Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 29. apríl 2003 21 20 Nr. 80 - 29. apríl 2003 Tað er hugaligt at hava við mentanina at gera í Føroyum. Jú, tað er tað. Hóast nógv rok og nógva balladu á politiska vígvøllin- um. Tí allastaðni sprettur og grør. Í ítrótti, samkomulívi, aktivum áhugafelagsskapum, myndlist, skaldskapi, byggilist, kórsangi, sjónleiki og tónleiki. Prix-Føroyar er eitt tað fremsta dømið. Tað er eitt tað besta sum er hent fyri før- oyska mentan í nýggjari tíð. Ikki minst tí tað dregur ta nógvu skap- anina, sum grør í kjallarum og garasjum, fram í ljósið. Og so gevur prixið møguleika at draga føroyska mentan út um heimligu eingjargarðarnar. Út í heimin. Út í ljósið og út um eingjargarðar Finalushowið í Norðurlandahúsinum prógv- aði alt hetta. Tað var eitt inferno, har tú í sal- inum og á pallinum merkti orkuna og kapp- ingina millum bólkarnir ymsastaðni í land- inum og millum teirra stuðulsfólk í salinum. Har tú uppi á balkongini og í hølunum aftanfyri merkti áhugan og høvuðbrýggið hjá bæði føroysku og útlendsku dómarun- um. Og har tú í Sjónvarps- og útvarpssending- ini og millum gestirnar á pallinum fekst prógv um, at føroyskir tónleikarar fara út í heim og menna seg. Har vóru Lena og Niclas. Har var Clickhaze við Eivør, sum prógvaðu, at tey bara eru ment ótrúligani, síðani tey vunnu seinasta prixið. Og har var Teitur, sum veruliga hevur fingið sítt altjóða gjøgnumbrot, síðani hann saman við Mark No Limit vann prixið í 1997. Positivt bilsin Eg var glaður um, at eg ikki skuldi taka dagar ímillum bólkarnar. Sum leikmaður royndi eg bara at hava sansirnar opnar og gera mína óprofessionellu meting. Kendi minni til bólkarnar hesaferð, enn á teimum undanfarnu prixunum. Og hetta var ikki tónleikur, sum eg kenni meg mest aftur í. Men allir gjørdu meg positivt bilsnan við sínum framførslum á pallinum og gjøgnum elektroniska miðilin. Tað einasta, sum eg veruliga saknaði í hesi finaluni, vóru konufólk í bólkunum og í hesum tónleikin- um. Hatespeach "gyppaðu dyntil" og góvu alt, hóast teir høvdu truplastu uppgávuna sum fyrsti bólkur mótvegis áskoðarunum. Væl samanspældir og við ótruligari orku og útblástri. Déjà Vu fingu inniligheitina og nærleikan at streyma langt út í sal og stovu. Dygd- arspæl og sangur við fleiri persónligheitum. MC-Hár við sínum meira kendu persón- ligheitum vóru uppaftur betri, enn eg havi hoyrt teir og sæð teir. Og blandingin millum rappið, sermerktu sangrøddirnar og fjøl- táttaðu ljóðførini, sat bara. Gestir, við sínum "nørdalooki", fingu á framúr góðan og einfaldan hátt sett sítt egna ígjøgnum og víst persónligar tónleikadygdir á ljóðførunum. Braquet gingu eisini beint inn og fingu víst tað stóra og skapandi feltið millum tónleikin og sín andaliga boðskap. Erligt og trygt sungið og spælt. Og Makrel hevði ikki bara sjarmu og sjálvshumor. Teir prógvaðu, at teir sanniliga høvdu nakað at bera tað í við samanspæli og persónligum dygdum. Og teir fingu veruliga fólkið í salinum við. Teir brúktu sín leiklut sum seinasti bólkur til fulnar. Tætt so tætt Men tað var ikki bara eg sum leikmaður, sum hevði ilt við at taka dagar millum bólk- arnar. Teir dómarar, eg prátaði við, søgdu allir, at tað var stórt spell at skula velja góðar bólkar frá, tá tríggir skuldu veljast víðari. So tit í Hatespeach, MC-Hár og Braquet. Tit kunnu ugga tykkum við, at tit vórðu ikki vrakaðir, men vóru akkurát ov stuttir á málstrikuni. Tað merktist á prátinum millum útlendsku dómararnar, at har høvdu Gestir absoutt munin, meðan Déjà Vu fingu nógv stig mill- um føroysku dómararnar. So tað gjørdist ein sera spennandi og tøtt finala millum teir á Margarinfabrikkini í Havn og teir úr Losjuni í Gøtu. Tillukku Gestir Ongin ivi er um, at tað egna og serstaka ljóðið og úttrykkið hjá Gestum, hevur borið teir fram til sigurin. Tað er ein sigur fyri tónleikalívið í Gøtu og grannabygdunum. Tað er eitt bragd hjá tykkum Ólavi, Tor- finni, Knúti, Niels Jákupi og Jógvani Andri- as, sum komu víðari sum tveyari, at tit nú standa sum vinnarar av Prix-Føroyum og saman við Déjà Vu eru bodnir út um land- oddarnar. Vit ynskja tykkum tillukku og øllum hinum bólkunum góða eydnu og íblástur. Í ár mugu vit staðfesta, at tit fingu grótið at syngja. Og um ikki Tróndur í Gøtu er vaknaður og hevur roynt eitt stig leygarkvøldið, so vildi í hvussu er onkur vera við eftir finaluna, at "Tróndur í Gøtu rular!". Tøkk til fyrireikarar Prix-Føroyar finalan í Norðurlandahúsinum er endabresturin á einum tiltaki, sum ikki bert er tónleikur. Men sum sameinir og samskipar tað besta, sum Norðurlandahúsið, Útvarpið og Sjónvarpið kunnu leggja fyri. Eg haldi, at Fróði Vestergaard og Norður- landahúsið við øllum sínum hjálparfólki. Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya við øll- um sínum fólki. Ljóð- og ljós- og kamera- fólk og klipparar og sminkøsur og samskip- arar og vertar og so framvegis. Øll tit eiga stórt rós uppiborið fyri tiltakið. Onkrum kiksarum slepst ikki undan Men sum heild eitt sera flott show, sum tit og vit øll kunnu vera errin av. Høgni Hoydal, landsstýrismaður við mentamálum Vit, sum stóðu í salin- um og tit, sum sóu okkum í sjónvarpin- um, vita tað. Vit fingu ongantíð hitan. Vit vóru akkurát líka stirvin tá vit fóru út, sum tá vit komu inn. Ja, vit keddu okkum næstan. Vit vóru ein fiasko GÓLVREPORTAGA Rúnar Reistrup Durasnapsurin er ein góður føroyskur siður. Og hann er ikki til fyri einki. Hann hjálpir at hita likam títt eftir ein kaldan túr í føroyska veðrinum, hann er eitt tekin um blíðskap, men mest av øllum, so brýtur hann ísin. Eins og dururin er forstov- an til veitsluhøllina, er durasnapsurin forstovan til sjálva veitsluna. Føroyski verihátturin er stirvin. Hann hevur brúk fyri durasnapsinum, tá hann skal leiðast í veitslu- lag. Vanliga lata føroyingar ikki kenslurnar stýra og ansa væl eftir ikki at sleppa tí kontrolleraðu støðuni - hava kanska ilt við at koma úr henni, eisini tá teir gjarna vilja. Man kann gott drekka uttan at hava tað stuttligt, og man kann eisini hava tað stuttligt uttan at drekka, men tað er ikki uttan grund, at øl og brennivín eru ein nátúrligur partur av før- oyskari mentan. Vit hava brúk fyri tí fyri at koma úr vanligu sinnisstøðu okkara í aðra lættari. Úr gerandis- lag í veitslulag. Hvørki fuglur ella fiskur Til Prix Føroyar finaluna varð eingin snapsur bjóðað- ur í durinum. Dururin leiddi teg inn í cafeteriuna, sum leiddi teg víðari inn í konserthøllina. Men einki leiddi teg inn í veitsluna. Tað er ikki vanligt við durasnapsi til konsertir í Norðurlandahúsinum. Tí vanliga eru konsertir í Norðurlandahúsinum ikki veitslur. Tær eru ikki annað enn konsertir. Konsertir, har vit sita pent í væl skip- aðum stólarekkjum, tosa spakuliga saman til tónleik- urin byrjar og síðan savna allar tankar um tónleikin, til hann einaferð endar, og vit klappa og ganga siðiliga út uttan at siga eitt orð. Til Prix finaluna vóru allir stólarnir goymdir burt- ur. Tónleikur hoyrdist bert í brotum. Prix finalan var ikki nøk- ur vanlig konsert. Men hon var heldur eing- in veitsla. Keddu okkum næstan Har er eingin diskussión. Vit, sum stóðu í salinum og tit, sum sóu okkum í sjónvarpinum, vita tað. Vit fingu ongantíð hitan. Vit vóru akkurát líka stirvin tá vit fóru út, sum tá vit komu inn. Ja, vit keddu okkum næstan. Vit, sum vóru oyra- Stólar ella durasnaps Tróndur í Gøtu rular! og eygnavitni til eitt fan- tastiskt tiltak. Vit, sum høvdu næstan hálvthundrað av Føroya bestu rocktónleikarum fyri okkum, tað flottasta ljósið beint í eyguni og tað besta ljóðið beint í oyruni. Vit uppførdu okkum kortini sum ein skara av studioklapparum til eina upptøku av Lið um Lið. Takið á Norðurlandahús- inum, sum tann høgtsitandi sjónvarpsverturin so gjarna vildi hava uppfrá, ikki so mikið sum flutti seg. Salur- in, sum annar av gólvbaser- aðu mikrofonhaldarunum vildi vera við kókaði, var líka lunkaður sum makrel- skemtisøgan hjá Jákupi Magnussen. Í Dansistov- uni, har tónleikararnir hildu til, var lagið snøgt sagt turr-isligt, og tað kundi enn ikki eitt sindur av kukkogpiss humori frá sjónvarpsumboðnum á staðnum bloyta upp. F’ið í SvF Prix finalan 2003 stóð í sjónvarpsins tekini. Alt var sett saman eftir einari greiðari ætlan, og hóast ein samdøgursseinkað undan- sending, ein kortersseinkað eftirsending og ein góð rúgva av meira og minni fatalum frásøguforvirringi minti fólk á, hvat F’ið í SvF stendur fyri, so var Prix- sendingin finalukvøldið, sum faktiskt byrjaði til tíðina, sera væleydnað. Væleydnað var eisini so at siga alt, sum fór fram á pallinum. Næstan uttan undantak vóru bólkarnir bergtakandi dugnaligir og bjørt dømi um, hvussu stórt Prix Føroyar tiltakið er fyri føroyskan tónleik. Hetta stóra tiltakið prógvaði seg sjálvt sum eitt tað besta, vit føroyingar kunnu skapa, og hópurin av prominentum útlendskum gestum setti tvær strikur undir úrslitið. Norðurlandahúsið var ein oasa fyri succes. Vit vóru ein fiasko Men vit á gólvinum í salin- um vóru ein fiasko. Vit nyttaðu einki. Vit øntu ikki bólkunum aftur, fluttu ikki stirvnu beinini og lyftu einki tak. Men tað var ikki bara okkara skyld. Vit fingu ongan kjans. Hvørja ferð tónleikurin var komin so nøkunluna í gongd, steðgaði hann, alt bleiv friðarligt, og ljósið bleiv tendrað. Hetta kynstr- ið brúka Club 20 og Plat- form til at fáa okkum at skrubba av, tá klokkan er vorðin hálvgum fýra, og tað riggar. Tað riggaði eisini í leygarkvøldið. Seks ferðir. Vit blivu biðin um hvørki at hava tyggigummi, øl, brennivín ella gras inn við í Norðurlandahúsið, og vit aktaðu. Men vit fingu ongan durasnaps. Vit høvdu tikið til takkar við at sloppið at keypt okkum eina øl ella fýra, men tað varð okkum ikki boðið. Vit sluppu ikki í veitslulag, hóast vit vildu Einhvør plátuvendari veit, at besti mátin at oyði- leggja ein góðan stemning er at sløkkja tónleikin. Ein- hvør barrvørur veit, at besti mátin at fáa fólk at fara heim er at lata vera við at skeinkja. Hvat skuldu vit gera afturímóti. Kundu vit í minsta lagi ikki fingið nakrar stólar í væl skipaðum rekkjum at sitið pent á? So at siga alt, sum fór fram á pallinum, var ein succes, men á gólvinum var talan um fiasko Mynd: Jens Kristian Vang Til Prix finaluna vóru allir stólarnir goymdir burtur, og tónleikur hoyrdist bert í brotum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 20