Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 80 - 29. apríl 2003 Til finaluna leygar- kvøldið fekk MC Hár ongan bita av lagkøk- uni. Teir endaðu ikki millum tríggjar teir fremstu bólkarnar, og heldur onki festival- pláss varð ognað rapparabólkinum PRIX FØROYAR Ingrid Bjarnastein Til finaluna leygarkvøldið var kærleikin ikki nóg stórur til at MC Hár slapp uppí part, tá festivalpláss skuldu býtast út, og teir vóru heldur ikki millum tríggjar teir fremstu bólkar- nar. Hvør veit? Kanska hetta var tí, Ári Roach í Makrel segði: »Vit elska tykkum meir«. Men onki var spart, tá MC Hár setti í gongd leygarkvøldið. Tey klass- isku ballónhjørtuni sveim- aðu yvir fólkið, og størsta yvirraskilsið var uttan iva, at orsøkin til navnið MC Hár, nú kanska ikki er so týðulig longur. Niels Uni Dam, frontmaður í stóra bólkinum, hevði nevniliga onki hár eftir. Skallin var berur, undantikið eina einsamalla flættu, sum var eftir á høvdinum. – Tað gekk væl hjá okk- um at spæla, og tað var tað rætta orkestrið sum vann. Men sjálvandi eru vit vón- brotnir, tað hevði verið løgið um vit ikki vóru. Vit satsaðu sjálvandi uppá, at enda millum tríggjar teir fremstu bólkarnar ella kanska at ogna okkum eitt festivalpláss, men so varð ikki, segði Niels Uni Dam uttan hár eftir finaluna. Fingið sambond Undan finaluni leygar- kvøldið hevði bólkurin verið á venjingarlegu í Hósvík í eina heila viku. Niels Uni letur væl at venj- ingarleguni. – Venjingarlegan hevur sjálvandi gjørt mun, og fyri okkara viðkomandi, so kundi framførslan ikki verið betri. Tað styrkti eisini nógv um tað sosiala í bólkinum, tí vit høvdu tað ógvuliga hugnaligt saman, heldur Niels Uni. Sjálvt um bólkurin ikki fekk nakað av teimum al- mennu virðislønunum, so hevur tað eydnast fáa sam- band við nakrar av teimum útlendsku dómarunum, so talan gerst møguliga um, at MC Hár fer uttanlands at spæla einaferð seinni. Spurdur um hetta gjørdist endin á MC Hár sigur Niels Uni: – Nei, als ikki. Tað skuldi tað helst ikki verið. Vit hava verið við í Prixnum fyrr uttan at vinna, men tá fingu vit tó eitt betri pláss, umframt eitt festivalpláss á Spotfestivalinum. Í summar kunnu MC Hár fjepparar tó gleða seg til, at bólkurin í øllum førum fer at luttaka á tveimum kon- sertum, umframt, at anda- ligi leiðarin roknar við, at aðrir spælimøguleikar fara at koma sum tíðin líður. Teitur Lassen, sum vann Prix Føroyar kappingina fyri seks árum síðani, var serligur gestur til finaluna hesaferð TEITUR Eyðun Klakstein Teitur Lassen skal í næstum geva fløgu út í USA, og áðrenn alt tað stóra showið fer av bakkastokki, leitaði hann aftur á slóðina í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Fyri seks árum síðani vann hann Prixið sum høvuðsmaður í bólkin- um Mark No Limits, men hesaferð var hann einsamallur á pallinum. Hann sang tríggjar sangir, meðan bíðað varð eftir úrslitinum í kappingini. Hann sang millum annað sangin Amanda´s Dream, sum er at finna á nýggju útgávu hansara. Hann sang eisini av føroysku sangunum av útgávuni Sólin og Regnið, sum kom út í fjør. Útgávan í nánd Um ein mánað fer Teitur undir at spæla konsertir í sambandi við fyrstu útgávu sína hjá Univer- sal plátufelagnum í USA, og í juni skal hann rættiliga royna at gera vart við seg og sín tón- leik. Mánakvøldið var tað gjørligt at hoyra Teit Lassen spæla á eini lítlari, loyniligari kon- sert í Christianshavn í Keypmannahavn. – Jeg spiller en lille hemmelig koncert på et hyggeligt sted i Christ- ianshavn, skrivaði Teitur í teldubrævi, sum var sent í umfar undan viku- skiftinum. Einki varð gjørt fyri at lýsa konsertina, men tey, sum frættu um hana, kundu leita sær til Sofie- kælderen, Overgaden oven vandet 32 mán- akvøldið kl. 22.00. Havnarbólkurin Déjá Vu endaðu sum »runners up« til Prix Føroyar finaluna leygarkvøldið. Bert fimm stig aftaná vinnararnar Gestir endaðu teir á einum sannførandi øðrum plássi, umframt, at teir sleppa at luttaka á Jelling festivalinum í mai mánaði PRIX FØROYAR Ingrid Bjarnastein Finalan gjørdist rættiliga tøtt leygarkvøldið. Serliga millum tveir teir fremstu bólkarnar, Déjá Vu og Gestir, var ógvuliga tætt, og tá alt kom til alt, vóru tað bara fimm stig sum skiltu teir báðar fremstu bólkar- nar, sum báðir eisini ogn- aðu sær eitt festivalpláss í ávíkavist Nibe og Jelling. – Vit eru ógvuliga postivt yvirraskaðir. Serliga tí vit vóru so nær við at vinna, sigur Líggjas Olsen, sang- ari í Déjá Vu. Eitt festivalpláss fekk bólkurin eisini. Jelling vil hava havnardreingirnar at koma at spæla, tá festival- urin fer av bakkastokki í mai mánaði. Føroyska undirtøku Tá stigini vóru tald saman, vísti tað seg, at Déjá Vu hevði fingið stóran før- oyskan stuðul. Teir fingu flestar atkvøður frá lurtar- um og hyggjarum, og taldi tað tilsamans 48 %. Nevn- ast kann, at Gestir fingu næstflestar, og teir fingu 34%. Eisini føroysku dómar- unum dámdu best Déjá Vu. Tilsamans fingu teir heili 58% av atkvøðunum hjá teimum føroysku dómarun- um, men »bert« 25% frá teimum útlendsku. – Vit fegnast yvir, at føroyingar dámdu okkum so væl, og øll tey, sum hava atkvøtt skulu eiga takk fyri tað. Tað var ordiliga sakin, sigur Líggjas. Nógv rok var um nýggju dømingarhættirnar áðrenn sjálva finaluna, men fyri Déjá Vu hevur tað bara havt nakað positivt við sær – í øllum førum, hvat hyggj- ara- og lurtaraatkvøðum viðvíkur. – Eg havi framvegis somu støðu til dømingar- hættirnar, men tað skal nú heldur ikki takast sum um, vit ikki eru nøgdir við undirtøkuna vit hava fing- ið, tí hana eru vit glaðir fyri. Vit raka nokkso breitt, og vit fingu jú helvtina av hyggjaraatkvøðunum. Déjá Vu eydnaðist ikki at spæla og syngja seg uppá allar ovastu rók, men fram- tíðin sær bjørt út. Í mai mánaði skulu teir niður til Jelling í Jútlandi, har teir skulu spæla á festi- valinum har. Teir skulu spæla fríggjakvøldið 30. mai klokkan 19, beint áðrenn Big Fat Snake, sum er eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum. – Nú fara vit at gera nýtt tilfar, og í summar fara vit helst at seta hol á fløguupp- tøkurnar. Eg tori ikki at siga nakað um, nær fløgan verður liðug, men vit fara so í øllum førum at byrja nú, segði ein væl nøgdur Líggjas Olsen at enda. Fløgan við tónleik- inum frá Prix- finaluni verður í sølubúðunum fríggjadagin 22. mai ÚTGÁVA Eyðun Klakstein Útvarp Føroya hevur seinastu tríggjar ferðir- nar tikið tónleikin í Prix- finaluni upp, fyri síðani at geva ein part út á fløgu. Soleiðis verður aftur í ár, og arbeiðið at ljóð- blanda tónleikin til út- gávuna er longu farið í gongd. Útvarpsstjórin Jógvan Jespersen kundi eftir finaluna siga tónleikar- unum, at fløgan kemur út fríggjadagin 23. mai. Á fløguni verða sangir hjá øllum finalistunum í kappingini. Fløgan kemur í næstum Teitur Lassen kom á vitjan í Norðurlandahúsinum og sang onkran av sangunum, sum í næstum verður givin út á fløgu í USA Mynd: Jens Kristian Vang Teitur leitaði aftur á slóðina MC Hár slapp ikki upp í part Sjálvt um hárið fór av, so hjálpti hetta ikki MC Hár til at fáa ein bita av stóru lagkøkuni leygarkvøldið. Teir endaðu ikki millum tríggjar teir bestu, og ei heldur varð nakað festivalpláss tillutað bólkinum Mynd: Jens Kr. Vang Déjá Vu: Ordiliga sakin Déjá Vu endaði á einum øðrum plássi til finaluna leygar- kvøldið. Føroyska undirtøkan fyri havnarbólkinum var ógvuliga stór, tí teir fingu 58% av atkvøðunum hjá føroysku dómarunum, og 48% av hyggjara- og lurtaraatkvøðunum. Harafturat ognaði bólkurin sær eitt festivalpláss í Jelling í mai mánaði Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 22 Nr. 80 • týsdagur • 29. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Hóast hann hvørki skoraði ella legði upp til mál, so var Jann Ingi Petersen stóra samrøðuevni eftir sín fyrsta landsdyst STJØRNUSKOT Jákup Mørk Lítil ivi mundi vera um, hvør var dagsins maður á føroyska landsliðnum sunnudagin. 19 ára gamli Jann Ingi Petersen var fyri fyrstu ferð í landsliðsbúnanum, og rættiliga óvæntað fall tað honum eisini í lut at byrja millum teir fyrstu ellivu. Ein uppgáva, sum hann loysti somikið væl, at venj- ari lat hann vera á vøllinum allan dystin á tamb. Sjálvur visti Jann Ingi av ongum sunnumorgunin, men sum vera man, so fegnaðist hann um møgu- leikan, sum soleiðis kom sendandi. - Eg ivaðist ikki í, at eg skuldi byrja á beinkinum, og sum so hevði eg bara vónað at sleppa inn á vøll- in. Sunnumorgunin fekk eg so boð um, at eg skuldi byrja inni, og sjálvandi gleddist eg um hetta. Fyrstu løtuna av dystin- um var annars ikki so nógv, sum bendi á, at dagurin skuldi gerast so stórur hjá Jann Inga, men eftir at hava arbeitt seg inn í dystin fyrsta hálva tíman, kom verulig ferð á. Hetta bendi nógv tann vegin, at talan var um premieru-nervar, men sjálvur var leikarin ósamdur í hesum. - Eg haldi slettis ikki, at eg hevði nervar. Sjálvandi var eg spentur, men eg setti mær bara fyri at gera mítt besta, og tað haldi eg gekk so hampuliga væl. - Eg má tó eisini siga, at eg hevði væntað meira av mótstøðuni. Sjálvandi oyði- legði útvísingin nógv fyri teir, men teir vóru so av- gjørt til at tosa við. Fer ikki uppfrá Hóast framúrskarandi debut’in, so er eingin ivi um, at unglingurin av Toftum enn hevur bæði beinini væl og virðiliga á jørðini. Í øllum førum var hann als ikki vísur í nøkrum sum helst, tá vit spurdu hann, um hann helt avrikið sunnudagin hava borgað fyri meira spælitíð týs- dagin. - Tað fáa vit at síggja. Nú koma seks mans aftur, og einki er at ivast í, at teir eisini skulu inn á liðið. Sjálvandi vildi tað verið stuttligt, um eg aftur slapp at royna meg, men hetta merkir so eisini, at seks mans skulu setast av lið- num. - Eg fái so ikki gjørt meira enn tað, sum eg havi gjørt, og so má Henrik gera av, hvørt hetta var nóg mikið, ljóðaði lítillætnu boðini frá nýggja stjørnu- skotinum á landsliðnum. Henrik Larsen gleddist sjálvandi um sigurin á Kasak- stan, men hann ivast ikki í, at talan verður um munandi torførari uppgávu týsdagin, tá seinni dysturin landanna millum er á skránni VENJARIN Jákup Mørk Tað var ein hampuliga væl nøgdur landsliðs- venjari, sum vit fingu orðið á eftir dystin móti Kasakstan. Ikki bara tí lið hansara hevði vunnið, men eisini tí hann hevði fingið møguleika at sæð fleiri av yngru leikarun- um í altjóða dysti. Sigurin fegnaðist hann sjálvandi um, men hann viðgekk tó, at bakgrund- in fyri hesum var hálvg- um bílig, tí mótstøðulið- ið varð somikið skert eft- ir útvísingina tíðliga í dystinum. - Sjálvandi er tað nak- að, sum oyðliggur nakað í dystinum, og serliga órógvaði tað hinar í fyrra hálvleiki. Men eg haldi tó kortini, at vit spæla hampuliga væl. Vit skapa teir møguleikarnar, sum vit skulu skapa, og tað eydnast okkum eisini at skora upp á nakrar av hesum, so tann vegin eri eg væl nøgdur, helt Hen- rik Larsen eftir dystin. - Eisni eri eg fegin um, at eg fekk høvi at síggja somikið nógvar leikarar í dysti. Sjálvandi eru út- skiftingarnar nakað, sum órógva spælið hjá okk- um, og móti endanum kundi tað eisini kostað dekan ov nógv. Men tal- an er um venjingardyst, og vit mugu eisini nýta hesar til at síggja, hvussu ungu leikararnir standa seg í altjóða dystum, og her haldi eg meg kunna siga, at eg var stak nøgd- ur. Spurdur, hvørt tað var nakar einstakur leikari, sum hann helt skaraði framúr hesaferð, var Henrik Larsen ikki í iva, og skoðsmál hansara í so máta mundi eisini vera á leið tí, sum flestu áskoð- ararnir á vøllinum hildu. - Jann Ingi spælir ein branddyst. Hann kemur mitt inn á miðjuna, og er við í øllum, og tað var veruliga nakað, sum imponeraði meg. - Men sum sagt, so eri eg væl nøgdur um allar leikararnar. Vit skulu so til at sálda seks teirra frá til týsdagin, men tað merkir ikki, at teir glíða úr hitanum. Tað er í øll- um førum eingin teirra, sum hevur spælt seg av liðnum, helt venjarin. Nýggjur dystur Sum Henrik sjálvur nevndi, so fekk tað al- stóran týdning fyri dyst- in, at Kasakstan mest sum alt fyri eitt fekk eina útvísing at dragast við. Hetta gjørdi serliga í fyrra hálvleiki, at før- oyska liðið fekk sera lætt spæl, og eitt skifti kundi kanska roknast við ein- um metstórum landsliðs- sigri. Eitt met, sum tó var um reppið at enda við javnleiki ella kanska enn- tá tapi. Landsliðsvenjarin er heldur ikki so bláoygdur, at hann roknar við nakr- ari lættari uppgávu týs- dagin. Heldur ikki hóast føroyska liðið til ta tíð verður styrkt við útiset- unum, sum nú koma aftur. - Eg ivist ikki í, at vit nokk skulu fáa okkara at síggja til týsdagin. Hatta liðið hevur fleiri góðar leikarar, sum bæði duga og vilja spæla fótbólt. Lætt verður tað so ikki, helt altso Henrik Larsen at enda. Úrslitið vigaði minni - Jann Ingi spælir ein branddyst. Hann kemur mitt inn á miðjuna, og er við í øllum, og tað var veruliga nakað, sum imponeraði meg, helt Henrik Larsen eftir dystin Mynd: Álvur Haraldsen Ein nýggj stjørna tendraði Dysturin var ikki meira enn liðugur, áðrenn fartelefonin byrjaði at ringja Mynd: Álvur Haraldsen 23