Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 182 — 25. september 1992 tíðindablaðið 'sostalurin Síða 3 Bót fyri gáloysni Tveir mans fáa tilsamans 2500 krónur í bót fyri at hava verið gáloysnir við 400 kg. av dyna- mitti Sokallaða dynamitt-málið í Klaksvík er fyribils endað við, at fútin hevur gjørt av at geva tveimum monnum hjá Landsverkfrødinginum ávikavist 2.000 krónur og 500 krónur í bót. Góðtaka teir bótina verður ikki gjørt meira við hetta mál. Góð- taka teir hinvegin ikki bótina, endar málið í rætt- inum. 17 vandamiklir kassar Tað var 12. februar í ár, at menn komu fram á eina rúgvu av perlum og dyna- mitti í tyrvingarplássinum á Bumshamri í Klaksvík. Tá politiið fór at kanna hetta nærri, vísti tað seg at vera ikki færri enn 17 kassar við tilsamans 400 kg. av dymamitti sum vóru stoytt oman í ruskdungan. Í nánd av dynamittinum lá ein arbeiðsskúrur, og á hendan hátt varð funnið fram til hvussu hetta vandamikla spreingievni var endað har. Landsverkfrødingurin hevdi arbeitt vid bergholid vid Ånavegin, og har høvdu teir havt ein dyna- mittskúr standandi. Í desember mánað í fjør varð ein lastbilafgrari biðin um at fáa skúrin burtur, uttan at nakar man hava haft í huga hvat var í skúrinum. Lastbilafgrarin gjørdi sum hann var biðin, og koyrdi skúrin burtur. I tríggjar mánaðir hevur so skúrurin, dynamitt og perlur ligið í brotinum á Bumshamri. Alt hetta meðan menn hava tyrvt við gravkúgv uttan um, men til alla luka ongantíð komnir spreingievninum so mikið nær, at alt fór í luftina. Tað var ikki løgið, at Handikapp- dagur í Klaksvík Leygardagin 26. sept. skip- ar MBF saman við Klaks- víkar býráð fyri handikapp- degi í Klaksvík. Á skránni verður ítróttur, almennur fundur og um kveldið veitsla. Almenni fundurin, sum verður í Skálanum, verður settur kl. 15. Heitið er: Ar- beidsmøguleikar hjå brekaðum i Norðoyggj- um, og fara hesi at sita í pallborðinum: Óli Heine- sen, umboð fyri Klaksvíkar byråd. Olga Biskupsstød, umbod fyri Almannastov- una. POI Nolsøe, umboð fyri Skúlaverkið. Finnur Ja- cobsen, umboð fyri arbeiðs- pláss. Karl Wilhelm Thom- sen, umboð fyri brúkaran. Hannefía Poulsen, umboð fyri avvarðandi. Jóhannes Ellingsgaard, umboð fyri Verkstaðið á Bakka. Um morgunin kl. 10 verð- ur byrjað í Ítróttarhgllini og Svimjihøllini, har ÍSB skip- ar fyri ymiskum tiltøkum. Høvi verður bæði at vera áskoðari og/ella luttakari. Seinnapartin frá kl. 15 verður almennur pallborðs- fundur í Skálanum um Arbeidsmøguleikar hjå brekadum i Nordoyggjum. Um kveldið kl. 19 verður veitsla í Skálanum við borð- haldi, undirhaldi og dansi. Øll eru vælkomin. Tekning til veitsluna, sum kostar 200 kr., fer fram á tlf. 17373 - 55890 - 56388 (sosiala deild). MBF fer at hjálpa fólki við ávísum tørvi viðv. flutn- ingi og innivist. Tey, ið hava spurningar, kunnu ringja til MBF, tlf. 17373. Gáloysni kundi elvt til stórvanlukku: Klaksvík kundi farið í luftina -At nakar rútur er heilur í Klaksvíkini í dag er eitt satt undur. Fríggjadagin kom politiid fram á 17 kassar av dynamitti og perlum í ruskdungan- um í grótbrotinum á Bumshamri. (5 Tr arbeidsmenn fingu ein størri skelt, tå dynamittid varð funnið, ti har var nógmið til at stórvanlukka kundi hent. Politiið í Klaksvík helt tá fyri, at fór alt í luftina, hevði neyvan nakar rútur verið heilur í Klaksvík. Abyrgdin? Magnus Møller á fútaskrivstovuni sigur, at ein av orsøkunum til, at kanningarnar i målinum hava tikid sina tid er, at mangan er torført at åseta ábyrgdarspurningin tå ræð- Tíðindaskriv: Vinarfelagið Feroyar-Hetland fund leygardagin Leygardagin klokkan trý seinrapartin verður almennur fundur í Norðurlanda Húsinum, har greitt sm kl verður frá einum av nýggjastu feløgunum av sínum Á slag, vinarfelagnum Føroyar-Hetland. Felagið varð stovnað í juli mánað, og hevur enn bert nakrar fáar limir, men fyrireikararnir vóna og rokna við, at nógv fleiri koma við í felagið, tá fólk frætta nærri um tað. Og tað er júst hetta, sum ætlanin er við fundinum. Millum annað verður filmur um Hetland sýndur. Eisini hetlendingar hava stovnað eitt tílíkt felag, og har eru millum 40 og 50 limir. Áhugin fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum er stórur í Heltandi, og tað vóru alt annað enn góð tíðindi fyri hetlendingar, at Norrøna gavst við siglingini. Nú vóna tey, at annaðhvort Smyril ella annað skip fer at røkja farðleiðina milum Hetland og Føroyar Hetelndingar, eins og limirnir i føroyska felagnum halda, at ein avgjørd fortreyt fyri samvinnu er gott ferdasamband. Tad verid seg handilsligt, mentannar- Sosialurin skrivadi um ligt ella annad samstarv. hendingina 18. februar i ár. Ikki fyrr enn tå visti nakar um vandan sum tå heyði ligið og lúrt á Bumshamri í nærum tríggjar mánaðir. 400 kilo av dynamitti og 1714 perlur eru ikki at spæla við ur um almennar stovnar. Vegurin frá evstu leiðslu og niður til hansara, sum møguliga hevur ábyrgdina av ávísari hending, er mangan langur, og tí er ofta torført at sfinna fram til hvør åbyrgdina hevur. tór.- tór.- Á The Shetland Hotel eru føroyingar vælkendir og vælkomnir Judy Lynn vitjar í Føroyum Í lótuni vitjar kenda amerkanska sangarinnan Judy Lynn í Føroyum Judy Lynn hevur i mong år verid kend i Amerika sum »Miss Country Music<. Í tey 25 árini, hon hevur verið innan Show Business, hevur hon innsungið 15 plát- ur. Hon kom við coun- try tónleikinum til Las Vegas í Nevada og við sínum sera góðu fram- førslugåvum gjørdi hon sín tónleik til best um- tókta tónleikin í hesum partinum av landinum. Høvudsframførsla hennara i Las Vegas var i »The Golden Nugget« har hon regluliga fram- førdi i tey 25 årini, hon var å hæddini. Judy hevur sungid i Madison Square Garden og hevur verið i sjónvarpinum í m.a. Jonny Cash Show, Tenesse Ernie Ford og Jimmy Dean Show, og hon var eisini kosin Miss Idaho í 1955. Í 1972 hendi ein broyt- ing í hennara lívi, með- an hon enn var á hædd- ini av síni karrieru. Hon fann Jesus sum sín per- sónliga frelsara og um 5 ár seinni gavst hon við show business og halg- aði lív sítt til Harran. Hetta er 5. ferð, at Judy Lynn vitjar her, og hesa- ferð kom hon til Føroya 23. sept. og stedgar her i eina viku. Hon fer at syngja og tala i Sam- komuni Immanuel i Hoyvík. Friggjakvøldid 25. kl. 20.00, hetta kvøldid er serstakliga ætlað ungum fólki upp til 15 ár. Annars syngur hon alment leygar- kvøldid 26. sept. kl. 20.00, og sunnukvøldid 27. sept. kl. 19.00, verð- ur sagt i tidindaskrivi frå Samkomunini Imman- uel. Aftur loyvt at gå handla vid KR Sudurafrika 7 øw Landsstýrið samtykti fyrr í vikuni at taka av forboðið móti handli við Sudurafrika. Forboðið varð samtykt í tinginum, og tí skal málið leggjast fyri tingid aftur. Hetta verður gjørt fyrsta dagin. 24. februar 1989 var forboðið lýst. Í tí varð millum annað sagt, at innflutningur til Føroya av vørum og tænastuveitingum við uppruna i Suðurafrika og útflutningur av vørum og tænastuveitingum úr Føroyum til Sudurafrika er forbodin. Forbodid fevndi eisini um flutning av olju og olju- úrdráttum vid føroyskum skipum. Nøkur undantøk vóru tó, og haraftrat hevði landsstýrið heimild til at gera undantøk í lógini. Men nú eru so forboðið tikið aftur, og handil kann aftur fara fram landanna millum tór.- Tingið saman Mánadagin kl. 10 kemur tingið saman. Bert eitt mál er á skránni,- umrødan av uppskoti landsstýrisins um fíggjarløgtingslóg fyri næsta ár.