Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Sigarettir skulu seljast i pakkum Nú hevur landsstýrið samtykt at broyta reglugerðina viðvíkjandi sigarettsølu. Tað hevur verið vanligt, at handlandi hava selt sigarettir einsæris, og keyparin hevur í teimum før- um serliga verið ungdómar. Hetta hava nógv argast yvir, og tí hevur Almanna- og Heilsdeildin í lands- stýrinum ukið spurningin upp. Nýggj reglugerð er tí samtykt sum sigur, at sigarettir mugu beret seljast í pakkum. Hetta er tó ikki bert fyri at forða fyri sølu av einstøkum sigarett- um, men eisini fyri at øll, sum keypa Sigarettir, skulu fáa åvaringina um roykivand PD, við í keypinum . sum stendur á tor.- Sóknast eftir fleiri hugskotum Herfyri lýsti danska kredittfelagið BRF bygningin, sum IDE einaferð helt ul i, ul leigu ella sølu. Í húsinum eru slakir 4000 fermetrar sum standa og bíða eftir onkrum, sum hevur okkurt hugskot at brúka teir til. Kostnaðurin er millum 800 og 1200 krónur í leigu fyri fermeturin. Hevur nakar hug at keypa, kann eisini tað at lata seg gera. Men enn hava ikki nóg mong hugskot verið til at fylla alla rúmdina i IDE húsinum. Jørgen Kyster, BRF-umboðsmaður. í Føroyum sigur, at felagið hevur fingið nakrar fyrispurningar, men vil bíða nakað enn til endalig støðu verður ukin til, hvor sleppur at leiga fyrrverandi IDE-húsið. tor.- Einki frætt enn Smyril Line hevði í gjár framvegis ikki frætt aftur frá danska stovninum Direktoratet for Udlændinge. Stovnurin hevur spurt seg fyri hjá Smyrlil Line sum hjá ødrum reiðaríum um at leiga skip til flóttafólk. Smyril Line kann ikki gera annað enn at bíða. Tað er osakað av teimum mongu jugoslavunum, sum komnir eru til Danmarkar, at tørvur er á at fáa t.d. eitt skip at hýsa hesum fólkum. Legan, sum vanliga tekur ímóti flóttafólkum, kann ikki hýsa fleiri. Har rúmast 750 fólk, men umleið 100 fólk eru í leguni. Tjøld eru sett upp ti fólkini sum fyribilsloysn. randi tíðindablaðið Herferðin hjá Arbeiðseftirliti- num fyri at ókja um trygdina á arbeiðsplássum hevur havt gott árin, sigur stovnurin Seinasta tíðina hava fólk á Arbeiðseftirlitinum verið úti um landið og vitjað flakavirki, skipafeløg og byggipláss. Endamálið hevur verið at kanna trygd- arvidurskiftini. Summastaðni var í lagi, men tað vóru eisini nógv arbeiðspláss, har trygdar- viðurskiftini vóru so vána- ligt, at Arbeidseftirlitid steðgaði arbeidinum, tl skeivleikarnir vóru rættaðir. John Ove Hansen á Ar- beiðseftirliínum sigur, at henda herferðin hjá Ar- beiðsefurliunum longu hevur gjørt nógv gagn. Onkrastaðni eru viður- skiftini viðvíkjandi trygd nú fyrimyndarlig. Sum dómi nevnir hann byggiplássið í nýggja Listaskålanum í Havn. Har brúka oll nú trygdarhjálm, skelu um hjálm er sett upp, og hjálm- ar eru eisini tøkir til vitj- andi. Soleiðis sum tað eigur at vera. Arbeiðsefurliuð hevur fleiri arbeiðspláss eftir at vitja, og farið verður aftur til teirra, sum áður hava fingið vitjan. Arbeiðseft- irliuið vil tryggja sær, at arbeiðsplássini halda fram við at halda trygdarreglur- nar. randi Soleiðis skal tað vera, sigur Arbeiðseftirlitið. A byggiplåssum skal arbeiðsfólkið vera í trygdarhjálmi (Mynd: Kalmar) Tveir stovnar - nú ein: Men eingin verður uppsagdur Starvsfólkini á Tollstovuni kenna seg eitt sindur ør- kymlað av teimum mongu broytingunum, sum hendar eru í seinastuni. Nýggj tollskipan kom í fjør, og nú kemur momsurin, og partvíst orsaka av honum eru nú tveir almennir stovnar lagdir saman,- Tollstovan og Líkningar- ráðið. Fyri at fáa greiðu á nøkr- um av ivaspurningunum, høvdu starvsfólkini á Toll- stovuni biðið um fund við landsstýrið. Súsanna Danielsen, starvsfólkaleiðari í Tinga- nesi sigur, at allir spur- ningarnir frá starvsfólk- unum ikki kundu svarast út í æsir, men so mikið fingu tey at vita, at eingin verður uppsagdur orsaka av sam- anleggingini. Onkrar inn- anhysisbroytingar verða p % Hr HG ivaleyst kortini. Fyribils fara stovnarnir at húsast har teir í løtuni eru, hóast teir í veruleik- Bilur til solu Ein Subaru 1,6, 4 ára gamal, nýsýnað- ur, til sølu fyri 65.000,- kr. Figging kann utvegast. Tlf. 21269 eftir kl. 17. anum eru ein: Føroya og Skattastova. 1 Toll- tor.- Mr. 182— 25. september 1992 Starvsfólkini á Tollstovuni høvdu nógvar spurningar at seta landsstýrinum á fundinum mikudagin. Mynd: Kalmar Bátamotorur av slagnum Thornycroft, typa W 04 CT við PRM-geari, 210 hestar, sum nýggj- ur — til solu. Figging kann útvegast. TIf. 24504