týsdagur 29. apríl 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 29. apríl 2003
29
Hevur seinasta árið staðfest
seg sum ein av teimum,
sum avgjørt trýsta føstu
leikararnar á liðnum, og nú
restar
honum
bert
at
skora....
12. Julian Johnsson,
B36, 48/2
Fekk seinna hálvleik sum
avloysari hjá Fróða Benja-
minsen, og arbeiðsavrikin-
um bilti einki. Var eisini
høvuðsmaðurin aftan fyri
føroyska 3-0 málið, tá hann
í vanliga stílinum gjørdi
eina djúpa renning í vinstra
álopsborði. Avrikið sýndi
tó eisini, at hann leikliga
ikki er tann savnandi meg-
in, sum ein so sentralur
leikari kanska átti at verið,
men hinvegin hevur hetta
heldur ongan tíð verið
styrki hansara.
13. Atli Danielsen, KÍ,
1/0
Var ein av teimum fýra,
sum hesa ferð fingu sín
fyrsta landsdyst. Varð sam-
an við Pól Thorsteinsson
settur í føroysku miðverj-
una, og tá føroyska spælið
um hetta mundið var
ógvuliga óskipað, var tað
sera avmarkað, hvat hann
fekk gjørt av uppbyggjandi
spæli her. Kann tí ikki
veruliga metast hesaferð.
14. Pól Thorsteinsson,
B36, 26/0
Hevur leikbann til Íslands-
dystin, og var hetta helst
orsøkin til, at hann mátti
byrja dystin á beinkinum.
Kom tó á vøllin í seinna
hálvleiki, men megnaði tó
ikki at fáa tað nú óskipaða
føroyska spælið at hanga
stórt betri saman. Var við
sínum skjótleika tó við til
at
fyribyrgja
einstakar
vandastøður, men í upp-
spælinum
kundi
verið
ynskiligt, at annars góði
bóltførleikin kom betri til
sjóndar.
15. Jonhard Frede-
riksberg, Skála, 1/0
Fekk sum fyrsti Skála-
leikari møguleikan í altjóða
dysti, men hóast heilan
hálvleik á vøllinum, so
hevði hann ilt við at fella
inn í spælið. Fall ongan tíð
veruliga inn í spælið, og
eitt nú funnu viðleikararnir
ongan tíð útav at gera sær
dælt av skjótleikanum, sum
fyrst og fremst er styrki
hansara.
17. Allan Joensen, KÍ,
8/0
Var loksins sloppin aftur í
landsliðshitan eftir skaða-
marruna, sum hevur plága
hann í skjótt nógv ár, men
fekk ikki sannført um virði
sítt á høgra bakki, har hann
spældi allan seinna hálv-
leik. Hevði fleiri ferðir
plaseringstrupulleikar, og
førdi hetta m.a. horna-
sparkið undan 3-2 málinum
við sær. Tóktist heldur ikki
trívast serliga væl á pláss-
inum, og hevði óvanliga
stórar trupulleikar í av-
spælinum við bóltinum,
men fær tó ein møguleika
afturat, so hann betri kann
sannføra um virði sítt.
18. Símun Samuelsen,
GÍ, 1/0
Vágbingurin í Gøtu fekk
seinasta lítla hálva tíman á
vøllinum. Føroyska liðið
var tá mest av øllum um-
skipað til B-lið, og í ógvu-
liga ósamanhangandi spæl-
inum hevði hann ilt við at
markera seg. Var tó reppið
at skora ta einu ferðina, og
tóktist annars duga væl at
leita sær niðan til møgu-
leikarnar. Er annars fyrsti
føroyski A-landsliðsleikar-
in niðanfyri 18 ára aldur,
og eigur sostatt í løtuni
metið sum tann yngsti á
liðnum nakrantíð.
∆
Í fyrsta dystinum hjá
Henrik Larsen sum
venjari hjá føroyska
A-landsliðnum, var
Heðin á Lakjuni utt-
astur til vinstru á
miðvøllinum. Hetta
var fyrsta ferðin, at
Heðin byrjaði millum
teir fyrstu ellivu á
landsliðnum, men
skoðsmálini vóru ikki
so góð eftir tann
dystin.
Síðani tá hevur tað
eisini tókst, at hann
hevur verið rættiliga
langt burtur frá
plássið millum teir
fyrstu ellivu, men
sunnudagin fekk
hann so nýggjan
møguleika
Vildi gera sítt
Tá vit eftir dystin spurdu
Heðin, um hann undan
hesum hevði fingið knívin
á barkan fyri at prógva
nakað, segði leikarin, at tað
hevði hann sum so ikki,
men at hann sjálvandi var
uppsettur, tí hann vildi
prógva nakað.
- Eg ætlaði so avgjørt at
gera mítt til at koma nærri
liðnum, og eg haldi eisini,
at eg var ógvuliga væl
tendraður. Haldi eisini, at
tað gekk hampuliga væl við
at fáa fatur á bóltinum, men
serliga fyrstu løtuna var tað
sera trupult at sleppa av
aftur við bóltin. Akkurát,
hvussu avrikið so var, má
venjarin meta um, men
sjálvur gjørdi eg so mítt
besta, helt hann.
Og fyri fyrstu ferð, so
eydnaðist tað eisini hjá
Heðini at koma altjóða
máltindin
hjá
føroyska
liðnum, og tað tóktist í
øllum førum, sum var hetta
nakað, ið hann legði stóran
dent á.
- Tað var í øllum førum
týdningarmikið. Eg eri
komin á listan, og tað eru
vit hóast alt ikki so øgiliga
nógvir um, helt hann flenn-
andi.
Um vónirnar fyri endur-
vali til týsdagin, dugdi
Heðin ikki at siga, hvussu
hesar vóru. Ikki annað enn,
at hann vónaði tað besta, og
at hann í øllum førum hevði
roynt at gjørt sítt. Hvussu
var og ikki, so taldist hann
tó millum teirra, sum seinni
um kvøldið vórðu sáldaðir
frá, men spurningurin er so,
hvørt hetta var grundað á
ov vánaligt avrik, ella um
landsliðsvenjarin
heldur
vildi nýta seinna møgu-
leikan at síggja fleiri av
spildurnýggju monnunum í
hópinum.
B36 maðurin er 21.
spælarin, sum hevur
spælt 25 landsdystir,
og á runda degnum
skoraði hann fyri
fyrstu ferð á lands-
liðnum
25 LANDSDYSTIR
Jóannes Hansen
Sunnudagin
vóru
fýra
spælarar á vøllinum, sum
ongantíð áður høvdu spælt
á landsliðnum. Jan Ingi
Petersen var við frá fyrsta
bríksli. Harvið gjørdist
hann 80. landsliðsspælarin
í 85 altjóða skrásettum
dystum. Í 2. hálvleiki kom
Jónhard Frederiksberg inn í
46. minutti. Hann var fyrsti
Skála spælarin á landslið-
num.
Símun Samuelsen úr GÍ
kom inn í 61. minutti. Hann
er føddur 21. mai 1985, og
hann er tískil yngsti før-
oyski
landsliðsspælarin
nakrantíð. Jón Rói Jacob-
sen átti metið sum yngsti
spælarin, og í kvøld fer
metið at verða tikið frá
Símuni Samuelsen, tá ið
Ingi Højsted kemur á vøll-
in. Merkisvert var tað, at
samstundis sum Símun var
yngsti spælarin nakrantíð,
so var Jens Martin Knud-
sen sunnudagin elsti lands-
liðsspælarin nakrantíð. Í
sínum 57. landsdysti rest-
aði Jens Martini ein mánað
og fjúrtan dagar í 36 ár.
Hann er føddur 11. juni í
1967. Munurin á elsta og
yngsta spælaranum var
altso átjan ár og 21 dagar
ella meiri enn aldurin á
Símuni Samuelsen!
83. føroyski landsliðs-
spælarin var Atli Danielsen
úr KÍ, sum kom á vøllin í
66. minutti ímóti Kasak-
stan.
25 felagið
Jákup
á
Borg
spældi
sunnudagin fyri 25. ferð á
landsliðnum. Hann var
fyrstu ferð á landsliðnum
19. august í 1998, tá ið
Føroyar taptu 1–0 niðri í
Bosnia. Ta ferðina avloysti
Jákup á Borg í 78. minutti
Una Arge.
Jákup er 21. spælarin,
sum røkkur 25 landsdyst-
um. Í kvøld kemur Hans
Fróði Hansen upp í lítla
felagið. Fyrstu spælararnir,
sum rukku 25 altjóða skrá-
settum landsdystum, vóru
Jóannes Jakobsen og Kári
Reynheim. Tað gjørdu teir
8. september í 1993, tá ið
Føroyar taptu 4–0 á heima-
vølli ímóti Rumenia. Hetta
var í 26. landsdystinum.
Jóannes hevði bara verið
burtur frá í fyrsta dystinum,
sum var í Akranesi 24. au-
gust í 1988, og Kári hevði
verið burturi frá í 22.
dystinum. Hann var skadd-
ur, tá ið Føroyar taptu 3–0 í
Belgia 22. mai í 1993.
Spælararnir, sum hava
verið 25 og fleiri ferðir á
landsliðnum, eru Óli Jo-
hannesen (59), Jens Martin
Knudsen (57), Allan Mørk-
øre (54), Øssur Hansen
(51), Julian Johnsson (48),
Jens Kristian Hansen og
John Petersen (44), Todi
Jónsson (43), Jan C. Dam
(39), Kurt Mørkøre og Uni
Arge (37), Henning Jarn-
skor (35), Jan Allan Müller
(34),
Jákup
Mikkelsen
(28),
Kári
Reynheim,
Tummas Eli Hansen og
Magni Jarnskor (27), Pól
Thorsteinsson (26), Jóann-
es Jakobsen, Jens Erik Ras-
mussen og Jákup á Borg
(25).
Stórur dagur
Ofta verður sagt, at fót-
bóltsspælarar, sum hava
rundan dag á vøllinum, ikki
spæla nakað serligt. Soleið-
is ber ikki til at siga um
Jákup á Borg. Hann átti
innleggið til 2–0 málið,
sum liðfelagin í B36, John
Petersen, skoraði, og hann
átti
hornasparkið,
sum
hevði við sær, at Føroyar
fingu brotsspark og harvið
møguleikan at skora til
1–0. Jákup á Borg skoraði
sjálvur úr ellivu metrum.
Jákup plagar at skora nógv
mál fyri B36, men tað var
ikki fyrrenn í 25. royndini,
at hann skoraði á landslið-
num.
Málið hjá Jákupi var tað
fimta, sum Føroyar hava
fingið upp á brotsspark. Jan
C. Dam skoraði tað fyrsta
til 1–0 ímóti Íslandi, sum
vann 3–2 í Gundadali 8.
august í 1990, Øssur Han-
sen javnaði til 1–1 við
brotssparki í 2–1 sigrinum
á Malta 30. apríl í 1997,
John Petersen minkaði um
munin til 2–1 í Aberdeen
14. oktober 1998, og Jens
Kristian Hansen skoraði
einasta málið upp á brots-
spark í heimasigrinum á
Luksemborg 1. september í
2001.
Jákup á Borg er bara
annar føroyski landsliðs-
spælarin, sum hevur skorað
mál í 25. landsdystinum.
Hin er Todi Jónsson. Hann
var 25. ferð á landsliðnum,
tá ið Føroyar vunnu 2–1 á
Malta 30. apríl í 1997. Ta
ferðina skoraði Todi sigurs-
málið við rimmar lang-
skoti.
Væl tendraður
- Tað var í øllum førum týdningarmikið. Eg eri komin á listan,
og tað eru vit hóast alt ikki so øgiliga nógvir um, segði Heðin
smílandi, tá vit spurdu hann, hvønn týdning málið hevði fyri
seg
Mynd: Álvur Haraldsen
Jákup stóran dag
29
28
Nr. 80 - 29. apríl 2003
Mest áhugaverda við
dystinum móti
Kasakstan sunnu-
dagin vóru helst teir
ungu leikarar, sum
fyri fyrstu ferð skuldu
royna seg í altjóða
dyst. Eingin teirra
dumpaði til royndina,
men lítil ivi man tó
vera um, at Jann Ingi
Petersen av Toftum
skaraði framúr
LEIKARAUMMÆLI
Jákup Mørk
1. Jens Martin Knudsen,
NSÍ, 57 dystir/0 mál
Við Jákupi Mikkelsen
uttanlands, var Jens Martin
sjálvskrivað val millum
stengurnar, og hevði til
dagin eisini fingið liðfor-
mansbindið um armin. Var
fyri tað mesta tryggur, og
kann í øllum førum ikki
lastast fyri nakað av málun-
um hjá mótstøðuni. Kom
eina einstaka ferð skeivt út
til hornaspark, og var nær-
um snýttur av einum leys-
um bøkki eina aðru ferð,
men í aðrar mátar varð upp-
gávan loyst, tó at útspørkini
í nógva vindinum kundu
verið betri.
2. Jóhannis Joensen,
FS Vágar, 14/0
Byrjaði sum væntað dystin
á høgra bakki, har hann í
vanligum stíli gjørdi sína
skyldu. Hóast tað ikki sá út
av so nógvum, so helt hann
í øllum førum sína síðu
tætta, og orkan var eisini til
einstakar túrar niðaneftir
vøllinum, tó at hann ikki
altíð fekk bóltin, tá hann
rann seg niðan í stóru hol-
ini, sum eyðkendu mót-
støðuverjuna fyrstu trý
korterini. Varð ikki endur-
valdur til seinna dystin,
men man hetta einamest
koma av, at landsliðs-venj-
ararnir vita, hvørjum hann
stendur fyri.
3. Hans Fróði Hansne,
B68, 24/1
Fekk loksins møguleikan í
miðverjuni, men sannførdi
ikki
um,
at
hann
er
sjálvskrivaður avloysari hjá
leikbannað Óla Johannesen
á plássinum. Tóktist í fleiri
førum ógvuliga tungur, og
hevði eisini trupulleikar við
at plasera seg røttu megin
mótstøðumannin, tá flata
linjan í verjuni skuldi hald-
ast, og í einstøkum førum
var um reppi, at vandastøð-
ur stóðust av hesum. Verður
ivaleyst aftur millum teir
fyrstu ellivu týsdagin, og
skal tá sannføra nakað væl
meira.
4. Súni Olsen, GÍ, 7/0
Verður mettur sum náttúr-
ligi avloysarin hjá Jens
Kristian Hansen á vinstra
bakki, men hetta sannførdi
hann als ikki um sunnu-
dagin. Hevði í nógvum
elementerar feilir í bæði
móttøku og avspæli av
bóltinum, eins og hann
hevði stórar trupulleikar
við at standa rætt. Yvir høv-
ur var hetta als ikki hansara
dagur, men mangulin upp á
uppløgd alternativ til sessin
gera endurvalið til týsdagin
púra náttúrligt, og tað er
einki at ivast í, at gøtumað-
urin eigur meira í sær, enn
hann vísti sunnudagin.
5. Jón Rói Jacobsen,
Brøndby
Hevði fingið frí úr danska
felagi sínum fyri at fáa
dystarvenjing, og var hann
tí eisini sjálvskrivað val
sum annar av miðverjun-
um. Tó at trýstið ikki var
tað stóra í fyrra hálvleiki,
so sýndi hann í løtum, at
hann er sjálvskrivaður á
plássinum, og útskiftingin
mundi helst koma av, at
hann hevði fingið ein lítlan
snudd undir venjing dagin
fyri.
6. Jann Ingi Petersen,
B68, 1/0
Fekk fyri fyrstu ferð møgu-
leikan í landsliðsbúnanum,
og hetta enntá ímillum teir
fyrstu ellivu. Varð frá byrj-
an settur mitt á miðvøllin,
og eftir eina heldur spaka
byrjan við fáum bóltrøring-
um, takkaði hann so dyggi-
liga fyri álitið. Var bólt-
vinnari og spælskipari á
føroyska liðnum í stórum
pørtum av dystinum, og
gjørdist bara alt meira
dominerandi, so hvørt sum
sjálvsálitið vaks. Eisini
hóast hann í tveimum før-
um var heppin at sleppa
undan gula kortinum frá
dómaranum. Enn eru Fróði
Benjaminsen og Julian
Johnsson helst uppløgd
fyrsta val til sentralu mið-
vallarsessirnar, men 19 ára
gamla toftamaðurin vísti
við stórum bókstavum, at
teir so sanniliga skulu
rokna við kapping um hesar
komandi árini.
7. Fróði Benjaminsen,
B68, 19/1
Tað varð avrátt framman-
undan, at hann og Julian
skuldu hava hvør sín hálv-
leik, og fyrstu trý korterini
nýtti toftamaðurin so til at
sannføra um, at hann fram-
vegis er millum allar bestu
miðvallararnar í landinum.
Óimponeraður sum vant
tók hann dystin upp við
mótstøðuna, og umframt
vanliga stríðsviljan, sýndi
hann sera góðan bóltfør-
leika, sæð í mun til, hvussu
tíðliga á árinum dysturin er.
Hevur tó framvegis ikki
lært seg at sleppa av við
ónullur sínar, og eigur hetta
at vera nakað, sum verður
betrað komandi tíðina.
8. Heðin á Lakjuni,
B36, 10/1
Var fyri fyrstu ferð í eitt ár
millum teir fyrstu ellivu, og
tað var sjónligt, at hann
ætlaði at prógva nakað.
Hevði hópin av bóltvinn-
andi taklingum, og hóast
avspælið ikki altíð var eins
gott, so setti hann avgjørt
dám á vinstru síðuna á før-
oyska liðnum. Krýndi í
seinna hálvleiki avrikið við
sínum fyrsta landsliðsmál-
ið, men í longdini tóktist
hetta ikki vera nóg mikið til
afturval í seinna dystinum.
Hetta hongur tó helst eisini
saman við, at hann hesaferð
sum ein av teimum fáu fekk
samfullar 90 minuttir á
vøllinum, og at Henrik Lar-
sen fegin vil síggja onnur
alternativ
á
plássinum
týsdagin.
9. Jákup á Borg, B36,
25/1
Heimsins bestu innlegg. Í
øllum førum í Føroyum.
Hóast hann ikki er í dystar-
venjing vegna drúgvan
skaðasteðg, so er einki at
fara skeivur í, at Jákup er
rimmarfastur sum fremsta
val til høgra miðvallarborð.
Hesa ferð átti hann sjálvur
hornasparkið, sum førdi til
brotssparkið, og so sýndi
hann enn einaferð, at hann
sum fáur dugur at finna
John Petersen við innlegg-
um sínum. Var náttúrligt
ikki heilt so skarpur, sum
hann vanliga er, og til tiðir
kundi hann eisini verið
meira beinleiðis í spælin-
um, soleiðis at skorið
verður inn í vøllin, heldur
enn at draga úteftir.
10. John Petersen,
B36, 44/6
Hevur mest sum ment seg
til skarprættaran á liðnum
undir Henrik Larsen. Var
aftur í dag millum føroysku
málskjúttarnar, og tók ann-
ars eisini í stóran mun lut í
uppbyggjandi
føroyska
spælinum. Ikki minst hetta
seinna var gleðiligt, tí ofta
hevur hann lyndi til at
hvørva ov nógv úr spælin-
um, tá hann leggur so heilt
á toppin í føroyska álops-
spælinum, og fáur hevur
sum hann evnini til at binda
miðvøll og álop saman.
11. Hjalgrím Elttør,
KÍ, 5/0
Var sum vant sera arbeiðs-
samur, og royndi í fleiri
førum at bjóða mótstøðu-
monnunum av, tó at hetta
var við skiftandi hepni. Var
arkitekturin
aftan
fyri
kanska
besta
føroyska
álopið í dystinum, men var
samstundis sjálvur mað-
urin, sum misnýtta gyla
møtuleikan, sum hetta gav.
Jann Ingi var stóra ljóspunktið
- Var bóltvinnari og
spælskipari á føroyska
liðnum í stórum pørtum av
dystinum, og gjørdist bara alt
meira dominerandi, so hvørt
sum sjálvsálitið vaks, er
millum annað skoðsmálið til
Jann Inga Petersen, sum
avgjørt var stóra føroyska
ljóspunktið sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
28