týsdagur 22. september 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
tíðindablaðið
FM-heitid varð fingið til hóldar í etnum
hendingarríkum dysti, sum niðurflytar-
arnir úr Runavík áttu sín part av ærunt av
„Ársins ítróttarstjórna<, konufólk:
„Ársins itréttarstjørna«, mannfólk:
INNSENDARI:
Navn:
Gøta:
Postnr.:
Bygd/byur:
1. deild, menn.
B68-NSI 4-2 (2-1)
B68 er feroyameistari.
Tað syrgdu sjálvir
fyri við 4—2 sigri móti
niðurfluttu grannunum úr
Runavík.
teir
Talan var um hendinga-
ríkan dyst, sum myndað-
ist soleiðis, at spenningur-
in varð varðveittur til
langt inn í 2. hálvleik.
At spenningurin helt
sær til miðskeiðis í 2. hálv-
leiki, komst av at botnlið-
ið fekk fyrst hol á, og at
teir megnaðu at javna aft-
ur, tá tað tóktist sum luft-
in var farin úr teimum.
Meistararnir
orkaðu væl
Seinna partin av 2. hálv-
leiki kom til sjóndar, hví
NSÍ ikki megnar at halda
fast í besta liðið í Føroy-
um. Grasvellurin hevði
mergsoðið teir fyri orku,
soleiðis at uppspælið
gjørdist meiri óneyvt,
samstundis sum eftirans-
ingarnar dragnaðu á mið-
vellinum og í verjuni.
Toftamenn tóktust ikki
merktir av meði, og soleið-
is sum teir blomstraðu
síðstu letuna hevdu teir
næstan kunnað drivið á
inni á vellinum og farið
beinleiðis til degurðaborð-
ið kl. 19.00 á kveldi! Idni
bar åvøkst, og seinnapart-
in av 2. hålvleiki fingu teir
bæði málini, sum góvu
kærkomna sigurin.
B68 var tað betra liðið
alla tíðina, men tað tóktist
trupult fyrstu letuna hjá
fjálturstungnu monnun-
um at fáa tamarhald á
samanspælinum. Saman-
spælt varð bara tvær ella
tríggjar ferðir, áðrenn
langur bóltur bleiv sendur
fram, og ofta vóru longu
báltarnir éneyvur, sum
aftur gjørdi tað ómeguligt
hjá fremru monnunum, tí
bólturin stiklaði ov væl á
hála grasinum.
Óvæntað NSÍ mál
So við og við menti B68
seg, og tað var vátur vett-
ur í andlitið, tá NSI fekk
mál eftir 20 Upp-
spælinum og málinum
bilti kortini einki: Eyðun
(domineraði á miðvelli-
num 1. hålvleik) spælir
beint á álopsleikara á
kantinum til brotsteigin,
fær bóltin trillaðan aftur
og smekkar strúkandi
dygst inn við næsta
stólpa aftan fyri ein ovfar-
nan Kjartan.
B68 moralurin var í lagi,
og 10 min. seinni javnaðu
teir: Trúgvi letur fara til
horna í teirri trúgv, at
talan var um málspark.
Øssur sendir skrúvandi
innfyri, og eftir fleiri
kontra styrir fóturin hjá
Abrahami kúluni um lin-
juna.
Freðin á toftamonnum
vaks, og mundi ikki
endað, tá uppspæl í høgru
endaði vid at Øssur snitt-
aði innleggið frå Jan víðai,
og Súni Fríði (arbeiddi og
spældi sum ein brandur
móti sínum gomlu liðfel-
egum) klikkaði við innaru
síðuni í málið.
Eftir steðgin
min.
tóktist
sum B68 við sínum nógvu
reyndum bant um heilan
fingur. Teir hevdu bóltin
mest, vildu treyðugt geva
hann frá sær, og bert 5.
min. vóru leiktir, tá Súni
Fríði mundi punkterað
NSÍ við skoti á tríkants-
samankomingina.
Tað kom púra óvæntað,
at NSÍ javnaði, tá korter
restaði. Ikki minst fyri
B68 verjuna og Kjartan í
målinum, sum ikki gévu
sær far um knappa skotið
frá Eyðuni úr 18 metra
fjarstoðu. Bólturin tók
tvørtræid og stakk um
linjuna.
Tolin trívst
Talan var ongantíð um pa-
nikk hjá
Teir
toftamonnum.
bundu um i verju-
partinum og betri venjing-
arsteðan bar alt meiri
spæl í sær. Og tá 7 min.
vóru eftir skoraði Øssur
evnið til ársins mál á
Nr. 179 — 22. september 1992
Svangaskarði. Eftir álop í
hegru og reynd frá Akseli
stekkur bólturin úr brots-
teiginum og við sínum
neyva vinstrafóti sendi
landsliðsmaðurin inn
undir tríkantssamankom-
ingina.
Tá var FM-heitið vunn-
ið. Jógvan Martin kom á
vellin fyri Súna Fríða, og
hann slerdi síðsta seymin
i: Ábraham stingur í
hegru til veteranin, sum
dregur einsamallur og
skorar lættliga hjá prís-
givna Trúgva.
Síðsta letan var long at
bíða í hjá toftafólki. Tvær
ferðir runnu tey á vellin,
tá dómarin bríkslaði og ra-
kettir vórðu sendar upp í
tí trúgv, at dystur var lok-
in. Men so endiliga var lið-
ugt. B68 er FM-vinnari
1992, og Sosialurin ynskir
hjartaliga tillukku.
-nn-
Ø
Macintosh
Power-
Book 100
Mest selda fartelda
i Europa.
Ikki uttan grund
Tilboð kr. 11.000,-
FE Tn Sverrisgøta 9, box 118
Tlf. 10400, fax 10915
|
EEN