Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 181 — 24. september 1992 tíðindablaðið Ráðgevandi Nevndin vísir á glotta: Meirgóðskingin alstóran tydning Men innflutningur av fiski neyvan ein varandi móguleiki til tess at bóta um minkandi råvøru- tilgongdina frá fóroyskum skipum Hóast innflutningurin av fiski er vaksin úr 700 tonsum í 1990 uppí 4000 tons í 1991 og verður mettur at røkka 10.000 tonsum í ár, so verður hetta als ikki nóg mikið til at viga upp ímóti mink- ingini í råvørutilgongdini frå føroyskum skipum. Henda sannroynd og aðrar við eitt nú svangi fiskiidnadurin í ødrum londum og møguleikarnir at selja góðskaðan fisk uttanfyri EF ger, at tað er ógvuliga ivasamt, um inn- flutningur av fiski er ein varandi møguleiki fyri at betra um støduna við Ráðgevandi Neyndin: minkandi avreiðingum frá føroyskum skipum. Hetta sigur Ráðgevandi Nevndin í seinastu frá- greiðing síni. Hon heldur 16, at verandi umlegging av framleiðsluni til fleiri brúkaralidnar vørur kann fåa positivar avleidingar fyri bædi arbeidi i land- £ inum og útflutningsvirðið. Virki mugu stongja Nevndin vísir annars á, at framleiðsluorkan á før- oysku flakavirkjunum er nógv stórri enn komandi råvørutilgongd krevur, og ti verdur helst tørvur å eini strukturbroyting, har tey minst rationellu av teim- um 20 flakavirkjunum verdur stongd og hini virkini í størri mun burturav gera seg út til at framleiða ávísar verur Henda tillagan verður tó ikki létt at fullføra orsakað av ti týdningi, sum virkini hava fyri Síða 11 lokalsamfelggini ásannar nevndin jan Minkið um fiskiflotan Neyðugt er at minka um trýstið á fiskastovnarnar vid Føroyar. Hetta fer at hava nógvar negativar avleiðingar fyri samfelag- ið. Men útfrá ávaringunum frá fiskifróðingum móti at niður- fiska stovnarnar enn meira, so kann ein minking av veiðuni verða neyðug fyri at tryggja fiskimøguleikarnar í framtíðini sigur Ráðgevandi Nevndin í frágreiðing síni. Hon heldur , at munabesti mátin at minkaum veiðu- trýstið vera at minka um talið á fiskiførum. Tá verður møguligt at minka um útreiðslunar í fiski- vinnuni um somu tíð sum veiðufgguleikarnir skerj- ast. Sjálvt við óbroyttum veidumøguleikum hevði tað kortini verið neyðugt at minka um fiskiflotan sigur nevndin. Veiðuorkan er økt meira enn stovnarnir tola. Hetta kemst serliga av umfevnandi studninginum, sum hevur gjørt, at næstan alt virksemi á fiskivinnuøk- inum hevur verið lønandi. -Hetta er ikki galdandi longur, tí studulin til fiski- vinnuna er broyttur og munandi skerdur, men hann hevði helst við fyrimuni kunnað verið skerdur enn meira heldur Ráðgevandi Nevndin. Totalkvotur Nevndin hevur í undan- farnum frágreiðingum mælt til, at settar vórðu totalkvotur á týdningar- mestu fiskasløgini, og at hesar vórðu býttar millum tey einstøku skipini og annars vóru til fría sølu. Endamálið við hesi skipan var at verja fiska- stovnarnar og lutvíst at skunda undir struktur- broytingar, soleiðis at tað vórðu tey best egnaðu skipini, sum fingu kvot- urnar, meðan hini vórðu løgd. Tidin farin frå skipan Rådgevandi Nevndin å- sannar, at føroyingar treydugt hava gingid inn fyri hesi skipan, og við- gongur nevndin, at um- rødda skipan heldur ikki hevur verið uttan trupul- leikar og við teimum munandi skerdu fiski- veiðumgguleikunum er tíðin møguliga farin frå eini tilikari skipan. Og nevndin heldur fram: -Núverandi poliukkurin hjå landsstyrinum, har roynt verdur at verja stovnarnar vid friding av økjum, reglum um meska- vidd, kravdum legudøgum í flotanum oa., hevur tó ikki havt nóg stóra ávirkan, og roynir ein at sleppa sær undan at stýra gongdini, kann roknast við, at sjálvt tey best egnaðu skipini bera seg ikki og verða seld av landinum. jan Canon ES3 skrivi- maskina lítil og lett Tilboð kr. 2.400,- Sverrisgøta 9, box 118 ter 110 Tórshavn "fMac== Tlf. 10400, fax 10915