Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 180 — 23. september 1992 Atlantic fundast um London-flúgving tíðindablaðið Fyri at átaka sær hesa flúgving er neyðugt at keypa eitt flogfar aftrat. Flogfarið hjá Atlintic er til eftirlit og tað, felagið nýtir nú, er til sólu. Men áðrenn keyp av nýggjum flogfari kann koma upp á tal, er neyðugt at vita meira um aðrar fligvimøguleikar enn til og úr Føroyum, sigur Heri Mortensen, stjóri Hóast Atlantic Airways fekk eitt greitt nei frá danska ferðslumálaráðnum um at taka flúgving mill- um Keypmannahavn og London á seg, gevst Atlan- tic ikki so. Heri Mortensen, stjóri á Atlantic Airways sigur, at hann fer at biðja um nýggjan fund við ferðslu- málaráðið. Tá Atlantic í mai mánað í ár søkti um loyvi til nýggju flogleiðina var sýtingin grundað á, at Atlantic var ikki danskt felag. -Kunnu vit loysa hendan trupulleikan við at gera eitt dóttirfelag í til dømis Keypmannahavn, er tað vert at umhugsa, sigur Heri Mortensen. Hann leggur aftrat, at teir eru noyddir at vera úti um seg alla tíðina. Anna6hvørt í samband við leiðina Keyp- mannahavn - London ella aðra leið. Um hetta fer at eydnast, verður neyðugt við einum flogfari aftrat. Heri Mor- tesnen sigur, at fær Atlan- tric eitt flogar aftrat, loysir tað eisini ein annan trupul- leika. Hann er, at tað er í so terpurt at arbeiða bert við einum flogfari, tí tek- niskir trupulleikar kunnu altid stinga seg upp, og tá er ikki altíð lætt at fara út at leiga annað flogfar fyri ein ella fáar dagar. 100 milliónir Flogfarið hjá Atlantic er í løtuni til eftirlit, og ti flýgur felagið í løtuni við leigaðum flogfari. Hetta er til sølu fyri einar 100 milliónir. Sum skilst hevur stjórin á Atlantic gott eygað á hesum flogfarinum, men tað ber sjálvandi ikki til at keypa tað, fyrr enn greitt er, at grundarlag er fyri nýggjum farðleiðum. -Tá ungingarnar við danska ferðslumálaráðið eru lidnar, og enda hesar positivt, fara vit at kanna um fíggjarligt grundarlag er fyri at arbeiða víðari við ætlanini at flúgva til Lon- don, sigur Heri Mortensen. Ein av orsøknum til, at Atlantic hevur hugsad um hesa leið er, at av størru um London-flúgvingina flogførum er bert hetta slagid sum kann nytast til London City Airport. Møguleikin at arbeiða saman við gðrum um eina nýggju farðleið verður eisini kannaður, sigur Atlantic-stjórin. tór.- SJÓVINNUBANKIN SKAL EIGA Í POLARFROST: Virkið er selt Månakvøldid var fundur á Polarfrost millum teirra, ið høvdu sett pengar í pf. Parmafrost, ið skuldi keypa flakavirk- ið í Vági og tilhoyrandi skipini. Á fundinum kunnaði Sjóvinnubank- in teir áhugaðu vágbingarnar um sínar ætlanir og hugsanir viðvíkjandi virk- inum framyvir. Bankin nevndi eitt nú, at hann er áhugaður í at seta um 45% av teknaða A-partapeninginum í ætlaða felagnum til, eins og bankin vildi bera so í bandi, at tveir bátar komu at verða knýttir at virkinum — umframt skipini, ið eru frammanundan. Við ødrum orðum er virkið í veru- leikanum selt. Finnast skulu nú bert hini 55% av partapeninginum, so er greitt, hver eigur virkið. Bogi Mortensen verður stjóri Samstundis verður sagt í tíðinda- skrivi, ið er sent frá Pf. Polarfrost, at partarnir arbeiða víðari við at økja rå- vørugrundarlagid. Sum skilst, verdur Bogi Mortensen, ið annars hevur verið virkisleiðari á Fisk í Hvalba, stjóri á virkinum, tá tað einaferð fer í gongd aftur, eftir at eig- araviðurskiftini endaliga eru avklárað. Sambært tíðindaskrivinum hevur Bogi Mortensen játtað at taka við starv- inum. Ætlanin er at hava stovnandi aðal- fund í felagnum, ið skal eiga virkið, månakvøldid 28. september kl. 19, tå endaligatekningin av partapeningi cis- ini skal fara fram. hj. Jákup Andrias Joensen úr Kvívík er farin i handilin vid sínum gomlu battaríum. Mynd: Jens Kr. Vang Fleiri tons Í handlinum hjá Iversen í Kvík stendur ein lítil kassi. Í hendan kassan lata kvívíkingar gomlu battaríini. Ikki er bygdin stór, men somikið nógv av battaríum verða nýtt, at kassin fyllist eftir trimum mánaðum. Tað sigur eitt sindur um, hvussu nógv battaríir føroyingar nýta. Og tað sígur eisni eitt sindur um dálkingarvandan, um øll gomul battaríir fara í brenniovnin. Kári Thomsen, nevnd- arlimur í Føroya Nátt- úru og Umhvervisfelag sigur, at felagið hevur útvega nøkrum handlum og onkrum eigarafelagi tílíkar kassar. Hann hevur eisini roknad út, at vit brúka eini 50 tons av battaríum um árið. Orsøki til, at FNU er farið av álvara til verka í hesum spurningi er, at battaríir eru eitt hitt mest vandamkila, fara tey í brenniovnin. Kári Thomsen mælir tí handlum og øðrum til, at útvega sær ein batiårikassa, so sleppast Atlantic Airways hevur enn ikki slept ætlanunum kann undan, at hetta vandamikla evni fer upp i royk og eitrar um- hvørvid. Ein tilikur kassi kostar um 1000 krónur, og kann út- vegast frá FNU. A- hugaði kunnu ringja til Kára, telefon 1.1319. Ruskið skal skiljast Fara fólk at vanda sær meira um burturkastið, kann nógv sparast í pengum, tí tá kann kostnaðarmikla iløgan í reinsiskipan á teimum báðum brennistødunum útsetast í nøkur ár Heilsufrødiliga Starvs- stovan hevur send landsstýrinum eitt til- mæli viðvíkjandi brennistóðunum, og har verður millum annað rátt ul, at roykreinsi- skipan verður sett í stødirnar. Men, leggur starvsstovan aftrat, fara fólk í størri mun at skilja vandamikla burt- urkasuð frá ødrum ruski, kann hendi: íløgan, sum kostar m g 20 millic