týsdagur 29. apríl 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 80 - 29. apríl 2003
Aftur í ár endaði
hondbóltsárið við
einum gallakvøldið,
har bestu leikararnir
farna kappingarárið
skuldu heiðrast
GALLAKVØLD
orð: Jákup Mørk
myndir: Álvur Haraldsen
Tað hevur verið fastur siður
seinnu árini, at hondbólts-
árið verður endað við stór-
um gallakvøldið. Soleiðis
var eisini í ár, og hesa ferð
var tað follið Kyndli í lut at
skipa fyri kvøldinum.
Hetta gekk fyri seg á
Platform í Havn, og hópur
av íðkarum úr ymsu ítrótta-
feløgunum
høvdu
sett
hvørjum øðrum stevnu
hetta kvøldið, soleiðis at
takast kundi saman um árið
undir meira óformligum
umstøðum enn tær, sum
annars eru galdandi á vøll-
inum.
19 ár og bestur
Hæddarpunktið á kvøldin-
um var sjálvandi handanin
av ymsum steypunum sum
tekin um, hvørji høvdu
staðið seg best farna árið.
Umframt at toppskjúttarnir
fingu steyp fyri síni avrik,
høvdu leikarar í ymsu
feløgunum eisini atkvøtt
fyri, hvønn tey hildu vera
bestan á ymsum plássum.
Ikki minst tóktist spenn-
ingurin vera stórur um,
hvør skuldi fáa heitið sum
ársins leikari hjá ávíkavist
kvinnum og monnum. Hjá
kvinnunum gjørdist tað
hesa ferð Sóley Mikkelsen,
sum sostatt er tann fyrsta,
sum fær hetta heitið tvær
ferðír. Hon vann eisini hetta
heitið fyri tveimum árum
síðani.
Hjá monnunum vóru
ivaleyst fleiri um boðið,
men tá alt kom til stykkis,
var tað ein av teimum heilt
ungu, sum fekk heiðurin.
Sveinur Justinussen fekk í
fjørð heitið sum ársins
stjørnuskot, og í ár varð
hetta so uppgraderað til
ársins leikara, og tað man
ikki vera eiti á heiður at fáa
hjá einum somikið ungum
leikara. Bert 19 ára gamal
skuldi hann í øllum førum
átt nógv góð hondbóltsár
eftir, so neyvan er tað sein-
asta ferðin, at hann er farin
á pallin eftir hesum steyp-
inum.
Stjørnuskot úr
Neistanum
Spenningurin um stjørnu-
skotini plagar vanliga eisini
at vera stórur, og her lagaði
tað seg soleiðis, at talan í
báðum førum gjørdist um
vongspælarar hjá Neistan-
um.
Ragnar
Stakksund
hevur í ár veruliga sannført
um, at hann eigur at teljast
millum bestu vongspælarar
í landinum, og tað sama
hevur kvika Lív Sørensen
gjørt á kvinnusíðuni.
Útlendingar vórðu aftur í
ár bestu føroysku venjarar-
nir, og vórðu tað ikki ó-
væntað teir báðir gullvinn-
ararnir, Aivaras Daugis úr
VB og Costin Dumitrescu
úr StÍF, sum fingu hendan
heiðurin.
Á verjusíðuni fekk Sóley
Mikkelsen umframt heitið
sum ársins leikari eisini
heiðurin sum besti verju-
leikarin, meðan tað hjá
monnunum stóð á jøvnum
millum Finnur Hansson og
Hans Áka Dal-Christian-
sen, sum báðir hava verið
við Kyndli í vetur. Steypini
í álopspartinum vórðu latin
til tey bæði, sum eisini vóru
bestu málskjúttarnir í kapp-
ingini. Nevnliga Daivu og
Dragisa.
Málverjarnir, sum vórðu
mettir sum tey bestu, vóru
greipuvinnandi
Daiva
Ylaite úr VB og Johan
Danielsen hjá Kyndli, sum
var meistari fyri steypasigr-
inum í ár.
Og at enda vórðu ársins
dómarar so eisini avdúk-
aðir. Her gjørdist talan aftur
í ár um steyp til Hannis
Wardum. Í fjør fekk hann
hendan heiðurin saman við
beiggjanum, Una Wardum,
men í ár dømdi hann saman
við Eyðuni Samuelsen, og
eftir øllum at døma hevur
hetta ikki gingið minni væl.
Tað kann væl vera, at
onkur vildi havt býtið av
ymsu steypini nakað øðr-
vísi, men hvussu er og ikki,
so setti gallakvøldið enn
einaferð eitt bæði virðiligt
og hugnaligt punktum fyri
kappingarárið. Og lítið er at
ivast í, at tey flestu av teim-
um møttu eisini teljast mill-
um teirra, sum aftur tørna
út fyri feløg síni til kom-
andi kappingarár.
Sóley og Sveinur vóru best
Gallakvøld 2003
Ársins venjarar
kvinnur: Aivaras Daugis, VB
menn: Costin Dumitrescu, StÍF
Ársins verjuleikari
kvinnur: Sóley Mikkelsen, VÍF
menn: Finnur Hansson & Hans Áki Dal-
Christiansen, báðir úr Kyndli
Ársins áleypari
kvinnur: Daiva Toumaite, VB
menn: Dragisa Stojovic, Tjaldur
Ársins málverji
kvinnur: Daiva Ylaite, VB
menn: Johan Danielsen, Kyndil
Ársins Stjørnuskot
kvinnur: Lív Sørensen, Neistin
menn: Ragnar Stakksund, Neistin
Ársins leikari
kvinnur: Sóley Mikkelsen, VÍF
menn: Sveinur Justinussen, StÍF
Ársins dómarar
Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen, Kyndil
Ársins toppskjútti
kvinnur: Daiva Toumaite, VB
menn: Dragisa Stojovic, Tjaldur
Stjørnuskot í fjør. Tann besti í ár. Sveinur Justinussen úr StÍF
varð leygarkvøldið kosin at vera besti leikarin í føroyskum
manshondbólti
Sum hin fyrsta er Sóley Mikkelsen tvær reisur kosin sum besti
leikarin í føroyskum kvinnuhondbólti. Umframt hendan
heiðurin varð hon eisini kosin at vera besti verjuleikarin
Gallakvøldið setti aftur í ár eitt bæði virðiligt og hugnaligt punktum fyri kappingarárinum
C
M
Y
K
32
Nr. 80 - 29. apríl 2003
33
Starvsfólk til
Café-in v/ Streymin
Søkt verður eftir einum starvsfólki til Café-ina/barr-
ina at arbeiða í skiftivaktum.
Viðkomandi skal vera fyltur 18 ár.
Café-in v/ Streymin tlf. 422033/223232
Læraraútbúgvingin
Vilt tú vera lærari?
Nú er greitt at søkja á Læraraskúlan eftir summar-
frítíðina.
Umsóknarbløð eru at fáa á Læraraskúlanum (tlf.
313501), teldupostur: flsk@flsk.fo
Skrivstovan er opin
kl. 8.00–16.00.
Treytin fyri upptøku á læraraútbúgvingina er
studentsprógv, HF-prógv ella prógv á líknandi
stigi.
Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í sein-
asta lagi 10. juni.
LÆRARAÚTBÚGVINGIN
– Ein útbúgving fyri lívið
Námsliga útbúgvingin
Vilt tú vera pedagogur?
Nýggjur flokkur verður tikin upp eftir summarfrí-
tíðina.
Umsóknarbløð eru at fáa á Læraraskúlanum (tlf.
313501), teldupostur: flsk@flsk.fo
Skrivstovan er opin kl. 8.00–16.00.
Treytirnar fyri upptøku á námsligu útbúgving-
ina eru, at umsøkjarin umframt at hava gingið í 9
ár í skúla, hevur staðið HF-prógv, studentsprógv,
hægri handilsskúlaprógv, hevur lærlingaútbúgv-
ing, ella kann prógva samsvarandi kunnleika.
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur starv-
ast í dag- ella bústovni í minsta lagi 1/2 ár.
Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í sein-
asta lagi 10. juni.
NÁMSLIGA ÚTBÚGVINGIN
– Ein útbúgving fyri lívið
Vegna
Dolphin Drilling
leita vit eftir 3 húsum/íbúðum í Tórshavn til leigu
skjótast gjørligt. Helst frá 1. mai 2003.
Dolphin Drilling eigur boriskipið,sum skal bora í
summar og í hesum sambandi er tørvur á bústøðum
til starvsfólk teirra.
Vinarliga ringið til
tlf. 31 85 31
Sveisiarbeiði
Eg havi byrjað mína egnu fyritøku har alt sveisi-
arbeiði innan jarn, rustfrítt og alminium verður
gjørt, bæði umvælingar og smærri arbeiði.
Hevur hetta tín áhuga ring nátt sum dag.
Tlf. 422127/220957
LB Service
v/ Lars Bisgaard
Frá Vágs
kommunu
Vágs kommuna letur upp nýggjan dagstovn í
august mánað 2003.
Stovnurin er settur saman av vøggu- og barna-
garðsstovu.
Í hesum sambandi fer innskriving av børnum fram
á telefon 37 30 24 og 22 94 82.
Seinasta freist er 1. juni 2003.
Vágs kommuna
Mentanarnevndin
Frítíðarskúlin
í Vági
Børn verða innskrivaði til skúlaárið 2003/2004.
Seinasta freist er 1. juni 2003.
Frítíðarskúlin í Vági
Telefon 22 94 82
M/B Karin KG 716
til sølu um hóskandi boð fæst. Øll loyvir fylgja við.
Báturin hevur verið til høvuðssýn í mars 2003.
Tlf. 456787 ella 259362
33