Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 29. apríl 2003 27 26 Nr. 80 - 29. apríl 2003 leið, og løtan við lotinum ímóti nærkaðist. Tí kom tað sera væl við, tá ið gott síðu- skift og uppspæl í síðsta álopinum undan steðginum bar mál við sær. Talan var so at siga um endurtøku av málinum ímóti Skotlandi í fjør. Jákup á Borg sendi innfyri úr høgru, og John Petersen stútaði sannfør- andi í kassan. Stutt eftir steðgin økti Heðin á Lakjuni til 3–0. Innskifti Julian Johnsson fór sum ein rakett ígjøgnum í vinstru, hann sletti bóltin til Hjalgrím Elttør, ið stýrdi víðari í brotsteigin til Heðin á Lakjuni, sum hegnisliga sendi upp í nettakið. Skiftingarnar órógvaðu Kasakstan spældi fyri lívinum í 2. hálvleiki. Teir skiftu út, og serliga Nurbol Gjumaskaliýev var eyð- sýndur, tá ið hann beint eftir steðgin kom inn og setti sín serliga dám á fram- rættaða partin. Mótstøðumenninir ar- beiddu nógv, støðugt broytta føroyska liðið hevði ilt við at finna røttu plaser- ingarnar, uppbakkingarnar vóru ikki nóg góðar, og skeivar sendingar vóru or- søk til mótstøðuálop. Eftir óneyðugt horna- spark úr vinstru skoraði innskifti Lunøv úr stuttari fjarstøðu til 3–1 í 56. minutti. Onkrar aðrar vandamiklar støður vóru, og tá ið miðvallarin í høgru Mukánov eftir horna, út á miðjuna og inn ímóti brots- teiginum aftur smekkaði langskot í kassan, var fjált- ur á. Tá var eitt korter eftir. Men hóast mótstøðu- menninir stóðu til at javna, og hóast fleiri av føroysku monnunum ikki spældu tað í 2. hálvleiki, sum teir høvdu víst í fyrra umfar- inum, so megnaðu teir at fara av vøllinum sum sig- ursharrar. Tað høvdu teir hóast skinklingina í pørtum av seinna umfarinum uppi- borið. Seinna álopið eystan Ural fjøllini verður á Tórs- vølli í kvøld, og tað skal vera undarligt, um føroy- ingar – við styrki úr Noregi, Danmark, Onglandi og HB monnum, sum hava verið í Íslandi, ikki aftur enda omaná. Men Kasakstan minsti sunnudagin eina ferð enn á, at einki kemur av sær sjálvum. Heldur ikki um mótstøðuliðið er undir- mannað. Eftir at føroyska b liðið var vorðið til c- lið varð munurin broyttur frá metsigri og til hóttan fyri javn- leiki ímóti mótstøðu- liði, sum – hóast teir tíðliga mistu ein mann – megnaðu at tiltuska sær leikliga yvirvág í seinna um- farinum FØROYAR– KASAKSTAN orð: Jóannes Hansen myndir: Álvur Haraldsen Føroyar vunnu sunnudagin 3–2 á fjarskotnu gestunum, sum vóru komnir úr Kasakstan við Kaspiska havið og á Svangaskarð. Talan var um trettanda sigurin í 85 landsdystum. Í miðal hava Føroyar vunnið eina ferð, hvørja ferð liðið hevur spælt seks dystir. Tí eigur úrslitið sunnu- dagin í sær sjálvum at vera at fegnast um. Fyrsta lítla tíman tóktist tað sum um, at talan fór at verða um met- stóran sigur, men soleiðis tørnaði tað ikki út. Heldur var talan um tepran sigur, sum síðstu løtuna kundi havt gloppið føroyska lið- num av hondum. Tað hevði verið harmuligt, tí tað var eyðsýnt, at ein partur av frágreiðingini uppá, at munurin gjørdist nógv knappari, enn gongdin fyrstu løtuna bendi á, var, at føroyski venjarin famdi nógvar útskiftingar. Tað er at fegnast um, at fleiri spælarar verða hildnir til, og í so nógvar mátar er tað skilagott, at spælarar, sum fáa boð, sleppa at royna seg og harvið fara undir royndararbeiðið, sum er so týdningarmikið, um ungir spælarar skulu menn- ast til framtíðar landsliðs- spælarar. Í útgangsstøðuni var tal- an um skert lið ella b lið. Í 2. hálvleiki vórðu seks útskiftingar framdar, og harvið broyttist liðið so at siga til eitt c lið. Men hóast nógvu útskiftingarnar, so var tað eitt sindur illa av- stað farið, at vandin fyri at 3–0 leiðslan skuldi broytast til 3–3 ikki var heilt lítil. Eitt korter var farið, tá ið Kasakstan misti ein mann, og tí átti tað at verið lítið fyri hjá heimaliðnum at varðveitt bóltin í 2. hálv- leiki og harvið at avmarkað álopsspælið hjá mótstøðu- monnunum, men tað eydn- aðist ikki. Heldur var tað Kasakstan, sum síðsta hálva tíman var so mikið nógv við til at mynda spæl- ið og at seta dagsskránna, at tú kendi teg noyddan at telja, um tað nú vóru bara tíggju bláir fremmanda menn og ellivu hvítklæddir heimamenn á vøllinum. Ikki tí at mótstøðumenn- inir vóru so skjótir, bólt- tryggir og hugflogsríkir, sum spælarar úr gomlu sovjetisku londunum hava verið. Men heldur tí teir áttu einstakar góðar spæl- arar, og tí at føroyska liðið ikki hekk saman sum ein eind. Knípti við skiftunum Jákup á Borg átti 1–0 málið. Eitt korter var farið, tá ið hann sendi fyrsta horna úr vinstru. Lotið stýrdi bóltinum dygst undir tværtræið í handara borðin- um. Miðvallarin Skorihh kendi seg noyddan at bjarga við hondini, og íslendski dómarin peikaði á ellivu metra blettin, hagani Jákup á Borg var tryggur, og spælið varð ikki tikið upp- aftur fyrrenn útvísti maður- in var farin undir tak. Eftir útvísingina og leiðslumálið høvdu føroy- ingar takið. Hjalgrím Elttør hevði størri møguleika, enn hann hevði ímóti Oliver Kahn í fjør. Hann spældi álopsfelagan John Petersen í vinstru, og Hjalgrím var fyrstur á flata innlegginum við nærra stólpan, men bólturin fór skeivu megin uppstandaran. Unglingaspælarin Jan Ingi Petersen var í sínum fyrsta a landsdysti snar- ingspunkt um nógv av framrættaða spælinum, hann vann nógvar nærdyst- ir, og hann fann væl saman við liðfelaganum Fróða Benjaminsen. Men við- hvørt gekk tað ikki nóg skjótt, tá ið møguleikin var til staðar at yvirspæla. Tempomissir høvdu við sær, at uppløgdu møguleik- arnir at skifta síðu ikki vórðu nýttir, og lotið gjørdi, at tað var lættari sagt enn gjørt at leggja langar og neyvar sendingar. M ó t s t ø ð u m e n n i n i r sprellaðu eitt sindur fyrstu løtuna, men sum heild tóktust teir fjáltursstungnir í ókenda umhvørvinum, og teir fingu frammaná, tá ið teir so skjótt mistu ein mann. At føroyingar ikki fingu mál, men bara næstan støð- ur og okkurt hornasparkið órógvaði, sum hálvleikurin 85. Føroyar–Kasakstan 3–2 (2–0) Vinardystur Sunnudagin 27. apríl 2003 kl. 16.00 Á Svangaskarði 420 áskoðarar Dómarakvartett: Kristinn JÁKUBSSON, Ísland, Palli GREGERSEN, Regin EGHOLM og Bragi BERG- MANN, Ísland (4. dómari) 1–0: Jákup Á BORG br 17. 2–0: John PETERSEN 45. 3–0: Heðin Á LAKJUNI 49. 3–1: Evghéniy LUNØV 56. 3–2: Daniyár MUMÁNOV 76. Føroyar: 1. Jens Martin KNUDSEN 57/-145, liðfor- maður, NSÍ – 2. Jóhannis JOENSEN 14/0 FS Vágar (17. Allan JOENSEN 8/0 KÍ, 46.), 3. Hans Fróði HANSEN 24/1 B68 (13. Atli DANIELSEN 1/0 KÍ, 66.), 5. Jón Rói JACOBSEN 6/0 Brøndby IF (14. Pól THORSTEINSSON 26/0 B36, 53.), 4. Súni OLSEN 7/0 – 9. Jákup Á BORG 25/1 B36 (18. Símun SAMUELSEN 1/0 GÍ, 61.), 6. Jan Ingi PETERSEN 1/0 B68, 7. Fróði BENJAMINSEN 19/1 B68 (12. Julian JOHNSSON 48/2 B36, 46.), 8. Heðin Á LAKJUNI 10/1 B36 – 10. John PETERSEN 44/6 B36 (15. Jónhard FREDERIKSBERG 1/0 Skála, 46.), 11. Hjalgrím ELTTØR 5/0 KÍ Gult kort: eingin Reytt kort: eingin Á beinkinum uttan at verða skiftur inn: 16. Bjarni JOHANSEN 2/-5 VB Venjari: Henrik LARSEN Hjálparvenjari: Jógvan Martin OLSEN Liðleiðarar: Birgir HANSEN og Heðin ASKHAM Fysioterapeutur: Álvur HANSEN Lækni: Jens Pauli MARSTEIN Kasakstan: 1. Yúri NOVIKOV 10/-10, liðformaður, Ertis – 19. Maksim SÁMTJENKO 3/0 Aptobe-Lento (2. Denis PROSKÚRIN 1/0 Jelimái, 52.), 5. Denis STJYÓTKIN 1/0 Ekibastúzets, 12. Igor SOLO- SJENKO 1/0 Sjahtor (3. Júri KRÓTOV 5/0 Jelimái, 59.) – 16. Daniyár MUMÁNOV 2/1 Toból, 20. Evg- héniy LÓVTJEV 2/0 Gjenis, 10. Serghéy SKORIHH 1/0 Ertis, 17. Konstantin KÁNIN Ordabasi 1/0 (13. Evghéniy LUNØV 8/2 Gjenis, 46.), 4. Dmitriy KISTJENKO 3/0 Ekibastúzets (6. Nurmát MIRSA- BAYÉV 15/1 Aqtøbe-Lento, 46.) – 15. Alaksandr SJÁTSKIHH 1/0 Gjenis (9. Nurbol GJUMA- SKALIÝEV 4/0 Toból, 46.), 14. Valériy GARKÚSJA 4/0 Toból Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 18. Aleksandr MOKIN 0/0 Gjenis, 7. Igor AVDÉYEV 16/6 Gjenis Gult kort: eingin Reytt kort: Serghéy SKORIHH 16. Venjari: Leonid PAHHÓMOV Hjálparvenjari: Aleksandr UBÝKIN Føroyar-Kasakstan 3-2 (2-0): Føroyar hóraðu undan kaspiska álopinum Tað hevði alstóran týdning fyri gongdina í dystinum, at Kasakstan eftir bert einum korteri varð skert niður í 10 mans, tá Skorihh Serghéy sjálvboðin átók sær málverjaleiklutin Teir tríggir málskjúttarnir, John Petersen, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni, fegnast um brotssparkið, sum Jákup júst hevur sent í kassan Heili seks føroyskar útskiftingar vórðu framdar í dystinum, og hetta gav millum annað fýra føroyskar debutantar í altjóða høpi. Teirra millum Jonhard Frederiksberg, sum við hesum gjørdist fyrsti Skála- leikarin í landsliðsbúnanum C M Y K 26