Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 29. apríl 2003 15 Mánamorgunin handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismonnunu m í ávíkavist fíggjar-, og familju- og heilsumálum eitt álit um alternativa bústaðarbygging BÚSTAÐARMÁL Ingrid Bjarnastein Í heyst varð ein arbeiðs- bólkur settur at greina við- urskiftini kring alternativa bústaðarbygging í Føroy- um. Ein arbeiðsbólkur, mannaður við embætisfólk- um, hevur síðani november mánaða í fjør arbeitt við álitinum, sum mánamorg- unin varð handað landsstýr- ismonnunum Bill Justin- ussen og Karsten Hansen. Ronnie Thomassen, full- trúi í familju- og heilsu- málaráðnum, er formaður í arbeiðsbólkinum, og mána- morgunin hevði hann fram- løgu um nøkur av úrslitun- um arbeiðsbólkurin er komin til í álitinum. Gingið væl – Arbeiðið hevur gingið væl. Samstarvið millum bæði ráðini hevur riggað væl, og úrslitið er tað besta vit kunnu koma til uppá so stutta tíð, metir Ronnie Thomassen. – Nakrir partar kundu verið betri útbygdir, men lagt var upp til, at arbeiðið gekk skjótt, so út frá givnu tíðini er úrslitið so gott, sum tað kann verða. Tørvurin á alternativari bústaðarbygging er stórur. Størsta trýstið liggur á Havnini og Klaksvík, men ikki á Eysturoynni, sum ein skuldi trúð. Ein Gallup kanning er eisini gjørd, og vísir hon týðiliga, at tað eru fólk millum 20 og 40 ár, sum siga seg hava tørv á betri bústaðarviðurskiftum. Tað verið seg, at tey fingu meira pláss. Hinvegin, so vísir kann- ingin, at nærum 50% av fólkum yvir 60 ár halda, at bústaðurin tey nú búgva í er ov stórur. – Vit mæla til, at tað verður lóggivið um alter- nativa bústaðarbygging. Mælt verður eisini til, at Húsalánsgrunnurin og Íbúðargrunnurin verða lagdir saman við lóg. Antin sum alment partafelag, vinnurekandi grunnur ella ein landsstovnur, sigur Ronnie Thomassen. Nýggja og umskipaða Húsalánsgrunninum verður heimilað at veita lán til alternativa bústaðarbygg- ing, serlig ískoytislán til fólk við láginntøkum og lán til bygging av bústøðum til fólk við serligum bústaðar- tørvi. Tó skal grunnurin ikki veita meira enn 50% til fólk við serligum tørvi. Lánið skal roknast sum eitt ískoytislán til aðra almenna fígging til fólk við serligum bústaðartørvi. – Tað almenna skal ikki inn við stuðli, men heldur við lagaligari lán veiting. Alternativ bústaðarbygging er til vanlig fólk, sum ikki noyðast at vera serliga rík fyri at fáa ein bústað tey eru nøgd við. Í arbeiðsbólkinum sita: Ronnie Thomassen, full- trúi, familju- og heilsu- málaráðið, formaður, Jóanis Erik Køtlum, ráð- gevi, familju- og heilsu- málaráðið, Niels Juel Arge, fulltrúi, fíggjarmálaráðið, Mortan Simonsen, ráðgevi, fíggjarmálaráðið og Hall- bjørg Hansen, deildarstjóri, Toll- og Skattstova Føroya. Alternativ bústaðarbygging á breddan Mánamorgunin var eitt álit handað Karsteni Hansen og Bill Justinussen. Álitið er um alternativa bústaðarbygging Mynd: Jens Kr. Vang Síðan ILA-sjúka varð staðfest undir Válalandinum, hevur ivi tikið seg um um, hvussu verður við ætlaðu bátastevnuni í Vestmanna. - Fiska- djóralæknin hevur nú givið okkum endaligt loyvi at halda stevn- una, og konseptið verður hitt sama sum seinasta ár, sigur Birgir W. Høgnesen BÁTASTEVNA Vilmund Jacobsen Gitingar hava verið um, hvørt stóra bátastevnan »Kjalarvatn«, sum er lýst at verða í Vestmanna, 24.mai 2003, verður til nakað, nú ILA-sjúka er staðfest í alibrúkinum hjá P/F Navir undir Válalandinum. - Fyri at bera okkum rætt at, sendu vit eina umbøn til Bjørn Harlov, fiskadjóra- lækna, um loyvi at halda stevnuna, sigur Birgir W. Høgnesen. Hann fegnast um, at Bjørn Harlov nú hevur givið vestmenningum endaligt loyvi, so stevnan kann haldast. - Nakrar treytir um frá- støðu til alistøðirnar fylgja loyvinum, sum fiskadjóra- læknin hevur givið okkum, sigur hann. Sama konsept Birgir vísir á, at »Kjalar- vatn« kemur at hava sama konsept sum seinast, tá ið umleið 150 bátar vitjaðu stevnuna. - Vit, sum fyrireika stevn- una, hava eisini skilt, at gongufeløg, hestafeløg og møguliga Føroya Ellisakfør ætla sær til stevuna. Tí kann roknast við einum rættilig- um várdegi í Vestmanna, 24. mai, sigur Birgir W. Høgnesen. Bátastevnan »Kjalarvatn« verður sum ætlað Bátastevnan, »Kjalarvatn«, verður sum ætlað í Vestmanna, 24. mai. 15 14 Nr. 80 - 29. apríl 2003 UTTAN ÚR HEIMI ST skal hava størri ávirkan Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, sigur, at ST skal hava politiska ávirkan á tað, sum skal henda í Irak eftir kríggið og ikki einans hjálpararbeiðið, sum amerikan- arar siga. Í samrøðu við Finansial Times sigur Blair, at tað hevði gagnað øllum pørtum best, fekk ST eisini polit- iska ávirkan á framtíðina hjá Irak. Hann sigur, at hvørki Bretland ella USA kunnu hava áhuga í at skipa eina irakska stjórn, sum altjóða samfelagið kanska ikki vil viðurkenna, tá saman um kemur. Blair leggur dent á, at tað er umráðandi við samstarvi tvørtur um Atlantshavið, tí alt annað hevði verið vanda- mikið fyri trygdina. Hann heldur, at Evropa eigur at standa saman til tess at forða fyri, at USA fær ein eina- ráðandi leiklut í heiminum. HIV-heilivágur bíligari Heilivágsfyritøkan Glaxo SmithKline hevur gjørt av at seta prísin á eyðkvæmisheilivági til tey fátæku londini niður í helvt. Glaxo Smith Kline er tann fyritøkan, sum ger mest av heilivági ímóti eyðkvæmi, og fyritøkan sigur, at við príslækkingini kostar tað millum seks og sjey krónur um dagin at viðgera ein sjúkling. Heilivágurin, sum talan er um, eitur Combivir. Nógvir eyðkvæmissjúk- lingar í Vesturheiminum hava notið gott av hesum evn- inum, men tey fátæku londini hava ikki havt ráð at keypa hann. Seinastu árini hava heilivágsfyritøkurnar verið undir stórum trýsti frá altjóða felagsskapum og myndugleik- um, sum hava kravt, at tann fátæki parturin av heimin- um skuldi fáa bíligari heilivág. Nú hevur Glaxo SmithKline so slakað fyri trýstinum. Vil einki siga Síðani sunnudagin hava embætismenn hjá Norður- korea og Suðurkorea fundast í norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang. Høvuðsevnini á fundinum hava verið norðurkoreanska kjarnorkuverkætlanin og suðurkoreanski búskaparstuðulin til grannalandið fyri norðan. Tað vakti ans, tá Norðurkorea í síðstu viku váttaði, at landið hevur kjarnorkuvápn, og í tingingunum í Pyongyang hava suðurkoreanar kravt at fáa at vita, um hetta er so, men norðurkoreansku embætismenninir hava sýtt fyri at svara spurninginum. Teir bendu har- afturímóti tosinum inn á tann búskaparliga stuðulin, siga suðurkoreanskir talsmenn. Í síðstu viku beyð Norðurkorea sær til at sleppa kjarnorkuverkætlanini, men tað var treytað av, at landið fær búskaparligan stuðul úr USA. Hesum vísti Colin Powell, uttanríkisráðharri aftur. Ríkari enn drotningin Joannie K. Rowling, sum hevur skrivað bøkurnar um Harry Potter, hevur fingið so nógv burtur úr bókunum og filmunum um Harry, at hon telist nú millum tey ríkastu fólkini í Bretlandi. Í einum yvirliti hjá blaðnum Sunday Times stendur, at J. K. Rowling er á 122. plássi, tá talan er um tað rík- astu fólkini í Bretlandi. Bøkurnar um Harry Potter og filmsrættindini hava givið henni 280 milliónir sterling- pund ella einar tríggjar milliardir krónur. Til samanber- ingar kann nevnast, at Elizabeth drotning er nummar 133 á sama lista. Hon eigur 250 milliónir pund ella um- leið 2,7 milliardir krónur. Bøkurnar um Harry Potter eru seldar í 190 milli- ónum eintøkum, og tær eru týddar til 40 mál. Hildið verður, at lungnasjúkan SARS hevur kostað einar 200 milliardir krónur, og at tað kann taka eitt heilt ár, áðrenn nakar egnaður heili- vágur verður tøkur. SARS Árni Joensen Lungnasajúkan SARS hev- ur sambært tíðarritinum Time kostað heimssamfel- agnum einar 200 milliardir krónur, síðani hon varð staðfest. Kanada er tað landið í Vesturheiminum, sum er meinast rakt av SARS, og tað hevur eisini fingið av- leiðingar har. Kanadiski íløgubankin J. P. Morgan Securities í Toronto missir einar 200 milliónir krónur um dagin orsakað av SARS, skrivar Time. Í Asia halda búskapar- frøðingar, at Kina og Suð- urkorea fara at missa einar tólv milliardir krónur í part, tí munandi færri ferðafólk fara at vitja tey bæði lond- ini. Í Japan og Hongkong rokna tey við at missa um- leið sjey milliardir krónur í part av somu orsøk. Asiatiski menningar- bankin ADB sigur, at bú- skaparligi vøksturin í Asia fer at minka millum 0,1 og 0,2 prosentstig í ár orsakað av SARS. Bankin sigur, at sjúkan fer kortini ikki at órógva búskapin stórvegis í teimum flestu londunum, og í verður roknað við, at búskaparvøksturin í Asia kortini verður umleið 5,7 prosent í ár. Sunnudagin doyði ein 79 ára gomul kvinna í Toronto í Kanada av SARS, og har við hevur sjúkan kravt 21 mannalív í Kanada. Kanad- isku myndugleikarnir hava skrásett 344 tilburðir av sjúkuni, og av teimum eru 269 skrásettir í Toronto. Í gjár boðaðu indones- isku myndugleikarnir frá, at har hevði SARS kravt tað fyrsta mannalívið. Sam- stundis kunngjørdu mynd- ugleikarnir í Vietnam, at teir halda seg hava fingið tamarhald á sjúkuni. Sagt varð, at eingin nýggur til- burður er skrásettur sein- astu tríggjar vikurnar. SARS hevur nú kostað 318 fólkum lívið, og meiri enn 5.000 fólk í 26 londum eru vorðin smittað, síðani sjúkan fyrstu ferð varð staðfest í Kina í november. SARS hevur longu kostað 200 mia. krónur Per Stig Møller, uttan- ríkisráðharri skuldi almannakunngera semjuna um radaran í Thule sum lið í amer- ikansku rakettverju- skipanini í dag, men tað verður av ongum, tí partarnir eru ikki samdir kortini. GRØNLAND Árni Joensen Um vikuskiftið skuldu dan- ir og grønlendingar leggja seinastu hond á semjuna um radarstøðina í Thule sum lið í amerikansku rak- ettverjuskipanini, men í gjár noyddust partarnir at ásanna, at teir kundu ikki semjast kortini. Fríggjadagin kunngjørdu Per Stig Møller, uttanríkis- ráðharri og Hans Enoksen, landsstýrisformaður, at teir vóru vorðnir samdir um, at Danmark og Grønland sku- ldu metast sum tveir javn- bjóðis partar í Thule-málin- um. Men sambært grøn- lendska útvarpinum kundu teir báðir ikki semjast, tá sjálv orðingin um semjuna skuldi festast á blað, og tí tað er ein spurningur, um grundlógin loyvir javnbjóðis støðu í uttanríkispolitiskum viðurskiftum. Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður segði í gjár, at samráðingarnar vóru end- aðar úrslitaleysar, tí uttan- ríkisráðharrin hevði ilt við at halda tey føgru orðini um javnbjóðis støðu. Hin grøn- lendski fólkatingsmaðurin, Kubik Kleist, helt, at Per Stig Møller hevði malið seg sjálvan upp í ein krók, sum hann tók til. Í Nuuk hevur Lars Enok- sen boðsent landsstýrismon- nunum til fundar um málið, og Per Stig Møller sigur, at hann fer til Grønlands at ta- ka samráðingarnar uppaftur. Danir og grønlendingar ikki samdir kortini Per Stig Møller, uttanríkis- ráðharri noyðist enn einaferð til Nuuk at samráðast um Thule-radaran C M Y K 14