Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—— Postadr.: Postsmoga 76 | tiðindablaðið Åbyrgdarbladstjon: Jan Múller Blaðfølk- Randi Jacobsen - Dagny Utgevari: P/fSosialurin Bústaður. Argjavegi 26 | Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Joensen - Tórfinn Smith Uppseting: P/fSosialurin Argjum 110 Tórshavn I Ljósmynda. Kalmar Lindenskov - Hilmar Jan Hansen - Prent P/f Pressan 1981 Telefon: 11820 Teletax: 14720 | Justines Eidesgaard 1 —— | rem Eygleiðarin VAR yvirtøkan av undirgrundini ein kærkomin fødingardagsgåva til løg- mann, so kann hetta í fyrstu atløgu neyvan sigast um nýggju frágreiðing- ina hjá Ráðgevandi Nevndini, sum í dag verður latin Poul Schluter og Atla Dam. Henda frågreidingin er nevniliga rættiliga døpur. SOSIALURIN hevur fingið hendur á hesi frágreiðing, sum vit í dag prenta brot burturúr. Hon er drúgv - umleið 60 síður. Frágreiðingin er fyrst og fremst ætlað danska forsætisráðharranum, soleiðis at hann kann vera ajour við støðuna í hesum partinum av ríkis- felagsskapinum, men vanligur siður hevur eisini verið at lata landsstýrinum, teimum politisku flokkunum og fjøl- midlunum hana. HETTA er fyrsta frågreidingin hjå nyggja formanninum i nevndini, Erik Bonnerup. Hann vitjadi i juni i Før- oyum saman við restini av nevndini. Og hvat er so komid burtur ur! Nidurstødan er greid: Buskaparliga kreppan stendur vid og versnar, og hon fer at vera drúgv. Umstødurnar hjá eitt nú fiskivinnuni eru so nógv versnaðar, at ein tillaging fer at verða sera torfør og hava við sær, at liviféturin í Føroyum lækkar munandi NEYNDIN er varin við at koma við patentloysnum men vísir á, hvat gerast kann fyri at bóta um støðuna uppá longri sikt. M.a. sigur hon, at neyðugt er at minka um fiskiflotan og helst fleiri av teimum flakavirk) unum, sum ikki koyra nóg rationelt stongy Eitt alternativ er tó at fara undir nýggjar framleiðsiur. Nevndin heldur ikki, at allir sparimøguleikar eru troyttir. Hon vísir m.a. á, at møguleikar eru at spara á iløguøkinum. UTTANLANDSSKULDIN er vorðin so mikið stór, at nevndin mælir lands- styrinum til at vera sera varið við at taka fleiri lán. Neyðugt verður at um- figgja fleiri stór lån, og hetta fer uttan iva at gera, at tað verður torført hjá landskassanum at fáa nýggj lán til at dekka komandi undirskot á fíggj- arlógini. RÁÐGEVANDI nevndin nemur eisini við møguleikarnar at byggja upp eina oljuvinnu í Føroyum. Er olja til so verður tað uppá longri sikt, at vit fáa gagn av henni. Eitt møguligt olju- rikidømi hevur onga ávirkan á verandi stóðu, eiheldur loysur hon teir trup- ulleikar, sum standa beint fyri framman. HETTA er so nakað av tí, ið Ráð- gevandi Nevndin kemur til í síni frå- greiðing, sum umframt at viðgera undanfarna ár eisini viðger fyrra hálvár av 1992. Tað má tí sigast, at frá- greiðingin er sera "up to date" og tískil kann vera eitt gott íkast til tað orða- skifti, sum løgtingid fer undir mána- dagin, tá uppskotið til figgjarløgtings lóg fyri 1993 kemur ul viðgerðar. Men frágreiðingin er eisini forvitnislig fyri fólk flest. Fyri tað fyrsta tí hon er ein gjøgnumgongd av gongdini og støduni i samfelagnum. Hon leggur vid hesum fram upplysingar, sum vit t6 i mongum førum longu kenna, men hesir upp- lýsingar verða so settir saman i eima heild, sum skuldi verið veruliga stødan í Føroyum í dag- sæð við brillunum hjá útlendskum serfrødingum. TAÐ er misjavnt, hvussu frágreið- ingarnar frá Nevndini hava verið mótt- iknar og brúktar. Politikararnir hava brúkt hesar frágreiðingar - sum oftast teir í andstøðu til at finnast at verandi landsstýri. Men tað er eisini greitt, at skiftandi landsstýri hava tikid fram positivu tinginim men hava so eisini tíkið til eftirtektar summi av teimum rådum, sum Rådgevandi Nevndin er komin við. Ti kann ein eisini siga, at niðurstøðurnar og tilmælini hjá hesi donsku nevnd oftani hava verið eitt av arbeiðsamboðunum hjá skiftandi lands- stýrum. - í minni ella stórri mun. Vit síggja nevniliga, at partur av rikna politikkinum hevur verið í tráð við tilmælini frá nevndini. Ein kann tå spyrja, hvat uppgávan hjá hesi nevnd i veruleikanum er! Hon er fyrst og fremst at ráðgeva forsætisráðharranum, men møguliga er avleiðingin av hesi ráð- geving eisini tann, (tilætlad ella ikki) at hon óbeinleiðis verður brúkt av okkara stýrandi monnum í tí rikna politikk- inum. OG júst av tí orsøk, at niðurstøðurnar og tilmælini frá hesi nevnd hava havt ávísa ávirkan á rikna politikkin, (tó við undantaki av tilmælunum í teimum góðu árunum) hevur eisini verið funnist hardliga at nevndini, tí hon er farin alt ov lætt um veruligu trupulleikarnar i føroyska samfelagnum, og tiskil hava hennara tilrådingar bert bygt å hålvar sannleikar. M.a. langaði ein danskur geografur herfyri rættiliga harðliga út eftir nevndini, ti hon als ikki hevði tiki0 við í metingar sínar grundleggjandi trupulleikarnar í samfelagnum, nevni- liga tørvin á veruligum strukturbroyt- inginm i allari vinnuni vid ti fyri eygað at fåa sum mest burtur år fiskinum. FRÁGREIÐINGIN er júst komin til landið og hava vit ikki havt stundir at "fínlesa" hana. Men eingin ivi er um, at tað er gott fyri okkara politikarar at hoyra, hvat aðrir meina um rikna politikkin. Men harvið verður ikki sagt, at frágreiðingin frá Ráðgevandi Nevnd- ini er tann endaligi sannleikin. Hon eigur avgjørt at verða lisin krittiskt, men tó ikki so krittiskt, at vit - fyri at dylja veruligu trupulleikarnar og fram- tíðar útlitini - frammanundan hava eina meining um hana, sum er grundað á okkara politisku stóðu í samfelagnum, heldur enn á støduna hjá tí sakliga eygleiðaranum. Nú komandi dagarnar fáa vit so helst at síggja og hoyra meira til, hvat nýggi formaðurin í Nevndini heldur um viðurskiftini í Føroyum. SKAL slík frágreiðing hava nakað objektivt virði og skal hon veruliga kunna brúkast til nakað uppbyggjandi , so eigur Nevndin at seta stór krøv ul sín arbeiðssetning, krøv, sum gera, at nevndin uppá egið initiauv kunnar seg við flest møgulig viðurskifu i Føroyum - eisini sokallad kontroversiell - sum kunnu hava stóra ávirkan á gongdina í hesum lítla oyggjalandi - uppá gott og ilt. Samfelagið er komið so mikið illa fyri, at vit hava brúk fyri einum neutralum og objekuvum eygleiðara at meta um støðuna og koma við skila- góðum ráðum. Tað verður so í síðsta enda upp til okkum sjálvi at gera av, - hvat vit kunnu brúka av hesi ókeypis "ráðgeving" frá danska forsætismála- ráðnum. Sum so kann ein siga, at frágreiðingin eisini er eitt slag av fødingardagsgåvu til løgmann, sum herfyri rundadi tey 60. Spurningurin er nú upp ul hansara og landsstýrið at meta um hana og gera av, hvat hon kann brúkast til. SR. SR - í Ikki stóð á at fáa selt eplini, ið vórðu pakkað í kiloposar, merkt føroysk framleiðsla við fóroyskum flaggi á (mynd:Kalmar) 1 ' … Jtselt beinanvegin Ein næmingaflokkur í Skúlanum á TrøOni nýtti týsdagin ikki meira enn 20 minuttir um at selja 75 kilo av eplum, = SS tey sjålv høvdu velt At ganga í skúla nýtist ikki bara at vera at læra at rokna, skriva, lesa 0.s.v. Ein næmingaflokkur í Skúlanum á Trødni særi vår eplaveltu å økinum hjå skúlanum, yvir mót Venj- ingarskúlanum. Tey gjørdu flagveltu, tøini vóru rossatø og nakað av handilstøum. Flokslærarin Anna Sofia Restorff og lærarin Sól- mundur Joensen legdu næmingunum lag å, og tey gjørdu alt arbeiðið við hond Herfyri var stundin kom in at taka uppaftur, og væl royndist. Veltan gav 7-8 fold av góðari frukt Týsdagin fyrrapartin fóru teir fimm næmingarnir saman við lærarum sínum og onkrum ødrum næming- um aftrat heim á gonguggt- una at selja eplini. Veðrið var av ti fagrasta, og ti væl av fólki í býnum. Tey pakkaðu eplini í kilopakkar og merktu teir, at hetta var føroysk fram- leiðsla, og seldu. Eftir 20 minuttum høvdu tey selt øll 75 kiloini, sum tey høvdu við sær at:seljá ur veltum Sølmundur Joensen, sum skipaði fyri veltingini, ætlar at royna okkurt líknandi næsta ár. Endamálið við at ger eplaveltu var ikki bara at fáa eplir uppaftur og selja fyri pengar. Næmingarnir sluppu at royna seg við spakanum og vøddunum, og tå tey sjálvi seldu, var eisini eitt sindur av rokning uppi. | Hesir fimm næmingarnir eru 14-16 ára gamlir. Tvær gentur og tríggir dreingir. Tey hava í ár eisini havt rabarbur og hava gjørt rabarbusúltutoy, sum tey hava selt í skúlanum. Næmingarnir hava tosað um at nytt pengarnar til uttanlandsferð, men tað liggur ikki fast enn. randi "Tro. FØROYAR -10rr0 -HEVUR FLESTAR OG BESTAR VINNINGA