týsdagur 29. apríl 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 80 - 29. apríl 2003
Skrivstovufólk
Avloysarastarv í 1 ár fyri skriv-
stovufólk í barnsburðarfarloyvi
Apoteksverkið søkir eftir einum skrivstovufólki til
bókhaldið hálva tíð.
Starvið verður sett skjótast gjørligt,ella eftir nærri
avtalu.
Bókhaldsdeildin er á Tjaldurs Apoteki í Tórshavn.
Starvið inniber m.a. hesar uppgávur
• Upprætting og viðlíkahald av ognarskrá
• Viðlíkahald av ognarum
• Annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði
Ynskiligt er at umsøkjarin hevur:
• Skrivstovuútbúgving
• Góðan teldukunnleika
• Góð samstarvsevnir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
Jonnu Djurhuus, telefon 341127.
Umsókn saman við avriti av prógvum og møgu-
ligum viðmælum skulu í seinasta lagi 7/5-2003
sendast til:
Tjaldurs Apotek
Postboks 3010
FO-110 Tórshavn
Felagið Agape
Nú fríggjakvøldið 2. mai kl. 20 undirvísir Mads
Noer,
familjuráðgevi og psykoterapeutur í
missiónshúsinum í Leirvík.
Evni: »At vera góður við seg sjálvan sum eitt
ábyrgdarfult menniskja, skapað í Guds mynd.
Um sjálvsvirði og sjálvsálit«.
Innsavnan verður til arbeiðið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Fráboðan um
umhvørvis-
góðkenning
Við hesum verður gjørt
kunnugt,
at
Heilsu-
frøðiliga starvsstovan
tann 14. apríl 2003, við
heimild í grein 26 í løg-
tingslóg nr. 134 frá 29.
oktober 1988 um um-
hvørvisvernd og kunn-
gerð nr. 54 , grein 1, stk.
4, hevur góðkent:
Betongblandistøðina
hjá Sp/f J + H í Leirvík
Góðkenningin liggur al-
ment frammi á Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni.
Avgerðin kann kærast
til Landsstýrismannin í
u m h v ø r v i s m á l u m .
Møgulig
kæra
skal
sendast Heilsufrøðiligu
starvsstovuni, Falkaveg-
ur 6, 2. hædd, FO-100
Tórshavn, í seinasta lagi
fýra vikur frá dags dato.
Góðkenningin
kann
somuleiðis síggjast á
heimasíðuni hjá Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni,
www.hfs.fo
Heilsufrøðiliga
starvsstovan
Upplatingartíðir
í summar
Framsýningarnar hjá Føroya Fornminnissavni
í Brekkutúni 6
og útisavnið Heima á Garði
lata upp fyri summarið sunnudagin 18. mai og hava
opið fram til sunnudagin 14.september.
Mánadag til fríggjadag
kl. 10 til 17
Leygardag og sunnudag
kl. 14 til 17
Føroya Fornminnissavn
Til sølu
Trolbáturin »Gáshøvdi« er til sølu uttan fiskiloyvi
og -rættindi.
Áhugað biðjast vinarliga venda sær til
Tor Shipping
Tlf. 35 85 31
E-mail: torship@post.olivant.fo
NR. 80 • TÝSDAGUR • 29. APRÍL 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO
Finalan
Leygarkvøldið var finalan í Prix Føroyum hildin í Mentan-
arhúsinum í Fuglafirði. Bólkarnir spældu í hesi røð:
Hatespeech
Déjá Vu
MC Hár
Gestir
Braquet
Makrel
28 dómarar mettu um avrikini á pallinum, og teir dømdu út
frá fimm ymiskum krøvum um millum annað tónleikaliga
dygd, spæl og framførslu. Síðani fingu fólk kring landið
eisini møguleikan at siga sína hugsan.
Úrslitið var, at Gestir vunnu, Déjá Vu var nummar 2 og
Makrel nummar 3.
- Áskoðararnir stink-
aðu. Meðan eg stóð á
pallinum framman
fyri teimum hugsaði
eg hvat í verðini teir
gjørdu har. Tað var
feitari at spæla til
ljóðroyndina, sigur
ein sjúkur og skuffað-
ur J.P., sangari í Hate-
speech dagin eftir
Prix finaluna
HATESPEECH
Rúnar Reistrup
Tað var ein sjúkur bólkur,
sum spældi fyrst á Prix
finaluni. Heilsan bilaði hjá
trimum av teimum fimm
tónleikarunum, og tað setti
sín dám á framførðsluna,
halda teir sjálvir.
Men tað var tað eitt
annað, sum eisini gjørdi.
- Tá eg kom út á pallin
legði eg beinanvegin merki
til, at har var alt steindeytt í
salinum.
Áskoðararnir
stinkaðu. Har var eingin
kjansur at vit kundu fáa lív
í tey, sigur J.P., sum um-
framt at syngja, slapp at eta
síni egnu orð, meðan hann
stóð á pallinum.
- Eg havi altíð sagt, at tað
ger ongan mun at spæla
fyrst ella síðst, bara man
spælir gott. Men tað passar
ikki. Tað fann eg útav leyg-
arkvøldið, meðan eg stóð á
pallinum. Eg tók feil. Eg
kundi líka væl, nei betur,
staðið mitt á gólvinum og
sungi fyri ongum. Tað var
feitari at spæla til ljóð-
royndina.
Karismatiski og bersøgni
sangarin er ikki í iva um, at
tað hevði passað Hate-
speech betur at spælt seinni
út á kvøldið, tá áhoyrara-
fjøldin var "upphitað".
- Um vit spældu sum
nummar seks, hevði allur
salurin kókað. Allur salurin
uttan ein lítil fýrakantur har
tú bara sást stjørnukastarar
og reyðar troyggjur.
Orkaðu einki
Hatespeech hevði eitt pall-
show við neistaroki, kon-
fetti og eldi og sum vanligt
var framførðslan orkufull.
Men ikki so orkufull sum
ætlað.
- Vit orkaðu hvørki eitt
ella annað. Vit vóru ein
kempistór basilla á palli.
Og vit duga væl at síggja,
at vit ikki gjørdu tað so gott
sum í Fuglafirði. Men so
galið var tað altso heldur
ikki. Eg meini, hvør ger
okkum hatta eftir nakran-
tíð? At vit ikki so mikið
sum komu víðari er ótrú-
ligt, sigur J.P.
Tað vera neyvan Hate-
speech, ið gera sær sjálvum
framførsluna eftir á eini
Prix finalu, tí sambært
sangaranum, er bólkurin
liðugur við Prix Føroyar.
- Prixið er ikki fyri
okkum. Tað er gott at tað er
liðugt nú, so vit fáa samlað
okkara tankar um onnur
projektir, sigur J.P. at enda.
Hatespeech kvittar
við Prixið
Meiri grót
til Nibe
Enn ein bólkur, sum
er sprottin úr Grót-
umhvørvinum í
Gøtu, skal spæla í
Nibe
FESTIVALUR
Eyðun Klakstein
Umboðini fyri tónleika-
festivalin í Nibe vóru
komin til Føroya at kjósa
sær ein bólk, sum skal
spæla hjá teimum í
summar.
Valið fall á vinnandi
bólkin í Prixnum.
– Gestir hevur nakað
av tí originaliteti, sum vit
altíð leita eftir, sigur
Preben Møller Madsen,
sum er leiðari fyri Nibe
Festivalin, ið verður hild-
in har norðuri í Jútlandi.
– Vit gleða okkum til at
fáa Gestir til okkara festi-
val, og teir skulu bara
halda fram við at spæla,
sum teir gjørdu í final-
una. Og eg ivist ikki í, at
teir vera enn betri, tá ið
teir fara at spæla í Nibe.
Meira grót
Ein annar bólkur, sum
hevur røtur í umhvørvin-
um kring Grót í Gøtu
hevur tvær ferðir spælt í
Nibe.
–
Clickhaze
hevur
fingið ein heimavølli, og
tað er í Nibe. Og eg eri
keddur av, at tey ikki
kunnu vera við í ár, tí fólk
hava tikið sera væl ímóti
teimum, og vit vildu feg-
in havt tey aftur, sigur
Preben Møller Madsen,
sum tó helt, at tað var
meira ella minni tilvildar-
ligt, at tað nú var ein
bólkur sama øki og um-
hvørvi, sum skal spæla i
Nibe hesaferð.
Festivalleiðarin hevði
nógv góð orð at bera Prix
Føroyum.
– Prix Føroyar kann
ikki rættiliga samanber-
ast við líknandi kapping-
ar í Danmark, hóast tær
eisini eru góðar. Prix Før-
oyar er nakað heilt ser-
ligt, segði hann.
- Prixið er ikki fyri okkum. Tað er gott at tað er liðugt nú, so vit fáa samlað okkara tankar um onnur projektir, sigur Jákup Pauli Gaard Olsen, sangari í
Hatespeech
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
17
16