týsdagur 29. apríl 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 29. apríl 2003
25
Vikuskiftið undan
páskum endaði kapp-
ingarárið í dart sum
vanligt við FM-kapp-
inginini fyri einstak-
lingar
DART
tíðindaskriv
Leygardagin varð kappast í
einmansleiki. Bert 24 teir
ovastu á styrkilistanum
sleppa við til FM í ein-
mansleiki, men fleiri avboð
gjørdu, at nakrir leikarar
longri niðri á listanum
sluppu upp i part.
Fleiri av teimum hægst
styrkismettu
leikarunum
livdu als ikki upp til styrk-
ismetingina í bólkaspælin-
um, og eitt nú mátti Odd-
finn Hansen (styrkismettur
nr. 5) lúta fyri Jens Peturi
Poulsen longu í 1/8-parts-
finaluni, meðan Flemming
Hansen (styrkismettur nr.
3) tapti móti Remy G.
Hansen í 1/4-finaluni.
Petur Grønagarð hevði
næstan verið einaráðandi í
einmansleiki alt árið og
hann spældi eisini sera væl
hendan dagin og kom í
finaluna uttan trupulleikar.
Í hálvfinaluni vann Petur
heili 5-0 móti Jan Midjord.
Í hinari hálvfinaluni hitt-
ust Alvin Egholm og Remy
G. Hansen. Á pappírinum
ein spennandi dystur. Tað
sást tó skjótt, at Alvin helst
kom
at
draga
longra
stráðið. Hann spældi sera
væl hendan dystin, var
stabilur og tryggur, tá
møguleiki var at lukka
settini. Alvin vann 5-2.
Finalan gjørdist ikki tað
heilt stóra upplivilsi, hóast
dysturin stóð millum teir
báðar hægst styrkismettu
leikararnar, Alvin Egholm
og Petur Grønagarð. Tað sá
út til, at Alvin hevði brúkt
alt krútið í hálvfinaluni og
Petur vann tí uppiborið
finaluna 6-3 og endurvann
harvið FM-heitið.
Tvímansleikur
Sunnudagin varð so kapp-
ast í tvímansleiki. Her var
frí tilmelding, men bert 11
pør luttóku. Fýra tey ovast
styrkismettu pørini spældu
seg uttan stórvegis trupul-
leikar fram til hálvfinalur-
nar. Tó vóru Alvin Egholm
& Flemming Hansen úti í
einum hørðum dysti í 1/4-
finaluni,
móti
Gunnari
Mouritsen & Jógvani Joen-
sen.
Í hálvfinalunum vóru á
pappírinum fýra rættuliga
jøvn pør. Tó vóru Remy G.
Hansen & Páll Dam kanska
"outsidearar" móti Alvin
Egholm
&
Flemmingi
Hansen, eftirsum hetta var
fyrsta kappingin hjá Pálli
hetta kappingarárið. Men í
fleiri settum var tað júst
Páll, sum skarðarði framúr,
og tað endaði við, at Remy
& Páll vunnu hálvfinaluna
5-2.
Í
hinari
hálvfinaluni
spældu Petur Grønagarð &
Henning Thomsen móti
Jens Peturi Poulsen & Poul
Poulsen. Hetta gjørdist ein
sannur gysari, og tá komið
var til 9. og avgerandi sett-
ið, hingu nervarnir uttaná
hjá øllum fýra leikarunum.
Allir fýra høvdu møguleik-
an at avgerða dystin, men
tað blivu Petur & Henning,
sum tryggjaðu sær plássið í
enn einari FM-finalu.
Finalan var alt annað enn
væl leikt (møguliga vóru
nervar
orsøkin).
Men
spenningurin treit ikki. Øll
11 settini máttu spælast fyri
at finna ein vinnara, og tá
avtornaði høvdu Petur &
Henning vunnið 6-5. Hetta
var teirra triðja FM-heiti í
tvímansleiki seinastu 4
árini.
Talvið hesa vikuna
GM Heikki Westerinen (2360) - Ólavur Simonsen
(2223)
FM 2003 Atlantic Airways Cup (5. umfar),
15.04.2003
1.e4 e5 2.f4 Ric6 (Nógvir eru hættirnir at svara
kongagambittinum. T.d er tað skarpa at taka ímóti
finnuoffrinum, men útviklingsleikur Ólavurs sær
sunnur út) 3.Bc4 Bc5 4.Rif3 d6 5.c3 Bg4
(Eyðkennistelving frá Ólavur. Sum skjótast skulu
fólkini útviklast, soleiðis at møguleikar eru fyri at
offra seg til sigurs!) 6.h3 Bxf3 7.Fxf3 Rif6 8.d3 0—
0 9.f5 d5!? 10.Bb3? (Bxd5 var helst besti leikur)
10...dxe4 11.dxe4 Fe7 12.Bg5 Ria5 13.Bc2 Ric4
14.b3 Rid6 15.Rid2 b5! 16.Rif1 b4 17.c4 Rfd8
(Ólavur hevur loyst allar byrjanartrupulleikar, og
stendur enntá eitt vet betur) 18.Rie3 Bxe3 19.Bxe3
Støðan eftir 19.Bxe3
Rifxe4! (Finnski stórmeistarin hevur ivaleyst yvirsæð
henda leik. Verður riddarin tikin, hevur Ólavur Fh4+
í skjáttuni, so at hann vinnur mista mann aftur) 20.c5
Fh4+ 21.g3 (Bf2 er eitt betur alternativ) 21...Rixg3
22.Rg1 Ridxf5! 23.Bf2 Ff4 (Soleiðis. Svartur,
umframt at hava tvær finnur í yvirskoti, stendur væl
betur!) 24.Fxf4 exf4 25.Bxf5 Rixf5 26.Rg4 Rid4
27.Rc1 Rif3+! 28.Ke2 Rie5 29.Rgg1 (Finnan var
eitrað vegna Rid3-gaffilin 29...Rd5 30.Rgd1 Rad8
31.Rxd5 Rxd5 32.c6 Rd6 (Støðan er fullkomiliga
vunnin hjá svørtum, men finnin treiskast eitt sindur
aftrat) 33.Bxa7 Rixc6 34.Bc5 Re6+ 35.Kd3 f5
36.Kc4 Rie5+ 37.Kd5 Rid3! 38.Kxe6 Rixc1
39.Kxf5 Rid3 40.Bg1 f3 41.Ke6 f2 42.Bxf2 Rixf2
43.Kd5 Rixh3 44.Kc5 g5 0—1
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Finska legendan, 58 ára
gamli GM Heikki Wester-
inen, fekk fyrstu fimm um-
førini í FM 2003 Atlantic
Airways Cup á páskum, av
at vita frá føroyingum. Tá
hevði hann longu tapt á
trimum føroyingum; Eyð-
uni Nolsøe, Hans Kristiani
Simonsen og Ólavi Simon-
sen, sum allir hegnisliga
høvdu vunnið á legenduni.
Eg sjálvur og Finnbjørn
Vang leiktu javnleik ímóti
honum í ávíkavist øðrum
og fjórða umfari.
Westerinen hevur fyrr
leikt í kapping í Føroyum.
Nevnliga í stórsligu VISA-
kappingini í Norðurlanda-
húsinum í 1997, har hann
somuleiðis hevði trupul-
leikar við føroyskari mót-
støðu. John Arni Nilssen
vann tá eitt spennandi talv
ímóti honum.
Stutt
um
Westerinen
kann nevnast, at hann heili
átjan ferðir hevur umboðað
Finnland í Talvolympiadu.
Hetta var í árunum 1962-
1996 (!). Umframt, at hann
hevur verið yrkistelvari
burturav í útvið seinastu 40
árini, er hann útbúgvin
støddfrøðingur á Lærda
Háskúlanum í Helsinki.
Viknaður - men
eldhugaður
Finnin er síðani seinastu
vitjan í Føroyum eldur seks
ár, og tað byrjar, tíverri, at
síggjast á telving hansara.
Hann er meira nervøsur
enn t.d í 1997, sær ikki
leikrøðir, sum hann fyrr
uttan at blunkað hevði sæð
og leikt, og eisini er rating
hansara í stórari ferð farin
skeiva vegin og er nú
áljóðandi á umleið 2350,
eftir hesi páskir.
Men hugur hansara til
talvítróttin er framvegis
øgiligur, og er tað hugtak-
andi at síggja hvussu nógv-
ar kappingar hann á hvørj-
um ári leikar. Sera áhuga-
vert er at analysera saman
við honum eftir lokið talv.
Er fryntligur, hevur ómeta-
liga gott tol, serliga tá
endatalv umræður, og dám-
ar honum eisini væl at
fylgja øðrum talvum og
analysera tað saman við
teimum, ið telvað hava
talvið.
Hann fylgdi dúgliga við
FM-umdystinum millum
Martin Poulsen (sum vit í
seinastu viku frætti varð
kosin
føroyameistari),
Ólavur Simonsen og Flóvin
Tór Næs, á fyrstu rekkju.
Sat pinnastillur við sinum
egnu tonkum, og tað sást at
hann við góðum huga,
fylgdi við hvør bleiv før-
oyameistari anno 2003.
Tað sást tó ikki á Wester-
inen, at kapping hansara
ikki varð av teimum bestu.
Kanska var hann av góðum
orsøkum fegin um, at hann
hóast alt náddi 50% skoru,
tá hugsað verður um ótespi-
ligu fyrstu fimm umførini
hansara.
Finski stórmeistarin reisti
seg í miðari kapping, og
tapti einki talv hareftir.
Leikti tríggir javnleikir
ímóti útlendingum, eitt nú
ímóti kappingarvinnaran-
um IM Pilgaard, og vann
harumframt á trimum før-
oyingum; Torbjørn Thom-
sen, Flóvin Tór Næs og
Jóan Hendrik Andreasen.
Ein góð uppreisn hjá
Westerinen ímóti føroysku
mótstøðuni.
Tríggjar perlur
Teir fyrrnevndu føroyingar,
sum vunnu á Westerinen,
niðurspældi í roynd og veru
finnlendingin. Ímóti Eyðun
fekk hann als ikki reist seg
eftir framfýsna og góða
álopsspæl Eyðunsar, og
stóð hann til tap longu eftir
eini 15 leikir. Nærum sama
søgan varð ímóti Ólavi,
meðan Hans Kristian vann
eitt positionelt flott talv, har
finnin somuleiðis ongantíð
hevði góða støðu. Talvið
millum GM Westerinen og
Ólav er við í blaðnum í dag.
FM í dart
FM 2003:
Stórmeistarin fekk harða
viðferð frá føroyingum
Teir tríggir fremstu í einstaklingakappingini. Petur Grønagarð í miðjuni vann kappingina,
meðan Alvin Egholm og Jan Midjord
25
24
Nr. 80 - 29. apríl 2003
Leikbannaðu spælar-
arnir vera ikki mill-
um teir fyrstu ellivu í
kvøld, og ein av mál-
skjúttunum í 3–2
sigrinum á Kasakstan
varð sunnukvøldið
millum teirra, sum
vórðu sendir til hús
KASAKSTAN
Jóannes Hansen
Tá ið seinni dysturin ímóti
Kasakstan verður á Tórs-
vølli í kvøld, verður arbeitt
víðari frá dystinum sunnu-
dagin í royndini at finna
manningina,
sum
skal
spæla EM undankappinga-
dyst í Reykjavík hvítu-
sunnuaftan.
Síðani tepra tapið á úti-
vølli ímóti Týsklandi hevur
verið greitt, at Óli Johanne-
sen og Pól Thorsteinsson
ikki vera á liðnum ímóti Ís-
landi, tí teir eru leikbann-
aðir. Óli Johannesen kom
til Føroya í gjár. Hann
verður á beinkinum í kvøld.
Um hann kemur inn, so
verður tað fyri at verða
fagnaður fyri sum fyrsti
føroyski spælarin nakrantíð
at hava spælt 60 altjóða
skrásettar landsdystir.
Eftir 3–2 sigurin á Ka-
sakstan á Svangaskarði
fingu seks spælarar boð
um, at teir ikki vóru partur
av hópinum undan seinna
dystinum. Teir vóru Heðin
á Lakjuni, sum spældi allan
dystin á tamb, og sum í
sínum 10. landsdysti skor-
aði fyrsta landsliðsmálið –
til 3–0 stutt eftir steðgin –
Jóhannis Joensen, sum var
elsti útispælari í føroysku
leguni sunnudagin, og sum
spældi 1. hálvleik, og so
tríggir spælarar, sum í 2.
hálvleiki sunnudagin vóru
á landsliðnum fyri fyrstu
ferð. Atli Danielsen, Jón-
hard Frederiksberg og Sím-
un Samuelsen, sum er fyrsti
føroyski landsliðsspælarin
yngri enn átjan ár, fingu at
vita, at teir fáa ikki møgu-
leikan í kvøld at tvífalda
talið á landsdystum. Bjarni
Johansen var einasti spæl-
arin á beinkinum allar 90
minuttirnar. Hann verður
ikki við í kvøld, tí nú er
Jákup Mikkelsen tøkur.
– Eg skilji væl, um t. d.
Jóhannis Joensen og Heðin
á Lakjuni eru vónbrotnir av,
at teir hesa ferð lupu av.
Men teir eru framvegis inni
í myndini.
Men tit hava framvegis
Allan Joensen og Jan Inga
Petersen á liðnum?
– Henrik Larsen hevur
ongantíð havt Allan Joen-
sen undir hond. Tí er hann
framvegis á liðnum. Vit
vilja fegnir undirstrika, at
hetta hevur einki at gera
við, um t. d. Jóhannis og
Heðin í løtuni standa aftan
fyri t. d. Allan Joensen,
sigur Jógvan Martin Olsen,
hjálparvenjari á landslið-
num, og hann leggur aftur-
at:
– Jan Ingi stóð seg avbera
væl sunnudagin, og hann
hevur víst, at hann er góður
møguleiki. Tað ræður um at
geva
honum
støðugar
royndir.
Ingi fær møguleikan
Henrik
Larsen
brúkti
sunnudagin Fróða Benja-
minsen á miðvøllinum í 1.
hálvleiki og Julian Johns-
son í 2. hálvleiki. Ætlanin
er, at teir báðir eisini í
kvøld skulu spæla hvønn
sín hálvleik.
Tað er greitt, at Ingi
Højsted verður við frá
fyrsta bríksli, og tað kann
hugsast, at Julian Johnsson
verður makkari hjá honum.
Fróði Benjaminsen og Jan
Ingi Petersen vístu í 1.
hálvleiki sunnudagin, at
teir rigga væl saman. Eftir
dystin í kvøld verður betri
grundarlag at meta, hvørjir
tveir av hesum fýra skulu
vera á sentrala miðvøllin-
um ímóti Íslandi.
Ingi kom til Føroya á
middegi sunnudagin, og
hann sá komandi liðfelag-
arnar vinna 3–2 á Kasak-
stan.
Sum vit søgdu í blaðnum
leygardagin, so verður Ingi
Højsted í kvøld yngsti
føroyski landsliðsspælarin
nakrantíð. Sìmun Samuel-
sen fekk henda heiðurin, tá
ið hann síðsta hálva tíman
sunnudagin loysti Jákup á
Borg av. Men metið verður
bara standandi í tveir dagar.
Leygardagin var Ingi
Højsted á U–17 liðnum hjá
Arsenal. Teir vunnu 7–1 á
Wolverhampton, og harvið
tryggjaðu teir sær rættin at
halda fram í kappingini um
meistaraskapin fyri henda
árgangin.
– Treytin hjá okkum var,
at vit skuldu vinna í minsta
lagið 4–0, og tað gjørdu vit
væl og virðiliga. Spell at 1.
lið hjá okkum ikki stóð seg
betri enn 2–2 ímóti Bolton,
staðfesti Ingi Højsted á
Svangaskarði sunnudagin.
Tá ið hann frætti, at Man-
chester United hevði vunn-
ið 2–0 á Tottenham, helt
hann tað verða torført hjá
hansara
felag
at
endurvinna meistaraheitið.
Venur tú saman við
Bergkamp,
Henry,
Ljungberg,
Vieira,
Seamann og øllum hinum
stjørnunum?
– Vit venja í sama øki,
men vit venja ikki saman.
Okkara árgangur venur fyri
seg. Viðhvørt venja vit
saman við eykamonnunum
á besta liðnum. Eitt nú
hevur Ray Parlour onkra
ferðina vant saman við
okkum. Men stjørnuspæl-
unum havi eg ikki enn vant
saman við, sigur Ingi Høj-
sted, sum er sáttmálabundin
at Arsenal inntil á sumri í
2005.
Roknar tú við at spæla á
landsliðnum týskvøldið?
– Síðani fyri jól havi eg
ikki verið plágaður av
skaðum, og tað hevur ging-
ið væl. Eg var við lands-
liðnum í Spania, og eg eri
glaður um, at tað aftur nú
vóru boð eftir mær. Eg
rokni við at vera á beink-
inum, og tá ið eg eri komin
heim, vóni eg, at fáa nakrar
minuttir á vøllinum, sigur
Ingi Højsted. Hetta var
frammanundan, at tað var
okkum greitt, at hann
verður við frá fyrsta bríksli
í kvøld.
Liðið
Leygardagin søgdu vit, at
Jón Rói Jacobsen ikki
skuldi koma til Føroya
fyrrenn sunnudagin. Hetta
varð broytt, eftir at vit
vórðu kunnaðir. Michael
Laudrup var samdur við
Henrik Larsen í, at fyri Jón
Róa og harvið bæði Brønd-
by og landsliðið var tað
betri, at hann kom til Før-
oya og spældi tveir lands-
dystir, heldur enn at hann
sat á beinkinum hjá Brønd-
by sunnudagin og kanska
spældi nakrar fáar minuttir.
Tí var Jón Rói Jacobsen í
miðverjuni sunnudagin. At
hann í 2. hálvleiki fór av
vøllinum komst av, at hann
aftur skuldi spæla í kvøld.
Jón Rói var ikki heilt væl
fyri sunnudagin. Undir
venjing leygardagin bekl-
aði hann. Tí var hann iva-
samur sunnudagin, men
undir upphitingini varð
gjørt av, at hann skuldi vera
við frá fyrsta bríksli.
Í gjár komu Jákup Mikk-
elsen, Óli Johannesen og
Christian Høgni Jacobsen
til Føroya. Út frá dystinum
sunnudagin, hvørjir spælar-
ar vóru tøkir tá, og hvørjir
eru tøkir nú, so kann rokn-
ast við, at liðið í kvøld fer
at síggja soleiðis út: Jákup
Mikkelsen
–
Christian
Høgni Jacobsen, Jón Rói
Jacobsen, Hans Fróði Han-
sen, Súni Olsen – Jákup á
Borg, Ingi Højsted, Julian
Johnsson, Rógvi Jacobsen
– John Petersen, Andrew av
Fløtum.
Á beinkinum fara at sita
Jens Martin Knudsen, Óli
Johannesen,
Pól
Thor-
steinsson, Allan Joensen,
Jan Ingi Petersen, Fróði
Benjaminsen og Hjalgrím
Elttør.
Einasti spælari, sum ikki
hevur verið í myndini ímóti
Kasakstan, og sum møgu-
liga verður við ímóti Ís-
landi, er Jens Kristian Han-
sen. Hann hevur verið
skaddur, men í síðstu viku
fór hann aftur at venja.
Ingi verður á mið-
vøllinum í kvøld
- Eg rokni við at vera á beinkinum,
og tá ið eg eri komin heim, vóni eg, at
fáa nakrar minuttir á vøllinum, segði
Ingi Højsted, men tað tykist nú greitt,
at hann verður millum teir fyrstu
ellivu týsdagin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24