týsdagur 22. september 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 179—22. september 1992
tíðindablaðið S0Slalurin
Síða 9
TILLUKKU VIÐ FM-HEITINUM, B68
FØROYAMEISTARAMANNINGIN HJÁ B68. Tíðindablaðið Sosialurin ynskir toftamonnum tillukku við FM-heitinum 1992 og uppflytingini úr 3. upp í 2.
deild. Aftast frá vinstru: Jógvan Norðbúð, venjari, Abraham Hansen, liðformaður og hjålparvenjari, Petur Hans Hansen, Jóhannes Danielsen, Ossur Han-
sen, Oddmar Færa, Jógvan Martin Olsen, Eyðfinn Olsen, Tórmóð Nesá, 2. liðleiðari, Súni Fríði Johannesen, Jens Erik »Ras« Rasmussen, 1. lidleidari og
Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag. Fremst frå vinstru: Jákup Djurhuus, Ingmar Højgaard, Olaf Magnussen, Jákup Eli Olsen, Jan Petersen, In-
golf Petersen, Kjartan Nesá, Jógvan Sólsker, Aksel Højgaard, Oleif Joensen og Hans Hansen
S
=
=
=
=
=
S
S
=
>
=
Á
>
KAPPINGARREGLUR:
1. Legg til merkis atkvødusedilin niðast á síð-
uni.
2. Set eitt 3,70-frímerki og eitt 10,00-frímerki
á hann. Tað fyrra er fyri postgjald, meðan tað
seinna er stuðul til føroysku manningina á
Oyggjaleikunum 1992 — og er samstundis fyri
at fáa atkvødusedilin kendan gildigan.
3. Skriva so tíni uppskot til »Årsins ítróttar-
stjórnu< hinumegin á seðlinum — sæst við at
blaða og hyggja at niðara horni næstu síðu.
4. Tú kanst skriva eitt uppskot til ítróttar-
stjórnu hjá konufólkum og eitt uppskot til
ítróttarstjórnu hjá mannfólkum. Ikki fleiri,
men tó er ikki neyðugt við meira enn einum. Í
uppskoti til >Ársins ítróttarstjórnu< kunnu
vera øll føroysk ítróttarfólk, ið hava íðka
ítróttargrein — góðkenda av ISF — innan fyri
tíðarskeiðið frá 1. nov. 1991 til 1. nov. 1992.
5. Niðast á somu síðu á atkvødusedlinum set-
ir tú síðani títt egna navn við bústaði. Harvið
ert tú við í kappingini um teir vinningarnar,
lesararnir hava at kappast um adruhvørja
viku. Kappingin endar í november mánaði.
Mynd:Absalon Hansen
Ítróttarstjórnuna-
Sosialurin,
Postboks 76,
FR-110 Tórshavn