Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 29. apríl 2003 31 HB fekk góða dystarvenjing, men steyp fingu teir ikki við sær úr Íslandi ATLANTIC CUP Jákup Mørk Føroyameistarnir úr HB vóru í Íslandi um vikuskift- ið. Ørindini vóru árligi At- lantic Cup dysturin, sum er vorðin afturvendandi hend- ing, har føroysku og ísl- endsku meistararnir royna seg móti hvørjum øðrum. Íslendskur fótbóltur verður vanliga styrkismett- ur nakað hægri enn før- oyskur, og tað var eisini KR, sum var stinnara liðið sunnudagin, tá dysturin fór fram. Endaliga úrslitið gjørdist 2-0 til K, og sum skilst, so var hetta heldur ikki heilt av leið. Íslendska liðið, sum m.a. hevur 10 antin nú- ella fyrrverandi íslendskar landsliðsleikarar í hópinum hevði leikligu yvirvágina í dystinum, og tað vóru eisini teir, sum høvdu flestu málmøguleik- arnar. Tann fyrst stóra av slagnum áttu havnarmenn- inir tó, tá Carsten From slapp leysur móti málverj- anum, men skot hansara fór við síðuna av málinum. Fyrra íslendska málið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir brotsspark, tá dómarin metti Hall Daniel- sen hava hond á bóltinum. Tað seinna kom eitt korter eftir steðgin, tá HB verjan ikki var nóg ansin við eitt innlegg úr vinstra borði. Soleiðis gjørdist talan ikki um nakað steyp til HB á hesum sinni, men talan mundi tó vera um góða dystarvenjing, og tá liðið eisini nýtti íslandsferðina sum eitt slag av venjingar- legu, er lítið at ivast í, at hetta hevur verið góður kostur, nú fyrireikingarnar til landskappingina nærkast endanum. Hópurin hjá HB skuldi koma aftur til Føroya mánakvøldið. KR-HB 2-0 (1-0) 1-0 Arnar Gunnlaugsson (br) 2-0 Sigurvin Ólafsson Sogndal er framvegis oddalið í Noregi, har Rosenborg er komið betri frá fyrstu umførunum, enn teir gjørdu í fjør NOREG Jóannes Hansen Gamla føroyska felagið í Noregi, Sogndal, er á odda í Tippuliguni. At teir eru betri fyri, enn teir plaga at vera, vístu teir aftur leygar- dagin, tá ið teir vunnu 3–1 á heimavølli ímóti uppflyt- arunum úr Tromsø. Í Sogn- dal hava teir altíð hugsað fyrst um at bjarga sær lív- inum í bestu deildini, áðr- enn teir hava hugt uppeftir. Nú eru teir á odda, og so er spurningurin, hvussu leingi tað verður. Men vandin fyri niðurflyting er í hvussu so er fyribils langt burtur. Molde var í Bodø, og aftur hesa ferð komu teir tómhentir til hús aftur. Bodø vann 2–0. Eddie Gustafsson var í Molde málinum allar 90 minutt- irnar. Hann fær í VG eitt trý tal fyri sítt avrik. Rosenborg spældi ikki væl fyrstu umførini í fjør, tá ið teir kortini megnaðu at vinna NM – fyri 11. ferð upp í slag. At teir eru væl fyri nú sást, tá ið teir vunnu 3–0 á útivølli ímóti Lyn. Lillestrøm skinklar av álvara. Hesa ferð taptu teir 2–0 á heimavølli ímóti Stabæk. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FCK 25 13 - 7 - 5 39 25 14 46 2 Brøndby (M) 25 12 - 8 - 5 48 26 22 44 3 Farum 25 13 - 2 - 10 39 45 -6 41 4 FCM 25 9 - 8 - 8 38 32 6 35 5 Esbjerg 25 9 - 8 - 8 48 47 1 35 6 OB (S) 25 8 - 10 - 7 40 34 6 34 7 AaB 25 10 - 3 - 12 32 36 -4 33 8 AB 25 8 - 8 - 9 32 35 -3 32 9 Silkeborg 25 8 - 7 - 10 38 35 3 31 10 Viborg 25 6 - 9 - 10 38 43 -5 27 11 AGF 25 7 - 6 - 12 33 47 -14 27 12 Køge 25 8 - 2 - 15 37 57 -20 26 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen (Brøndby) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Herfølge 22 17 - 2 - 3 53 25 28 53 2 Frem 22 13 - 4 - 5 49 31 18 43 3 Vejle 22 12 - 4 - 6 45 34 11 40 4 Fredericia 22 10 - 7 - 5 31 17 14 37 5 Skjold 22 10 - 4 - 8 38 25 13 34 6 HFK Sønderj. 22 8 - 7 - 7 42 39 3 31 7 Randers F. 22 9 - 4 - 9 39 38 1 31 8 Ølstykke 22 7 - 8 - 7 44 43 1 29 9 Brønshøj 22 8 - 4 - 10 36 34 2 28 10 FC Aarhus 22 8 - 3 - 11 33 38 -5 27 11 B 93 22 7 - 5 - 10 32 36 -4 26 12 AC Horsens 22 6 - 7 - 9 31 36 -5 25 13 B 1913 22 6 - 5 - 11 27 42 -15 23 14 Hvidovre 22 6 - 5 - 11 26 44 -18 23 15 B 1909 22 4 - 7 - 11 35 53 -18 19 16 HIK 22 5 - 4 - 13 28 54 -26 19 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Atli Gregersen (Randers Freja), Johan Byrial Hansen (AC Horsens), Óli Johannesen (Hvidovre), John Heri Dam (Hvidovre) Norska tippeligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sogndal 3 3 - 0 - 0 6 2 4 9 2 Viking 3 2 - 1 - 0 7 2 5 7 3 Stabæk 3 2 - 0 - 1 7 3 4 6 4 Rosenborg 3 2 - 0 - 1 7 4 3 6 5 Odd Grenland 3 2 - 0 - 1 5 6 -1 6 6 Lyn 3 1 - 1 - 1 5 3 2 4 7 Tromsø 3 1 - 1 - 1 6 7 -1 4 8 Molde 2 1 - 0 - 1 4 1 3 3 9 Bodø/Glimt 2 1 - 0 - 1 3 3 0 3 10 Vålerenga 3 1 - 0 - 2 3 4 -1 3 11 Lillestrøm 3 1 - 0 - 2 1 6 -5 3 12 Brann 3 0 - 2 - 1 4 9 -5 2 13 Aalesund 3 0 - 1 - 2 6 9 -3 1 14 Bryne 3 0 - 0 - 3 2 7 -5 0 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde) Hjá Hvidovre stendur illa til, eftir at teir á heimavølli taptu ímóti Vejle, sum nú er á triðja plássi DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Tað kann ganga skjótt hvønn vegin í fótbólti. Tað er støðan hjá Vejle gott dømi um. Fyri einum mánað síðani vóru teir mitt í røðini, og allar vónir um superliguna vóru langt burtur. So góvu teir venjaranum sekkin, og nýggi venjarin hevur megnað rættuliga at vent skútuni. Sunnudagin vann Vejle 4–1 í Hvidorve, sum hevði Óla Johannesen á liðnum. Ulrik Balling er flúgvandi á Vejle liðnum. Sunnudagin skoraði hann til 3–1. Undir fyrra venjaranum var Christian Høgni Jacobsen vongverji. Men nýggi venj- arin metir hann sum álops- spælara. Trupulleikin er, at Ulrik Balling er so góður, at Christian Høgni sleppur ikki framat har frammi. Sunnudagin vann Her- følge 3–1 á heimavølli ímóti Frem. Harvið er Her- følge so at siga flutt upp, hóast venjarin sigur, at teir bara hugsa um ein dyst í senn. Hjá Frem kom tapið illa við. Nú eru teir bara trý stig frammanfyri Vejle. Hvidovre er á niðurflyt- ingarplássi eftir tapið ímóti Vejle. Tað kom illa við hjá teimum, at B93 vann grannadystin ímóti HIK 4–2. Bæði FCK, sum hevði Toda Jónsson millum málskjúttarnar, og Brøndby vunnu sannførandi, meðan Fraum tapti stórt SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað broyttist einki millum stóru høvuðsstaðarfeløgini í Danmark, sum kappast um meistaraskapin. Leygardagin vann FCK 5–0 í Køge, sum líkist alt meiri niðurflytara, og sunnudagin vann Brøndby 3–1 á heimavølli ímóti FCM, sum frammanundan dystinum var roknað sum hóttan ímóti Brøndby. Farum, sum lá undir liðini á Brøndby, tapti 5–1 í Silkeborg, eftir at teir høvdu verið á odda 1–0. FCK sigurin var sera sannførandi. Jörgen Pettersson skoraði tvey tey fyrstu málini, eftir at hann varð fríspældur av Køge verjuni. Todi Jónsson spældi síðstu tjúgu minuttirnar. Hann loysti Peter Møller, sum hevði skorað til 4–0 av. Todi staðfesti rimmar sigurin, tá hann setti fótin undir innlegg frá Carsten Fred- gaard. Brøndby spældi FCM sundur og saman. Tað sóu 10.889 áskoðarar. Heimaliðið hevði nógvar møguleikar og var framm- anfyri 3–0, áðrenn gestirnir í síðstu løtu pyntaðu um. Silkeborg var fyri ikki so langari tíð síðani fimm stig niðanfyri strikuna. 5–1 sigurin á Farum var tann triði upp í slag, og nú eru teir væl omanfyri strikuna. Tað er AB eisini. Teir hava verið hóttir av niðurflyting, men eftir 3–1 heimasigurin á AaB tykist vandin vera burtur hjá akademikarunum. Viborg og AGF spældu 0–0. Stóra umrøðan í donskum fótbólti nú snýr seg um, um Poul Hansen, venjarin hjá AGF, fer at fáa sekkin í hesi vikuni. AGF hevur kós ímóti niðurflyting, og tað var ikki ætlanin við øllum milliónunum, sum eru lagdar í nýggjan venjara og nýggjar spælarar. OB og Esbjerg eru lið um lið á talvuni, og tey spældu 1–1 í Odense. Vejle hómar superliguna Sami munur í toppinum KR-HB 2-0 (1-0):Steypið varð verandi Molde tapti aftur á útivølli 31 30 Nr. 80 - 29. apríl 2003 Endaligi hópurin Til seinna landsdystin móti Kasakstan, hevur Henrik Larsen tikið fylgjandi leikarar út: Jens Martin Knudsen, NSÍ Jákup Mikkelsen, Molde Hans Fróði Hansen, B68 Súni Olsen, GÍ Jón Rói Jacobsen, Brøndby Jann Ingi Petersen, B68 Fróði Benjaminsen, B68 Jákup á Borg, B36 John Petersen, B36 Hjalgrím Elttør, KÍ Julian Johnsson, B36 Pól Thorsteinsson, B36 Allan Joensen, KÍ Rógvi Jacobsen, HB Andrew av Fløtum, HB Óli Johannesen, Hvidovre Ingi Højsted, Arsenal Christian Høgni Jacobsen, Vejle Fríggjadagin skriv- aðu Sportmaster og Badmintonsam- bandið undir eina heldur serliga sponsoravtalu SPONSORAVTALA Jákup Mørk Sponsoravtalur plaga vanliga vera nakað, har ein fyritøka letur ávísa peningaupphædd, og so afturfyri fær eitt ella annað slag av lýsingar- virði. Soleiðis man á- skoðanin til hetta í øllum førum vera flesta staðni, men fríggjadagin varð so ein heldur øðrvísi spon- soravtala undirskrivað. Talan er ein avtala millum Sportmaster og Badminton-sambandið, sum í veruleikanum snýr seg um nakað so einfalt sum gávukort, men hesi gávukortini eru kortini nakað serligt. Framyvir verður nevn- liga so, at Badminton- sambandið sjálvt og eisini ymsu feløgini hava møguleikan at heiðra einstøkum leikarum við nøkrum myntum. Alt eftir avrikinum kunnu hesir vera úr gulli, silvuri ella bronsu, og tað er í sjálvum sær helst stutt- ligt hjá íðkarunum at fáa slíka viðurkenning. Tað serliga við hesum myntum er tó, at teir samstundis eru gávukort til Sportmaster. Fær ein badmintonleikari t.d. ein gullmynt, hevur hesin eitt virði upp á 225 kr., og so verður tað so upp til leik- aran, um mynturin skal nýtast at keypast fyri, ella um hann heldur skal verða varveittur við hús. Bronsuvinnarar úr Vági At tær vaksnu kvinnurnar í Vági standa seg væl í Hondbólti, er onki nýtt. Men eisini tær yngru klára seg væl og eitt nú vunnu genturnar 14-17 ár, bronsu í landskappingini. Vit fingu eina mynd av liðnum eftir at tær høvdu fingið heiðursmerkini um hálsin. Standandi frá vinstru eru tær: Rutt Lisberg, Jóna Thorsteinsson, Sirið Gudmundsson, Joy Jensen, Lív Larsen og Connie Bertholdsen Brockie.Húkandi frá vinstru eru tær: Lissy Kjærbo, Alice Tausen, Anna Djurhuus, Carol Kjærbæk og Jacoba Poulsen. Sportmaster og Badmintonsambandið gjørt sponsoravtalu Teir tríggir myntirnir, sum badmintonleikarar framyvir kunnu ogna sær Mynd: Álvur Haraldsen Føroya Triathlon Fe- lag skipaði leygar- dagin kl. 13.00 fyri úttøkukapping til Oyggjaleikirnar í 1/4 triathlon, sokallaða OL-teininum, sum er 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. TRIATHLON tíðindaskriv Sami teinur er hjá kvinnum og monnum. Fyrst verður svomið 1500 m í Svimjihøllini, síðani súkklað 40 km. eftir Ringvegnum, Hvítanesveg- num og Kaldbaksvegnum til Kaldbaks, Kaldbaks- botn, Kaldbaks, og so aftur til Havnar, til Skógrøkt Landsins, har skift verður til renning. Runnið verður síðani tvær ferðir eftir vegnum Fram við Strond til Føroya Sparikassa, og aftur til Skógrøkt Landsins, har málið er. Tað er soleiðis í triathlon, at tá skift verður millum ítróttagreinirnar, mugu íðkararnir eisini skifta í klæðir, sum hóska til ítóttagreinina. Fyrsta skift- ið er frá svimjingini til súkklingina, og skal íðkarin renna frá svimjihylinum til súkkluna, sum stendur uttanfyri, á vegnum skal so hann skifta í súkkluklæðir. Annað skiftið er frá súkkling til renning, og er tá ”bara” at fara úr súkkluskónum og í renni- skógvarnar, og so avstað, tað skiftið sæst tó ikki niðanfyri. Hesi skifti verða ofta rópt ”gloymda ítróttagreinin”, tí íðkararnir geva skiftunum ov lítlan ans, og missa nógva tíð óneyðugt. Ofta er munurin fleiru minuttir, og serliga ein dag sum hendan, tá tað var nógvur vindur, regn og kalt. Verður hugt eftir úrslita- talvunum, sæst ein stórur munur í tíðunum til skiftini, og er hetta tí at íðkararnir lótu seg væl í hendan dagin, tí ikki er tespuligt at fara út við vátum hári, stuttum ermum og stuttum brókum. Ein góðan summardag verður gjørt nógv skjótari av, og kunnu tá skjótastu íðkararnir skifta millum svimjing og súkkling upp á minni enn 1 minutt. Eftir kappingina varð endaliga Oyl-liðið úttikið, og er samansetingin av hesum soleiðis. Hjá monn- um verða tað Beinir Ras- mussen, Gudmundur Joen- sen, Kári Simonsen og Eyðtór Joensen, sum mannað liðið. Tær báðar kvinnurnar verða Joan Bláfoss og Elisabeth Ras- mussen Uttøkukapping í Triathlon Tíðirnar í kappingini vóru annars hesar Nr. Navn Svimjing Skift Sú/16 km. Sú/24 km Sú/40 km. Renn/5 km. Renn/ 10 km 1. Beinir Rasmussen 25,33 2,27 27,50 14,55 34,55 24,20 25,15 2. Gudmundur Joensen 20.49 2.11 32.51 18.26 40.45 23.11 23.56 3. Kári Simonsen 28.17 3.13 30.45 16.40 39.55 25.28 27.02 4. Eyðtór Joensen 41.36 3.54 29.55 15.50 35.54 25.13 25.45 5. Joan Bláfoss 28.35 2.28 31.42 19.55 41.55 25.50 25.47 6. Elisabeth Johannesen 32.34 3.18 35.33 20.40 45.46 31.49 33.34 Elisabeth Johannesen, sum her leskar sær á undir kappingini, er onnur av kvinnunum, sum fara at umboða Føroyar á komandi Oyggjaleikunum C M Y K 30