fríggjadagur 25. september 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Fíggjarlógin fyri
1993 eigur ikki
at geva undirskot
-Tað er eftir nevndarinnar tykki skeivt av lands-
stýrinum at gera enn eina fíggjarlóg við einum
stórum undirskoti. Hetta fer bert at gera trupul-
leikarnar uppaftur stórri sum frálíður
Seinasta frágreiðingin hjá
tí Ráðgevandi Nevndini er
tann fyrsta hjá nýggja for-
manninum Erik Bonnerup.
Frágreiðingin er latin
danska forsætisráðharr-
anum og eisini føroyskum
politikarum eitt nú lands-
stýrinum. Fáar viðmerk-
ingar eru enn gjørdar til
frágreiðingina, men Jógv-
an Sundstein, fíggjar-
málaráðharri segði við
Sosialin í gjár, at lítið nýtt
er í frágreiðingini og eftir
fáu ráðunum at dóma, so
metir hann, at ríkni
politikkurin hjå
landsstýrinum er tann
rætti.
Tíðindablaðið Sostalur-
in hevur tosað við for-
mannin í Ráðgevandi
Nevndini um frágreiðing-
na og tær fáu viðmerk-
ingar, sum higartil hava
verið ul hana
Veldst um hvussu ein
lesur frágreiðingina
Hvat viðvíkur úttalilsinum
hjá fíggjarmálaráðharra-
num um, at nevndin ikki
kemur við nógvum ráðum,
hevur Erik Bonnerup
hetta at siga:
-Tað vil altíð vera ein
avvigan, hvussu nógv ráð
tú skal geva í eini slíkari
frágreiðing, ráð, sum tú
veit helst eisini vilja
verða tíkin upp í tí pol-
itiska orðaskiftinum.
Hvørji ráð tú finnur í
frágreiðingini veldst alt
um, hvussu tú lesur hana.
Sjálvur haldi eg, at nevnd-
in kemur til fleiri týðandi
og áhugaverdar nidurstød-
ur. Eitt nú halda vit ikki,
at tað undirskotið, sum
landsstýrið arbeiðir við á
fíggjarlógini fyri 1993,
kann góðtakast.
-Vit halda ikki, at lands-
stýrið - uttan enn stórri
trupulleikar i framtidini -
kann halda fram vid at
budgetera vid einum
undirskoti á landskassa-
roknskapinum. Haraftrat
meta vit eisini, at undir-
skoud í år verður munandi
stórri, enn mett higartil.
Erik Bonnerup sigur
víðari, at verður leitað
lse 5 GA 18
eftir ráðum í frágreiðing-
ini, so er júst eitt av ráð-
unum, at javnvág eigur at
vera á landskassarokn-
skapinum. -Vit staðfesta,
at hetta langt frá er stødan
í ár og eiheldur málið fyri
1993. Vit vísa eisini á, at
møguleiki er at fremja
sparingar í rakstrar- og
anleggsútreiðslunum. Eis-
ini verður staðfest, at
skattatrýstið er minni enn
í t.d. Danmark. Og hetta
eru so eisini teir
møguleikamir, sum kunnu
troytast fyri at fáa
javnvåg í, nevniliga minni
útreiðslur og/ella hægri
inntøkur
Erik Bonnerup leggur
eisini stóran dent á ráðini
frå nevndini um at sanera
fiskiflotan.
Fíggjarlógar-
viðgerðin
-Men nú kemur figgj-
arlógaruppskotið til vid-
gerdar månadagin. Er tad
!
av tilvild ella tilætlad, at
frágreiðingin kemur beint
undan hesi týðandi við-
gerð, nú tit júst leggja so
stóran dent á at fáa
fíggjarlógina fyri 1993 at
javnvega og als ikki bera
nakað undiskot?
-Vit hava gjørt frå-
greiðinga lidna so skjótt
vit kundu og hetta er gjørt
uttan at leggja seg út í
orðaskiftið í Føroyum,
viðgerðina av
fíggjarlógini osfr.
Erik Bonnerup sigur, at
teir hava eisini valt at taka
fyrra hálvár 1992 við og
nú teir so hava fingið
kunnleika ul fíggjarlógar-
uppskotið fyri komandi ár,
er tað eisini = tikið við í
frágreiðinginga við við-
merkingum.
Leggja seg ikki út í
føroysk viðurskifti
Formaðurin í Ráðgevandi
Nevndini sigur annars, at
teir í frágreiðingini ikki
hava lagt seg eftir at koma
við nágreiniligum ráðum
og uppskotum til før-
oyskar myndugleikar um,
hvat kann og eigur at
verða gjørt.
-Tað er heldur ikki okk-
ara uppgáva, men eg haldi
tað er rætt í frágreiðingini
at vísa á itøkilig viður-
skifu í samfelagnum, har
møguleiki er at fremja
broytingar, sum kunnu
betra um støðuna uppá
longri sikt.
-Men lat meg undir-
strika, at tað er ikki
okkara uppgáva td.
ítókiltga at vísa á, hvussu
sparast kann á
útreiðslusíðuni, og hvussu
nógv og hvar skatturin
kann hækkast. Tað má
vera upp til poliukararnar
Gjørdu vit tað, so høvdu
vit fingið åbreidslur fyri at
um út í føroysk
viðurskifti. Og tað er sum
Nr. 182 — 25. september 1992
sagt ikki okkara uppgáva
leggur hann aftrat.
-Men tað er ein
inntøkusidu og ein
útreiðslusíðu hjá
landskassanum. Vit halda,
at nakað kann gerast á
báðum síðum, og tað má
so vera upp til politik-
ararnar at finna fram til
hvat.
Erik Bonnerup heldur
ikki, at formansskiftið í
nevndini hevur havt við
sær stórvegis broytingar í
arbeiðshátti ol. Men er tað
so, at henda frágreiðingin
er meira døpur enn und-
anfarnar frágreiðingar, so
er tað tí, at ein sær, at
vánaliga búskaparliga
gongdin í Føroyum stend-
ur vid og versnar Sigur
hann.
Fíggjarlógin
-Men fyri at venda aftur til
fíggjarlógina fyri 1993.
Hví leggur tú so stóran
dent júst á hana?
Tí tað als ikki eigur at
vera undirskot á fíggjar-
lógini. Tað vit eisini
Framhald á síðu 19
Føroyskt/
Hetlendskt
Felag
Fundur verður í Nordurlandahusinum
leygardagin 26. september kl. 15.00.
Filmurum Hetland verður vístur. Nygg-
ir limir kunnu tekna seg.
Nevndin