Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

# Nr. 180 — 23. september 1992 ov stuttir Einki lið í Føroyum man so ofta hava verið so nær við uppflyting í 1. deild, sum Royn. Men heldur ikki hesaferð eydnaðist HB-Royn 1-3 (0-1) 0-1: Ingi Mortensen 0-2: Ingi Mortensen 0-3: Ingi Mortensen 1-3: Regin Guttesen Skuldi ein filmur verid gjørdur um eitt føroyskt fót- bóltsfelag, mátti Royn verið upplagt evni at gjørt slíkan film um. Ikki hevur nakað annað lið í landinum so ofta verið lika við og næstan uppi í Ov- astu deildini sum liðið hjá hvalbingum. Ferð eftir ferð hava teir staðið um gåttina við gðrum beininum innanfyri og hin- um uttanfyri, men meira er tað bara ikki blivið til. Nú síðsta umfar í lands- kappingini í 2. deild varð spælt um vikuskiftid, var tó bert ein sera pinkulitil kjansur hjá hvalbingum at fáa fatur á. Helst skuldu LIF, MB og ÍF tapa sínar dystirellaspælajavnt, með- an Royn skuldi vinna sum mest móti HB. HB skuldi eisini vinna HB skuldi eisini vinna sín dyst, tí líðið kundi bert roknað við, at SÍ tapti, og so var kjansur fyri at sleppa undan niðurflyting, um lið- ið vann á Royn. Men hóast hesar fyritreyt- ir hjá báðum liðum, so sást rættiliga skjótt, at havnar- menn ikki kundu vera ser- liga harmir um at flyta nið- ur, tí álopsspælið var íkki nóg sannførandi til at hugsa nakað annað. Hvalbingarnir høvdu óiv- að roknað við einum dysti, har teir kundu fáa kjansin at spæla við skjótum mótálop- um, men so varð ikki. HB lá so mikið niðurgrivið og lúrdi eftir júst mótálops- kjansum, at Royn noyddist at leggja út ferð eftir ferð. Ingi vaknaði úr dvala Spælarin, ið mest av øll- um myndaði Royn-sigurin upp á 3-1, var Ingi Morten- sen, ið longu í tveimum teimum fyrstu dystunum skrivaði ítróttarsogu, tá hann í øðrum skjeyt trý mål og í hinum seks. Hvalbingar Síðani hevur hann skouð eini tvey ellatrý mál av og á, men nú í ársins síðsta dysu nakað seint, kanska — var hann aftur í toppformi har frammi í spíssinum og skjeyt øll iry málini, Royn fekk. Talan var um reint hatttrick, og móti endanum á dystinum eydnaðist unga Regini Guttesen at minka um munin við einum ein- samøllum HB-máli. Sostatt gjørdist dysturin ikki tann målkavalkadan, hvalbingar kanska høvdu ynski sær, men tað hevði nú heldur ikki munað nakað, tí hinir dystirnir omanfyri lag aðu seg soleiðis, at Royn í øllum fórum ikki hevdi havt nakran kjans at flutt upp Sera hóskandi úrslit At Royn vann dystin 3-1 var sera væl hóskandi, um teir veruligu málkjansirnir verða havdir í huga. Lidini høvdu ikki stórt meira at taka av. HB hevur so í øllum før- um mist møguleikan at fáa spælarar av 2. deildarliði at stuðla 1. deild, og noyðist niður í 3. deild eftir styrki, um tað skal gerast neyðugt komandi ár. Hvussu verður við Royn komandi ár, er óvist, men liðið má í hvussu er vera spælandi venjaran Lynge Nielsen fyriuttan. Um tað so annars verður frá- ella til- gongd hjá hvalbingum, má tíðin bara vísa. (hj.) Hver verður ársins fotboltsspælari 92 Skipað verður fyri atkvóðugreiðslu millum teirra, ið gjógnum miðlarnar umrøda fótbóltskappingina Hver er ársins fótbólts- leikari i Føroyum. Spurn- ingurin kann ikki svarast uttanat nógv tos og ym- iskar áskoðanir spyrjast burturúr. Men nú fót- bóltskappingin er lokin, fara vit at finna fram til, hvenn ítróttarpressan heldur vera tann, sum hevur staðið seg best og hevur verið stúttastur gjøgnum alt kappingarår- id. Vit fara i hesi vikuni at seta okkum í samband við teir, ið hava fylgt fótbólts- kappingini. Talan er um Dagblaðið, Dimmalætt- ing, 14. September, Norð- lýsið, Oyggjatíðindi, Tíð- indablaðið Sosialurin, Ut- varp Feroya og Sjónvarp Feroya. Útvarp Feroya hevur tveir menn, sum hava eyg- leit nógvar dystir, sjón- varpið hevur ein og vit heita á ein mann á hverj- um at blødunum um at at- kveða. Undantakið eru vit sjálvir. Á Sosialinum eru tað fýra menn, sum viku- skifti eftir vikuskifti hava eygleitt og skrivað. Tað tykist kanska eitt sindur ógvusligt, at vit sjálvir seta so nógvar at atkveða, men eingin skal bera ótta fyri, at talan verður um skipaða at- kveðugreiðslu her í húsi- num. Til tað eru sjónar- miðini ov ymisk — rokna vit við, uttan at hava kannað tað nærri. Valskipanin Hver maður verður biðin um at velja tríggjar leikar- ar. Hin fyrsti fær fimm stig, annar fær trý og hin triðji fær eitt. Tann leikar- in, sum fær hægst stigatal tilsamans er av ítróttar- pressuni kosin ársins fót- bóltsleikari 1992, so ein- falt er tað. Sosialurin kunnger bara samantalda úrslitið. Hvat hver einstakur atkveður kunnu miðlarnir sjálvir greiða frá. Tað verða nógvir hættir nýttir at velja ársins leik- ara uppá. Hátturin, sum vit nú fara at nýta, er væl kendur, m.a. tá ársins leik- ari í Europa verður vald- ur. Í Danmark skipar Det fri Aktuelt á hverjum ári fyri vali av besta fótbólts- leikara í Danmark. Tá eru tað liðformenninir í divisi- ónsfelegunum, sum at- kveða, og aðra staðni eru tað venjararnir. Dagblaðið hevur i nøkur ár loddað dýpið millum lesararnar, og tað hevur verið mikið áhugavert. Vit hava einki hoyrt um tað, men ganga út frá, at teir fara undir tiltakið aftur í ár. Vit rokna við, at ársins fótbóltsleikari, sum ítrótt- arpressan hevur valt, Síða 13 ítróttur Lynge Nielsen: Fer aftur til markar, Óivað munnu hvalbing- ar hva verið stak væl- nøgdir við venjaran, teir hava havt síðstu tvey ár- ini, 32 ára gamla danan Lynge Nielsen. Hann hevur fingið lið- ið úr Hvalba at vera við í uppflytingardystinum í tvey ár á rað, og hóast tað heldur ikki hevur eydnast Royn at flyta upp nú, er tað ein sann- roynd, at liðið kanska hevur veriðeitt tað fræg- asta, hvalbingar hava havt. Tí kann saktans eisini roknast við, at hvalbing- ar komandi ár enn eina- ferð fara at hava hug at blanda seg í uppflyting- arstríðnum. Havt tvey góð ár — Eg kann ikki siga annað, enn at eg og fam- iljan hava havt tvey góð ár í Hvalba, men nú fara vit altso at venda ngsini heimaftur ul Lolland- Falster, har vit búðu, áðrenn vit komu hend- anvegin fyri tveimum árum síðani, sigur Lynge Nielsen. — Orsøkin ul, at eg nú vil gevast við at venja Royn, er at eg meti meg hava verið nóg leingi her. Sjálvur eri eg av teirri áskoðan, at tá talan er um eitt so lutfalsliga Danmarkar — Nú hava vit verið her í tvey góð ár, og eftir at eingin sáttmálin við TB verður av ongum, fara vit heimaftur til Dan- sigur venjarin Lynge Nielsen Royn- lítið felag sum Royn, ið ikki hevur ta stórt frá- og ulgongdina av spælar- um hvørt år, er tað rætti- liga avmarkað, hvussu leingi tú kanst geva nak- að frá tær, ið spælararnir ikki hava hoyrt so mikið ofta, at tað kanska ikki býtir á teimum. Við ødrum orðum má Royn til komandi kapp- ingarár fara at leita sær eftir nýggjum venjara, og kanska eisini leita sær stuðul í spælara onkun- staðni, skal dreymurin um uppflytingina kunna gerast veruleiki. TB-starv av ongum Tað ljóðaði annars, at Lynge Nielsen var í sam- ráðingum við TB, og tað váttar hann eisini, men sigur, at partarnir ikki kundu finna fram til eina semju, so har gjørdist eingin sáttmáli. — Og tá einki annað stendur mær í boði her, hava vit gjørt av, at nú fara vit altso niður aftur, sigur Lynge Nielsen. Umframt at kunna liva av venjarastarvi, um nakað skuldi verið tøkt, kann hann eisini for- vinna sær til dagliga breyðið við læru síni sum smiður, tá hann nú kemur heim aftur. hj. kann almannakunngerast i komandi viku. ÍtróttarSosialurin