fríggjadagur 25. september 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 182 — 25. september 1992 tíðindablaðið B pe}; lurin
Lógmaður um frágreiðingina hjá Ráðgevandi Neyndini:
ov svartskvad
-Samanumtikið haldi eg, at hon viðger ov fáar tættir í okkara
samfelagslívi, og við tað at hon burturgloymir teir møguleikar,
sum kortini eru, kemur hon at tykjast í so eintáttað og svart-
skygd sigur Atli Dam, lógmaður m.a. í síni viðmerking til
nýggjastu frágreiðingina hjá Ráðgevandi Nevndini. Lógmaður
sigur:
-Tað var við eitt sindur av
forvitni ein fór at lesa hesa
frágreiðingina, tí tað
kundi hent, at nýggi
formansskapurin hevði
ført við sær onkra
broyting í mátanum í at
lýta at føroyskum við-
urskiftum uppá, men kann
sigast, at har er eingin
broyting.
Líkist gørum
Frágreiðingin líkist øllam
teimum undanfarnu, sum
við nógvum tølum hava
víst á ávís trupul við-
urskifti í føroyskum bú-
skapi. Teir veruligu upp-
lýsingarnir, sum eru at
finna í frágreiðingini, er
ikki nógv at siga um. Ein
kann vera samdur um, at
soleiðis sum tølini siga.
eru viðurskiftini. Harum-
framt haldi eg ikki, at tað í
hesi frágreiðing eru bú-
skaparlig fyribrygdi ella
trupulleikar, sum lands-
stýrið ikki frammanundan
hevur víst á eru til steðgar
í føroyska búskapinum,
serliga í løgmansrøduni á
ólavsgku.
Men tað sum víkir frá er
kanska spádómurin um, at
henda kreppan er komin
fyri at verða mong ár
framyvir. Tað ber ikki
sum politikari til at ar-
beiða út frá eini so svart-
skygdari framtíðarmynd.
Okkara uppgáva er alla
tíðina at leita eftir
glottum, nýggjum
møguleikum og skapa
fortreytir fyri, at slíkir
kunnu útvikla seg og fáa
búskapin aftur í javnvág,
økt virksemið, fleiri
hendur í vinnu, soleiðis at
eisini at inntøkurnar hjá tí
almenna verða tryggjaðar
av ti partinum av fram-
leidsluni, sum skal latast ti
almenna sum tollur og
skattur sigur Atli Dam
ogheldur fram:
Sakni glottar sum
vitturliga eru
-Hóast eg ikki eri so 6gvu-
liga ósamdur í tí, sum bart
út verður skrivað, sakni eg
aftur hesaferð nakran
glotta í tí, sum nevndin
sær og slíkir eru kortini.
Eg meti ikki, at tað sum
sagt verður um alivinnuna
kemur at samsvara, tí nú
vit hava fingið betri tam-
arhald á sjúkunum í hesi
vinnu og dálkingini, kann
væl minni av smolti sakt-
ans geva sama úrslit sum
tað nógva smoltið fyrr
hevur verið sett út og har
fellið varð so ómetaliga
Stórt.
Einki orð er nevnt um
tann spakuliga framvøkst-
urin, sum er í ferðamanna-
vinnuni. Lítið er nevnt um
møguleikarnar, sum liggja
í meirviðgerð av okkara
vørum, nú handilssått-
målar eru fingnir i lag
bædi vid EFTA og EEC
og als einki verður nevnt
um møguleikarnar fyri at
menna fiskiskap á djúpum
vatni ella í Irmingarhav-
inum, so sum royndirnar
hjá Beini hava sýnt møgu-
leikar skuldu verið fyri.
So samanumtikið má eg
siga, at henda frágreið-
ingin brýtur ógvuliga lítið
av frá teimum undanfarnu.
Undirskot er ikki
á fíggjarlógini
-Ráðgevandi Nevndin
leggur stóran dent á, at
tað eigur ikki at verða
undirskot á fíggjarlógini
fyri 1993. Hvat hevur tú at
siga til tað?
-Tað er ikki undirskot á
komandi fíggjarlóg. Tað
er tvørturim6ti ætlað
javnvág burtursæð frá
teimum effektivu
veðhaldunum, sum koma.
Annars haldi eg, at
nevndin ger sera lítið
burtur úr tí, sum hon
kortini segði seg verða
væl nøgd við, tá hon var í
Føroyum, nevniliga tann
meira afturhaldandi og
avmarkandi politikkin,
sum fíggjarlógin fyri 1992
sýndi skuldi verða.
Hinvegin eri eg íkki
samdur við nevndini í ti,
at ílógurnar eru ov stórar.
Tverturímóti haldi eg, at
tær eru í minni lagi í
løtuni og iløgurnar, sum
verða fíggjaðar yvir
fíggjarlógina, 255 mill.
kr.er eitt heilt ómetaliga
lítið tal og verða ikki
munandi privatar iløgur
aftrat, so verður
iløgukvotan alt ov lítil.
Hon skuldi helst ligið um
600-700 mill. kr.
-Neyndin sigur, at livi-
fóturin fer at lækka!
-Livifóturin kann defi-
nerast uppá ymsar mátar.
Tað er greitt, at vit hava
havt eina reallgnarniður-
gongd hesi seinastu fýra
árini, men tað í sjálvum
sær merkir ikki, at fólk,
sum skjótt duga at laga
seg eftir viðurskiftunum,
beinleiðis fáa nakað
skrædl í livifóti, so eg
meti ikki tað er útlit til
stóran reallønarvøkstur
komandi árini.
Løgmaður metir kortin
ikki, at livimøguleikarnir
hjá føroyingum sammett
við teir í okkara granna-
londum fara at versna so
nógv, at vit verða afturút-
sigldir.
Eintáttað og ov
dapurskygd
-Heldur tú at frágreiði-
ngin er ov dapurskygd?
-Samanumtikið haldi
eg, at hon viðger ov fáar
tættir i okkara
samfelagslívi, og við tað
at hon burturgloymir teir
møguleikar, sum kortini
eru, so kemur hon at
tykjast í so eintáutað Og
svartskygd.
Uppá fyrispurning um
frágreiðingin frá nevndini
fer at hava nakra ávirkan á
fíggjarlógardebattina i
næstu viku sigur løgmad-
ur, at tað dugir hann ikki
at síggja, at hon skal.
-Handa frágreiðingin er
gjørd til forsætismálaráð-
harran. Hon er forvitnislig
hjá okkum at fáa, men tað
ber ikki til hjá okkum at
leggja viðurskiftini til
rættis her við útlendskum
eygum. Hon fær væl
hvørki minni ella stórri
ávirkan enn undanfarnar
frágreiðingar hava havt.
-Merkir tað, at tit ikki
fara at taka nakað til efti-
rtektar, sum verður neynt í
frágreiðingini?
--Eg meini, at vit hava
tikið tað til eftirtektar,
sum skal. Fíggjarlógin er
løgd so tepurt sum
yvirhøvur gjørligt, og tað
verður torført at fáa
inntøkur til tær útreiðslur,
sum settar eru á
fíggjarlógina, men tað eru
so nógvir Óvissir tættir í tí,
eitt nú veiðan, so eg dugi
ikki at síggja, at tað ber til
at leggja stórt meira
uppfyri - enn at vóna at vit
við politiskum og ødrum
tiltøkum verða førir fyri at
útvega tað neyðuga
virksemið, sum aftur skal
útvega tær neyðugu
inntøkurnar.
Gloymt veðhaldini
Atli Dam sigur at enda, at
hvat viðvíkur spurning-
inum um, hvussu leingi
kreppan fer at vara, so
tyk ist Ráðgevandi Nevnd-
in hava gloymt minking-
ina i vedhaldsskyldunum
hjå ti almenna, har tad
skjótt er slætt borð.
-Og tá peningastovnar-
nir hava greitt sín part í
sambandi við sanering av
Síða 7
vinnulívinum skuldu vit
havt eitt vinnutól, sum er
bæði betri og bíligari og
harvið møguleikan at
vinna framå aftur. Spurn-
ingurin tå verdur so um
øktu inntøkurnar til sam-
felagið koma i nóg góðari
tíð ul at hjálpa komm-
unum, sum eru hart sperd-
ar.
jan
Slapp út
56 ára konan, sum 21. august
varð fongslað fyri at hava
framt fíggjarundandrátt á Al-
mannastovuni, varð latin leys í
gjár. Men skuldsetingin um
svikið er bólgnað
Seinnapartin í gjár gjørdi
Føroya Rættur tann úr-
skurð, at konan, sum í næst-
an fimm vikur hevði sitið
fongslað, skuldsett fyri
fíggjarligan undandrátt á
Almannastovuni, skuldi
latast leys.
Akæruvaldið kravdi
fomgslingina longda upp til
tvær vikur aftrat, men tað
helt rætturin ikki veraneyð-
ugt. Akæruvaldið kravdi
úrskurðin um leyslatingina
til landsrættin, men konan
nýtist ikki at bíða í varð-
haldinum eftir tí avgerðini.
Hon er sloppin heim.
Uni Vestureið, leiðari á
kriminaldeildini hjá poli-
tínum, sigur, nógv tilfar er
eftir at kanna, og fleiri fólk
skulu eisini avhoyrast. Tað
er ikki greitt, um onnur hava
verið við.
Politið veit framvegis
ikki, hvussu umfatandi mál-
ið er. Tað byrjaðu við und-
andrátti fyri góðar 800 tús-
und krónur, men kanningar-
nar, sum higartil eru gjørd-
ar, vísa upphæddina umleið
hálva aðru millión. Sum
sagt eru kanningarnar ikki
liðnar, og ti kann upphædd-
in verða enn størri.
randi
Eliaskirkjan, Vesterbrotorv 49
Møti er hvert leygarkvøld kl. 19.00
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis.
Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella
031-578999.