týsdagur 29. apríl 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 29. apríl 2003
19
at senda bólkin víðari í
kappingini.
Í endaligu dømingini
stóð Makrel ikki mát við
hinar bólkarnar, men tað
var sjálvsagt tí, at tá vórðu
dómararnir pískaðir til at
velja ein bólk, og so vórðu
Gestir og Déjá Vu tiknir
fram um Makrel.
Tøtt kapping
Dómararnir skuldu velja
tríggjar bólkar av teimum
seks, sum skuldu við til
endaligu dømingina, og her
fall valið á Déjá Vu, Gestir
og Makrel.
Fólkið slapp eisini at at-
kvøða, og kappingin gjørd-
ist sera tøtt, tá ið samanum-
kom.
Bert fimm stig vóru á
muni millum Gestir og
Déjá Vu, og høvdu út-
lendsku dómararnir ikki
verið so sannførdir um,
hvønn bólk teir skuldu at-
kvøða fyri, so høvdu før-
oysku dómararnir og fólkið
kanska fingið sín vilja.
Men eingin ivi var um, at
Gestir var ein verdugur
vinnari av Prixnum hesa-
ferð.
Tað vóru 28 bólkar, væl
yvir 100 tónleikar, men
eftir stóðu fimm eysturoy-
ingar sum vinnarar.
Gestir vóru bestir!
– Tað er í grundini
fantastiskt, at føroy-
ingar hava nógv so
nógvan góðan tón-
leik at bjóða, sigur
leiðarin fyri Jelling
Festivalin
JELLING
Eyðun Klakstein
– Déjá Vu hevði eina
góða framførslu. Teir
spældu væl og høvdu
nøkur løg við stórum
potentiali, sum passa væl
til Jelling, sigur Charlie
Mortensen, sum er leið-
ari fyri festivalin.
Seinast sendu teir boð
eftir Týr, men hesaferð
verður tað ein meira
friðarligur bólkur, sum
skal umboða Føroyar.
– Tað vóru fleiri góðir
bólkar við í finaluni, og
vit kundu havt valt
onkran annan, men Déjá
Vu var tann bólkurin,
sum segði mær mest, og
tí fall valið á teir.
Tættari hesaferð
Útlendsku
dómararnir
vóru rímiliga samdir um,
at Gestir vóru besti
bólkurin í finaluni, men
Jelling vildi alíkavæl
hava Déjá Vu.
– Dómararnir hildu, at
Gestir vóru originalir í tí,
sum teir gjørdu, men eg
skilti eisini á teimum, at
teimum dámdi sera væl
Déjá Vu eisini. Tað var í
fínasta lagi, at Gestir
vann, men tað var jú ein
tøtt kapping, sigur Charl-
ie Mortensen.
– Hesaferð var kapp-
ingin javnari, enn hon var
fyri tveimum árum síð-
ani. Tá skaraði Clickhaze
framúr, og eingin ivi var
um vinnaran, hóast vit tá
vildu hava Týr at spæla
hjá okkum.
Føroyskt vælkomið
Chalie Mortensen heldur,
at tað hendir sera nógv í
føroyskum tónleiki.
– Eitt er, at vit upp-
livdu eina sera góða
finalu í Prixnum, men
harafturat hoyrdu vit
eisini trý sera góð nøvn í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði fríggjakvøld-
ið. Tað er í grundini fan-
tastiskt, at føroyingar
hava nógv so nógvan
góðan tónleik at bjóða.
Tey trý nøvnini, sum
sungu til pallborðsfundin
í Fuglafirði, vóru Lena &
Niclas, Brandur Enni og
All That Rain.
– Vit í Jelling vilja feg-
in arbeiða fyri, at vit hava
onkran føroyskan bólk at
bjóða hvørt ár. Eisini tey
árini, tá ið Prix Føroyar
ikki verður hildið, sigur
Charlie Mortensen.
Soleiðis atkvøddu tey
Déjá Vu
Gestir
Makrel
Fólkið
48
34
18
Útlendsku dómararnir
25
69
6
Føroysku dómararnir
58
33
8
Samanlagt
131
136
32
Jelling vil
hava meira
føroyskt
– Vit í Jelling vilja fegin arbeiða fyri, at vit hava onkran
føroyskan bólk at bjóða hvørt ár. Eisini tey árini, tá ið
Prix Føroyar ikki verður hildið, sigur Charlie Mortensen,
leiðari fyri Jelling Festivalin
Mynd: Jens Kristian Vang
Tá ið verðin enn einaferð druknaði, flutu Gestir omaná, og við tí framúr góða frontmanninum Ólavi Hansen á odda vunnu teir
Prix Føroyar 2003
Mynd: Jens Kristian Vang
19
18
Nr. 80 - 29. apríl 2003
C
M
Y
K
18
Føroyingar
fingu ikki
sín vilja
Bæði føroysku
dómararnir og
fólkið peikaði á
Déjá Vu sum
vinnara av Prix
Føroyum, men
útlendsku dómar-
arnir vóru av-
gjørdir í, at Gestir
skuldu vinna, og
harvið varð tað
DØMINGIN
Eyðun Klakstein
Nógv umtalaða døm-
ingin stóð sína roynd í
Prix Føroyar finaluni,
og hóast nógv hevði
verið tosað um, hvørt
fólk
kring
landið
skuldu fáa ávirkan á
úrslitið, so broyttu
hyggjaraatkvøðurnar
ikki dómin hjá dómar-
unum.
Fólkið fekk nevni-
liga ikki sín vilja, tá ið
tað peikaði á Déjá Vu
sum
vinnara.
Teir
gjørdust fimm stig ov
stuttir í tøttu kapping-
ini við Gestir.
Eisini teir føroysku
dómararnir valdu Déjá
Vu fram um Gestir,
men tá ið teir út-
lendsku
dómararnir
vóru so sannførdir um,
at Gestir vóru bestir,
so endaði eysturoyar-
bólkurin eisini sum
vinnari.
Ein dómari á
muni
Kappingin um sigurin
var so tøtt, at tað var
bara ein dómari á muni
millum Déjá Vu og
Gestir.
Tað vil siga, at hevði
bara ein av teimum 28
dómarunum dømt fyri
Déja Vu heldur enn
Gestir ella Makrel, so
hevði havnabólkurin
staðið eftir sum vinn-
ari.
Men alt tað er og
verður
hypotetiskt
prát, tí fakta er nú, at
fimti vinnarin av Prix
Føroyum
gjørdist
Gestir.
Makrel, sum eisini
kom víðari til endaligu
dømingina, kláraði als
ikki at standa mát við
hinar bólkarnar og
fekk 100 stig færri enn
hinir báðir bólkarnir.
Gestir leitaðu út í tað
nýggja og óvissa, og
teir komu heimaftur
við sigrinum í Prix
Føroyum 2003. Út-
lendsku dómararnir
vóru bergtiknir av
bólkinum, sum nú
hevur nógvar spenn-
andi uppgávur fyri
framman
FINALAN
Eyðun Klakstein
Gestir komu á vitjan í Prix
Føroyum 2003, og teir fóru
avstað aftur við tí stóra
posanum við vinningum.
Festivalur í Danmark,
spælistaðið Vega, Lista-
stevnan
og
Lundgaard
Studio stóð skrivað á hørðu
pakkarnar, og bólkurin
hevur nú nógvar spennandi
uppgávur fyri framman.
– Vit eru, sum vit eru, og
soleiðis verða vit eisini til
finaluna,
proklameraði
ljómborðsspælarin í bólk-
inum undan finaluni.
Og Gestir vóru, sum teir
plaga at vera.
Teirra
álvarsama
og
næstan friðarliga image
hevur dýpd og innihald, og
tá ið sangarin Ólavur Han-
sen stendur mitt á pallinum
og syngur við síni ser-
merktu rødd, og tann væl
spældi
tónleikur
flýtur
saman við honum, er veru-
liga talan um ein ser-
merktan bólk, sum leitar
eftir nøkrum nýggjum.
Gestirnir til Prixið vóru
bergtiknir av Gestum, og
tað gjørdi eisini, at bólkurin
endaði ovast á stigatalvuni.
Verðin druknaði
Gestir spældu somu sangir,
sum teir hava spælt gjøg-
num alla kappingina, og tá
ið verðin enn einaferð
druknaði, fleyt bólkurin
omaná.
Úttrykkið hjá Gestum er
sterstakt, og teir hava nógv-
ar stemningar í sínum sang-
um. Teir leita út í tað óvissa
fyri at finna eitthvørt nýtt,
og tað eydnast.
Eitt minus er, at tað er
trupult at skilja orðini, sum
Ólavur syngur, men tað
gloymir tú næstan, tá ið tú
sært hendan framúrskar-
andi frontfigurin gera alt
annað enn veipa við ørm-
unum.
Framúr poppur
Déjá Vu er vorðin ein frá-
líkur bólkur, sum spælir
góðan og melodiøsan popp-
tónleik. Teir báðir sangarar-
nir í bólkinum, Flóvin og
Líggjas, eru sera góðir, og
serliga næsti sangurin hjá
bólkinum,
sum
Flóvin
sang, var framúrskarandi
góður og fangandi.
Déjá Vu hevur eitt rætti-
liga friðarligt konsept, og tí
høvdu teir ongar trupul-
leikar av, at fólk vóru deyd-
lig meginpartin av kvøldin-
um. Teirra tónleikur hevði
nakrar dygdir, sum ikki
hevði fyri neyðina pall-
kaving ella hoppandi ung-
fólk.
Tað var inniligt og flott, tá
ið bólkurin sínar sangir, og
her var talan um mest melo-
diøsa partin av kvøldinum.
Bólkurin varð eisini lønt-
ur við einum plássi á festi-
valinum í Jelling, sum teir
fegnaðust stórliga um.
Ljóðaði illa eina løtu
Hatespeech hevði fingið
heiðurin at leggja fyri hetta
kvøldið, men skuldi ein
konsertfyrireikari
gjørt
skránna fyri kvøldið, so
hevði Hatespeech helst
ligið í hinum endanum av
kvøldinum, soleiðis sum
teir gjørdu í innleiðandi
umfarinum.
Hatespeech livdi als ikki
upp til framførsluna, sum
teir høvdu í undankapping-
ini, tá ið alt fór upp frá, og
fólk vóru fullkomiliga tikin
av fótum.
Men tað var eisini trupult
at endurtaka hesa fram-
førslu, og nú Prixið er av,
kann tað bara staðfestast, at
besta framførslan í Prix-
num 2003 var tann hjá
Hatespeech í Fuglafirði.
Nógv var gjørt burtur úr
ljóðinum í salinum, nú
finalan skuldi verða, men
byrjanin var meira enn
hálvvánalig. Fyrsti sang-
urin hjá Hatespeech ljóðaði
beinleiðis illa, men tað
gjørdist betur, tá ið teir
vóru komnir í gongd.
Í Fuglafirði var óført lív
í, tá ið trash-rockararnir
spældu, men hesaferð var
tað meira ella minni sterilt,
og tað var avgjørt ikki ein
fyrimunur fyri Hatespeech.
Bít meg
Fyrireikingin hjá MC Hár
til finaluna var eitt sindur
órógvað av, at tveir av lim-
unum í bólkinum fóru burt-
urúr, men tá ið bólkurin
stóð á pallinum í Norður-
landahúsinum vóru teir so
væl fyri sum sjáldan áður.
Teir
báðir
sangarnir,
Eyðun Ásason og Rókur
Jakobsen, høvdu ein sen-
tralan leiklut, og saman við
rapparanum
Niels
Una
Dam, sum hesaferð var
farin frá klassiskari Mona
Lisa-útsjónd og hálva leið í
nánd av Dalai Lama, settu
teir futt í.
Tónleikurin hjá MC Hár
er ein góð blanding av rappi
og sangi, og okkurt av nið-
urløgunum eru sera fang-
andi.
– Bít meg, klíp meg.
Jú, tað er framvegis eitt
sindur av broddi í yrking-
unum hjá bólkinum, sum
langt síðani hevur gjørt tað
til sítt vørumerki at arga og
elska.
Trupulleikin hjá MC Hár
eins væl og Hatespeech var,
at bólkurn livir av at fáa lív
í, at fáa alt upp á kók og so
tveita trumfin við góðum
tónleiki. Men hesaferð var
einki publikum, sum lata
seg øsa.
Spiltu fyrstu løtuna
burtur
Gospelbólkurn
Braquet,
sum spældi tann mest
klassiska rockin til final-
una, kláraði heldur ikki at
fáa lív í.
Bólkurin var við í tí nógv
umrødda umfarinum, tá ið
Krit snávaði, og tað vóru
mong sum hildu, at teir
høvdu ongan kjans at vinna
finaluna.
Soleiðis gjørdist tað eis-
ini.
Víst vísti Arni Zacharia-
sen kynstur sum gittarspæl-
ari, men tónleikurin var
ikki
nógv
avbjóðandi,
frekur ella leitandi, at dóm-
ararnir vildu senda teir
víðari í kappingini einaferð
afturat.
Braquet legði fyri við
eini gittarsolo hjá Arna. Og
hóast hon var teknisk krevj-
andi, so tóktist hendan
byrjan eitt sindur kiksað, og
bólkurin spilti í grundini
fyrstu løtuna burtur. Ikki
fyrr enn teir fóru at syngja
og spæla sangir saman,
gjørdist tað frægari.
Makrel stinkar
Heavy-bólkurin
Makrel
skuldi seta punktum, og tað
gjørdu teir við tungum
rocktónleiki, har teir eisini
nýttu øðrvísi ljóð saman
við skitnum gittarum og
buldrandi trummum.
Sangarin í bólkinum, Ári
Rouch, gjørdi eisini um seg
við fløtum havna-humori,
og hvørt tað tænti nøkrum
endamáli hjá bólkinum,
skulu vit ikki gera okkum
klók uppá.
Bólkurin kemur út við
nýggjari fløgu í dag, og
framførslan leygarkvøldið
varð eisini nýtt at gera vart
við hesa fløgu, og tað
tóktist eitt sindur við síð-
una av, nú talan var um
finaluna í Prix Føroyum.
Gittarspælarin Rasmus
Rasmussen vísti enn eina-
ferð góðar dygdir sum tann
sentrali tónleikarin í bólk-
inum, og Ári Rouch hevði
sum sangari – tað vil siga
tær løturnar, hann ikki var
skemtari – stóra útstráling,
og hann var avgjørt við til
Gestir vóru bestir
Ári Rouch, sangari í Makrel,
royndi seg sum skemtari,
men hevði betri eydnu sum
sangari
Mynd: Jens Kristian Vang