins og kunnu koyrast í ein pott. Tit hava øll tykkara eginleikar og dygdir og evnir og tørv. Vónandi vendist í holuni Eg haldi, vit í ov stóran mun higartil hava roynt at koyrt tykkum í kassar. Fyrst skuldu øll á spesialskúla, og í eitt system - og so skiftu vit og søgdu, at øll skuldu út í fólkaskúlan ella tað systemið. Úr einum kassa í annan. Og vit kenna tað eisini frá hesum heitunum, sum vit ella tit sjálvi hava valt at seta á ein so fjølbroyttan bólk. Einaferð var tað and- veik. So var tað evnaveik. So var tað tann stóri bólk- urin, brekaði. Og so var tað menningartarnað. Og tit sleppa enn ikki at hava nakað bólkaheiti í frið. Knappliga verður tað brúkt sum ókvæmisorð um øll, ið ikki akkurát passa inn í tað, sum vit kalla "normalt". "Øjøssus, tú ert evnaveik ella brekað", hoyra vit tey ungu siga um hvønn annan. Men vónandi verður tað ikki leingi, til tað vendist í holuni. Tá tað meira verður eitt ókvæmisorð at siga: "Øjøssus, tú ert vanlig ella normal!" Tað tykir mær, at vit framvegis í ov stóran mun síggja samfelagið sum hesa sløttu grasplenuna, har vit antin royna at koyra tær óvanligu blómurnar í ein blomsturkassa fyri seg - ella vit royna at fáa øll at líkjast tí vanliga grasstrá- num. Fjølbroyta samfelagið Flaggdagur var fríggjadag- in, og landsstýrismaðurin nýtti høvi at siga, at hann sá fyri sær eitt samfelag í øllum ælabogans litum, har Merkið veitrar fyri tí fjøl- broytta samfelagnum, har øll hava rættindi og vakst- rarmøguleikar. - Vit skulu hava fjølbroytt tilboð - ikki ein ella tveir kassar. Vit skulu fjølbroyta samfelagið - ikki ein- streingja tað. Vit skulu geva teimum ymsu vøkstrunum rætt at vaksa millum onnur í einum fjølbroyttum urta- garði. Tað er málið, vit ar- beiða eftir í løtuni, segði Høgni Hoydal at enda í røðu sínari. Rætt at vaksa í einum fjølbroyttum urtagarði Í røðu síni nýtti Høgni Hoydal høvi at siga, at hann sá fyri sær eitt samfelag í øllum ælabogans litum, har Merkið veitrar fyri tí fjølbroytta samfelagnum, har øll hava rættindi og vakstrarmøguleikar. Hesi orðini segði Rodmundur Nielsen, sum var orðstýrari, at enda á landsstevn- uni hjá Javna fríggja- kvøldið. Tað mundi neyvan vera av tilvild, at borgarstjórin varð biðin at stýra fundin- um, tí Runavíkar Kommuna hevur nevniliga víst størstan áhuga at geva pláss fyri skúla til ung við menningartarni JAVNI Orð og myndir: Rúna Sivertsen Evnið á landsstevnuni hesaferð var: "At menna menningartarnað" Fitt av fólki var saman- komið í samkomuhøllini á Landssjúkrahúsinum at hoyra, hvat landsstýrismað- urin við mentamálum, løg- tingsumboð úr samgongu og andstøðu og fólk frá sernámsdeplinum høvdu at bera fram. Eisini umboð fyri foreldur at menning- artarnaðum høvdu orðið. Eftir at formaðurin, Malena Arnholdsdóttir, hevði bjóðað vælkomin og landsstýrismaðurin hevði sett stevnuna, segði Elin Nora Reines nøkur orð um, hvussu hon ímyndaði sær ein framhaldsskúla fyri ung við breki. Hon legði dent á, at øll orka eigur at verða løgd í at læra tey ungu at verða so sjálvbjargin, sum tey nú einaferð megna. At skúlin má geva teimum avbjóð- ingar og fyrireika tey at flyta í egnan bústað. Elin Nora segði eisini, at tað er umráðandi, at tey ungu sleppa at vera við at taka avgerðir. Eisini nevndi hon alt tað, sum í einum vanligum skúla er ein sjálvfylgja, sum til dømis, fyrstuhjálp, kristni og kyns- frálæru. Spurningur um fígging Hans Eli Dahl, stjóri á sernámsdeplinum, vísti á, at eitt skúlatilboð fyri ung við menningartarni, bert er ein spurningur um fígging. Hann vísti eisini á munin millum tað mekaniska sjónarmiðið við trongu fatanini, har vit bert síggja tað, ið næmingur ikki maktar - og síðani tað dynamiska sjónarmiðið, har dentur verður lagdur á førleikan hjá barninum. - Tað er ikki ilt at gita, hvat av hesum báðum grundreglum, gevur eitt betur úrslit, var nakað av tí, Hans Eli førdi fram. Sjálvstøðugt lív Janus Jensen, undirvísing- arleiðari í Mentamálaráð- num, hevði ein fyrilestur gongdina í málinum at fáa til vega eitt skúlatilboð fyri ung við breki. - Nøkur menningartarn- að, "sum eru betur fyri", og sum kundu verið arbeiðs- før, hava vánaligar møgu- leikar at fáa arbeiði, partvís av tvørrandi stimbran og vantandi vinnuútbúgving- armøguleikum. Hesum bólki av menningartarnað- um átti skúlin eisini at kunnað givið eitt tilboð, sum gjørdi tey betur før fyri at fáa og gera eitt arbeiði, segði hann millum annað í fyrilestri sínum. Hann vísti eisini á sjón- armiðið hjá foreldrunum, sum ynskja at, skipað verð- ur soleiðis fyri, at børn teirra fáa ein virðiligan ungdóm og kunnu fáa eitt skúlatilboð, sum mennir tey til eitt sjálvstøðugt lív, tá ið skúlagongdin er liðug. Neyðugt tiltak Javni hevði eisini biðið tvey løgtingsumboð hildið røðu á lansstevnuni. Fyrst var javnaðarkvinnan, Katr- in Dahl Jacobsen. Hon tók dømi úr egnu royndum sínum sum lærari og mintist, hvussu glað og stolt hon var, tá alt gekk so væl, tá hon fyri árum síðani fekk næming við menn- ingartarni í sín flokk. Allir næmingarnir ar- beiddu saman, og hin menningartarnaði var ein náttúrligur partur av flokk- inum. Men so við og við broyttist hetta, og tá hor- monini hjá næmingunum byrjaðu at gera um seg, gjørdist egoisman størri enn góði viljin. Katrin ásannaði, at eitt skúlatilboð til ung við breki var avgjørt neyðugt, og hon fegnaðist um, at tað var eitt samt løgting, sum í farnu viku samtykti, at nú skal ein royndarkskipan setast í verk. Størsta skylda okkara Seinastur at taka orðið var formaðurin í mentanarnevd løgtingsins, Jógvan á Lakj- uni. Sum fleiri av hinum røðarunum, skilti Jógvan ikki, at eitt skúlatilboð fyri ung við menningartarni ikki langt síðani var vorðið veruleiki. Hann vísti eisini á, hvussu týdningarmikið tað er, at hesir næmingar, hvør við sínum ymiska breki, kunnu verða mentir so- leiðis, at teir kenna, at brúk er fyri teimum - at teir verða tiknir í álvara! Tað má vera høvuðsendamálið við hesum. Formaðurin í mentanar- nevnd løgtingsins endaði røðu sína við at lesa brot úr yrkinigini hjá Myru B. Welch, "Meistarans hond". Hann bar ynski um, at vit fáa ein skúla til ung við breki, har lærarar og peda- gogar - eins og fiólspælarin við fiólini - fáa møguleik- an at stemma streingirnar hjá hesum næmingum, so teirra evnir veruliga mugu koma til sín rætt. Ein heimur – eitt land fyri øll Brot úr "Meistarans hond" Ei tykist fiólin verd eitt boð, so støvut og ljót hon er. Aktiónshaldarin bert talaði so: "Ein gomul fiól er her!" Hann helt hana upp: "Eitt boð upp á meg?" - hann smíltist: "Hvør býður nú?" "Ein króna, tvær krónur - teim dámar ei teg, tvær krónur bert verd ert tú!" "Tvær krónur fyrstu ferð - eingin meir? Tvær krónur aðru ferð!" Tá ein gráhærdur maður - hann sóu ei teir - kom fram og bað lata seg fá ta gomlu fiólina. Hann hana fekk og stemmaði streingirnar væl og spældi eitt lag, sum til hjørtuni gekk sum einglasongur og spæl. Nú tagnaði spælið og við eini rødd, sum pipraði rørd og lá, aktiónshaldarin lyfti boygda høvd og segði: "Hvat boð skal eg fá?" "Túsund er boðið - og hvør sigur tvey? Tvey túsund - hvør ger tað til trý? Trý túsund og fýra, fimm, seks og sjey - og so fall tá hamarin í! "Hurrá!", rópar fólkið, men onkur spyr her: "Fyrr hon fyri tvær krónur gekk, hví bleiv hon so dýr nú?" Og svarið er: "Tí meistarans hond hana fekk!" Mamma Beintu, Elin Nora Reines, var ein av røðarunum. Hon legði dent á, at øll orka eigur at verða løgd í at læra tey ungu at verða so sjálvbjargin, sum tey nú einaferð megna Formaðurin í mentanarnevnd løgtingsins, Jógvan á Lakjuni, bar ynski um, at vit fáa ein skúla til ung við breki, har lærarar og pedagogar - eins og fiólspælarin við fíólini - fáa møguleikan at stemma streingirnar hjá hesum næmingum, so teirra evnir veruliga mugu koma til sín rætt. Jimmy Nielsen úr Klaksvík, er trummuleikari hjá bólkinum, Ælabogin. Tað var ein fragd at hoyra tey spæla og ikki minst at síggja, hvussu gleðin lýsti av teimum C M Y K 13 12